Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 206 - 30. oktober 2003 Nr. 206 - 30. oktober 2003 7 Jógvan við Keldu vil sleppa at gjalda Føroyar sleppa ikki at valda í Norður- landaráðnum, og tí sleppa vit heldur ikki at gjalda. Jógv- an við Keldu held- ur fyrimunirnar vera so stórar, at vit eisini at eiga at rinda okkara part, men danski sam- starvsráðharrin helt, at hetta skal síggjast í síni heild NORÐURLANDA- RÁÐIÐ Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Føroyar hava egna lut- tøku við fullum at- kvøðurætti at játta pen- ing úr norðurlendsku fíggjarætlanini. Men tað kennist skeivt og niðr- andi, at vit ikki sleppa at rinda okkara part, held- ur Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum, sum umboðar løgtingið í Norðurlandaráðnum. Nú líkt er til, at vit ikki fáa fullan limaskap í bræði, spurdi Jógvan við Keldu á Norðurlanda- ráðsfundinum, um ein skipan kann gerast, so føroyingar sleppa at gjalda. – Er ongin fyribilsskip- an, sum kann geva før- oyingum loyvi at rinda sín egna part av út- reiðslunum? Um tað ikki ber til sambært H e l s i n k i - av t a l u n i , kunnu vit so ikki gera eina skipan við onkrari millumrokning við Dan- mark, spyrdi Jógvan við Keldu. Danski samstarvsráð- harrin, Flemming Niel- sen, var eitt sindur paff av spurninginum. – Tað er ógvuliga óvan- ligt, at tú hittur fólkum, sum vilja sleppa at rinda meira, enn tey gera frammanundan. Tað er ein heilt óvanlig politisk støða, segði Flemming Nielsen. Hann helt, at málið mátti síggjast í síni heild, og har var greiða danska støðan, at Føroyar ikki hava fullan rætt til limaskap. Um tað skuldi skiljast, at so sleppa vit heldur ikki gjalda, hekk eftir í tí óvissa. Eingin stuðul úr Íslandi Sjálvstøðugur limaskapur vrakaður Uttan við stuðli frá Danmark verður helst vónleyst at søkja um sjálvstøðugan limaskap í Norður- landaráðnum. Kom- andi íslendski for- mansskapurin virðir føroysku sjálvstýris- strembanina, men fer ikki at seta seg upp ímóti Danmark NORÐURLANDARÁÐIÐ Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum ikki er sannlíkur, so leingi Føroyar ikki hava egna grundlóg. Tað tykist greitt eftir Norð- urlandaráðsfundin, sum var mánadagin og týsdagin. Fitt av orku var nýtt til spurn- ingin. Anders Fogh Rasmussen forsætisráðharri var sjálvur fyrstur at taka málið upp. Hann vísti til, at Føroyar hava søkt um sjálvstøðugan limaskap. Men sjálvstøðug- ur limaskapur kemur ikki upp á tal. – Danska stjórnin stuðlar føroysku ynskjunum um ein styrktan leiklut í norð- urlendska samstarvinum, og vit eru sinnað at geva Føroyum og Grønlandi so sterkan leiklut, sum danska grundlógin loyvir, segði Anders Fogh Rasmussen. Í hesum liggur, at danska grundlógin loyvir ikki sjálvstøðugum limaskapi, tí Norðurlandaráðið byggir á Helsinki-avtaluna, sum er ein fólkarættarligum sátt- máli millum statir. Uttan um Danmark Føroyski varaløgmaðurin, sum umsitur norðurlanda- mál, førdi fram, at ynski um føroyskan limaskap byggir á eina einmælta løg- tingssamtykt. Hann helt tíðina vera komna at søkja um limaskap, tí samstarvið altíð hevur verið millum fólk og tjóðir heldur enn millum sjálvstøðugar statir. – Umsóknin snýr seg so- statt ikki um at kjakast við Danmark, men at Norður- landaráðið tekur støðu til, um Norðurlandaráðið og norðurlendska ráðharraráðið eisini kunnu geva fólkum, sum ikki enn eru vorðin sjálvstøðugir statir, javn- bjóðis limaskap í ráðnum. Vit vóna, at hetta kann vera viðgjørt og ikki so nógv annað, segði Høgni Hoydal. Hann royndi sostatt at snúgva kjakið uttan um donsku sýtingina fyri at viðurkenna Føroyar sum javnsettan part í norður- lendskum samstarvi. Ráðharrar hveppast Ísland verður landið, sum næstu árini fær formans- skapin í Norðurlandaráðn- um, og tað fekk Jóannes Eidesgaard, formann Javn- aðarfloksins, at spyrja um íslendsku støðuna til før- oyska ynskið um sjálvstøð- ugan limaskap. Íslendski ráðharrin við norðurlandamálum, Siv Friðleifsdóttir, svaraði ikki beinleiðis, um hon stuðlaði Føroyum í ynskinum um fullan limaskap. Hon hevði skilt, at danska stjórnin helt tað vera ímóti donsku grundlógini, og tí hvepti hon seg við taka støðu. – Eg haldi tað vera ógvu- liga torført og viðbrekið at spyrja okkum ráðharrar um hetta. Men eg skilji, at tit gera tað. Eg havi stóra virð- ing fyri arbeiðnum í Føroy- um fram ímóti sjálvstýri, men eg havi eisini stóra virðing fyri Danmark og teirra støðu. Eg fari tí ikki at leggja meg beinleiðis upp í kjakið, sum støðan er. Eg kann bara siga, at vit hava fingið eitt bræv á borðið, sum sigur, at tað stríðir ímóti grundlógini, og tá dugi eg ikki at síggja, hvussu vit kunnu blanda okkum upp íhetta, segði Siv Friðleifsdóttir. Sostatt tykist greitt, at Føroyar fáa onga sjálvstøð- uga luttøku í Norðurlanda- ráðnum fyrr enn danir loyva tí, og Ísland og onnur lond styðja heldur ikki føroyska ynskið, uttan at danir gera tað. Spurningur- in skuldi viðgerast í sam- starvsráðnum mikudagin. So leingi Føroyar eru partar av danska rík- inum, kunnu vit ikki gerast sjálvstøðugur limur í Norðurlanda- ráðnum. Tað gongur greitt fram av svarin- um, sum Anders Fogh Rasmussen forsætis- ráðharri hevur givið Anfinni Kallsberg løgmanni NORÐURLANDARÁÐIÐ Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Trupulleikin er enn eina- ferð, at føroyingar verða ikki viðurkendir sum tjóð sambært fólkarættinum. Vit hava ikki virkisføri sum statur, og Danmark loyvir okkum ikki at virka úteftir sum ein tjóð í fólkarættar- ligum høpi. Norðurlandaráðið er eitt samstarv millum statir sambært Helsinki-avtaluni, og tí kunnu føroyingar ikki sleppa upp í part millum onnur sjálvstøðug lond. Trupulleikin er, at Dan- mark fólkarættarliga ikki kann umboðast á tveimum ymiskum frontum, tí vit eru partur av Danmark. Sostatt verður umsóknin um sjálvstøðugum lima- skap, sum eitt einmælt løg- ting annars samtykti at søkja um tann 18. marts 2003, ikki gingin á møti. Svarið frá Anders Fogh Rasmussen er fyrikomandi men noktandi. »Det er generelt reger- ingens holdning at med- virke positivt til at styrke Færøernes og Grønlands inddragelse på udenrigs- området. Regeringen ser en sådan øget indflydelse som et væsentligt element i ud- bygningen af samarbejdet inden for rigsfællesskabet. Regeringen vil derfor støtte de færøske ønsker om en styrket rolle i det nordiske samarbejde. Dette må imidlertid ske inden for rigsfællesskabets rammer, efter hvilke Færøerne ikke kan blive konraherende part i Hels- inki-aftalen samt traktater indgået for dennes ramm- er«, skrivar Anders Fogh Rasmussen í brævinum, sum dagfest 15. september. Føroyingar kunnu sostatt ikki virka sum ein sáttmála- partur, ið sjálvur ger avtalur við onnur lond. Anders Fogh Rasmussen heldur, at ein góð loysn á trupulleikanum hevði ver- ið, at tey fimm Norður- londini gjørdu eina avtalu um ávísar batar av føroysku støðuni í norðurlendska samstarvinum. Løgtingið samtykkir, at Føroyar eiga at søkja um fullgildugan limaskap í Norð- urlandaráðnum við øllum rættindum og skyldum sambært Helsinki-sáttmálanum, harundir at Føroyar eisini gerast sjálv- støðugur avtalupartur í felags norður- lendskum sáttmálum, og heitir á lands- stýrið um at taka øll neyðug stig í hesum sambandi. Løgtingssamtykt frá 18. mars 2003 ” Ísland fer neyvan at stuðla einum føroyskum ynski um sjálvstøðugan limaskap, sigur Siv Friðleifsdóttir, sum leggur fram ætlanina hjá íslendska formansskapinum Mynd: Lennart Perlenheim C M Y K 7 6