fríggjadagur 31. oktober 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 207 - 31. oktober 2003
Nr. 207 - 31. oktober 2003
5
– Tey næstu árini
verða trupul at koma
ígjøgnum hjá suður-
oyingum, sigur Magni
Laksáfoss, búskapar-
frøðingur
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Skal Suðuroyggin menn-
ast, er fremsta kravið at
fleiri arbeiðspláss verða
skapt í oynni. Serliga ar-
beiðspláss til konufólk.
Tað sigur Magni Laksá-
foss, búskaparfrøðingur.
Mikukvøldið var hann í
Vági, har hann helt fyrilest-
ur um støðuna í Suðuroynni
fyri einum fullsettum Stór-
um Pakkhúsi.
Búskaparfrøðingurin
nam við støðuna í oynni,
sum hon er nú og hann
nevndi eisini nakrar møgu-
leikar fyri, hvussu oyggin
kann vinna framá aftur.
Magni Laksáfoss segði,
at hesi seinastu árini hevur
búskaparliga framgongdin í
Suðuroynni verið líka stór
sum í Føroyum annars.
Men støðið er nógv lægri
enn í Føroyum annars.
Nevnt varð á fundinum,
at miðalinntøkan í mið-
staðarøkinum liggur um
150.000 krónur um árið,
men í Suðuroy er hon einar
30.000-40.000 minni.
Magni Laksáfoss nevndi,
at í Havnini eru umleið 8%
av inntøkunum frá høvuðs-
vinnunum, men almennar
inntøkur og avleiddar vinn-
ur standa fyri umleið 45%
av inntøkunum í part.
Í øllum Føroyum stava
28% av lønarinntøkunum
frá høvuðsvinnuni, 34%
stava l frá almennum tæn-
astum, og 38% frá avleidd-
um vinnum.
Í Suðuroy er myndin heilt
øðrvísi, tí her stava heili
43% av lønargjaldingunum
frá høvuðsvinnuni, 30% frá
almennum tænastum og
27% avleiddum vinnum.
Í Suðuroynni er aldurs-
býtið eisini skeivari enn í
landinum annars við tað, at
tað er stórt undirskot á
konufólki í vinnuførum
aldri. Hinvegin er tann
yngri parturin av arbeiðs-
styrkini minni enn í Føroy-
um annars, men í Suðuroy
er tann eldri parturin av
arbeiðsstyrkini lutfalsliga
stórur og somuleiðis talið á
pensjónistum.
Alivinnan í Suðuroy er í
eini serligari støðu við tað,
at herfyri stóð hon, saman
við ymsum hjávinnum,
fyri 15% av lønargjalding-
unum. Sostatt arbeiddu eini
200 í alivinnuni.
Nógv tey flestu vóru í
syðru helvt í Suðuroy.
– Koma vit so í ta støðu,
at alivinnan minkar niður í
ein fjórðing av tí, merkir
tað, at eini 150 fólk missa
arbeiðið og at arbeiðsloysið
økist eini 10-15% - og tað
rakar syðru helvt harðast.
Stuðul er ikki altíð av
tí ónda
Magni Laksáfoss sigur, at
tølini fyri, hvussu býtið í
teimum ymsu økjunum er
ímillum høvuðsvinnuna, al-
mennar tænastur og av-
leiddar vinnur, eru kring
landið, vísir, at tað er uttan
fyri miðstaðarøkið, at inn-
tøkurnar hjá føroyska sam-
felagnum verða skaptar.
Sostatt er tað neyðugt at
menna vinnumøguleikarnar
úti um landið.
– Tí er økismenning ikki
ein stuðul til ymisk øki í
landinum, men ein fortreyt
fyri at allar Føroyar kunnu
mennast.
Og tað, sum eitt pláss,
sum Suðuroyggin hevur
brúk fyri, er ikki andahjálp,
men vitaminur fyri at
kunna styrknað og menn-
ast.
Hann vísir eisini á, at ein
fortreyt fyri at menna tey
ymsu økini, er, at tey hava
somu møguleikar fyri at
reka vinnu og at summi øki
ikki eru verri fyri enn
onnur. Tí mugu øll hava
somu sømdir.
– Men tað er so ymiskt,
hvussu tey ymsu økini eru
fyri. Fyri at kunna geva øll-
um økjum somu sømdir, er
tað sostatt neyðugt at við-
gera tey ymiskt, sigur
Magni Laksáfoss.
Og í hesum sambandi
helt hann, at flutningsstuð-
ulin hevði stóran týdning, tí
stuðul er ikki altíð av tí
ónda, helt hann.
Ein annar máti kann vera
at fáa skip av avreiða her og
at koma higar eftir fiski, tá
ið hann skal avskipast.
Mugu stovna ein
Suðuroyargrunn
Men
Magni
Laksáfoss
legði eisini dent á, at skal
Suðuroyggin fóta sær aftur
vinnuliga og skal aftur-
gongdin í fólkatalinum
vendast, skal ein størri,
miðvís ætlan til, tí tað gerst
ikki eftir einum degi.
Hann segði tískil, at líka-
mikið hvørji tiltøk verða
sett í verk, verða tey kom-
andi árini strævin hjá
suðuroyingum.
Men hann helt, at at
suðuroyingar mugu seta seg
niður at finna útav, hvar
forðingarnar eru. Hann
nevndi flutningsmøguleik-
arnar, sum eina forðing.
Onkur annar nevndi, at
fíggingarstovnar
kravdu
hægri rentu av virkjum úti
um landið enn av vikrjum í
meginøkinum, tí vágin var
størri.
Hann helt eisini, at tað
var neyðugt at gera eina
Suðuroyarætlan og at skipa
ein Suðuroyargrunn, sum
kundi
stuðla
uppundir
vinnuliga menning.
Hann nevndi Føroya-
grunnin sum dømi, sum
stuðlaði
Kjølbro,
hann
nevndi eisini Sandoyarætl-
anina, sum gjørdi, at tey
bæði fiskavirkini í oynni,
lótu uppaftur. Hann nevndi
Fìggingargrunnin frá 1992,
sum bjargaðu bankunum og
Framtaksgrunnin,
sum
bjargaði Fiskavirking og
Fiskasøluni.
– Tey tiltøkini hava rigg-
að væl. Hví so ikki stovna
ein
Suðuroyargrunn?,
spurdi hann.
Neyðugt við størvum
til konufólk
Magni Laksáfoss segði, at
tað týdningarmiklasta fyri
økismenning er, at arbeiðs-
pláss verða skapt.
– Verða ikki støðug ar-
beiðspláss, fæst fólk ikki at
trívast. Tí er hvørki nýggjur
Smyril ella nýggir tunlar
fremsta
fortreytin
fyri
menning í Suðuroynni, tó at
tað kann loysa nakrar
trupulleikar.
Hann helt, at tað var
harmiligt, at játtanin til
gransking verður skerd, tí
júst gransking kann innan
høvuðsvinnuna
menna
nýggja vitan og nýggja
tøkni og tað kann føra
menning við sær til tey
ymsu økini, hóast gransk-
ingin er mitt í Havnini.
Men sum hann hevur víst
á, er undirskot av konufólki
í vinnuførum aldri og tað
kundi bent á, at ov fá størv
eru av tí slagnum, vit van-
liga nevna konufólkastørv.
Tí helt hann, at suður-
oyggin átti at sligið seg
saman um at bygt eitt ellis-
og røktarheim til eini 50
fólk.
Og hann helt, at týdning-
urin av hesum, sum ar-
beiðsskapandi tiltak skuldi
ikki undirmetast, og eitt
ellis- og røktarheim var ein
skilagóð íløga, tí tað var ein
íløga, sum ikki slepst und-
an undir nøkrum umstøð-
um, tí talið á eldri fólkið
økist so nógv.
– Á einum røktarheimi til
50 búfólk eru eini 100
størv. Tað er í nógv størst-
an mun konufólkastørv og
talan er um góð og trygg
størv við góðari løn, sum
ikki eru bundin at, antin
tíðirnar eru góðar ella
vánaligar.
Samstundis skapar tað
stóran tryggleika í økinum.
Til samanberingar vísti
hann á, at miðal lønin hjá
eini flakakvinna í syðru
helvt í Suðuroy er ikki
meiri enn 65.000 krónur
um árið.
Hann
mælti
tískil
suðuroyingum til heldur at
byggja
eitt
ellis-
og
røktarheim, heldur enn at
slást við myndugleikarnar í
Havn um at flyta eini 8-10
almenn størv úr Havnini og
Suður.
–Tað førir onga leið, tí
hóast tað væl letur seg gera,
vísir tað seg í veruleikanum
altíð
at
verða
heilt
ómøguligt, í hvussu so er í
einum tali sum ger nakran
sum helst mun.
Neyðugt
at
leggja
kommunur saman
Og
so
helt
búskaparfrøðingurin eisini,
at Suðuroyggin var so lítil,
at tað var ongin orsøk til at
býta hana sundur í eina
syðru- og eina norðaru
helvt.
Hann helt tvørturímóti, at
kommunusamanlegging er
ein fortreyt fyri menning.
Er ikki vilji til at leggja
Suðuroynna
í
eina
kommunu,
kann
hon
leggjast saman í tvær
kommunur í fyrstu atløgu,
tí so gongur ikki long tí,
áðrenn tey, sum eru ung og
børn í dag, leggja saman til
eina kommunu, tað var
hann vísur í.
– Tað er neyðugt við
kommunusamanlegging, tí
broyting er ein fortreyt fyri
menning. Ein fastlæst støða
kann
forða
fyri,
at
broytingar henda og tí kann
ein broyting í sær sjálvum
føra til, at broytingar kunnu
henda.
Hinvegin heldur hann
ikki, at tað verður bíligari at
umsita eina stóra kommunu
í Suðuroynni. Men tað kann
verða við til at skapa fram-
burð og tað kann gera sitt
til, at taka onkrar skipanir
burtur, sum forða fyri fram-
burði.
– Tað er eisini eitt ógvu-
liga sterkt signal til land-
sins myndugleikar um, at
her býr fólk, sum vil hava
broytingar og her búgva
ikki tveir partar, sum stríð-
ast ímótri hvørjum øðrum.
Sjálvur heldur hann, at
ein kommuna er tað rætta,
tí tað fer at fáa suðuroying-
ar at meta um oynna sum
eitt øki.
– Allir suðuroyingar eru í
sama báti, so hví kappa
oynna í helvt, spurdi hann.
Ein stór kommuna verður
eisini nógv betri før fyri at
fremja stórar útbyggingar.
Suðuroyggin má fáa
vitaminir fyri at styrkna
– Skal suðuroyggin fóta sær aftur, verður neyðugt at gera ein Suðuroyargrunn, sum kann stuðla vinnulívið í oynni á sama hátt
sum Føroyagrunnurin stuðlar Kjølbro, fíggingargrunnurin bjargaði bankunum og framtaksgrunnurin stuðlaði Fiskavirking og
Fiskasøluni. Men tað er eisini neyðugt at skap fleiri størv til konufólk og tí hevði tað havt stóran týdning ast bygt eitt ellis- og
røktarheim afturat
Arbeitt verður í
Mentamálaráðnum
við ætlanum um at
flyta Føroya Fólka-
háskúla til Sands.
Leiðsla og starvsfólk
skúlans hava eingi
ítøkilig ting fingið á
borðið, men eru
ivasom um ætlanina
SKÚLAMÁL
Edvard Joensen
Landsstýrismaðurin
við
mentamálum hevur ætlanir
um at flyta Føroya Fólka-
háskúla til Sands. Ætlanin
er løgd fyri leiðslu og
starvsfólk skúlans, sum
siga seg vera ivasom um
hana.
Tað er Annita á Fríðriks-
mørk, landsstýrismaður við
mentamálum, sum hevur
lagt hugskotið fyri leiðslu
Háskúlans.
Fríðfinnur Johnsson, for-
maður fyri stýrið fyri Før-
oya Fólkaháskúla, váttar, at
stýrið hevur fingið kunn-
leika til eina slíka ætlan.
Men har eru eingi ítøkilig
ting at taka støðu til, sigur
hann.
Tað einasta, stýrið veit, er
at hugskotið hevur verið
havt á lofti munnliga, og at
starvsfólkini á skúlanum
eru kunnað um tað.
Men tað eru nógvir
spurningar, stýrið hevur at
seta teimum, sum koma við
uppksotinum, sigur Fríð-
finnur Johnsson.
– Vit vita einki um, hví
skúlin skal flytast. Vit vita
einki um, hvussu skúlin
skal skipast í framtíðini,
um hann verður fluttur. Vit
vita einki, um, hvussu skúl-
in skal fíggjast. Og vit vita
einki um, hvør skal ganga á
einum nýggjum háskúla á
Sandi. Skulu tað vera há-
skúlanæmingar, sum vit
kenna teir í dag, ella skulu
tað kanska vera næmingar,
sum hava tilknýti til aðrar
skúlar
samstundis?
Er
møguliga talan um at leggja
fleiri skúlar saman? Einki
av hesum hava vit fingið
nakað sum helst at vita um,
sigur stýrisformaðurin fyir
Føroya Fólkaháskúla.
Hann hevur fingið fund-
arboð í Mentamálaráðnum
tann 10. november, har
málið skal viðgerast, sigur
Fríðfinnur Johnsson. Tá fer
so stýrið á fund við lands-
stýrismannin og umsiting-
ina í Mentamálaráðnum.
Og har vænta tey at fáa
nakað ítøkiligt á borðið.
Tekningar og skrivligar ætl-
anir,
sigur
Fríðfinnur
Johnsson.
Stjórin á Føroya Fólkahá-
skúla, Rói Patursson, váttar
fyri Sosialinum, at hann var
á fundi við umboð fyri
Mentamálaráðið
allan
mikudagin. Men hann vil
ikki upplýsa nærri um
fundin annað enn, at hann
er ivasmur um tær ætlanir,
hann hoyrdi um.
Eisini háskúlastjórin sig-
ur, at har kom einki ítøkil-
igt á borðið. Bara munligar
frágreiðingar um møgulig-
ar ætlanir, sigur hann. Tað
kom eitt tilboð um at flyta
skúlan. Meira vil hann ikki
siga um tað.
Hann váttar tó at hava
frætt, at starvsfólkini á
skúlanum eru ikki serliga
fegin um hugskotið at flyta
aldargamla Háskúlan til
Sands.
Eisini háskúlastjórin skal
á fund í Mentamálaráðnum
tann 10. november, sigur
hann. Og tá væntar hann,
eins og stýrisformaðurin at
fáa nakað ítøkiligt fram um
hesa ætlan, sigur hann.
Sosialurin hevur tosað
við lærarar á Føroya Fólka-
háskúla, sum siga frá, at tey
beinleiðis hava fingið til-
boð um at flyta til Sands
saman við Føroya Fólkahá-
kúla. Gjarað varð út við, at
flyta tey suður, skal teimum
vera tryggjaður bústaður í
oynni, áðrenn flutt verður.
Lærararnir siga, at tey hava
øll afturvíst hesum tilboði.
Tað samsvarar eisini við
tað, háskúlastjórin sigur
seg hava hoyrt.
Eisini Mentamálanevnd
Løgtingsins hevur frætt um
ætlanina og hevur spurt seg
fyri hjá Mentamálráðnum,
men hevur heldur ikki
fingið nakað ítøkiligt at
vita.
Annita á Fríðriksmørk,
landsstýrismaður
við
mentamálum, var á ferð
heim aftur av Norðurlanda-
ráðsfundi í Oslo, tá roynt
varð at fáa viðmerking frá
henni, áðrenn blaðið fór til
prentingar, so tað eydnaðist
ikki at fáa hennara við-
merking til málið.
Ætla at flyta Háskúlan til Sands
Rói Patursson, stjóri á Føroya Fólkaháskúla, váttar, at hann hevur frætt um ætlanir um at flyta Føroys Fólkaháskúla til Sands. Men ætlanin er so lítið ítøkilig, sigur hann, at hann vil ikki gera
viðmerkingar, fyrr enn henn hevur okkurt skrivligt í málinum
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4