hósdagur 30. oktober 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 206 - 30. oktober 2003
Nr. 206 - 30. oktober 2003
9
Byggir nógvar og bíligar íbúðir í Havn
Stórur áhugi hjá ferðamannaskipum
at koma til Føroyar
Arbeiðið upp á
størsta íbúðarbyggj-
arí í Føroyum nakr-
antíð er byrjað og
Høgni Mikkelsen
sigur, at tað stórur
áhugi fyri at fáa íbúð
ÍBÚÐARBYGGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er stórur áhugi at fáa
íbúð í Havn.
Tað kann Høgni Mikkel-
sen skriva undir uppá.
Hann er nú farin undir
eina stóra íbúðarbygging í
Berjabrekku í Havn og
hann sigur, at tað er heilt
stórur áhugi fyri at selja.
Hetta verður størsta ein-
staka íbúðarbyggjarí í Føroy-
um nakrantíð, tí tað eru ikki
færri enn 68 íbúðir í teimum
átta blokkunum hann byggir
uppi Berjabrekku.
Í hvørjum blokki eru 7-9
íbúðir.
Arbeiðið at grava út er
byrjað og væntandi verður
klárt at byrja við hamaran-
um í februar næsta ár.
Høgni Mikkelsen sigur,
at gongst sum ætlað, verða
íbúðirnar lidnar og klárar at
flyta inn í tíðliga á vári í
2006.
Høgni Mikkelsen er gam-
al í garði tá ið húsabygging
umræður og hann má metast
ímillum teir stóru húsa-
byggjararnar í Havn.
Hann hevur smíðað síð-
ani 1981 og higartil hevur
hann smíðað og selt yvir
130 hús og tá ið hesar íbúð-
irnar eru lidnar, fer talið
upp um 200.
Men eitt skifti upp á trý ár
mitt í ringastu kreppuni í
nítiárunum, var hann burtur
og tá arbeiddi hann í Noregi,
Danmark og í Týsklandi.
Blandað fólkaslag
Íbúðirnar, sum nú verða
bygdar á Berjabrekku eru í
trimum støddum. Nakrar
eru 63 fermetrar, nakrar eru
75 fermetrar og so eru
nakrar upp á 125 fermetrar.
Hóast byggingin er ikki
meiri enn komin í eygað,
hevur hann longu selt ikki
færri enn 21 íbúðir av teim-
um 68 íbúðunum, sum
verða bygdar.
– Allar tær størstu íbúðir-
nar upp á 125 fermetrar eru
longu seldar. Annars eru
nakrar av hinum báðum
støddunum eisini seldar.
Og byggimeistarin sigur,
at tað er eitt blandað fólka-
slag, sum hevur biðið um
íbúð.
– Talan er bæði um ung
húski, sum ikki eiga hús
frammanundan. Men talan
er eisini um fleiri eldri fólk,
sum taka hetta høvið til at
sleppa sær av við eini tyngj-
andi stór sethús fyri at fáa
sær eina minni íbúð ístaðin.
– Sostatt verður tað eitt
ógvuliga fjølbroytt um-
hvørvið, vit fáa uppi á
Berjabrekku og tað kann
bara vera ein stórur fyri-
munur fyri trivnaðin.
Hann heldur eisini, at
hetta vísir, at saknur hevur
verið í júst hesum slagi av
íbúðarbygging.
Men hann heldur eisini,
at ein orsøk til, at tað er so
stórur áhugi fyri íbúðunum,
er, at tær verða seldar fyri
sera kappingarførar prísir.
Hann sigur, at tær minstu
íbúðirnar verða seldar fyri
950.000 krónur, íbúðirnar
upp á 75 fermetrar verða
seldar fyri 1,1 millión og
tær størstu íbúðirnar upp á
125 fermetrar, verða seldar
fyri 1,350.000 millión.
– Men tá er alt við. Tað er
bara at fáa innbúgvið inn, so
er búgvandi í húsunum.
Høgni Mikkelsen leggur
afturat, at hann brúkar
heldur ikki tað at krevja eitt
ávíst gjald í forskoti frá
teimum, sum biðja um
íbúðir fyri at binda tey.
Sjálvur heldur Høgni
Mikkelsen ikki at tað kann
gerast bíligari. Men hann
sigur, at dygdin er ikki verri
fyri tað, um íbúðirnar eru
bíligar.
– Dygdin er heilt avgjørt
í lagi. Orsøkin til, at hvør
íbúð er so bílig, er, at talan
er um so stórt tal og tað fer
prísin á hvørjari einstakari
niður og so skal tað heldur
ikki undirmetast, at hann
hevur so drúgvar royndir av
íbúðarbygging,
sigur
byggimeistarin.
Í ár hava 36 útlendsk
ferðamannaskip verið
í Føroyum og longu
nú hava aftur 36
boðað frá, at tey
koma næsta ár
FERÐAVINNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verður størri og størri
áhugi
hjá
útlendskum
ferðamannaskipum
at
koma til Føroya.
Tað vil siga til Havnar, tí
tey koma øll inn á Havnina
Vanliga hava nøkur og
tjúgu
fremmand
ferða-
mannaskip verið í Føroyum
um árið, men í ár hava ikki
færri enn 36 útlendsk ferða-
mannaskip verið í Havn.
Tað er tað mesta, sum
hevur verið.
Men líkt er til, at tað met-
ið verður tikið longu næsta
ár.
Jónsvein
Lamhauge,
havnafúti í Havn, sigur, at
longu nú hava 36 útlendsk
ferðamannaskip biðið um
pláss á Havnarvág komandi
ár.
Hann sigur, at útlendsk
ferðamannaskip eru von at
biðja um pláss í góðari tíð,
men av tí, at vit bara eru í
oktober enn, er tað ógvu-
liga sannlíkt at okkurt kem-
ur afturat næsta ár.
Skipini
eru
ógvuliga
ymisk til støddar.
Havnarfútin sigur, at
størstu skipini, sum vóru í
Havn í fjør vóru Crystal
Symphony og Rotterdam.
Hann heldur eisini, at hetta
eru størstu skipini, sum
hava verið í Havnini.
Tey bæði skipini eru um
238 metrar long. Til saman-
beringar kann nevnast, at
Norrøna er 160 metrar long,
so talan er um ordiligar
risar.
Crystal Symphonie kem-
ur aftur til Føroya næsta
summar.
Tað er ilt at siga, hvaðani
hesi skipini eru, tí tey allar-
flestu sigla undir hentleika-
flaggi.
Men meginparturin av
ferðafólkunum eru amerik-
anarar, men tað eru eisini
nógvir bretar og týskarar og
ímillum.
Tær allarflestu krússara-
ferðirnar byrja í Hamburg
ella í Bremen og koma so
norðureftir, vestanfyri Bret-
landi, kanska inn í Hetlandi
á veg til Føroya og so suð-
uraftur framvið Noregi.
Onnur koma norður eyst-
anfyri og leggja inn í Før-
oyum og fara síðani vestur-
eftir til Íslands og Grøn-
lands og kanska heilt yvir
til Amerika.
Steðgurin í Føroyum eru
ikki langir, vanliga liggja
skipini einar 6 - 8 tímar.
Ymisk ferðafólk
Vanliga myndin av ferða-
fólkinum, sum er við slik-
um skipum, er, at talan er
um eldri fólk, sum eru væl
fyri fíggjarliga.
Men Havnarfútin heldur,
at hendan myndin er broytt
eitt sindur.
Útboðið av krússaraferð-
um er stórt og tað ger, at
slíkar ferðir eru ikki heilt
so dýrar longur, sum tær
hava verið.
Sostatt er hetta slagið av
feriu eisini blivið atkomu-
ligt hjá einum størri skara
av fólki, enn vanligt hevur
verið.
Samstundis ger tað stóra
útboðið, at tey, sum skipa
fyri slíkum ferðum, royna
at lokka fleiri fólk við og
tískil eru nú eisini yngri
fólk at síggja ímillum
ferðafólki, eins og tað held-
ur ikki er óvanligt at síggja
húski við børnum við
slíkum ferðum.
Høgni Mikkelsen er ein av
teimum heilt stóru byggi-
meistarunum tá ið íbúðar-
bygging umræður. Nú er
hann farin undir íbúðar-
byggjarí í Havn, sum er
størsta einstaka íbúðarbygg-
ing í Føroyum nakrantíð og
hann sigur eisini, at prísurin
er so lágur, at tað gerst ikki
bíligari í høvuðsstaðnu
Crystal Symphonyer eitt kent
ferðamannaskip í Føroyum
og tað er eisini ímillum
størstu skip, ið hava verið í
Havnini. Áhugin hjá fremm-
andum ferðamannaskipum
at koma hendavegin bara
veksur. Crystal Symphony
kemur aftur næsta summar
- Men helst verður
bíðað við byggingini,
til komið er undir
land á Toftum, sigur
Oddur Lamhauge
SAMKOMUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nógv ymiskt virksemi er í
Berøa í Saltangará, og sum
tíðin er liðin, eru hølini
vorðin ov trong og ótíðar-
hóskandi. Bygningurin er
smalur, og møguleikarnir
eru avmarkaðir. Hugsandi
er tó, at tað enn gongur ein
tíð, áðrenn ein nýggjur
bygningur stendur uppi á
økinum, har Berøa er í dag.
Takast niður
Oddur Lamhauge veit at
siga, at ein nevnd er sett at
fyrireika bygging, og í
henni sita Ábraham Løkin,
Áki
í
Skemmuni
og
Magnus Rasmussen.
- Ætlanin er at taka gamla
húsið niður og byggja ein
nýggjan bygning, sum fer
at venda eystur og vestur.
Samstundis er ætlanin at
»flyta« okkum nakað long-
ur suður.
Oddur sigur, at nýggi
bygningurin verður heilt
øðrvísi enn hin verandi –
við einum trivaligum kjall-
ara og stórum sali, sum fer
at hava ymiskar møguleik-
ar.
Hann heldur ikki, at
neyðugt verður at veksa um
sjálvt grundøkið, men talan
er um at fáa meira burtur úr
økinum, sum er niðanfyri.
- Sum eg havi skilt, um-
hugsar kommunan at lyfta
lendið í niðara borð upp,
soleiðis at meira fæst bur-
tur úr økinum norður ímóti
posthúsinum, eitt nú til
nýggj parkeringsøki, sum
tørvur altíð er á,vísur
Oddur á.
Gamal bygningur
Berøa í Saltangará hevur
sína søgu.
- Hetta er gamla Ebene-
zer, sum miðskeiðis í
sekstiárunum varð tikið
niður í Havn og sett uppaft-
ur í sama stíli her í Saltang-
ará.
Oddur heldur, at bygn-
ingurin soleiðis er eini 100
ára gamal.
- Men hetta veit onkur
meira at siga um enn eg,
leggur hann aftrat.
Á Toftum byggir brøðra-
samkoman nýtt Nebo á
økinum norðanfyri Føroya
Banka, og her er tað Haldur
Vang, byggimeistari, sum
hevur eftirlit við bygging-
ini.
- Eg vænti, at byggiætl-
aninar í Saltangará fara at
bíða, til komið er undir
land á Toftum um eini tvey
ár ella so. Tað er eitt ov
stórt tak hjá brøðrasam-
komuni at hava tvær slíkar
byggingar í gongd í senn og
við tað, at vit bíða eitt
sindur í Saltangará, kunnu
vit stuðla uppundir bygg-
ingina á Toftum, sigur
Oddur Lamhauge.
Nógv virksemi
Í Berøa í Saltangará eru
annars nógv ymisk tiltøk
gjøgnum vikuna.
Fríggjakvøld eru ung-
dómsmøtir,
leygarkvøld
hugnaløta og sunnudagar er
sunnudagsskúli og breyð-
bróting. Sunnukvøld er eis-
ini evangeliskt møti, og
mikukvøld er bønarmøti.
Mánadag og týsdag eru
bíbliutímar fyri ung, og
mikukvøld er dramabólkur.
Í Berøa er eisini kvinnu-
møti annan hvønn mána-
dag.
Ætla at byggja nýtt Berøa í Saltangará
Berøa er gamla Ebenezer,
sum varð tikið niður í Havn
miðskeiðis í sekstiárunum og
sett uppaftur í Saltangará
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Eg haldi, at tað bert
kann skapa ringan
stemning at síggja
viðurskiftini so
einfalt, sum málið um
játtanina til MBF er
gjørt til, sigur Páll á
Reynatúgvu,
landsstýrismaður
JÁTTAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Páll á Reynatúgvu, lands-
stýrismaður, er ikki samdur
við formanninum í Gikta-
felag Føroya, Leilu Sol-
munde og dagliga leiðaran í
MBF, Onnu Suffíu Dur-
huus, um, at hann hevur
skert fíggjarligu møguleik-
arnar hjá meginfelagnum
og tess limafeløgum í ári
teirra brekaðu.
Størri játtan
Í ár hevur MBF fingið
500.000 krónur aftrat teim-
um 900.000 krónunum,
sum meginfelagið fær á
fíggjarlógini. Haraftrat setti
eg í samband við ár teirra
brekaðu ein stýringsbólk,
sum fekk 300.000 krónur at
ráða yvir. Hesin peningur
er ætlaður til nýtslu á gras-
rótastøði, sum Páll tekur til.
Tað merkir, at fyritøkur og
felagsskapir - og harvið
eisini MBF og tess lima-
feløg - hava kunnað søkt
um pening úr grunninum til
ymiskt tiltøk til tess at
varpa ljós á tey sjúku og
brekaðu í samfelagnum.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at samlaða játtanin í he-
sum ári til endamál, sjúkum
og brekaðum at gagni, tískil
er økt við 800.000 krónum
- og ikki skerd við 500.000
krónum, sum ført hevur
verið fram.
- Eg haldi, at tað bert
kann skapa ringan stem-
ning at síggja viðurskiftini
so einfalt, sum málið um
játtanina til MBF er gjørt
til.
Páll vísir á, at sambært
fíggjarlógaruppskotinum
fær MBF somu játtan kom-
andi ár, sum felagið hevur
fingið í fleiri ár.
- Við teirri fíggjarlóg, vit
hava og teimum útlitum,
sum eru, noyðist eg sum
landsstýrismaður at fyri-
halda meg til tey fakta, sum
eru. Eitt er, hvat vit øll
kunnu droyma um. Annað
er veruleikin, soleiðis sum
hann er. Tiskil verður játt-
anin til MBF komandi ár
tann sama, sum hon hevur
verið seinastu árini.
Hann vísir á, at tann
skerjing, sum er á hesum
øki, er sambært fíggjarlóg-
arupskotinum ein 2% skerj-
ing av játtanini til Javna og
Sinnisbata, sum beinleiðis
eru á fíggjarlógini.
Ein hattur
- Eg havi nevnt møguleik-
an, at øll feløgini undir
MBF koma undir ein hatt
fíggjarliga, soleiðis at tey
einstøku feløgini eisini fáa
ein fíggjarligan styrk. Í
slíkum føri havi eg eisini
sagt meg sinnaðan at ar-
beiða fyri eini samlaðari
øktari játtan.
Landsstýrismaðurin hel-
dur, at samhaldsfesti mill-
um feløgini hevði verið
betur, um tey vóru undir
einum »hatti«, sum tók sær
av at tala søk teirra sjúku og
brekaðu.
- Eg eri annars væl nøgd-
ur við tað góða arbeiði,
sum hesi feløg - hvør í sín-
um lagi - gera til tess at
betra um umstøðurnar hjá
teimum sjúku og brekaðu.
Hetta arbeiði virðismeti eg
høgt, sigur landsstýrismað-
urin, Páll á Reynatúgvu.
Ikki rætt, at MBF er skert í ári teirra brekaðu
- Eg eri væl nøgdur við tað góða arbeiði, sum MBF og tess
limafeløg gera fyri at betra um umstøðurnar hjá teimum sjúku
og brekaðu.
Hetta arbeiði virðismeti eg høgt,
sigur
landsstýrismaðurin, Páll á Reynatúgvu
C
M
Y
K
9
8