Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 207 - 31. oktober 2003 Nr. 207 - 31. oktober 2003 7 Tað er reinur vinnu- politikkur, at Elektron og peninga- stovnarnir eru forðaðir í at halda fram við Gjaldskipan- ini, sigur Dátueftir- litið. Upplýsingarnar, ið verða sendar av landinum, eru als ikki viðkvæmar og fara til eitt trygt land. Hin- vegin hevði lands- stýrismaðurin fulla heimild at gera kunn- gerðina, ið forðar skipanini DATATRYGD Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Hatta hevur onki við trygd av persónsupplýsingum og verju av tí einstaka at gera. So avgjørd er Turið Debes Hentze, forkvinna í Dátueftirlitinum, nú Dátu- eftirlitið hevur steðgað Gjaldskipanini hjá peningastovnunum. Á fundi 28. oktober fall so endiliga avgerðin um nógv umrøddu Gjaldskip- anina hjá peningastovn- unum. Og hon gekk Elek- tron og peningastovnunum beint ímóti. Peningastovn- arnir hava áður fingið loyvi at menna og brúka skipan- ina, sum í samstarvi við PBS í Danmark avgreiðir peningaflytingar fyri fólk og virki. Tað loyvi er nú tikið aftur. Í avgerðini hjá Dátueftir- litinum verður sagt, at tað givna loyvið verður ikki afturtikið, og tær persóns- upplýsingar og flytingar, sum í dag verða viðgjørdar í skipanini, kunnu halda fram. Hinvegin hevur Dátu- eftirlitið við grundarlagi í nýggju kunngerðini, sum Høgni Hoydal, landsstýris- maður við lógarmálum, setti í gildi 16. juni 2003, avmarkað loyvið. Aðrar upplýsingar enn tær, sum í dag verða viðgjørdar og fluttar av landinum, kunnu ikki koma í skipanina. Gjalskipanin verður so- statt avmarkað til bert at fevna um tað virksemi, sum í dag er í skipanini. Hon kann ikki útbyggjast. Fólk kunnu ikki koyra nýggjar flytingar í skipanina. Og nýggj fólk og virki kunnu ikki koma upp í skipanina. Verða stevnd Peningastovnarnir hava longu sagt, at teir fara at stevna Dátueftirlitið. Men Dátueftirlitið er púra sann- ført um, at avgerðin er røtt og hevur heimild bæði í lógini og kunngerðini. Hin- vegin er greitt, at avgerðin einki hevur við trygd at gera, sum eftirlitið annars hevur til endamáls at hava eitt vakið eyga við. – Hetta hevur onki við dátutryggleika at gera. Tað ber ikki til at skjóta hesa kunngerðina, sum avgerðin byggir á, undir trygd av upplýsingum. Men okkara uppgáva er at fylgja teim- um lógum og kunngerðum, sum eru settar í verk av løgtingi og landsstýri, og hendan kunngerðin er gjørd fyri at raka akkurát hasa skipanina, og peninga- stovnarnir eru beinleiðis nevndir, sigur Kitty May Ellefsen, fulltrúi í Dátu- eftirlitinum. Upplýsingarnar eru í tryggum hondum, siga bæði fulltrúin og forkvinn- an í Dátueftirlitinum, Turið Debes Hentze. Í ríkiligt mát Lógin um persónsupplýs- ingar hevur til endamáls at tryggja dátuupplýsingar og at verja persónliga integrit- etin hjá tí einstaka. Ein partur av lógini, grein 16 og 17, snúgva seg um flutning av upplýsingum til útlond, og landsstýrismanninum verður heimilað at gera kunngerð, sum avmarkar flutning uttanlands. Ta heimildina hevur Høgni Hoydal nýtt. Og tað í ríkiligt mát, heldur Turið Debes Hentze. Hon vísir á, at endamálið við ásetingini um útland er at tryggja, at upplýsingarnar eru tryggar og handfarnar á einsgóðan hátt, sum í Føroyum. – Fyri tað fyrsta er als ikki talan um viðkvæmar upplýsingar, so sum heilsu, revsing og annað. Hetta eru peningaligar flytingar og einki annað. Tað er heldur eingin ivi um, at Danmark og øll ES lond eru trygg lond í hesum høpi – minst líka trygg sum vit. Harumframt kemur, at hvør einstakur, sum er í skipan- ini, hevur givið sítt sam- tykki, og tað er ógvuliga umráðandi. Fólk skulu ráða sær sjálvum, men í hesum føri kemur ein omanífrá og tekur tey av ræði, sigur Turið Debes Hentze. Føra vinnupolitikk Kunngerðin, sum alt stendst av, átti einki at havt við Dátueftirlitið at gera, staðfestir Turið Debes Hentze. Hinvegin er greitt, at landsstýrismaðurin hevur fulla lógarheimild at seta kunngerðina í verk, tí tað er álagt honum av løgtingin- um. – Endamálið at verja tann einstaka er burtur. Kunn- gerðin hevur eitt vinnupol- itiskt endamál, sum er at forða peningastovnunum at flyta sítt virksemi av land- inum, og tað hevur einki við Dátueftirlitið at gera. Hinvegin noyðast vit at viðgera tað, tí tað er partur av lógini og kunngerðini, sum hoyrir undir okkum, sigur Turið Debes Hentze. Elektron og peningastovnarnir vilja hava endurgjald fyri tær milliónirnar, sum tey hava brúkt til at menna Gjald- skipanina, ið Dátu- eftirlitið nú hevur steðgað. Helst verða bæði Dátueftirlit og landsstýri stevnd DATATRYGD Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Elektron og peningastovn- arnir hava heitt á sín advo- kat um at stevna Dátueftir- litinum fyri rættin. Tey vija hava rættin at ógilda av- gerðina at steðga Gjald- skipanini. Tey krevja eisini, at Dátueftirlitið ella lands- stýrið verða dømd at veita endurgjald fyri øll tap, sum standast av avgerðini fyri føroysku peningastovnar- nar, kundar teirra, Elektron og PBS. Gjaldskipanin hjá pen- ingastovnunum má ikki byggjast út, og fleiri fólk og upplýsingar mugu ikki koyrast í skipaninak, er greiða niðurstøðan, sum Dátueftirlitið mikudagin 28. oktober kom til eftir drúgva viðgerð av málin- um. Alt stríðið byrjaði við einari nýggjari skipan, ið peningastovnarnir tíðliga í fjør settu í verk í Føroyum. Hon nevnist Gjaldskipan. Skipanin er ment í sam- starvi millum Elektron og Pengeinstitutternes Betal- ings Systemer (PBS) í Dan- mark og er ein føroysk út- gáva av væl kenda BetalingService hjá PBS. Talan er sostatt um sjálv- virkandi peningaflytingar, sum fara til Danmarkar at venda og avgreiðast. Fyrst fekk Elektron loyvi frá Dátueftirlitinum at menna og brúka skipanina, men hesum royndi Høgni Hoydal, landsstýrismaður, av øllum alvi at steðga, tí hann helt hana stríða ímóti lógini um vernd av per- sónsupplýsingum. Hann hevur nú fingið sín vilja, men tað vilja peningastovn- arnir ikki lata sær lynda, gongur fram av brævi, sum Elektron hevur sent Dátu- eftirlitinum. Í brævinum, sum er dag- fest longu dagin eftir av- gerðina, sigur Elektron, at Dátueftirlitið eftir teirra áskoðan ikki hevur heimild at afturkalla loyvið, sum tað áður hevur fingið. Dátueftirlitið grundar sína avgerð á kunngerð nr. 94 frá 16. juni 2003. Samanumtikið metir Elektron ikki, at kunngerð- in er í samsvari við lógina um viðgerð av persónsupp- lýsingum. Sagt verður, at við kunngerðini »skerjir landsstýrismaðurin møgu- leikarnar hjá føroyskum borgarum og virkjum at samstarva við útlond, tá tal- an er um samstarv, ið um- fatar flutning av persóns- upplýsingum, á ein hátt, sum heimild eftir okkara bestu fatan ikki finst til í lógini«. Afturat hesum mótmælir Elektron eisini, at ein regla í grein 17 í lógini verður brúkt til at raka ávísa verk- ætlan, tí tað er í stríð við galdandi rættarsiðvenju. Mótmælt verður eisini, at avgerðin er tikin við aftur- virkandi gildi. At enda bið- ur Elektron um, at avgerðin um at steðga skipanini, verður útsett, til sakarmálið er liðugt. Einki við trygd at gera Elektron stevnir landinum Brot úr kunngerð nr. 94: § 1. Kunngerðin fevnir um persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum hjá peninga- stovnum § 2. Persónsupplýsingar og viðgerð av persóns- upplýsingum í skipanum í Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og –nýtsla eru peningaligar trans- aktiónir, flytingar ella annað samskifti ella virk- semi millum einstaklingar, virki, stovnar o.t. í Før- oyum, kunnu ikki flytast av landinum. Heldur ikki kann ein partur av hesum flytast av landinum. Fakta Talan er um vinnupolitikk, og tað áttu vit einki at havt við at gera, sigur Turið Debes Hentze, forkvinna í Dátueftirlitinum Kut úr avgerð frá Dátueftirlitinum 28. oktober 2003 Brandur er ov seinur á veg Mist áhugan fyri Brandi RecArt bjóðaði í fjør Steintór Rasmussen eitt tilboð í millióna hæddini fyri Brand Enni, men fekk eitt nei. Fyrr í summar var vent í holini. Steintór bjóðaði RecArt Brand Enni, men tá hevði føroyska ungdómsstjørnan ongan áhugað. TILBOÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í blaðnum í gjár settu vit Steintór Rasmussen spurn- ingin, um hann ikki átti at tikið av tilboðnum, sum RecArt bjóðaði fyri at fáa Brand Enni knýttan at plátufelagnum. Hann svar- aði, at hann metti ikki tilboðið verða nóg gott, og tí avráddu hann og foreldr- ini hjá Brandi at takka nei. Stjórin í RecArt, Jens Ove Friis, var ógvuliga áhugað- ur í Brandi fyri einum góð- um ári síðan, og sambært stjóranum í RecArt var tilboðið í millióna hæddina. – Eg var rættiliga áhug- aður í Brandi í 2002, men Steintór vildi ikki lata okk- um Brand, tí hann metti, at hann kundi fáa meira burt- urúr honum onkra aðra- staðni, sigur Jens Ove Friis. Takkaði nei Í summar hevur Steintór Rasmussen eftir øllum at døma bjóðað RecArt at gera ein avtalu við Brand Enni, men tá takkaði danska plátufelagið nei. – Eg var í Føroyum í summar, og vit tosaðu sam- an. Eg fekk bjóðað Brand Enni, men vit søgdu nei. Brandur er ikki barna- stjørna longur, og tað var júst tað, vit, í síni tíð, vóru áhugaðir í. Vit eru alt ov lítið plátufelag til at kapp- ast við tey stóru, og tí hava vit lagt okkum eftir at arbeiða við barnastjørnum og ikki ungdómsstjørnum. Brandur er ein ómetaliga dugnaligur sangari, men hann hevur ikki okkara áhugað longur, sigur stjórin í RecArt. Spurdur um Brandur framvegis hevur møguleika at sláa til sum ungdóms- stjørna, svarar Jens Ove, at Brandur er rættiliga evna- ríkur, men stór fígging má til. – Tað nyttar ikki at ar- beiða einsamallur, og halda kortini tætt inni at sær. Okkara royndir eru, at ein kemur ongan veg í tón- leikaheiminum uttan góðar samstarvsfelagar, og tí mugu menninir aftanfyri Brand finna góðar og dugn- aligar samstarvsfelagir, um ætlanin við at fáa Brand Enni út um landoddarnar skal eydnast, sigur Jens Ove Friis at enda. Stjórin á RecArt, Jens Ove Friis, heldur, at Brandur Enni skuldi longu komið fram sum barnastjørna. Hann er nú komin í ungdómsárini, og tá er kappingin nærm- ast ógjørlig, tí hann er noyddur at kappast ímóti heimsstjørnum, ið hava stórar altjóða fyritøkur aftanfyri seg. TÓNLEIKUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Ein av høvuðsorsøkunum til, at plátufelagið NAME er farið á heysin, eru vána- ligu søluúrslitini í Dan- mark. Hóast føroyska plátufelagið gjørdi í vár eitt rimmar átak fyri at fáa Brand Enni fram í Dan- mark, so vóru úrslitini ikki nóg góð. Ikki fleiri enn 1000 fløgur eru seldar av Brandi í Danmark, og tað er væl minni, enn væntað. Vit hava spurt stjóran í RecArt, hví evnaríki Brandur Enni hevur so tor- ført at vinna fram í Dan- mark. RecArt var fyrsta plátufelagið í Danmark, sum kom fram við hugtak- inum barnastjørnur í Dan- mark. Plátufelagið hevði eina dundrandi succes við bólkinum Creamy seinast í nítiárunum. – Í 1999 vóru vit fyrstir við Creamy. Fleiri hava roynt síðan at gjørt okkum hugskotið við barnastjørn- um eftir, men tey hava havt stórar trupulleikar, tí hug- skotið er roynt áður. Hesi plátufeløgini koma tí í aðru røð. Eg síggi ein líknandi trupulleika við Brandi Enni, tí hann er ov seinur á veg, og tað kann vera ein orsøk, at úrslitini ikki hava verið har, sigur stjórin á RecArt. Barnastjørnan Brandur Jens Ove Friis heldur nógv av føroyska Brand Enni, bæði sum persóni og ikki minst sum tónleikara. Hann er sannførdur um, at var Brandur komin fram í Dan- mark fyri nøkrum árum síðan, hevði føroyska popp- stjørnan sligið til. – Brandur var heilt ser- ligur sum barnastjørna, og hann var ikki bara eitt kopi í allari rúgvuni, men sín heilt egin. Trupulleikin í dag er, at Brandur er ikki nøkur barnastjørna, men ein ungdómsstjørna, og tá tosa vit um nakað heilt annað, sigur Jens Ove Friis. Stjórin á RecArt sigur, at nú er Brandur noyddur at kappast við allar heimsins ungdómsstjørnur, og tá er uppgávan at sláa ígjøgnum nógv torførari og nærmast ógjørlig. – Ungdómsstjørnurnar í dag hava flest allar stórar altjóða fyritøkur aftanfyri seg, og tá er nærmast ógjør- ligt at taka kappingina upp. Bara fyri at yvirhøvur at koma upp á tal sum ung- dómsstjørna má ein hava eina sterka fígging aftan- fyri seg, greiðir Jens Ove Friis frá. Mamma Brand: Øgiliga keðiligt – Uppgávan hjá NAME var jú at fáa føroyskan tónleik fram uttanlands, og tí er tað keðiligt fyri okkara tónleikarar at missa henda møguleika, sigur mamma Brand, Ninnie Enni. NAME UPPLOYST Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Mamma føroysku popp- stjørnuna, Brand Enni, er kedd av, at plátufelagið NAME fer í søguna. Ninnie Enni heldur tað er stórt spell, at peningur skal vanta í og at plátu- felagið tískil má gevast. – Tað er ógvuliga keði- ligt, at plátufelagið má gevast, tí uppgávan hjá felagnum var at fáa før- oyskan tónleik fram utt- anlands, og tað er keði- ligt fyri okkara tónleikar- ar at missa henda møgu- leika, sigur Ninnie Enni. Onga ávirkan Spurd, um rokið seinastu dagarnar hevur ávirkað Brand, svarar Ninnie, at tað hevur tað ikki. Hann gongur í skúla sum vanligt, og ynskir hann framhaldandi at fáast tónleik, so er einki í veg- in fyri tí. Brandur hugsar ikki nógv um tað, ið fer fram í løtuni, men heldur seg til tónleikin. – Vit hava aldrin væntað tað heilt stóra við Brandi, og vit hava verið ovurfeg- in um tað, sum er hent, sigur mamma Brand. Spurd, um hon væntar, at møguleikarnir verða færri hjá soninum at koma fram uttanlands, nú NAME verður upployst, svarar mamman, at tað fer helst at fáa avleiðing- ar. Hon leggur kortini aft- urat, at Brandur hevur selt eitt ótal av fløgum í bæði Føroyum og Íslandi, áðrenn NAME varð sett á stovn, so tað ber til uttan plátufelagið. Krúttunnan Steintór Ninnie vísir á, at Steintór Rasmussen hevur verið heilt fantastiskur fyri Brand. Hon lýsir hann sum ein krúttunnu, ið ger eitt megnar arbeiði fyri føroyskan tónleik. – Hann hevur uppiborið ein heiðursløn fyri sítt arbeiði, heldur enn at fara á heysin, sigur Ninnie Enni at enda. – Brandur var heilt serligur sum barnastjørna, og hann var ikki bara eitt kopi í allari rúgvuni, men sín heilt egin. Trupulleikin í dag er, at Brandur er ikki nøkur barnastjørna, men ein ung- dómsstjørna, og tá tosa vit um nakað heilt annað, sigur Jens Ove Friis C M Y K 7 6