fríggjadagur 31. oktober 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 207 - 31. oktober 2003
Nr. 207 - 31. oktober 2003
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
30. oktober vóru liðin
30 ár síðan brúgvin
um Streymin, Sunda-
lagsbrúgvin, varð
latin upp fyri
almennari ferðslu
Atli Dam, sum var løg-
maður, kvetti snórin, ið
varð spentur tvørtur um
brúnna. Arbeiðið við at
gera brúnna byrjaði í mars
1971. Brúgvin er 220
metrar long og 9,5 metrar
breið. Koyribreytin er 7
metrar breið og báðumegin
er smøl gongubreyt, 1 met-
ur breið. Mitt undir brúnni
er siglingarrenna, ið er 25
metrar breið og klødd við
bullverki. Siglingarhæddin
er á kyrrindum 17 metrar.
Byggifelagið E. Pihl &
Søn, stóð fyri arbeiðinum
at gera brúnna og Lands-
byggifelagið hevði eftir-
litið. Felagið Rambøll &
Hannemann teknaði og
projekteraði. Kostnaðurin
varð umleið 13 milliónir
krónur.
Teir sum hildu røður
hendan dagin vóru: Mikkj-
al Helmsdal, landsverk-
frøðingur, Petur Zacharia-
sen, bygdaráðsformaður,
úr
Streymnesi,
Jógvan
Mørkøre,
bygdaráðsfor-
maður á Eiði, og Atli Dam,
løgmaður.
Brúgvin um streymin 30 ár
Myndin er tikin beint eftir at brúgvin varð latin upp fyri almennari ferðslu. Leggið til merkis at vegurin niðan til bergholið ikki er gjørdur. Á ovaru myndin sæst
Atli Dam, løgmaður, klippa snórin. Á myndini síggjast eisini Jógvan Arge, útvarpsmaður, og Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður á Eiði
Kelda: Myndaárbókin Árið ið fór 1973
Um fimm tíðina sein-
asta sunnumorgun
rendu hesir báðir
bilarnir saman á
horninum Sjúrðagøta
/ Varðagøta í Havn
Hýruvognurin,
ið
kom
oman eftir Varðagøtu varð
ákoyrdur av Pizzabilinum,
sum kom eftir Sjúrðargøtu,
frá Sjónlekarahúsinum, og
rendi inn í síðuna á hýru-
vogninum. Sum tað sæst á
myndunum hevur stoyturin
verið sera harður. Hýru-
vognurin, sum kom oman
eftir, vendi niðan eftir, tá
avtornaði. Hevði hann ver-
ið raktur beint inn á førara-
hurðina, hevði fólkaskaðin
ivaleyst verið stórur. Fólk-
ini í bilunum vórðu flutt á
skaðastovuna, har hýru-
vognsførarin fekk nakrar
pentir ísettar.
Beint áðrenn saman-
stoytin høvdu tveir mans
staðið og bíða eftir einum
øðrum hýruvogni á gongu-
breytini, har sum Pizza-
bilurin bleiv slongdur eftir
at hava rent á hýruvognin.
Tíbetur var tað farið at
regna, so teir vóru farnir
yvir um vegin at kroka.
Harður bilsamanstoytur
Í dag, fríggjadagin
31. oktober, verður
móttøka hjá Havnar
Timburhandli á Hálsi
í sambandi við at 75
ár eru liðin síðan
fyritøkan var stovnað.
Í ár eru eisini liðin 25
ár síðan fyritøkan
flutti niðan á Háls
Tað var H.C. Andreasen,
nevndur Hans á Reyni, tók
stig til at P/F Havnar Timb-
urhandil bleiv stovnaður 8.
august 1928.
Fimm tey fyrstu árini
húsaðist felagið í leigaðum
hølum, til tað sjálvt lat
bygning byggja á leigaðum
øki á Eystaru Bryggju í
1933.
Bygningurin
var
samanlagt 400 fermetrar í
tveimum hæddum og kost-
aði tá 6.000 krónur at
byggja.
Virksemið øktist so við
og við, sum tíðirnar nú
einaferð loyvdi tí. Handils-
økið øktist og bygningarnir
vóru útbygdir samsvarandi
virkseminum.
Fyrst í 60-unum byrjaði
ein rættulig kapping um at
ogna sær partabrøv í felag-
num. Hetta kom serliga av
at Eivind Fosaa, sum hevði
lært og starvast hjá felag-
num síðan 1936, og hevði
vunnið seg upp til at vera
eitt av ábyrgdarfólkunum í
felagnum, hevði sett sær
fyri at fáa ávirkan á felagið
ígjøgnum ein størri eig-
arapart. Hann var sann-
førdur um, at felagið hevði
vakstrarmøguleikar, sum
ikki vóru brúktir. Í 1973 av-
gjørdi Eivind Fosaa sjálvur
at taka við leiðsluni í felag-
num.
Í januar 1978 læt Timbur-
handilin upp amboðsdeild-
ina á Hálsi, og 1. apríl sama
ár var alt virksemið flutt
niðan av keiini. Felagið
húsaðist tá í bygningi uppá
3.600 fermetrar samanlagt,
umfamt 8.500 fermetra
uttanduraøki
Í 1977 lat P/F Havnar
Timburhandil upp deild á
Sandi.
Virksemið øktist mun-
andi upp í gjøgnum 80-ini,
og í 1987 varð neyðugt við
enn meira plássi í Havnini
og lat felagið byggja enn
ein bygning uppá 3000 fer-
metrar fyri at nøkta tørvin-
um, ið var.
Men hóast hetta, skuldu
tó ganga nøkur ár enn,
áðrenn felagið kundi húsast
í
báðum
bygningunum
samstundis.
19. desember 1987 hendi
ein verulig vanlukka fyri
felagið, tá tann eldri av
bygningunum og so at siga
øll vørugoymslan fórst í
støsta eldsbruna í Føroyum
nakrantíð. So at siga alt var
burtur, ið hevði nakað
virði.
Hóast hesa vanlukku,
sum flest øll væntaðu fór at
seta eitt punktum fyri
virkseminum hjá felagnum
- í øllum førum sum timb-
urhandli - varð avgjørt at
bróta upp um armar og fáa
fyritøkuna uppá beinini
aftur. Og longu í apríl mán-
að árið eftir var nýggjur
handil í tí bygninginum,
sum stóð í ger tá eldsbrunin
var.
P/F Havnar Timburhandil
keypti í 1989 P/F Snikkara-
virkið á Kambsdali. Felag-
ið er í dag ein deild av P/F
Havnar Timburhandli.
Í 1991 var flutt inn aftur í
bygningin, sum brendi í
desember 1987.
Búskaparkreppan fyrst í
90-unum rakti byggivinn-
una ógvuliga meint og
virksemið
hjá
Havnar
Timburhandli minkaði við
70 prosentum í mun til
1988, og starvsfólkatalið
kom heilt niðri á 18 í móti
57, tá tey vóru flest.
Grundað á at virksemið
innan byggivinnuna var
sera lítið, varð í 1994 av-
gjørt at keypa allar ognirnar
hjá P/F Tórplast í Vest-
manna og nýtt felag, P/F
Vest Pack, varð stovnað.
Sama árið varð móður-
felagið P/F H.T.Holding,
sett á stovn, felagið hevur
fíggjarligt virksemið sum
endamál, herundir at eiga
og reka P/F Havnar Timb-
urhandil og tess dóttirfeløg.
Í 1995, tá P/F SMS var
farið í gjaldsteðg, setti P/F
Havnar
Timburhandil
helvtina av tí peningi, ið
skuldi til at fáa felagið á
føtur aftur, í hetta felag.
Hesin ognarpartur var varð-
veittur til 1997, tá avgjørt
varð at selja partabrøvini í
P/F SMS.
P/F Havnar Timburhandil
var somuleiðis við til at
seta á stovn aftur flakavinn-
una á Sandoynni, og var
partaeigari í P/F Sandoy
Seafood eitt tíðarskeið.
Samstundis
setti
P/F
Havnar Timburhandil á
stovn felagið P/F Industry
Supply Ltd., ið skuldi taka
sær av sølu av pakkitilfari,
saman við P/F Vest Pack..
Virksemið varð lagt saman
við virkseminum hjá P/F
Vest Pack, og í 2001 bleiv
felagið tikið av aftur.
Samlaða víddin á hand-
ils- og framleiðsluhølunum
hjá P/F Havnar Timbur-
handli - allar deildir og
dótturfeløg íroknað - er nú
uml.10.000 fermetrar inn-
andura,
umframt
uml.
20.000 fermetrar uttandura
øki. Í øllum deildum og
dóttirfeløgum eru í dag um-
leið 70 starvsfólk. Stjórar í
P/F Havnar Timburhandli
eru Heini Fosaa og Jógvan
Jørgensen.
Í sambandi við 75 ára
føðingardagin verður mót-
tøka á Hálsi í dag frá 15-17.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
John Nielsen 60 ár
Týsdagin 28. oktober fylti
John Nielsen í Nuuk 60 ár.
John er føddur í Vági í
1943 og kom til Havnar í
1955. Hann er útbúgvin
sum málari. Í 1965 koyrdi
hann vøruvogn á bilstøðini
Taxa og árið eftir fór hann
at koyra hýruvogn í Akstur
Bil. Fyrst í 70-unum koyrdi
hann í Auto í eini tvey ár,
síðani í Havnar Taxi og
seinni á bilstøðini Bil. Í
1979 flutti John til Grøn-
lands at búgva, har hann
m.a. hevur arbeitt sum
málari.
Dagurin
31. oktober. Upphav trúbótar Luthers. Eftir
trúbótina koma, sum vera man, eingi nýggj
halgimenni upp í álmanakkarnar, men luthersku
álmanakkarnir varðveita tey gomlu nøvnini og taka
eisini við tey nýggju katólsku nøvnini. So verða eisini
ymiskar søguligar hendingar nevndar, m.a. dagurin
31. oktober, sum verður hildin til minnis um, at
Martin Luther setti sínar 95 setningar upp á
slotskirkjudyrnar í Wittenberg.
Havnar Timburhandil 75 ár
Malla Lið Hansen
50 ár.
Leygardagin tann 1. no-
vember verður Malla Lið
Hansen Miðvági 50 ár.
Malla er fødd í Sørvági,
hon er dóttir Tóru og Jógv-
an Lið. Sum ung genta
misti hon mammuna, so
hon mátti hjálpa pápanum
við at halda hús.
Malla er gift til Miðvágs
og eigur 4 børn, Tove,
Sonny, Irdi og Kjartan, eis-
ini eigur hon fleiri ommu-
børn. Hon er sera familju-
kær og er ikki bert mamma
og omma, men eisini besti
vinur við síni børn og
ommubørn.
Malla hevur verið heima-
hjálp í mong ár og er sera
vældámd
av
teimum
gomlu.
Starvsfólkini hjá P/F Havnar Timburhandli á Hálsi í Havn
C
M
Y
K
13
12