Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 207 - 31. oktober 2003 Nr. 207 - 31. oktober 2003 9 Iain Duncan Smith tapti álitisatkvøðu- greiðsluna í kon- servativa flokkinum í Bretlandi. Eftirmað- urin skal ikki undir- metast BRETLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Við 90 atkvøðum fyri og 75 ímóti samtykti tingmann- ingin hjá konservativa flokkinum í Bretlandi at koyra formannin, Iain Dun- can Smith, frá. Avgerðin var ikki meiri enn tikin, tá røddir í flokk- inum fóru at tosa um, at tann 62 ára gamli Michael Howard átti at taka við sum floksformaður. Hann hevur fyrr verið innanríkisráð- harri og er í dag fíggjarpo- litiskur framsøgumaður hjá konservativa flokkinum. Bretsku bløðini vóru í gjár ikki í iva um, at Micha- el Howard er tann rætti for- maðurin. Eygleiðarar siga, at hann er ein skilagóður politikari av tí harða slag- num, og at hann kann ger- ast ein trupulleiki hjá Tony Blair. Politiskt hoyrir hann til høgravongin í konserva- tiva flokkinum, og floks- felagar hansara siga, at hann er førur fyri at svara Blair, sama um kjakið snýr seg um almennar tænastur ella Irak-kríggið. - Vit vita, at hann kann bjóða Blair av, og vit vóna, at hann tekur av tilboðnum um formansstarvið, segði ein talsmaður hjá konserva- tiva flokkinum, Liam Fox, í gjár. Í fimm samdøgur sótu trettan russiskir námsarbeiðsmenn í bølamyrkri í einum námi 800 metrar niðri, eftir at vatn brádliga fossaði inn í námið. Mat høvdu teir ongan, men kortini vórðu ellivu teirra á lívi, tá bjargingarmenninir komu til teirra. Her verður ein teirra fluttur í ein sjúkrabil Mynd: Reuters Í seinasta lagi á middegi í dag skal amerikanska fregnar- tænastan greiða frá sínum kanningum undan krígnum í Irak KANNINGAR Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað er fregnartænastu- nevndin hjá Senatinum í Washington, sum hevur givið CIA knívin á barkan: Í seinasta lagi á middegi í dag skal fregnartænastan lata nevndini øll skjøl í sambandi við tær kanning- arnar, sum vórðu gjørdar í Irak undan krígnum har. CIA hevur verið fyri hvøssum atfinningum í seinastuni í sambandi við kríggið í Irak. Serliga verð- ur víst á, at fregnartænastan helt uppá, at stýrið hjá Saddam Hussein hevði hópoyðingarvápn, men herfyri kunngjørdu ameri- konsku vápnaeftirlitsmenn- inir, at teir høvdu ikki funnið nøkur hópoyðingar- vápn í Irak. Sambært BBC fer fregnartænastunevndin hjá Senatinum at koma til ta niðurstøðu, at CIA gjørdi av ov nógv av. Senatsnevndin hevur kravt at sleppa at avhoyra ovastan í CIA, George Tenet. Fleiri demokratiskir politikarar stúra nú fyri, at hann verður gjørdur til syndabukk í Irak-málinum. Tað var Bill Clinton, sum setti George Tenet til ovasta í CIA, og fleiri demokratar vænta sambært BBC, at Bush-stjórnin fer at gera hann til syndabukk fyri at doyva atfinningarnar at forsetanum og stjórnini. Stórur tørvur á mati Hóast landbúnaðurin í Norðurkorea hevur givið meiri av sær í ár enn undanfarin ár, verður stórur tørvur á mati har næsta ár. Matvørustovnurin hjá ST, WFP, sigur, at hálv sjeynda millión norðurkoreanar fara at hava tørv á matvørum í 2004. Men útlitini fyri at fáa ta neyðugu hjálpina eru ikki góð. ST sigur, at í ár hevur felags- skapurin bara megnað at útvega 60 prosent av teirri neyðugu hjálpini, tí altjóða samfelagið hevur ikki verið sinnað at fíggja hjálpina í nóg stóran mun. Hendir einki nú beinanvegin, steðgar hjálpin til einar 700.000 norðurkoreanar longu í november. Talan er yvirhøvur um eldri fólk, men í januar fer trotið eisini at raka nógv børn, sigur WFP. Í 1995 var rættilig hungursneyð í Norðurkorea, og síðani hevur landið fingið stóra neyðhjálp frá ST á hvørjum ári. Teldupostmaður tikin Løgreglan í Avstralia hevur tikið ein mann, sum verður hildin at hava verið uppi í einum brotsmanna- liði, sum hevur lumpað fleiri milliónir krónur frá fólki í nógvum londum. Við teldubrøvum hava brotsmenninir billað fólki inn, at tey skuldu fáa part av pengunum, sum niger- iski forsetin eigur í útlondum. Men fyrst skulu fólk rinda eitt ávíst gjald, og tað hava mong gjørt. Avstralska løgreglan sigur, at summi hava goldið brotsmonnunum fleiri hundraðtúsund krónur. Løg- reglan í Avstralia sigur, at tað eru yvirhøvur fólk í Avstralia, Malaysia, Japan, Noregi, Grikkalandi, Indonesia og Bretlandi, sum hava latið seg lumpað av brotsmonnunum. Avstralska løgreglan hevur kannað virksemið hjá brotsmonnunum í fleiri mánaðir, og sum skilst er kanningararbeiðið minni enn so liðugt enn. Eingin bøn Hægstirættur í Vietnam hevur havnað einari umbøn frá mafialeiðaranum Nam Cam um grið. Nam Cam varð tikin fyri einum ári síðani, eftir at løgreglan hevði avdúkað, at hann rak fleiri skøkjuhús og spælihús í Ho Chi Minh-býnum, og at hann eisini hevði noytt fleiri fólk at rinda sær pengar. Tað vísti seg, at fleiri almenn starvsfólk høvdu hjálpt honum og vart hann ímóti myndugleikunum, og tí varð ein løgregluovasti eisini tikin. Málið vísti seg at vera sera umfatandi, og tilsamans 69 fólk vórðu ákærd í málin- um. Í rættinum vórðu Nam Cam og fýra onnur dømd til deyða. Nam Cam bað hægstarætt um grið, men týs- dagin gjørdi rætturin av at havna umbøn hansara. Hann verður tí avrættaður. Vietnamesisku myndug- leikarnir hava gjørt nógv burtur úr málinum fyri at vísa, at teir taka bardagan ímóti peningaligum brots- verkum og korrupsjón í størsta álvara. Norðmenn eru ov feitir Heimsheilsustovnurin WHO vil vera við, at ovurfiti hjá fólki er vorðin ein heimsumfatandi umfarssjúka, og hendan niðurstøðan var evni á einari ráðstevnu í Oslo fyrr í vikuni. Har kom fram, at alt ov nógvir norðmenn eru ov feitir, og á ráðstevnuni viðgekk heilsumálaráðharrin, Dagfinn Høybråten, at tann almenna viðgerðin á økinum er ikki nóg góð. Hann segði seg hava ta fatan, at flestu starvsfólk í sjúkrahúsverkinum hava eina skeiva uppfatan av teimum feitu, og at hesi í fleiri førum als ikki verða roknað sum sjúklingar. Hetta mugu vit gera nakað við, tí tað er alneyðugt, at sjúkrahúsverkið tekur trupulleikarnar hjá teimum ovurfeitu í álvara, segði ráðharrin. Hann helt ikki, at tað skandinaviska modellið við at viðgera øll fólk við ovurfiti á ein og sama hátt dugir longur, og hann legði afturat, at í framtíðini má størri dentur leggjast á fyribyrgjandi arbeiði. UTTAN ÚR HEIMI Hann kann bjóða Blair av CIA skal svara í dag Snýttu deyðan - Stóru byggiætlan- inar eru ikki sleptar, men vit umhugsa, um byggingin skal fremj- ast í tveimum ella trimum stigum, sigur Frederik Hansen, leiðari á Skipafelag Føroya í Saltangará BYGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Enn er ikki avgjørt, nær byggingin hjá Skipafelag Føroya í Saltangará byrjar, men greitt er, at dagurin liggur ikki langt frammi. Upprunaliga ætlanin snýr seg um ein bygning við eini gólvvídd, sum 3000 fer- metrar stór, og væntandi fer samlaða projektið at kosta einar 20 miljónir krónur. Skipafelagið hevur fing- ið tilsøgn um grundøkið á havnalagnum við olju- bryggjuna í Saltangará, har felagið í dag hevur bingjur standandi. Longri tíðarskeið Frederik Hansen, dagligur leiðari á Skipafelag Føroya í Saltangará, sigur, at nú út- litini ikki rættiliga eru tey somu, sum tey vóru, um- hugsar Skipafelagið møgu- liga at fremja byggingina í teimum ella trimum stig- um. - Men ætlanin er at fara í gongd rættiliga skjótt og helst ikki seinni enn fyrst í komandi ári. Óivað fer samlaða byggingin at fevna yvir longri tíðarskeið enn upprunaliga ætlað. Umstøðurnar hjá Skipa- felagnum í Saltangará eru ikki tær bestu, og í Runa- víkar kommunu ynskja tey eisini, at havnaøkið verður meira uppbýtt, soleiðis at fiskur eru savnaður á ein- um staði og fraktin á einum øðrum. - Sum nú er, liggur Skipafelagið millum Beta norðanfyri og Fiskavirking í Saltangará og onnur virki sunnanfyri. Betraðar umstøður Frederik sigur, at tað ser- liga er tann parturin, sum hevur við móttøku og av- skiping av fiski, sum ikki er tíðarhóskandi. - Tí er hugsandi, at vit í fyrsta byggistigi fara at leggja dent á hendan partin. Hann sigur annars, at sjálvt pakkhúsið í nýggja bygninginum verður býtt upp í trý, har fiskurin er ein partur, turrgóðs ein og í triðja lagi goymsluhølini ein. - Vit fara at gera nógv burtur úr fiskinum í nýggja bygninginum, har móttøka og avskiping fer fram um rampar. Í hølunum verða eisini kuldarúm, har fiskur- in kann standa. Sum nú er, kemur fiskurin á plattum í bilum. Passar tað soleiðis við skipunum, fer vøran beinleiðis av bilinum og umborð. Í øðrum føri verð- ur hon fyrst sett á bryggj- una. Tá ið nýggi bygning- urin er komin, koma fiska- vørurnar ongantíð at standa úti. Kunnu goyma Frederik sigur, at í nýggju hølunum verður eisini møguligt hjá fyritøkum, sum innflyta vørur, at hava tær standandi eina tíð móti gjaldi. Í goymsluhølunum í pakkhúsinum verða eisini hillar, har smærri vørur kunnu standa. - Skipafelag Føroya hev- ur eisini sáttmála við olju- feløg um goymslu av teirra amboðum, og hesum part- inum verður eisini tikin hædd fyri í byggiætlanun- um, sigur Frederik Hansen. Skipafelag Føroya: Ætlar at byggja í Saltangará fyri 20 milj. krónur Frederik Hansen, leiðari á Skipafelag Føroya í Saltangará, sigur, at sjálvt pakkhúsið í nýggja bygninginum verður býtt upp í trý, har fiskurin er ein partur, turrgóðs ein og í triðja lagi goymsluhølini ein. - Hugsandi er, at vit í fyrsta byggistigi fara at leggja dent á fiskivinnupartin, sigur hann Mynd: Vilmund Jacobsen Anette Sonne sigur, at klæðini hjá Ka-Ki í Klaksvik ikki bara eru ætlaði kvinnum, sum viga meira enn van- ligt, men eisini kvinn- um, sum í aðrar mátar eru væl vaksn- ar. - Her eru nógv vøkur og nútímans klæði á framsýning- ini, sigur hon FRAMSÝNING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hóskvøldið hevði handilin, Ka-Ki úr Klaksvík, fram- sýning av nútímans klæð- um til »store damer« í kjall- aranum í Orkis í Saltang- ará. Tær báðar, sum hava handilin, Karin Olsen og Kirsten Tróndheim, vóru báðar við hetta kvøldið. Høvið var hjá fólki at passa og keypa hesi nýggju klæði, sum kunnu vera tor- før at finna í vanligu klædnahandlunum. Heldur fram Framsýningin í Orkis hel- dur fram í vanligari tíð í dag og í morgin. Í dag er handilin opin frá kl. 9-19 og í morgin, leygardagin, frá kl. 9-14. Anette Sonne, sum rekur Orkis, sigur, at saman við nútímans klæðunum í kjall- aranum, sýnir blómuhandi- lin eisini fram sínar nýggj- astu vørur, sum eru heim- komnar nú í heyst. - Jólavørurnar eru eisini byrjaðar at koma, og hesar eru við á framsýningini, sigur hon. Vøkur klæði Anette Sonne vísir á, at klæðini hjá Ka-Ki ikki bara eru ætlaði kvinnum, sum viga meira enn vanligt, men eisini kvinnum, sum eru væl vaksnar í aðrar mátar. - Her eru nógv vøkur klæði á framsýningini, leggur hon dent á. Nútímans klæðir til »store damer« í Orkis Hóskvøldið, fríggjadagin og leygardagin verður høvið hjá konufólki, sum eru eitt sindur størri enn vanligt, at passa og keypa klæði í Orkis í Saltangará Mynd: Rúna Sivertsen C M Y K 9 8