týsdagur 14. oktober 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun k€ olivant.fo
Fótbóltur: Eitt nýtt ættarlið, sum hevur
fótbóltsframtíðna fyri sær, hevur í farnu
undankappingini tikið ábyrgdina á seg
Sponsku blødini vóru sunn
udagin bilsin av, hvussu væl
føroyingarnir høvdu staðið
seg i Gijon leygarkveldið. Í
leygardagsútgávunum varð
ikki tosað um, hver fór at
vinna, men heldur um,
hvussu nógv Spania fór at
vinna. Og tey vóru fleiri,
sum roknadu við, at metið,
ið var 12-1 sigurin ímóti
Malta fyri fjúrtan árum síð-
ani, stóð fyri fallið
Men teir spaniumenninir,
sum høvdu verið á Svanga-
skarði, vóru meiri sinniligir
Bæði venjarin Clemente og
málverjin og liðformaðurin
Zubizaretta, sum leygar
kveldið umboðaði fødiland
ið fyri 120. ferð. høvdu
fremstafingurin á lofti. Og
tað var kanska ikki so und
arlhigt. Tí tað er ein sann
roynd, at tað eru bara seks
mál skoraði ímóti Zubi
zareta í hesari HM undan
kappingina, og av teimum
hava føroyingar
helmingin. Tað er heldur
ikki á hverjum degt, at:fleiri
mál fara igjøgnum hjá Val
encia málverjanum, tå hann
stendur í landsliðsmálinum
Síggja vit burtur frá, tá Todi
Jónsson og Uni Arge skor-
aðu hjá honum á Svanga
skarði, so skulu vit aftur til
1994 fyri at finna síðsta
landsdystin, tá tvey mál fór
u igjøgnum hjá Spania
skorað
Bara tveir eru eftir
Søgan hjá føroyingum í al-
tjóða fótbólti er ikki serliga
gomul. Hon røkkur aftur til
12. septembur í 1990, og tað
er framvegis púra greitt, at
sigurin á Eysturríki ta ferð-
ina Íramvegis er størsta av-
ríkið, føroyingar hava út-
innt. Javnleikurin í Belfast
er framvegis næstbesta av-
rikið, og so koma 3- I tapini
á útivelli í hesari undan-
kappingini ímóti Jugoslavia
og Spania.
Tað er merkisvert, at góða
avrikid í Gijon leygarkveld-
ið kom til hóldar við liði,
sum við tveimum undan
tókum var mannað við heilt
ødrum spælarum enn teim-
um, sum fyri stívliga sjey
árum síðani avrikadu megn
aðu bragdið í Landskrona
Ta ferðina spældu Jens
Martin Knudsen, Julian
Hansen, Mikkjal Danielsen,
Jóannes Jakobsen, Tummas
Eli Hansen, Jan Dam, Allan
Mørkøre, Torkil Nielsen,
Abraham Hansen, Kåri
Reynheim og Kurt Mørk
øre
A liðnum í Spania vóru
Jens Martin Knudsen og Jan
Dam teir einastu, sum vóru
við ta ferðina. Og tað er ikki
komið fyri áður hesi sjey
árini, at bara tveir frå mest
kenda liðnum hava verið í
millum teir fyrstu ellivu í
tydningarmiklum lands
dvsti
Nýggja ættarlidid
Tad er rætt. at Allan Mørk
øre ivaleyst hevði verið í
millum teir fyrstu ellivu í
Spania, um hann ikki var
leikbannaður, og tað er rætt,
at Jens Erik Rasmussen, Jan
Allan Miller og Magni
Jarnskor vóru tætt at liðn-
um, sum vann í Landskron-
a
Men tað skerst ikki burt-
ur, at nú eru tað aðrir spæl-
arar, sum bera landsliðið
Her verður Ld. hugsað um
Pól Thorsteinsson, Óla Jo-
hannesen, Jens Kristian
Hansen, Ossur Hansen, Jul-
jan Johnsson og John Pet-
ersen, sum allir eiga fast
pláss á liðnum og sum eru
føddir í 1971-1973 (burt-
ursæð frå Juliani Johnsson,
sum er føddur í 1975) og
tískil eiga at hava førleikan
til at vera grundstudlar und-
ir liðnum í tveimum ella
trimum undankappingum
afturat.
Og at tað hongur saman
niður í yngru árgangirnar
sæst aftur í, at hesa ferð var
Sámal Joensen, sum er
føddur í 1975, fyri fyrstu
ferð ímillum teir fyrstu ell-
ivu, og í at Heðin á Lakjuni,
sum bara er nítjan ára gam-
al, er tann fyrsti úr 78 ár-
ganginum, sum hevur verið
í landsliðsferðalagnum.
Spælararnir fáa royndir,
tá teir eru úti og stríðast,
soleiðis sum teir gjørdu
leygarkvøldid, og royndirn-
ar eiga at borga fyri, at stød-
ið hækkar, um spælararnir
Nú skal landsliðið
miðja uppaftur hægri
framvegis taka venjingina í
álvara
Nýggjar
Hesin veruleikin eigur at
vera haldgott grundarlag hjá
Allani Simonsen at miðja
uppaftur hægri, enn tað var
gjørt hesa ferð. Málið í hes-
ari undankappingini var at
enda ovari enn Malta, og tað
eyndnað!st. Næsta málið
'Spaniumenn
vóru á pinu-
beinkinum í
trý korter
má vera, at fáa stig frá onkr-
um av teimum stóru (tað
hevur venjarin so ofta sagt),
men tað má eisini vera mál-
ið í komandi undankapping
at enda ovari á talvuni enn
lið, sum verða mett at vera
betri enn Føroyar.
Tað hevdi td. verið ein
stór avbjóðing aftur at fing-
ið Kypros í sama bólk sum
Føroyar í komandi EM und-
síða
14-15
Jan Allan Miiller
striddist sera væl i
føroyska ålopinum. Ofta
var hann einsamallur
har frammi, men hann
gav ongantid upp. Jan
Allan fekk einasta gula
kortid i dystinum
ankapping. Teir vunnu báðu
ferðirnar ímóti Føroyum í
HM undankappingini, sum
var í 1992 og í 1993. Og
avbjóðingin hevði eisini
verið stór, um Albania kom
í sama bólk sum Føroyar
Leygarkveldið góvu teir
Týskalandi, sum var á
heimavelli, ein skarpan
gang
Undir øllum umstødum er
tað hugaligt at staðfesta, at
nú verður ikki tosað um, um
Føroyar skulu taka lut í und-
ankappingum, men heldur
um, hvussu stórt sannlíkið
er at koma hægri upp á talv-
una, enn landsliðið rakk í
hesari HM undankapping-
ini.
Teir, sum gera viðmerk-
ingar í Eurosport. hava hig-
artil mest sum hverja ferð
tosað nidursetandi um før-
oyskan fótbólt, men sunnu-
kveldið var annað lag. Før-
oyska avrikið varð rost, og
vit kunnu bara staðfesta, at
nú eru tað ikki bara Clem-
ente, Zubizareta, Allan Sim-
onsen og føroyingar, sum
trúgva uppá landsliðið.
jh