hósdagur 30. oktober 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 206 - 30. oktober 2003
Nr. 206 - 30. oktober 2003
11
Tað liggja sera stórir spurningar fyri framman í før-
oyska samfelagnum. Fyriuttan støðu okkara mótvegis
Danmark, kunnu vit nevna pensiónsmálið, privatiser-
ingarnar og støða okkara til ES og NATO. Hetta eru alt
spurningar, ið áttu at staðið ovast á breddanum í
almenna kjakinum. Hetta er tíverri ikki so, tí aðrir
spurningar taka nógvu orkuna og fyri at nevna ein
teirra, so hevur abortmálið fylt dagsskránna nógv og
kemur eftir øllum at døma at fylla nógv, nú ein av
flokkunum hevur gjørt hetta til sítt merkismál í sam-
gonguni. Hetta er m.a. tí, at lítlu samgonguflokkarnir
hava ein profileringstørv, ið ger, at smøl mál alt ov ofta
verða tikin fram um stórmálini. Hetta er serliga ein
trupulleiki, tá man hevur eina samgongu við smalast
møguligum fleirtali. Stórmalini verða tá oftani burtur í
ganginum av profileringsmálum.
Spurningurin er, um tað ikki er tíð at gevast við siðin-
um pr. automatikk at lata einmansflokkar fáa lands-
stýrisfólk. Tað er í lagi, at smáu flokkarnir fáa ta ávirk-
an, ið teirra stødd rættvísger, men ikki kann tað verða
rætt, at teir skulu yvirumboðast so ógvusligani í land-
sins stýri. Hví ikki gera sum aðrastaðni og skjóta upp
fyri einmansflokkarnar, at teir heldur enn at at fáa
landsstýrisumboð, fáa formanssess í onkrari løgtings-
nevnd.
Sitandi samgonga hevur ikki gjøgnumslagskraft í
stórmálum, tí hon vil altíð balansera á kantinum til
misálit, um til dømis flokkur ikki fær sín vilja í ein-
støkum máli. Vónandi er tað eyðsæð í dag, at tað var
eitt mistak, tá samgongan varð skipað við tveimum
einmansflokkum, ið fingu hvør sín landsstýrismann.
Tað gongur sjón fyri søgn, at stórmálini liggja og bíða,
meðan onnur mál, ið als eingin samgongusemja er um,
fylla dagsskránna.
Nú er at vóna, at floksformenninir í stóru samgongu-
flokkunum taka sær um reiggj og umhugsa, hvussu
breiðar semjur kunnu røkkast um til dømis ES
spurningin, ið gerst meiri og meiri aktuellur fyri hvønn
dag, sum fer. Hetta krevur, at bæði samgonga og and-
støða flyta seg til at vilja breiðar semjur, heldur enn at
stara seg blindan í smámunum.
Ein nýggj pensiónsskipan, ið skal vara nógv ár fram,
krevur breiða undirtøku í fólkinum. Ein greið støða til
ES og NATO má verða breitt forankrað í fólkinum.
Síðst men ikki minst, má ein nýggj skipan millum
Føroyar og Danmark verða breitt grundað í føroyska
fólkinum. Tað ber snøgt sagt ikki til at fáa varandi
semjur í hesum málum, uttan minst tríggir stórir
flokkar taka undir við tí, ið verður avgjørt. Og fyri at
hetta skal bera til vilja vit endurtaka, at gamlar stríðs-
øksir mugu jarðleggjast og er okkara boð, at for-
menninir í teimum stóru flokkunum mugu seta seg í
einrúm og seta út í kortið eina nýggja tíð fyri Føroyar,
sum hevur breiða undirtøku í fólkinum. Til tess má
gamalt agg leggjast á hillina og dialogurin frá øllum
síðum byggja á virðing hvør fyri øðrum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Smáttskorin stórmál
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hans Jensen
Hvalvik
I Hvalvik-Streymnes har vi
i årevis kæmpet med et
stort miljømæssigt pro-
blem: Ósanum mellem
Hvalvik og Streymnes.
Dette stykke billige natur
har i århundrede knækket
ryggen på mangen god
mand. Først blev det ryddet
for sten, drænet, gødet og
så voksede der Gud hjælpe
mig helt umotiveret græs
op, der med møje og ofte i
øsende regnvejr skulle og
stadig skal slåes. Dette
plagsomme ideoti har haft
en tendens til at gentage sig
år efter år.
Mange brave mænd har
mistet livet i de rituelle
Klanmord om retten til
hver millimeter jord, skel-
pæle er flyttet frem og til-
bage om natten, retsager er
ført og konflikter, der får
Mellemøsten til at blegne,
ligger stadig og ulmer.
Om våren ligger voksne
mænd, med fare for liv og
helbred, på knæ og lægger
kartofler
ned.
Direkte
sundhedsfarligt, men givt-
igt. Det frugtbare land, vel-
gødet af Bugtens samlede
lokummer giver god høst
og en meget særegen aroma
på stille sommeraftener –
men helt ærlig – når man
nu kan købe pæne sterile
celofanpakkede kartofler i
Inn?
Endvidere er Ósanum
legeplads for Bugtens børn.
Uhørt! For det første er
børnene ikke stuerene, når
de kommer ind og for det
andet, er der ikke et eneste
stykke seriøst, arkitekt-
tegnet legetøj til at kvæle
ethvert initiativ i fødslen.
Der er heller ingen pæda-
gogisk vejledning eller
anden manipulation – kort
sagt det rene ustrukturerede
anarki, der i sidste ende vil
resultere i at børnene, når
de kommer til skelsår og
alder, vil stemme på Folke-
flokken eller et andet sted
til højre for Solkongen.
Så er der mændene med
fluer i hat og hoved, der i
timevis står og venter på
laksen, de alligevel mister
lige inden den kommer på
land. Ren kolbøttefabrik.
Behøver jeg at nævne det?
– ønskelaksen får kunstigt
oppumpet, medicinstrutt-
ende og tilsat erotisk frist-
ende rødt farvestof i ethvert
suppemarket.
Og så er der alle dyrene!
At fårene kan købes bil-
ligere fra New Zealand,
gider jeg slet ikke nævne,
de kan trods alt ædes – nej,
det er mere alle de totalt
unødvendige dyr, hvoraf
nogle
ganske
vist
er
sjældne. Svaner, hejrer og
hjejler. Og trækfulge – bare
navnet giver associationer
til anden umoral, trækker-
drenge, kvinder, der trækk-
er. Føj! Desuden er der
selvfølgelig et utal af dis-
count fugle som strand-
skader, måger og grå-
spurve. Fælles for dem alle
er, at de griser, når de laver
puha på vores nypolerede
biler.
Man kan blive ved i
samme spor – så derfor er
det mig en stor glæde, at vi
i vort beskedne kongedøm-
me har fået visionære
mænd ved roret, der radi-
kalt har taget fat på pro-
blemet og fortsætter den
gode særfærøske tradition
med at lægge indmarken
under betong. Ganske vist
vil det nye alderdomshjem
kun beslaglægge en 10-
15% av Ósanum, men sam-
men med den nye kirke-
gård, er det da en hæderlig
begyndelse. Det er som
bekendt al begyndelse, der
er svær, senere glider det
lettere, og hvis vi er held-
ige, vil vort miljøproblem
være lagt under asfalt om
få år.
Vi må ikke glemme at
takke miljøstyrelsen for
deres inkompetance og
ønske dem fortsat god
søvn. Tænk um de var
vågnet og havde forstyrret
idyllen med tågesnak om
unikt miljø, fredning og
andre
virkelighedsfjerne
abstraktioner.
Skynd dig kom – om føje
år – Jylland som en korn-
mark står (H. C. Andersen).
Skynd dig kom – om føje
år – Osanum under asfalt
ligger (H. J. Jensen).
Nu ser jeg frem til, at jeg
om et par år, når jeg døsigt
slubrer min morgenkaffe, i
stedet for det irriterende
fugleliv, vil kunne betragte
den fredfyldte røg stige til
himmels fra krematoriet i
Streymnes.
Skulle
der
drysse lidt støv ned, er det
en smal sag for de motori-
serede kommunale støv-
sugere.
Naturen – det billige skidt
TÍÐINDASKRIV
frá Vertshúsinum
Sum nakað nýtt ber til hjá
bólkum av minimum 40
fólkum at lána Vertshúsið
hjá Restorff yrkakvøld í
November og December
frá Kl 24.00 til 05.00. Tað
ber til at halda veitslur,
dans, osfrs., undir privatum
formum. Barrin verður
opin við starvsfólki hjá
Vertshúsinum. Tað kostar
onki at lána Vertshúsið,
men verður aldursmarkið
18 ár og skal hvør bólkurin
hava ein ábyrgdarpersón
sum stendur fyri láninum.
Áhugað kunnu seta seg í
samband við Vertshúsið
Áhugaði kunnu ringja til
Anniku á Vertshúsinum á
tlf 31 48 47.
Lánið
Eitt Vertshús
Ólavur Rasmussen
Eitt sindur av roki hevur
staðist av, at Katrin Dahl
Jacobsen, tingkvinna fyri
Javnaðarflokkin, hevur sátt
iva um, hvørt tjóðveldisfólk
eru nationalsosialistar ella
nazistar. Ákæran fall av
tingsins røðarapalli í sam-
band við viðgerðina av
fíggjarlógini komandi, við
atliti at teirri propaganda og
villeiðing, sum hon segði
Tjóðveldisflokkin setti í
verk, tá flokkurin fólka-
tingsvaldagin proklamer-
aði, at oljan er funnin.
Katrin Dahl Jacobsen førdi
fram, at tjóðveldisflokkurin
hervið nýtir sama fram-
gangshátt, sum Hitler nýtti,
at mála alt ljósareytt, fyri at
fyrigykla fólki ein falskan
veruleika, so at teir veru-
ligu trupulleikarnir verða
fjaldir aftanfyri snildan
retorikk.
Nýliga skrivaði Regin
Eikholm grein í bløðunum,
har hann tekur hesa ákæru
til viðgerðar. Regin Eik-
holm heldur, at ákæran er
grov, men ikki órímulig,
men heldur eitt "nødvend-
ugt ondi", undirforstaðið, at
"med ondt skal ondt for-
drives", tí at Tjóðveldis-
flokkurin hevur verið so
ódemokratiskur í síni her-
ferð mótvegis dønum til
frama fyri eitt loysingar-
projekt, sum bara ein
minniluti av føroyingum
tekur undir við.
Lat meg straks siga, at eg
ikki taki undir við øllum tí
sum Tjóðveldisflokkurin
borðreiðir við. Eg haldi tað
er mín skylda bæði sum
valevni og sum veljari, at
verða kritiskur, eisini mót-
vegis mínum egna flokki.
Sjálvur var eg aktivur í val-
stríðnum her í Suðuroynni,
og høvdu vit valevni fyri
teir ymisku flokkarnar her
suðuri, við ørfáum undan-
tøkum, tey allarbestu per-
sónligu
viðurskifti
við
hvønn annan. Ja, eg havi
fingið góðar vinir í hinum
flokkunum, sum eg annars
ikki hevði fingið, tí vit vita
innast inni, at flokspolitikk-
ur nu einaferð er flokspoli-
tikkur, og at tað inniber, at
vit
eru
grundleggjandi
ósamd um nøkur ting, men
eisini grundleggjandi samd
um at virða hvønn annan.
Og enntá viðhvørt halda at
hin hevur rætt, uttan at vit
tora at siga tað.
Fyri at halda meg til
sakina kann eg viðmerkja,
at oljan als ikki var nýtt í
valstríðnum í Suðuroynni,
tí at partarnir opinbart vóru
samdir um, at hetta lættliga
kundi elva til misskiljingar
og misnýtlsu. Eg ivist ikki
í, at tá ið Katrin Dahl Ja-
cobsen sigur, at Tjóðveldis-
flokkurin gav faldara út,
har sagt var, at "oljan er
funnin", so hevur hon rætt,
hóast eg ikki havi sæð
henda faldara. Eg kundi
gjørt mær tann ómak at
kanna hetta sjálvur, men eg
tími ikki, tí eg taki Katrina
uppá orðið. Og lat meg so í
sama viðfangi siga, at eg
haldi hetta var blóðskeivt
av Tjóðveldisflokkinum.
Og er hetta eitt mistak, sum
leiðslan í Tjóðveldisflokk-
inum má taka til eftirtektar.
Tað er sum við fluguni í
suppuni, kokkurin og eing-
in annar hevur ábyrgdina.
Tað er so skjótt at falla í ta
flokspolitisku grøvuna, at
misnýta ymisk høvi í einum
politiskum valstríði. Eitt
mistak, líka so skilaleyst
sum tá ið Javnaðarflokkur-
in í sínari tíð stolt prokla-
meraði: "Gev mær 100
dagar", so eru allir trupul-
leikar loystir. Eisini hesum
mistaki rokni eg við, at
kokkurin
sjálvur
tekur
ábyrgdina av.
Tað er 3 høvuðsorsøkir
til, at eg skrivi hesa grein.
1) Vit eru øll góð við hetta
landið, og vit hava øll bygt
land,
líkamikið
hvønn
politiskan lit vit hava. Í so
máta hava vit øll okkurt
tjóðskaparsinnað í okkum,
eins og onnur fólk. 2) Eg
havi sjálvur verið prestur í
Norðurtýsklandi, har eg
havi nógvar góðar vinir,
sum eru danskir tjóðskap-
armenn, og sum tískil vóru
offur fyri nazismuni. Onkur
teirra sat enntá í týningar-
legu. 3) Eg var sjálvur
skírdur nazistur av for-
manninum í Javnarflokk-
inum á einum veljarafundi í
Sumba.
Eg skal vera tann fyrsti til
at viðurkenna, at tjóð-
skapur ella nationalisma
kann vera reinur óndskap-
ur, ja, nationalisman hevur
kravt fleiri mannalív og elvt
til meira hatur enn nakað
annað brigdi í hesum
heimi. Vit havt hava tvey
heimskríggj,
sum
eru
grundað
á
vitleysa
nationalismu. Í so máta er
tankin
um
eitt
felags
Europa ella hvat vit rópa
tað ein vakur tanki, í
hvussu so er á skræðuni.
Churchill var ein av teim-
um fyrstu, sum proklamer-
aði tankan um Europiskt
samveldi, tí hann viður-
kendi, at nationalisman var
farin um alt mark.
Men tjóðskapur kann
eisini verða nakað heilt,
heilt annað. Eins og vit øll
elska okkara børn, hava vit
eisini alsk til landið og
nøkur felags eyðkenni:
Málið, flaggið, matin, siðir
og skikkir og so framvegis.
Vit kunnu t.d. øll eta ræstan
fisk uttan at hata tey, sum
eta hundar og tvístertir, tí
tað eru tað nøkur fólkasløg
sum gera. Og hóast onnur
lond hava suverinitet ella
sjálvsavgerðarrætt í polit-
iskum viðurskiftum, so
hata vit tey ikki fyri tað,
eins lítið og vit verða løgd
undir hatur, um vit vilja tað
sama. Eg havi t.d. stóra
virðing fyri teimum donsku
tjóðarskaparmonnunum,
sum stríddust móti nazism-
uni og fyri donskum av-
gerðarrætti á demokrat-
iskum grundvølli, eins og
hesir hava stóra virðing fyri
okkara vilja at skipa okkum
sum sjálvbjargin tjóð. Onk-
ursvegna býr ein felags
lagna í okkum øllum soml-
um, uttan mun til um vit
eru týskarar, danir, føroy-
ingar ella okkurt annað.
Tíðin, har ein og hvør er
sær sjálvum nokk er farin,
tað trúgvi eg vit øll eru
samd um, meiri ella minni.
Eg havi virðing fyri teim-
um sum eru ímóti, at Før-
oyar skipast sum sjálvstøð-
ugt ríki, og sum halda, at
tað er skilaleyst at avskriva
blokkstuðulin. Og eg haldi
tað er beinleiðis skeivt at
siga, at blokkstuðulin er
rótin til alt ilt í Føroyum.
Tvørturímóti hevur pen-
ingarenslið úr Danmørk
givið okkum høvi til at
ment okkum enn meira sum
land. Eg haldi enntá at sam-
bandið við Danmark, reint
mentunarliga, hevur givið
okkum samband við rák úr
útlondum, sum vit vóru
fátøk uttan. Og persónliga
havi eg ikki paranoya mót-
vegis ES- og Natolima-
skapi. Tvørturímóti. Ikki tí,
fiskivinnupolitkkurin hjá
ES er ikki hepnaður, men
vit kenna ikki treytirnar,
fyrr enn vit í verki hava
roynt tað við samráðingum.
Og persónliga meini eg
ikki, at ST-limaskapur er
ein láturligur viðfáningur í
alheimshøpi. Tvørturímóti.
Tað er mín sannføring, at
avbjálvaða nationalisman,
sum hevur myndað europe-
iskan
politikk
seinastu
øldina, hevur prógvað til
fulnar, at vit øll somul
mugu taka annað skinn um
bak.
Summa summarum. Tað
finst eingin ævigur polit-
iskur sannleiki. Sjálvur
haldi eg, at fullveldistil-
gongdin, so klossut sum
hon enn er hagreidd av før-
oyskum polikarum, við
væntandi
diplomati
og
væntandi ansi fyri við-
kvomu støðu sum eitthvørt
land er í, sum er í einum
felagsskapi, har eitt land
hevur avgerðarrættin fram
um onnur, er sprottin av
nøkrum heilt øðrum enn
onkrum hissini one-mans-
framførslu, sum tað verður
gjørt til í Føroyum. Eg
haldi nevniliga, at fullveld-
istilgongdin í Føroyum
beinleiðis er eitt úrslit av
teirri globalisering, sum
ger seg galdandi í dag. Ikki
tí, í meira enn 100 ár hevur
sjálvstýrispolitikkur
sett
dagsskránna her á landi,
men lat tað fara. Eg haldi,
at føroyingar ásanna meiri
og meiri, at heimurin er so
samansjóðaður í dag, at
avbjóðingarnar eru alt ov
stórar til at vit hava ráð til,
hvør í sínum lag, at sita við
einum ringum smakki í
munninum tí vit ákæra
hvønn annan fyri líkt og
ólíkt í einum høpisleysum
dunnuhylja skotbardaga, tí
at politikarar í hesum landi
eru so sperdir og troyttir, at
teir bara kunnu definera
seg við at leggja mót-
støðufólk undir hatur og
illgruna.
Loksins: Á veljarafundi í
Sumba dittaði eg mær at
siga, í oratoriskum spølni,
at frísarnir á sinni ikki
høvdu danskan buding í
æðrunum tá teir sigu í
bjørgunum. Henrik Old og
onnur
javnaðarvalevni,
sambandsvalevni etc. hildu
hetta vera sakleyst og
stuttligt, tey ristu kanska
eitt sindur á høvdinum, eins
og tey fingu meg at gera
viðhvørt, men ikki for-
maður Javnaðarflokkins,
sum eg annars haldi nógv
av, og geri framvegis. Hann
samanbar meg við ein
nazist. Aftanfyri kulissur-
nar spurdi eg hann hvat
hann bilti sær inn, men
hann var hvørki at høgga
ella stinga í, segði, at eg
byrjaði longu í Hvalba at
citera Martin Joensen, um
eg ikki visti, at hann var
javnaðarmaður. Hann segði
einki um, at eg eisini
citeraði Poul F.
Á stóra almenna veljara-
fundinum í sjónvarpinum,
har floksleiðarnir í endaliga
valstríðnum vardu borg,
citeraði formaður Javnaðar-
floksins orðarætt úr byrj-
anini mínari røðu í Hvalba,
men gjørdi orðini til síni
egnu: "Martin Luther King
hevði ein dreym, Martin
Joensen hevði ein dreym,
Poul F. hevði ein dreym, í
Sandvík hava fólk ein
dreym, í Sumba hava fólk
ein dreym …. o.s. fr."
Eg smíltist. So var eg ikki
heilt av leið. Og fegnaðist
um, at tað kunnu vera so
nógvar orsøkir til, at mis-
skiljingar stinga seg upp.
Og var eg ov frekur í
Sumba, so skal eg vera tann
fyrsti til at taka fluguna úr
suppuni, tí tað var ikki illa
meint. Men eitt megnaði eg
ikki, at taka dreymin frá
mínum góða vinmanni,
formanni Javnaðarfloksins.
Men soleiðis er tað, tí at
onkursvegna hava vit eina
felags lagnu, um vit eru
danir, týskarar, føroyingar,
fransmenn - ella bara tveir
suðuroyingar, sum vilja tað
sama, men hava eitt sindur
ilt við at viðurkenna tað.
VIÐMERKINGAR
Gruggut er í dunnuhyli
SJÓNLEIKUR
Tíðindaskriv
Nú verður farið undir sein-
astu sýningarnar av Álva-
leiki hjá Hans Andriasi
Djurhuus í Sjónleikarhús-
inum.
Síðani Havnar Sjónleik-
arfelag hevði frumfram-
førslu av 73 ára gamla leik-
inum tann 4. oktober, hava
28 leikara og nógv fólk
handan pall spælt 21 sýn-
ingar og framførslurnar
hava gingið væl. Leikurin
hevur fingið góð ummæli,
og bæði ung og gomul hava
sæð leikin og hava latið væl
at, ja onkur, sum er so væl
til árs, at tey sóðu leikin, tá
hann 1. ferð varð leiktur í
Sjónleikarhúsinum í 1930,
hevur eisini verið á gátt.
Tað listarliga arbeiði, ið
yrkislistafólk hava lagt í
pall, búnar og tónleik hevur
givið áhugaleikarunum ein
fullfíggjaðan karm at virka
í, og at hetta hevur kenst in-
spirerandi, hevur sæst aftur
á spælinum.
Royndin við dupultari
manning hevur eydnast
framúr væl og fleiri áskoð-
ararnir hava nýtt høvi til at
síggja leikin meira enn eina
ferð fyri at síggja tær ymsu
tulkingarnar av leiklutun-
um.
Álvaleikur
er
ein
familjuleikur, fólk í øllum
aldrum kunnu fegnast um
skemtiligu søguna og børn,
ung, vaksin og golum koma
øll heim við sínum serstaku
upplivingum.
Seinastu sýningarnar á
skránni verða í kvøld og
annaðkvøld kl. 19.30 og
sunnudagin kl. 16. At-
gongumerki fáast í Kunn-
ingarstovuni ella við dyrn-
ar.
Seinastu sýningar av Álvaleiki
Nú verða seinastu
sýninginarnar av Álvaleiki
C
M
Y
K
11
10