leygardagur 6. september 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 169 — 6. SEPTEMBER 1997
tiðindablaðið
15
um hjúnafelagarnar, men tá
ið Beinta og Peder Arhboe,
sama ár sum hann kemur,
trúlovað seg, er hon 37 og
hann næstan 31. I hesum
hópi er tað ikki ein munur
av týdningi
Tá ið tað snýr
Beintu hava vit
heitum munnligar keldur
meðan vit hvat viðvíkur Pe
der Arhboe hava fitt av
skrivligum tilfari frå sam
tíðini. Einamest eru tað
rættarbøkur og kirkjuligar
gerdabøkur, av tí at hann
næstan frå fyrsta degi av
fløkti seg upp í trætur av
líkum og ólíkum slagi
Tær fyrstu rættarsakirnar
verða førdar vegna hann og
Beintu. Bæði Beinta og
mamman høvdu selt og
pantsett filt av jarð, og tað
var av týdningi at ogna sær
hana aftur, tí jørðin var
grundarlag undir næstan
øllum rikidømi. Í fyrstani
tykist tað at ganga hampi
liga fridarliga fyri seg, men
so vid og vid elvir hann til
klandur, har hann er. Tað
gerst skjótt greitt, at harra
Peder - sum fólk kallaðu
hann - ikki var við sítt fulla
vit. Ein frásegn greiðir frá
»Han faldt engang, da han
var kommen her i kaldet,
udi en svar sygdom og ra
seri og kom sig derpå noget,
men nogen tid derefter be
gyndte svagheden i hovedet
eller raseret igen og for
øgedes sá. at han derover
forløb sig«
Og nøkur år semni for
telja fólk i Miðvági: »Om
han var gal den tid der mátte
holdes vagt over ham, det
ved vi ikke, men Gud í him
melen ved det, men at han
anstillede sig som et ras-
ende menneske, det er sandt
og í sine prædikener sagde
Hr. Peder: I siger præsten
er gal, nej, præsten er ikke
gal, han har bedre forstand
end nogen af dem, der siger
han er gal«. Konan og børn-
ini - tey vóru nú seks í tali -
píndust undir hansara sjúku
»så som han mange gange
gik efter sin hustru og børn
I sin bare skjorte og bukser
Ja på den måde at drive
hende og hendes børn af
gården for sig«. Eina tid
fluttu Beinta og børnini til
Havnar fyri at koma sær
burtur frå prestagarðinum,
men í øllum trætumálum
stóð hon Peder Arhboe við
lið
Atburðurin hjá presti
gjørdist løgnari og løgnari,
og bygdarfólkið bleiv i heil-
um frá prædikustólinum á-
kært fyri at vera tjóvar, ráns-
menn og mordarar. Tilburð-
urin, sum ger, at hann missir
kjóla og kraga, hevur við
bóndan á Ryggi, Jógvan
Rasmusson, kallaður Prest-
Jógvan, at gera.
Við sks í hendi
Fíggindaskapurin millum
Peder Arhboe og bóndan
stavar ivaleyst frå, at pápi
bóndan, presturin Rasmus
Olesen, í 1680 vann fitt av
jørd i Mykinesi frå påpa
Beintu, sum tå var sorin-
skrivari. Ein av starvsbrødr-
unum gevur Rasmus Olesen
hetta viðmæli: »en yndig,
ædruelig og velærværdig
mand«, meðan eitt vitni,
sum var hjástatt undir kort-
um
hevuðs
veg
spælmum, fortelur, at »fast
endes vare de ikke«. At tað
var vanligt millum prestar
um hesa tíð at drekka og
spæla kort, verður váttað í
flem frágreiðingum. I 1690
verður sagt um hesar guds
menn, at »når de kan sidde
g drikke og larme 2 eller 3
nætter og dage ullige, lade
skyde og fyre for sig ved
hver skål som fulde soldater
og galne mennesker og gi
ver I ngsdaler for hvert
skud, da fornemmes ingen
armod«
Peder Arhboe gerst javn
an helavillur, og bóndin
verður høvudstiggindin
Frásagnir eru, at harra Peder
fór at vitja bóndagarðin við
øks í hendi, og bæði Prest
Jógvan og konan rýmdu
undan honum upp á takið
Har máttu tey so sita, meðan
prestur stóð í túninum og
hótti við øksini, og ákærdi
bóndan fyri líkt og ólíkt
Aðrenn hann fór til hús
skírði harra Peder eisini
sýslumannin og próstin at
vera tjóvar. Undir rættarsak
ini, sum stóðst av hesum,
royndi Peder Arhboe at um
bera seg ymsar vegir, men
áðrenn sakin var endað
doyr bóndin á Ryggi. Og tað
er ivaleyst framferðin í sam
bandi við jarðarferðina sum
ger, at nú er ovboðið
Tá ið einkjan biður Peder
Arhboe um at kasta jørð á
og halda líktalu yvir tí deyð
a, noktar hann fleiri ferðir
og vísir til, at hann vil hava
samsýningina fyrst. Ikki
fyrr enn hann hevði fingið
skrivhiga váttan um, at hann
kundi keypa fyri 8 gyllin
upp á einkjuna í kongliga
einahandlinum hendir nak
að. Men í ólukkumáta
»Nok begyndte han í samm
e prædiken at skælde på den
afdøde, at Gud havde taget
sin velsignelse fra denne
menighed for denne ugud-
elig krops skyld, han har
været en røver og en tyv i
mit hus, han har stævnet
mig indtil tinge for en økse
som gjorde ingen skade, og
agtede at gøre min kone
enke og mine børn fader-
løse. Nu har Gud afhugget
ham med sin vredes økse,
og gjort hans hustru enke
og hans børn faderløse. Gud
ske lov jeg står her endnu
en mand; jeg har nøglen til
frelse. Så faldt den salige
mands hustru i besvimelse
og dånede og blev båret af
kirken som et dødt menn-
eske. Da sagde Hr. Peder,
det skader ikke, det er sam-
vittighed«
Í dóminum, sum kirkjur-
ætturin feldi yvir Peder Ar-
hboe í 1716, verður sagt, at
maðurin er sjúkur, og hann
verður tí bara fyribils
koyrdur úr starvi. Tá ið eft-
irmaðurin kemur til presta-
garðin, noktar harra Peder
at flyta, og sigur seg vera
tilnevndan av kongi. Í dómi
frá 1718 missir hann um-
síðir kjóla og kraga, men
fyri tí vikar hann seg ikki.
Tey næstu árini ganga við
sama ringa lag við sjálvtekt
og grovum ákærum ímóti
Peri og Póli, og ikki fyrr enn
í 1725 flytir hann til Sanda-
vágs. Tá hevur hann fingið
játtað »en ret rigelig pensi-
on af kaldet«, og Beinta,
sum ikki f eitt åratal hevur
búð saman við honum, flyt
við. Efur hetta tykist friður
at vera fallin yvir Peder
Arhboe, tí umframt søgnina
er lítið og einki at frætta frå
honum
Um tann søguliga Peder
Arhboe er bara eftir at siga
at hann ongantíð misti virð
ngina millum vanligt fólk
og at hann skuldi vera góður
í ráðum, tá ið tað snúði seg
um gand. Í søgnini heita
skálamenn á Peder Arhboe
at hjálpa sær við eini grind
sum teir ikk: fáa hildið til
Tad finst eitt bræv frá fúta
num Diderik Marcussen til
»Hæderlig og Vellærde
Mand Hr. Peder Ditlefsen
Arhboe« sum váttar tilburð
in. I brævinum sigur fútin
at bygdarfólkið vil vera við
sat noget spøger: af satan
skal være der på sandet«,
og at harra Peder skal bliva
stórliga samsyntur, um hann
vid Guds hjålp vil reka hetta
burtur
Bente Kristina doyr i
1752 83 ára gomul, og Ped
er Arhboe í 1756 80 ára
gamal
Frávik
Í innganginum varð nevnt
at Jørgen-Frantz Jacobsen
neyvt hevur felt skaldsøgu
nå inn í søgnina, men av ti
at Bente Kristina fekk fimm
børn og Barbara er barn-
leys, kundi hetta tykst eitt
avgerandi frávik. Men
søgnin nevnir eingi børn, og
harvid hevur Jørgen-Frantz
Jacobsen hildið seg innan
teir settu karmar. Barbara er
kortini yngd í skaldsøguni
Í endakapitlinum verður
sagt, at hon er 29 ár, meðan
hon í veruleikanum var
næstan tíggju ár eldri, tá ið
hon giftist Peder Arhboe
Somuleiðis varð nevnt, at
skaldsegan ikki bar við tíð-
ina, aftan á at harra Pál er
dømdur frå embætinum. Av
fyrstan tíð var hetta kortini
ætlanin. Tað hevur verið
vanlig vitan, at Jergen-
Frantz Jacobsen ikki nåddi
at skriva skaldsøguna lidna,
og at hon líkaleiðis ikki
hevði fingið tittul, tá ið hann
doyði. Hvat ti seinna við-
víkur, so var ætlanin eina
langa tíð, at nevna bókina
»Far, verden, far vel«, men
hesum fór hann frá, og í
brøvum teirramillum kall-
aðu William Heinesen og
Jergen-Frantz hana fyri
Barbara-bókin. Tískil var
tað eingin stórur trupulleiki,
at doypa skaldsøguna, hóast
tittulin ger, at lesarin fær
lyndi til at gloyma, at harra
Pál í stóran mun er høvuds-
persónur. Kortini, alt í
skaldsøguni melur um Bar-
baru, hon er sólin.
Hvat endanum viðvíkur,
kom fyrst í 80'unum eitt
bræv undan kavi, sum segði
frá ætlanini hjá Jergen-
Frantz Jacobsen: >...nu
mangler kun Barbaras kat-
astrofe (studenten stikker af
- det er allerede halvt skre-
vet) hr. Pouls kvaler og af-
sættelse, og de tos genfor-
ening i elendighed under
højst uforliebte former. Men
De har ret, udformningen
bliver svær - ja alt afhænger
deraf. Endelig er der de vig-
tige lakuner, der skal ud-
fyldes«. (Bræv til P. Stavns-
trup 22. okt. 1937).
Sum tað sæst, so var ætl-
anin at fylgja søgnini víðari
á leið, men hóast høvund-
urin ikki nåddi at fullfíggjað
sina ætlan, so haldi eg ikki,
at tann opni endin lýtur
skaldsøguna. Kanska tvørt-
urímóti
Upplýsingartíð og
En ósamsvar millum søgn
og skaldsøgu kemur fyri í
tíðarásetingini. Søgnin fer
fram fyrst í 1700-talinum,
meðan skaldsøgan er flutt
til umleið 1760. Í kapitli-
num »Verøld« verður sagt,
at teir fronsku orlogsmenn-
inir eru á heimleið úr Sjey-
árskrígnum í Amerika
1756-1763
Hví flytir Jergen-Frantz
Jacobsen søgugongdina frå
fyrst í øldim ul miðja øld-
ina? Vit skulu minnast til,
at hann var søgumadur og
ti stak nærlagdur øllum ti-
likum vidvikjandi.
Grundin er ivaleyst hon,
at hann vil væl og virdiliga
inn f upplysingartidina
(uml. 1690-1770). Hann vil
inn til Rousseau (1712-78)
og kanska fyrst og fremst
Voltaire (1694-1778). Lud-
vig Holberg (1684-1754) er
eisini ein partur av myndini,
somuleidis pietisman, sum
í fyrsta lagi ger seg galdandi
í Danmark í 1730unum.
Tann fyrri parturin av øldini
kann sostatt ikki brúkast,
men tað kann umleið 1760,
har høvi verður at seta ta
tysk-donsku pietismuna
upp ímóti tí ensk-fronsku
upplýsingartíðini og bæði
hesi upp ímóti tí »føroyska«
%
Kingo
La Rochefoucauld (161 3-
80), sum fleiri ferðir verður
tikin upp á tungu av sorin-
skrivaranum Johan Hendrik
Heyde, var rationalistur og
ein fyritreytin fyri upplýs-
ingartíðini saman við teim-
um somuleiðis rationalist- -
isku filosofunum Descartes,
Spinoza, Hobbes og Leib-
niz. Teimum å baki koma
sidani empiristarnir Locke,
Hume og Berkeley
Upplýsingartíðin, tíðin
har skil og vit ráða, har tú
ikki blåoygdur gloypir lík-
um og ólíkum, og har tú
krevur frælsi at trúgva, tosa
og hugsa sum tær hóvar, var
ein fyrimyndin hjá Jørgen-
Frantz Jacobsen.
Men William Heinesen
vísir eisini á, at vinmaðurin
hevði eina romantiska lind,
og javnan nart við >tey á-
hugaverdu mótsetnings- og
komplementervidurskiftir«
millum realismu og roman-
tikk. Hesi bædi, tad ratio-
nella og tad romantiska,
skulu so hava tamarhald
hvert á ødrum, skulu vera í
javnvåg.
Men hvi årini imillum
1756 og 1763? Hvi ikki
1750? Ella 1770? Svarid er
mestur: »Candide«. Tann
stutta skaldsøgan hjå Vol-
taire kom út í 1759, og end-
asetningurin: »Il faut culti-
ver notre jardin« - I týðing-
ini hjå Christiani Matras:
»Men ni er at fara til verka
í urtagardinum« - er mein-
likur hugleidingunum hjå
Johan Hendrik Heyde i
kirkjukapitlinum »Far, ver-
Ein av føroyskur sjón-
leikarunum - fyrrver-
andi deknurin í Havnar
Kirkju, Pól Serensen
eld, far væl«: »Men sorin
skrivarin, hin altid ivamikli
og tvøri, fekk hetta súra
hugskot, at eitt lítið verk
avrikad á jørdini er betri enn
tíggju fagnaðarróp á himn-
ju
Livsåskodanin hjå sorin-
skrivaranum er lítið vónrík,
men kortini einføld, menn-
iskjalig og í samsvari við
Voltaire: >Mín egna fátæka
skynsemi hevur ikki borið
meg longri á leið enn til at
sanna mín dárskap, men
aldrin til at bóta um mítt
skilaleysa hjarta. Hon hevur
ikki hjálpt mær meira enn
náðin. Tó kann eg ikki finna
annan máta at dyrka Gud
uppá enn við tí ljósinum, eg
havi fingið, at leita eftir
gekkinum í mær sjálvum og
royna at gera nyttu í hesum
heimi, sum eg eri komin í.
Vanvirðingin hjá Candide
av tí metafysiska og virð-
ingin fyri tí jarðbundna er
fullkomiliga í tråd við fat-
anina hjá Jørgen-Frantz Jac-
obsen. Siga vit, og eg haldi
ikki, at tað er órímiligt, at
Johan Hendrik Heyde hevur
lisið »Candide«, mugu vit
geva bókini stundir at koma
úr Frankaríkið til Føroya.
Lesa vit hartil orðini um or-
logsskipini, at tey >vóru
komin úr bardøgum í Am-
erika«, at kríggið er av, so
eru vit í november 1763.
Mánaðin fáa vit í fyrsta kap-
itlið (»Hvør sær grind í nov-