leygardagur 18. oktober 1997síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A —iiieieei==zss Gói
Er
Nr. 199 — 18. OKTOBER 1997
tidindabladid
Hvi rædast øll Torsvøll?
Í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini hevur nógv verið tosað um eitt
mál: Tørsvøll. Sum so ofta fyrr, verður alt vavt saman, og soleiðis er Tórs-
vøllur vorðin blandaður upp í pensiónir, havnagerðir og mangt annað. Tí er
neyðugt her at koma fram vid nókrum upplýsingum, so løgtingid og øll onnur
skulu fata, hvussu málið um Tørsvøll veruliga hongur saman
Seinnu árini hevur verið
dúgliga tosað um at rudda
føroyskan politikk fyri tær
størstu ónollurnar, so sum
vina- og kenningapolitikk
og lokal áhugamál í yvir-
drivið mát. Men ikki sær út
til, at hetta hevur eydnast.
hóast stórar útskiftingar eru
farnar fram á politiska pall-
inum.
Besta dómi um tað hevur
verið løgtingsins viðgerð av
fíggjarlógini, har nógv tíð
er farin við tí eina evninum,
Tórsvelli. Men kortini eru
tað bert fáir av tingmonn-
unum, ið tykjast hava skilt
hetta mál rætt, og felags fyri
nógvar av hinum hevur ver-
ið, at teir hava vavt alt
møguligt annað upp í Tórs-
vøll
Tey løgnastu lokalmálini
eru saman við komandi
pensiónslóggávu og øllum
møguligum ødrum vavd
saman vid Tórsvelli, sum
var júst hetta mál størsta
forðingin fyri, at Føroyar
kunnu yvirliva enn eitt
fíggjarár
Summir av tingmonnun-
um hava tosað móti betri
vitan, meðan aðrir bert ikki
hava vitað, hvat teir hava
tosað um. Tað kann gera tað
sama, hver ger hvat, tí bæði
eru eins skeiv.
Tverturímóti er Torsvøll-
ur ein fløga, sum skal geva
føroyska samfelagnum
møguleikan at sleppa upp í
part, tá inntøkur kunnu
fáast henda vegin. Hetta eru
inmtøkur, ið bert koma
hendavegin, eiga vit eitt
gott og tíðarhóskandi lands-
stadion, og uttan eitt slíkt
stadion síggja vit ongantíð
eina krónu av hesum inn-
tókum
Eitt landsstadion
krevst
Eisini vita vit, at tað er med-
an jarnið er heitt, at smíðast
skal, og soleiðis er tað eisini
í ítróttarheiminum. Ikki
minst, tá talan er um at
fíggja ítrótt og ítróttarligt
virksemi, áttu tingmenn at
verið teir fyrstu at vita,
hvussu torførar umstødurn-
ar hjá føroyskum ítrótti eru.
Tað er eingin loyna, at
neyðugt er við tveimum al-
tjóða góðkendum grasvøll-
um í Føroyum, skulu vit
sleppa at vera vertir fyri al-
tjóða kappingum. Sum er
hava vit bert tann eina, og
yttan ein aftrat sleppa vit
ikki víðari.
Nevnast kann í hesum
sambandi, at í fótbólti
kunnu vit ikki hýsa ella
skipa fyri kappingum hjá
ungdómslandsliðunum, so
leingi bert ein grasvøllur er,
eins og vit uttan eitt full-
dugandi landsstadion ong-
an livandi møguleika hava
fyri at gerast vertir fyri
Oyggjaleikunum í 2005
Longu nú hava vit sæð,
hverjar figgjarligar møgu-
leikar tað hevur fyri før-
oyskan ítrótt, um umsteð
urnar eru á einari leið. Ser-
liga hevur fótbólturin ging-
ið undan, hóast ein menn
ing longur fram á leiðini
valla letur seg gera, verða
umstødurnar ikki eina ferð
fyri allar gjørdar so góðar.
sum kravið er alla aðra
staðni eisini
Meðan hóast væl og virð-
iliga skjalprógvaðu sann-
royndirnar omanfyri, ganga
tingmenn fram á rað móti
løgtingsins rødarapalli, har
teir kappast dúgliga um at
siga fólki tey ósannindi, at
allir aðrir trupulleikar í Før-
oyum kunnu loysast lætt
liga, bert vit ikki fáa Tórs
vøll. Samstundis hava teir
hver í sínum lagi ein langan
ynskilista við lokalum
áhugamálum, teir vilja hava
framd í verki fyri »allar
milliónirnar til Torsvøll«
Hesir tingmann fara allir
sum ein skeivir. Teir hava
ikki lisið uppá, og tí verður
úrslitið eisini hareftir, tá teir
fara at:úttala seg um tøl í
fíggjarlógini. sum teir einki
vita um
Nógvan pening til tað
almenna
Tað kostar sjálvandi ikki
einki at byggja Tórsvell,
men tað ber so sanniliga
heldur ikki til at siga, at
Tórsvellur gjøgnum fíggj-
arlógina leggur eina slangu
niður í landskassan
Studulin til Torsvøll, sum
nevndur verður í fíggjarlóg-
ini, snýr seg um 30% av
samlaða kostnaðinum av
Tørsvølli, sum er upp á 26,5
mió. krónur. Hesi 30%
svara til 7,95 mió. krónur.
sum landsstýrið mælir til at
lata yvir trý år, so Tórsvell-
ur fær 2,95 mió. krónur
árini 1998, 1999 og 2000
Men peningurin ferðast
ikki bert ein veg, tí afturfyri
henda stuðul kann Tórs-
vellur bara í sjálvari
byggitidini, sum er minni
enn trý ár - garantera tí al-
menna ikki færri enn 10,2
mió. krónur í inntøkum.
Fyrst er talan um 5,2 mió
krónur í MVG og 2,6 mió.
krónur í landsskatti, so
landskassin fær sín part
beinleiðis 7,8 mió. krónur.
Aftrat hesum gevur Tórs-
vøllur í kommunuskatti 2,4
mió. krónur av sær, sum
aftur at teimum 7,8 mió.
krónunum til landskassan
altso geva tí almenna 10,2
mió. krónur.
Verður stuðul landskass-
ans á fíggjarlógini upp á
7,95 mió. krónur tíkin av
hesi upphædd, er talan um
ein reinan vinning hjá
landskassanum upp á 2,25
mió. krónur - framvegis
bara sjálvari byggitíðini
Um Tórsvellur ongantíð
verður gjørdur, fær tað al-
menna ongantíð hesar inn
tøkur
Umframt hesi omanfyri
neyndu turru tel, kemur
Tórsvellur eisini at hava
onnur positiv árin á sam-
felagið. Arbeiðið at gera
vøllin gevur mongum ar-
beiði, so samlaðu lønarinn-
tøkurnar og annar kostnað-
ur í sambandi við bygging-
ina kastar av sær til sekund-
eru vinnuna sum heild
Tær lønir, sum fara at
verða goldnar í sambandið
við Torsvøll, svara til um
leið 60 ársverk, meðan ar
beiðið er í gerð. Hetta hevur
so sjálvandi eisini við sær
samstundis tað árin, at út-
reiðslurnar hjá ALS verða
lægri
Tí er tað heilt ófatiligt, at
løgtingsmenn í fullum ålv-
ara koma fram við, at Tórs-
vøllur skal kosta samfel-
agnum so øgiliga nógv, og
at hesin vellur forðar fyri
so nógvari aðrar menning
Høvdu teir dugað síni ting,
áðrenn teir bóðu um orðið í
løgtinginum, hevði tað
mesta ongantíð verið sagt,
sum hevur verið at hoyrt í
sambandi við Tórsvell á
fíggjarlógini
Nógvar síðuvinningar
Tórsvellur hevur nevniliga
so nógvar síðuvinningar,
sum koma øllum samfel-
agnum til góðar í síðsta
enda. Eitt tað besta dómið
er ferðavinnan, sum longu
frammanundan sær stórar
møguleikar í tí sannroynd,
at ítróttur er besta reklama,
Føroyar kunnu fáa nakra-
staðni. Og hetta er enntá alt
samalt ókeypis reklama
Triðjahvert = ferðafólk.
sum kemur til Føroya, kem-
ur higar i itrottarørindum,
og Tørsvøllur kann bert
økja um henda ferðafólka-
flutning. Somuleiðis kemur
Tórsvellur at hava við sær
vøkstur og økingar fyri At-
lantsflog, Norrønu, gisting-
arhús, matstovur, handlar
og onnur vinnurekandi,
umframt ferðaavgjald til
landskassan.
Ikki mugu heldur gloym-
ast tær inntøkur, føroyskur
ítróttur kann fáa av Tórs-
velli. Møguleikarnir hjá eitt
nú FSF og lokalu feløgun-
um at vera við á hægsta
stigi økjast í stórum, tå
Tórsvellur er veruleiki, og
harvið økjast eisini inn-
tøkumøguleikarnir. Aftrat
øllum hesum koma so eisini
sjónvarps- og stuðulsinn-
tøkur av ymsum slag.
At geva ítróttinum ein
verdugan karm mátti verið
ein heiður hjá okkara høga
tingi, tí einki hevur sum
ítróttur gjørt Føroyar kend-
ar. Og ikki kendar fyri
kreppur, skuld ella annað,
men kendar fyri tað góða,
so væl sum okkara ítróttar-
fólk ferð eftir ferð hava um-
boðað okkum
Fleiri av tykkum, sum sita
á tingi, eru ítróttarfólk ella
fyrrverandi ítróttarfólk, um-
framt at tey flestu tykkara
eiga børn, ommu- ella
abbabørn, sum íðka ítrótt
og kanska einaferð skulu
vera við í fremstu rød.
Hjá tykkum átti tað er við
serliga lætt at skilt og sæð,
at Tórsvellur er ein fram-
tidariløga, ið kanska røkkur
53 ár fram í tíðina, so ung-
dóminum øll hesi komandi
ár verða skaptar bestu um-
støður
Eisini mátti tað verið
áhugavert hjá tykkum, bæði
kvinnum og monnum á
tingi, at verið við til at vist
umheiminum eina góða
síðu av landi okkara: Nevn-
iliga, at her býr eitt raskt
og virkið fólk, sum íkki
smædist burtur, hóast kapp-
ing er við stórar tjóðir.
Vónandi kunnu hesar
reglur sannføra tingmenn
okkara um, at Torsvøllur
ikki er nøkur forðing fyri
menning i Føroyum, men
beint øvugt er ein fløga í
framtíð og ungdóm, sam-
stundis sum Tórsvellur
longu í byggitíðini kastar
meira av sær til landskass-
an, enn tær 7,95 mió. krón-
urnar, nevndar eru á fíggj-
arlógini.
Tað kann ikki bera til, at
tingmenn ikki skulu duga
at síggja virðið í einari
ílegu, sum longu frá fyrstu
løtu er við til at geva yvir-
skot og kærkomnar krónur
í landskassan. Tí eigur
Tórsvellur at fáa nevnda
stuðul frá tí almenna, sum
uttan Tórsvell kann gloyma
alt um nógvar milliónir, ið
annars vildu gjørt tað lætt-
ari at stjórnað hesum landi.
Heðin Mortensen
stigtakari til Torsvøll
23
SKIP TIL SØLU
Komb. nótabát ur sé tro
Brýr longdur: 1975 Noregr
Stødd 37 5x76x43m
Havuðsmaskina: 1400 HK Caterpillar (3512) frá 1997
Hjålpimaskinari: 1 x Volvo 320 HK frá 1985 og ! x Ford 80 HK (yvirh. 1991
Siðuskrúvur x 105 HK F og 1 x 200 HK A
Deksútgerð 22 ts Karmøy spæl, 14" Karmøy fiskapumpu. | x 10 ts netatrumiu
Elac net-sondara, nýggja Desmi cirkulationspumpu tå frysting
Lastarumd 400 com
Prisur 900 000 GBP (umleið 9,8 mio. kr
Skipið er væl útgjart á brúnni við nýmótans tólum og fleiri deilir eru frá 1985/1987 og
nyggjar Í
Slag Komb. nótabátur og trolar
Bygður 1981 í Háland
Stødd 533x95x55m
Klassi Uoyds A! íklassaður í 1996
Hevuðsmaskina. 4000 HK MAK (frá 1993
Hjálpmaskinari. 3 x Caterpillar (1 nýggjur 1996
Siðuskrúvur 2 x 240 HK, Brunvol
Deksútgerð 3 x 50 ts Karmøy spø
Lastarumd 1000 cbm
Prísur 35 mio. kr
Skipið er væl útgjert og seinastu
skift út við nog.
Siag Frystitrolar
Bygður 1987 Nor
Stødd 570x 130x58m
Klassi DNV +1A1, Stem tramer, ice c, EO, Last SS 3/1997
Høvuåsmaskina: 3300 HK Bergen Diesel við 850 RPM
Hjålpmasknari 1 x 325 KW, Mercedes
Deksútgerð 2 x 28 ts trolspøl, Brattvåg
Frystorka 50 ts / 24 timar
Lastarumd 1000 cbm
Prisur 63.0 mio. kr
Skipið er annars væl utgjørt í allar mátar
3 árini eru 90% av maskinari og elektriskum tólum
Slag Feskhiskatrolan
Bygður 1983, Týsklandi
Stadd 348x96x45m
Klassi GL +1A1, Fishing vessel + MC E AUT
Høvudsmaskina: 1000 HK DEUTZ Diesel SBVEME2B
Deksutgerå 2 x 10 tons hydraulisk trolspe!
Lastarumd 200 cbm i tvemum rúmum við køling
Prisur 10.0 mio. kr
Slag Flaka-Arystitrolan
Bygður 1990 Pi
ass Loyds Register +1A1. Stem Trawler, LMC. ice II
Stedd 352x90x63m
Hovuðsmaskina. 1870 HK Stork / Wartsila Diesel (frå 1994
Hjålpmaskinan: 1 x 412 HK Caterpillar + 2 generatorar
Siduskruva 1 x 200 HK Brunvoll
Deksútgerð 2 x 26 ts trolspøl - all spøl hava RAPP hydr. skipan
Lastarumd 185 cbm
Prísur 29-30 mio. kr
Trolann er sera væl útgjørður bæði á brúnni og í verksmidjuni, og sigst at vera
góðum stand
Slag Flaka-trystitrolan
Bygður 1975 Noregi / umbygdur og sandblåstur 1995
Si Lioyds +1Å1, Stem Íramler (s.s. 1996)
Stedd 430195x51m
Høvuåsmaskina 1600 HK MAK BM451
Hjálpmaskinar 2x 261 HK. VOLVO Penta + 2 x generatorar
Deksutgerå 2x 19 tons Brattvaag trolspøl D1 A10 + auto-trol skipan, syndro
100
540 tons
* i 18.0 mio Er
rolanin er sera væl utgjørdur á brúnni verksmiðjuni at vera í
góður stur og | og sigst
Um tygum ynskja fleiri upplýsingar um omantyrinevndu skip, eila um tygum
ynskja at annað slag og stedd av skipi, eru tygum vælkomin til at ringja
ella skriva til skkum. Tað verður seg at keypa og/ella leiga fiskiskip, farmaskip,
supply-ella stand by skip, NUNA RIGT FFYORU OP" DST
? Sp/f Tor Shipping
Niels Finsensgøta 23
Box 1252, 110 Tórshavn
Tlf. 18531 Fax 19369
Elding søkir eftir
LÆRLINGI
Til handil okkara søkja vit eftir handilslærlingi
at byrja skjótast tilber
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi lærupláss í
einum handli, sum selur nøkur av heimsins
kendastu merkjum innan hvitvørur, radio- og
sjónvarpstól
Tað er ein fyrimunur um tú hevur FHS og/ella
hevur arbeitt við teldu
Lærutíðin er 2 ár
Umsóknirnar skulu sendast við prógvum og
viðmælum til Elding, Box 1289, ! 10 Tórshavn,
Att gu E Winther