Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 207 - 31. oktober 2003 Nr. 207 - 31. oktober 2003 11 Hvørt ár hava vit kjakið hvørt vit skulu loyva píka- dekkum ella ikki. Hetta er ikki uppá nakran máta eitt nýtt kjak. Dánjal Pauli Danielsen, ið var landstýrismaður fyri Fólkaflokkin frá 1974 – 1980 fekk nógv útyvir seg, tá hann vildi forbjóða píkadekkum. Spurningurin er tó, um hann ikki bara var framman fyri sína tíð. Píkadekk eru ein byrða fyri umhvørvið, men nógv meta hetta verða vunnið innaftur í trygd. Nú er spurningurin um píkar eru tryggari enn vetrardekkini ikki ein, ið vit hava førleika til at vurdera, men tað er ein sannroynd, at nógv eru tey, ið kenna seg tryggari við píkum, óansæð um hetta hevur grund í veruleikan- um ella ikki. Grannalond hjá okkum hava forbjóðað píkadekkum fyr nógvum árum síðani, men enn er hetta ikki nakað, ið føroyingar hava tikið undir við. Sambært sjónvarpinum er tað á leið helvt um helvt millum píkadekk og vetrar- dekk í Føroyum. Ikki eru tað so nógvir dagar, har glerstoytt er, og spyrj- ast kann, um ikki almennur flutningur við Bygda- leiðum og Bussleiðum kann nøkta flutningstørvin teir dagarnar illa koyrandi er. Tá hetta er sagt, so er eyðsæð, at munur er á at búgva á stórum plássi og so til dømis í Norðadali, har koyrast skal uppum fjøll í ringum líkindum fyri at koma vegin fram. Svarið er kanska ikki so svart hvítt, sum antin at for- bjóða píkum ella ikki. Píkar gera stóran skaða fyri umhvørvið við at asfalt verður gresjað upp og fýkur í umhvørvinum, og kostar hetta harafturat nógv í eyka vegviðlíkahaldi. Spurningurin er, um ikki eitt umhvørvisavgjald á píkar er uppá sítt pláss, heldur enn at banna teimum. Eitt umhvørvisavgjald á eina vøru, har umhvørvis- vinarligari alternativ finnast, mátti verið góður politikkur hjá teimum, ið hugsa um umhvørvið. Vit síggja nógv umhvørvisgjøld, har einki alternativ er, og harvið broytist einki í keypshugburðinum hjá fólki. Hesi umhvørvisgjøld eru í roynd og veru oftani einki annað enn ein eykaskattur. Við píkunum er øðrvísi. Har finnast alternativ, sosum vetrardekk og kollektivur flutningur. Tey, sum so veruliga meta seg hava tørv á píkadekkum, kunnu so framvegis keypa hesi, men við ein lítlum gjaldi afturat. Ilt er at siga, hvat hetta gjaldið skuldi verið, men tá eitt dekk kostar fleiri hundrað krónur, so hevði ikki verið órímiligt, um nakrar krónur pr dekk fóru til umhvørvisverju. Hetta er so eitt uppskot, ið skal síggjast sum eitt íkast til tað árliga píkakjakið. Leggjast skal dent á, at eitt slíkt umhvørvisgjald á píkar skal vera oyramerkt til umhvørvisátøk, so tað ikki bara verður burtur í landskassanum og fer til vanligan rakstur. DAGSINS MEINING Sosialurin Píkar og umhvørvið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Heðin Mortensen býráðslimur og form. í mentamálanevndini Síggi í Dimmalætting og á heimasíðuni hjá Leivi Han- sen, at hann vegna kollfirð- ingar harmast um ætlanina at byggja Ítróttar- og sam- komuhøll í Kollafirði. Hevði ikki roknað við, at Leivur Hansen og Kolla- fjarðarnevndin komu við slíkum útalilsi um høllina. Men skilji væl at tey harmast, tí tað eru ikki tey, sum hava fingið gongd á málið, tvørtur ímóti. Við greiðum boðskapi frá mentamálanevndini og býráðnum er sett út í kortið, hvussu Ítróttar- og sam- komuhøllin í Kollafirði skal síggja út, og hvussu hon skal fíggjast. Tíðar- ætlan er eisini løgd, soleiðis at ítróttarhøllin stendur lið- ug til at taka í brúk í sein- asta lagi í januar 2005. Leivur Hansen vísir til samanleggingaravtaluna um byggjan av ítróttarhøll í Kollafirði og sigur, at hetta var tað, sum kollfirðingar vildu. Taka vit samanleggingar- avtaluna fyrst, so stendur har ikki við einum orði, at byggjast skal ein ítróttar- høll. Kanska Leivur Han- sen kann greiða kollfirð- ingum frá, hvat hetta er fyri nakað, sum hann hevur sagt og billað kollfirðingum inn á borgarafundi. Hví stendur onki í avtaluni um nakra ítróttarhøll? Í samband við saman- leggingina var ein ætlan um íløgur gjørd og send koll- firðingum. Har stóðu nevndar kr. 15 mió kr. til skúlabygging og við lítlum undirteksti (fimleika- og venjingarhøll). Hetta var tað, sum varð lovað koll- firðingum av Leivi Hansen, og sum núverandi Kolla- fjarðarnevnd tekur undir við. Ja, ein skúlabygging, lítil fimleika- og venjingarhøll, tað vóru lovorðini. Alt fyri kr. 15 mió. Nei, Leivur Hansen, koll- firðingar skulu ikki hava nakra venjingarhøll ella fimleikahøll. Kollfirðingar skulu hava eina Ítróttar- og samkomuhøll, sum lúkar øll krøv til landsdystir, har situpláss skal vera fyri gott 600 áskoðarum. Umframt kafeteria og felagshølir skal høllin vera karmur um bygdarlív, trúar- lív, mentan, ungdóms- og ítróttartiltøk, eins og KÍF fær síni hart tiltrongdu fe- lagshølir. Hetta er tað, sum menta- málanevndin, KÍF og Sjálvsognarstovnurin Hall- arstuðlar eru komin ásamt um. Sjálvsognarstovnurin Hallarstuðlar er ein grunn- ur, sum hevur heimstað í Kollafirði. Feløg og stovnar í Kollafirði hava stovnað grunnin við tí endamáli, at byggja eina Ítróttar- og samkomuhøll, og er inn- skotspeningurin kr. 500.000.-. Í ætlanini liggur, at byggikostnaðurin er mettur til kr. 13.430.000.-, harav eginfíggingin verður kr. 500.000.-, svarandi til inn- skotið í nevnda grunn. Samlaði byggikostnaður- in at byggja høllina verður hereftir fíggjaður soleiðis: Eginpeningur kr. 500.000.- Studningur frá Tórs- havnar Kommunu 75% av kr. 12.930.00 kr. 9.697.500.- Studningur frá Mentamálastýrinum 25% av kr. 12.930.00 kr. 3.232.500.- Tilsamans kr.13.430.000.- Nógv hevur verið tosað um at útbyggja skúla og høll saman. Henda ætlan varð slept, tí hon kom at kosta millum kr. 35 og 40 mió. Eitt annað, sum var at fílast á, var, at í ætlanini skuldi skúlin vera í kjall- aranum í venjingarhøllini. Ein vánalig loysn, har illa nokk dagsljós kom inn í skúlastovurnar. Nú verða so skúli og ítróttarhøllin bygd hvør sær, men tey koma at hava tilknýti til hvønn annan. Hetta er rætti leisturin, sum her verður gjørdur. Skúlin verður bygdur í tveimum stigum. Projekter- ing fer fram í løtuni, og verður fyrsta byggistig liðugt í august 2004. Annað byggistig verður liðugt í august 2005. Tá ið henda útbygging av Kollafjarðar skúla er liðug, er skúlin ein tann besti og mest framkomni skúlin í landinum, sum uppfyllir krøvini eftir nýggju fólka- skúlalógini. So á hesum øki koma kollfirðingar at vísa veg við einum framtíðar- skúla, sum kommunan byggir. Henda útbýgging kemur at kosta umleið kr. 20,6 mió. Arbeiðið byrjar fyrst í komandi ári. Helt, at eg skuldi eisini upplýsa hetta so týðandi mál fyri kollfirðingum. Skúlin kemur at hava klass- ar frá 1. til og við 9. flokk. At Leivur Hansen og Kollafjarðarnevndin ivast í, um Hallarstuðulsnevndin við røskum monnum og kvinnum fer at klára upp- gávuna, er at hamast um, men tað má so standa fyri teirra egnu rokning og ábyrgd. Eg trúgvi uppá henda raska ungdóm, og fáa tey eisini allan tann stuðul, eg kann veita teim- um. Sum formaður í menta- málanevndini ivist eg onga løtu í, at hesin leisturin, sum er valdur, er tann rætti. Vit fáa eina góða Ítróttar- og samkomuhøll upp at standa - skjótt og eisini fíggjarliga forsvarligt. Leivur Hansen og Kollafjarðarnevndin hava ikki álit á Sjálvsognarstovnininum Hallarstuðlum í Kollafirði Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Nú hevur sambandsflokk- urin tíðliga og seint víst á at tað er skeivt at taka lógar- bundnar útreiðslur burturúr einari fíggjarlóg, áðrenn lógin sum hesar broytingar umfata er broytt. Nú sær tað út til at Løg- tingsins mentanarnevnd hevur tikið hettar til eftir- tektar, og ætlar at fremja tingini í røttum saman- hangi, nevndin sigur mill- um annað • Nevndin er av teirri á- skoðan, at á komandi fíggjarlóg eigur peningur at verða settur av undir teirri fortreyt, at lóg- gávan, sum er galdandi í dag, eisini er í gildi kom- andi ár. Hetta merkir, at játtan eigur eitt nú at verða sett av til films- eftirlit og lærlingastuðul soleiðis, sum galdandi lóggáva krevur. • Verður lóggávan broytt í komandi fíggjarári, so eiga fíggjarligu avleið- ingarnar av hesum at verða tiknar við í einum eykajáttanarlógaruppskot i, sigur ein samd Ment- anarnevnd. Hettar er at reka seriøsan fíggjarpolitikk og at halda seg til galdandi lógir. Hattin av fyri Mentanarnevndini VIÐMERKINGAR Katrin Dahl Jakobsen Løgtingskona Menningarhjálpin er skammilig. Í Dimmalætting frá týsdegnum hevur Jenis av Rana viðmerking, har hann vísir á, at menning- arhjálpin varð tikin fram undir viðgerðini av fíggj- arlógaruppskotinum. Og rætt hevur hann. Víðari viðgerð fór síðan fram í uttanlandsnevndini, sum er á einum máli um, at antin verður henda ússa- liga upphædd á 300 t.kr strikað, ella játta vit eina upphædd sum sømir seg. Kontoin ber heitið menn- ingarhjálp, og viðmerk- ingarnar siga: "Játtanin er ætlað til tiltøk, sum kunnu gagna menningar- londum, ella vera til hjálp í øðrum londum, um okkurt óvanligt er á vási." Fyri 300. t.kr kann ikki stórvegis vera á vási!! Undanførslan fyri ikki at játta meir er, at tørvur er á greiðum reglum um, hvussu játtan til menn- ingarhjálp best verður nýtt. Hesin pástandur heldur ikki! Eingin trupulleiki er at lata stuð- ul hjá okkum sjálvum, hóast reglur ikki finnast! Løgmansskrivstovan upplýsir, at orka ikki hevur verið í farna ári at taka upp spurningin um menningarhjálp. Haldi meg hava hoyrt tað fyrr! Spell at økta játtanin til landsumsitingina uppá góðar 82 mió. kr hesi seinastu 5 árini ikki skal hava munað so mikið, at nakar orkar at gera upp- kast við møguligum regl- um fyri menningarhjálp. Allur bati bøtir. Í okkara ummæli til fíggjarnevndina í fjør segði ein samd uttan- landsnevnd: "Nevndin heldur sum eina byrjan, at ein upphædd á uml. 3 mió. kr hevði verið hósk- andi." Í ár sigur ein minniluti í uttanlandsnevndini: " Ein minniluti ( Jóhan Dahl, Jóannes Eides- gaard og Katrin Dahl Ja- kobsen) heldur, at játt- anin eigur at verða økt í minsta lagi 3 mió. kr." So nú gongur bara aftur á bakka. Nú er tað bert ein minniluti, sum heldur fast við hesar 3 mió. kr. Um Jenis av Rana ikki hevði hug at vera við í minnilutanum og soleiðis vent honum til ein meiri- luta, so skal hann kenna seg so púra tryggan við, at hóast tað, so fer and- støðan at lofta einum uppskoti frá honum, um tað so skuldi verið. Jenis av Rana sigur, at »so leingi Miðflokkinum bert er unt 1/32 part av føroysku tingmanningini, er tíverri trupult at fáa alt tað ígjøgnum, sum vit ynskja.« Um so er, at Jenisi vantar stuðul í sínum ynski um at veita eina menningarhjálp, um tað so bert er á byrjanar- stigi, so vita vit av hvørj- um øðrum andstøðan og hann. Skilji væl, hvussu tungt tað má vera einsa- mallur at stríðast fyri málum í eini samgongu sum er so pírin, tá tað ræður um menningar- hjálp. Henrik Old og Irak. Í mars í fjør setti Henrik Old úr javnaðarflokkin- um løgmanni fyrispurn- ing um at hjálpa teimum líðandi í Irak. Løgmaður var stak positivur og vildi fara eftir sama leisti, sum eftir kríggið í Afganistan, tá vit lótu 2,8 mió. kr. til bráðfeingishjálp. Løg- maður helt, "at uttan mun til upphædd", so áttu Føroyar at rætta eina hjálpandi hond. (Nú veit eg ikki, um uttan mun til upphædd merkir nógv ella eitt pinka lítið sind- ur). Í skrivandi løtu veit eg ikki at siga, hvat bleiv av hesi hjálpini. Mundi hon nakrantíð fara av landin- um? So rætt er, sum Jenis av Rana sigur, at tos er ikki nóg mikið. Onkur má sláa í hesa samgongu- dýnuna og tað fer and- støðan at hjálpa honum við. Kanska hevði ein frægari játtan til menn- ingarhjálp skundað undir hetta ógvusliga takið, sum tað tykist vera at fáa í lag politiska viðgerð av menningarhjálp. Tað er hetta gamla við "årsag og virkning". Leivur Hansen Heðin Mortensen vil vera við, at undirritaði og Kolla- fjarðarnevndin hava ikki álit á sjálvsognarstovninum Hallarstuðlum í Kollafirði, og vísir í hesum sambandi til grein á heimasíðu míni. Havi sitið og nærlisið hana fleiri ferðir, uttan at eg dugi at síggja nakað, sum ber á brá av einum misáliti á Hallarstuðlarnar. Lesarar- nir eru vælkomnir at fara inn á síðuna www.leivurhansen.com at gera sínar egnu metingar av tí, eg har havi skrivað undir yvirskriftini "Koll- firðingar harmast um ítrótt- arhøllina". Tað, sum eg her sipi til, er, at tey trý umboðini, sum kollfirðingar hava valt í staðbundnu nevndina (Kollafjarðarnevndina), sambært seinastu fundar- frásøgnini gjørdu vart við, at tey vóru ímóti leistinum, ið ítróttarhøllin skal byggj- ast eftir — leistinum, sum Heðin hálovar. Sambært somu frágreið- ing harmaðust tey eisini um, at býráðið (meirilutin) ikki tók undir við tilmæl- inum hjá undirritaða í fíggjarnevndini og býráð- num í vár, um at kommun- an sjálv skuldi byggja og reka høllina — eins og galdandi var fyri Hoyvíks- høllina. Men hetta sópaðu Heðin Mortensen og samgongu- felagar av borðinum. Vildu kollfirðingar hava eina ítróttarhøll, so skuldu teir sjálvir standa fyri fyrireik- ingunum og byggingini, basta! Og burturúr hesum spurdist so sjálvsognar- stovnurin Hallarstuðlar, ið er settur á stovn við 500 tús. kr. í eginpeningi. Eg havi tó framvegis — eins og umboðini í Kolla- fjarðarnevndini - ógvuliga ilt við at skilja, hví tað í summum førum skal verða álagt borgarum at leggja rygg til eina tílíka — eftir mínum tykki - sjálvsagda kommunala uppgávu, með- an hetta í øðrum førum ikki verður mett neyðugt. Nei, um eg fati Heðin! Sjálvandi hevði besta og ruddiligasta loysnin verið, at samanlagda kommunan tók við, har sum Kolla- fjarðar kommuna slepti, tá samanleggingin fór fram á nýggjárinum 2001. Bygdarráðið var jú farið undir at grava út fyri eini høll (hvørs stødd og kostn- aður tó ikki vóru komin endaliga uppá pláss), áðrenn samanleggingin fór fram. Og hóast Heðin Morten- sen — honum so líkt so líkt — nú sigur seg ikki kennast við tað, so ivast neyvan nakar annar, ið var við í samráðingunum, um, at júst ítróttarhøllin var ein av grundarsteinunum undir samanleggingaravtaluni. Júmen, hatta stendur ikki svart uppá hvítt í avtaluni, fýsir Heðin. Neimen, kæri vinur, hví skuldi tað nú eisini tað? Hetta málið átti jú sum nevnt ein somikið stóran lut í samráðingun- um, at hetta als ikki var nakað ivamál fyri øll okkum onnur. Lagt kann í hesum sam- bandi verða aftrat, at um- framt høllina varð undir samráðingunum eisini stórur dentur lagdur á útbygging av skúlanum, og at fáa Rás Tórshavn og Bussleiðina til eisini at fevna um Kollafjørð - uttan at hetta heldur stendur nevnt við stórum stavum í samanleggingaravtaluni. Her taldu altso aðrar dygdir minst líka nógv, sum td: at eitt orð er eitt orð og ein maður ein maður. Men hvat kanst tú vænta tær, at ein opportunistur ella ráksnúningur leggur í tað?! Heðin Mortensen tosar um tóm lyfti, ið skulu verða givin kollfirðingum á fund- um har norðuri. Ja, tað átti hann at verið ein tann fyrsti at vita nakað um. Var tað td. ikki júst harra Mortensen, sum lov- aði KÍF eina høll í 50-ára føðingardagsgávu? Hvar er høllin og nær kemur hon? Men Heðin, tú skyldar ikki bara kollfirðingum svar. Tú hevur eisini lovað argjafólki eina høll, og eru tey sum vera mann eisini ótolin um at frætta, nær nakað hendir har úti. So gev eisini teimum eitt stutt og greitt svar - uttan nakað dikkedar, tí annars kanst tú rokna við, at fólk fara at halda, at tú bara er ein, sum gongur runt og lovar og lovar. Kom, Heðin, vís nú, hvør dugur er í tær! Góða eydnu. Viðmerking til viðmerking hjá Jenisi av Rana Heðin bara lovar og lovar Legg ikki í Arbeið og stríðið Kaffi var svart og súltað svar Set í ringbind hugskot og fundir Lat Notio vaska hendur og rútar Legg ikki í Risarnir geispa Lat góðar visionir fara í nevnd Onki ber til sum ikki er prógvað Ein gomul hugsan í ungari leiðslu Legg ikki í Bylgjurnar bróta Í dimmari nátt sóu unglingar land Á øtlandi aldum teir veiddu og settu Stinnastu súlur til okkara vælferð Legg ikki í Havsbrúgvin kámast Á sløttum mahogni rulla bert tøl Trygt í havnini liggja og kroka Og viljin at váða bert ílatin orð Legg ikki í Heimurin rópar Tónarnar spæla um ódyrkað land Um tíðin er búgvin bankarnir bíða Feløg sum tosa men leggja ei í Legg ikki í Gripparnir sveima Um oyggjarnar flúgva og gloypa sín part Greivarnir ganga á bonaðum gøtum Kortini vingla á hálvari leið Steintór Rasmussen Legg ikki í C M Y K 11 10 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo