Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 207 - 31. oktober 2003 15 14 Nr. 207 - 31. oktober 2003 MÓTI Joan Brockie/Sem Johnsson Starvsnæmingar Myndir: Jens Kr. Vang Sosialurin var og hugdi at mótasýningini hjá Miðbý- arfelagnum, sum var á Hot- el Føroyum mikukvøldið. Tað vóru nógv fólk, sum høvdu leitað sær niðan mótasýningina. Bæði smá og stór, ung og eldri sýndu fram nýggjasta vetrarmótan. Mótin var alt frá ítróttar- klæðum, hip-hop klæðum til fínar veistlukjólar, brúð- arklæði til brúðgóm og brúður, og so var tann før- oyski búnin eisini at síggja. Litir Mótin, sum var sýndur fram, var sera fjølbroyttur. Hjá teimun meira tilkomnu var tað til kvinnurnar mest brúnt og grátt og so kanska okkurt svart ímillum. Til teir tilkomnu harrarnar vóru litirnir mest svart og grátt. Tað var rættiliga nógv føroyskt tilfar at síggja. Hjá teimum ungu gent- unum, gekk liturin reytt aftur. Strípur, stórir jakkar til tannáringarnar og víðar buksur til dreingirnar. Stuttar blusur við stuttum niðurdeilum a lá Britney Spears til genturnar. Til nakrar av buksunum hjá dreingjunum vóru stórar ketur, meðan genturnar ístaðin brúktu stór háls- prýði. Nøkur vóru eisini latin í ítróttarklæði. Til tey yngstu vóru tað ljósir litir til genturnar, mest ljósareytt. Til dreing- inar var tað meira myrkir litir, t.d. grønir, bláir og svartir litir. Smúkkur vóru eisini at síggja á mótasýningini. Tað var Niels L. Arge sum sýndi fram. Millum annað vóru hálspýði, ringar, arm- bond og oyralokkar. Sýningin Verturin til mótasýningini var eingin minni enn James Olsen. Uppgávuna megn- aði hann sera væl, og sam- anumtikið var sýningin væl eydnað. Øll, sum høvdu at- gongumerki, høvdu møgu- leikan at vinna karramellur, dekoratiónir og høvuðs- vinningurin var ein ferð fyri tvey við Maersk Air til París. Handlarnir sum luttóku vóru hesir: Alv, Bamsan/- Total, Events, Thomas Dam Ítróttur, Fljóðið, Hjá Kissa, Kallkyn, Línbúðin, Niels L. Arge, Mótaskálin, Seytjan, Sirri, Skálabúðin, Sporty, TM Junior, Wilma, Vogue og Wrangler. Vetrarmótin í hásætið C M Y K 14 Tórshavn 317010 Miðvágur 332000 Klaksvík 404500 Sandur 361000 Tvøroyri 371000 Saltangará 404400 +298 303030 www.tele.fo SAMSUNG R210S einans 849 kr. Lítil og løtt frá Samsung wap, T9, spøl o.m.a. Allar hentleikar: Litskýggi 65000 litir, tjúkd: einans 17mm, 40 polyfoniskar ringitónar. SAMSUNG C100 einans 1.599 kr. SAMSUNG A800 einans 1.799 kr. Einans 68g. Voice-memo, tveir skýggjar polyfoniskar ringitónar Tilboðini eru galdandi so leingi, vøra er á goymslu. Fyrivarni verður tikið móti prentvillum team85