Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 207 - 31. oktober 2003 Nr. 207 - 31. oktober 2003 17 Hálvi føroyingurin Gunnar Mikkelsen skal fríggjakvøldið royna seg í sang- kappingin Stjørna í eitt kvøld TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Í kvøld verður sangari við av føroyskari ætt við í sangkappingini hjá Danmarks Radio, Stjørna í eitt kvøld. Talan er um Gunnar Mikkelsen, sum hevur før- oyska mammu. Gunnar hevur seinastu tíðina verið í Kanada, har hann hevur verið í læru á einum bóndagarði – einari ranch. Har trívast kovboy- arar væl, og millum lasso- kast, rakstur og onnur brøgd hevur Gunnar eisini stundir at syngja eitt sindur av og á. Nú er Gunnar so í Dan- mark, har hann verður við í sangkappingini hjá DR. Gunnar sendi ein sang hjá skotska bólkinum Tra- vis inn til kappingina, og endin var, at kom við. Sjónvarp Føroya sam- sendir Stjørna í eitt kvøld við DR. Sendingin byrjar fríggjakvøldið kl. 19.00. Gunnar verður stjørna í eitt kvøld Farmakonomfelagið og Fíggjarmálaráðið hava skrivað undir semju. Sátt- málin hevur gildi frá 1. oktober í 2003 til 1. ok- tober í 2005. Karmurin er umleið 9%, og lønin hækk- ar 6%. Eftirlønin hjá farmako- nomum hækkar 1,5%, og eftirlønin hjá defektrisum hækkar 4%. Eftirløn verður nú eisini roknað av við- bótunum. Onkur broyting er gjørd í lønarstiganum, ymsar smærri broytingar eru gjørdar í sáttmálatekstin- um, og avtala er eisini gjørd um serstakar frídagar og førleikamenning. »Lætt og Leskiligt « er heiti á nýggjari og spennandi kókibók, ið Jóhanna á Tjaldra- fløtti og Elisabeth Akursmørk geva út. Talan er um upp- skriftir til soltnan og heilsugóðan mat MATUR Í BÓK Tíðindaskriv Uppskriftirnar í bókini eru 124 í tali og fevna tær um súpanir - døgurðarættir - afturvið - nátturðarættir - breyð og bollar - køkur og desertir - køkur og desertir til diabetes. Uppskriftirnar eru einfaldar, lættar, heilsugóðar og ikki minst leskiligar, og eru allir rætt- irnir í bókini avmyndaðir. Jóhanna og Elisabeth siga í tíðindaskrivi at tær hava hugsa nógv um at gera uppskriftirnar soleiðis at tað skal verða lætt at fáa hendur á rávøruni , tað skal verða møguleiki at brúka uppskriftirnar líka mikið hvar í landinum tú býrt. Tær vóna at bókin Lætt og Leskiligt kann geva íblást- ur til matgerð í gerandis- degnum og verða eitt hent amboð hjá øllum, eisini teimum, sum ynskja at broyta matvanar og liva meiri heilsugott. Í samband við bókaút- gávuna verður almen mót- tøka í býraðshøllini í Klaksvík 31/10 kl. 16.00 har høvundarnir greiða frá og sýna bókina fram. Møguleiki verður at ogna sær bókina í Norðoya Kun- ningarstovu eftir mót- tøkuna. Bókin fæst í bóka- sølunum kring land- ið í komandi viku, og kostar hon 290 krónur. Lætt og leskiligt í bók Nýggjur sáttmáli Almennur fyrilestur verður í Ovastovu í Nóatúni miku- kvøldið 5. november 2003 kl. 19.30. Sigurð í Jákupsstovu, sivilverkfrøðingur, Ph.D., heldur fyrilestur, ið hann kallar: »Skalering av gass- innsprænings-prosessum«. Sigurð í Jákupsstovu er sivilverkfrøðingur og starv- ast sum stjóri á Jarðfrøði- savninum. Hann vardi Ph.D. ritgerðina "Simula- tion of Gas Injection Pro- cesses" á Danmarks Tekn- iske Universitet í desember 2002. Neyvar metingar av framleiðslu eru neyðugar, tá ein oljuleið skal byggjast út, og tørvur er tí á myndl- um, sum kunnu lýsa, hvussu uppruna løgurin og jarðfrøðiligu umstøðurnar ávirkast við innspræning av vatni ella gassi. Innspræn- ing av gassi er nógv nýtt til at økja um oljuframleiðsl- una, og er hesin háttur mest virkin, tá gassið blandast við oljuna. Fyrilesturin viðger brúk av myndlum til at simulera blandbara gass- innspræning. Fyrilestur í Nóatúni Nú koma tær í metbókina Wivika og Sheila Tjaldrastein Strøm av Tvøroyri koma nú í Børnenes Rekordbog 2004 sum systkin við síðasta hárinum. Leygardagin verður stór útgávusamkoma á Experimentariet í Keypmannahavn, har tær verða hjástaddar, og fjølmiðlar vísa tiltakinum ans og eis- ini fólkatingslimir eru til staðar MET Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin hevur áður nevnt systrarnar báðar av Tvør- oyri, sum hava so ómetaliga sítt hár. Og nú eru tær eisini nevndar í metbókum. Hósdagin fóru tær við Atlantic til Keypmanna- havnar fyri at taka lut í samkomu í samband við, at Børnenes Rekordbog 2004 kemur út. Sheila og Wivika Tjaldra- stein Strøm hava nevniliga fingið pláss í metbókini sum systkin við síðasta hár- inum. Samkoman verður 1/11-03 í Experimentariet í Keypmannahvn. Stórur áhugi Útgávudagurin er vanliga ein dagur, ið vekir ans, og fjølmiðlar hava fólk á staðnum. Í ár verður eisini fólkatingslimurin Anne- Marie Meldgård til staðar og leiðsluumboð fyri forla- gið Aschehougs. Tað var elsta systirin, sum býr í Danmark, sum sendi myndir inn av systr- unum. Sjálv hevur hon eis- ini havt sera langt hár. Sið- ur hevur verið millum systrarnar í familjuni, at hárið verður ikki klipt, fyrr enn farið er um fermingar- aldur. Hesum greiddu vit nærri frá í greinini um systrarnar, sum vit prent- aðu fyrr í ár. Á samkomuni leygardag- in fara systrarnar at hava ein bás har, tær vísa myndir og annars heilsa teimum, ið vilja skoða hárið. Eisini verður hárlongdin máld av serkønum. Spentar – Jú, vit eru øll sera spent. Og vit fegnast um tann stuð- ul, vit hava fingið. Tvøroyr- ar Kommuna hevur stuðlað við flogferðaseðlum og At- lantic Airways hevur givið avsláttur. Strandferðaslan gevur frítt at fara allan vegin vestur í Vágarnar og eisini heimaftur, sigur Eyðbjørg Tjaldrastein, ið er mamma genturnar. Eisini familjan hevur stuðlað og ommurnar hava verið í taskuni. Hóast okkurt nei, so fegnast familjan um tann stuðul, ið er veittur teimum, so tað ber teimum til at vera við til stóra tiltakið í Experimentarium í Keyp- mannahavn leygardagin. Eftir útgávuna av bókini og samkomuna leygardag- in, liggur leiðin heimaftur til Føroya mánadagin og óivað hava tær tá Børnenes Rekordbog fyri 2004 við í viðførinum. Wivika og Sheila Tjaldra- stein Strøm av Tvøroyri koma nú í Børnenes Rekord- bog 2004 sum systkin við síðasta hárinum C M Y K 17 16