Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. oktober 1997síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 186 — 1. OKTOBER 1997 tíðindablaðið SOS Bankakanningin nervar ikki samstarv okkara Sigur Ebbe Lundgaard, danskur mentamálaráðharri, ið var á stuttari vitjan í Føroyum um vikuskifti EIRIKUR LINDENSKOV Mær dámdi sera væl film in um Barbaru. Mær dámar væl slíkar róligar, episkar frásagnir, sum inn ímillum eisini eru skemtingarsamar Hetta sigur danski ment amálaráðharrin, Ebbe Lundgaard, tá Sosialurin hitti hann í matstovuni á Sjómansheiminum mána morgunin, beint áðrenn hann skuldi fara aftur til Danmarkar Ebbe Lundgaard leggur skemtandi afturat, at mót sætt vanligu best umtóktu filmunum, so vóru ongar biljagstranir í Barbaru Hetta er fyrstu ferð, Ebbe Lundgaard vitjar í Føroy um, men hann er sannførdur um, at hann kemur aftur til Førova Eg kenni eisini nakrar føroyingar frå mini tíð sum háskúlastjóri á Brandbjerg Højskole, sum liggur við Vejle Ebbe Lundgaard sigur, at einir tíggju føroyingar hava verið har, meðan hann var skúlastjóri, og at hann sunn udagin hevði vitjan av fýra teirra Ebbe Lundgaard er ikki gamal í garði sum politikari Hann tók við á nýggjárinum við sum nýggju mentamála ráðharri, tá danski mið flokkurin tók seg úr stjórn ini. Poul Nyrup Rasmussen umskipaði tá donsku minni lutastjórnina. sum er sett saman av Javnaðarflokki num og Radikala Vinstra flokkinum, sum Ebbe Lundgaard umbodar Men hann er kortini ikki heilt óroyndur í politikki Hann hevur drúgvar royndir sum kommunal- og amt ráðspolitikari. Men í lands politikki er hann so gott sum nýggjur, hóast hann eitt skifti í 1993/94 var limur í fólkatinginum Saman við Ebbe Lund gaard við kaffiborðið á Sjó mansheiminum hendan morgunin er eisini føroyski starvsbróðir hansara, Sámal Petur í Grund. Hóast talan er um fystu vitjan Lund gaards í Føroyum, so hava teir báðir hitst fleiri ferðir áður Norðurlendsku menta málaráðharrarnir = hittast javnan á fundum, har teir tosa um felags viðurskifti, um tað, ið fyrifertst á ment anarøkinum í Norðurlanda ráðnum o. s. fr Og gongur tað, sum vit ætla, so komi eg aftur til Føroya í juni, sigur Ebbe Lundgaard Ti vit hava bid um, at næsti norður lendski ráðharrafundurin i juni verður hildin i Føroy- um, sigur hann Såmal Petur i Grund visir å, at teir bådir starvsbrød- urnir starvast á jøvnum før tí mentamål hava øll árini verið føroysk sermål - og tí rædur danska mentamåla- ráðið ikki yvir vidurskift um, sum Sámal Petur í Grund umsitur í Tinganesi Men tá vit tosa um banka i Mind: Jens Kristian Vang Sámal Petur i Grund, og danski starvsbróðir hansara, Ebbe Lundgaard kanning, og um kølnadu vidurskiftini Danmarkar og Føroya millum, ger danski mentamálaráðharrin greitt, at hann ikki er við í við gerðini av hesum máli Sum limur í sjórnini verði eg sjálvandi kunnaður um málið, men tað eru løg- málaráðharrin og forsætis ráðharrin, ið taka sær av hasum málinum Annars vísir Ebbe Lund bjerg á, at bankamálið sum so ongan týdning hevur fyri mentanarligu vidurskiftini millum Føroyar og Dan mark Bankakanningin nervar ikk: samstarv okkara, sigur Ebbe Lundgaard - Tit fáa einar 5- 6 milliónir í Tips- og Lottopengum | Í oktober fer danski mentamálaráðharrin at leggja fyri F'ólkatingið lógaruppskot um, at Føroyar fáa allan tips- og lottopeningin, føroyingar spæla fyri, í einum blokki, so føroyski myndugleikar sjálvir kunnu býta út peningin til mentanarlig endamál EIRIKUR LINDENSKON Eitt tað fyrsta málið, eg fari at leggja fyri Fólkating ið í oktober, verður málið um at fáa føroyingum Tips og Lottopengarnar í einum blokki Tað sigur Ebbe Lund gaard, mentamálaráðharri Hann sigur, at uppskotið er um at verða klárt at leggja fyri Fólkatingið Talan er um eina end urskoðan av lógini. Tann parturin av yvirskotinum sum føroyingar spæla fyri, skal gjaldast aftur til ment anarlig tiltek í Førovum Ebbe Lundgaard sigur. at talan verður ótvað um eitt tal, sum fer at liggja millum fýra og seks milliónir krón ur. Skipanin hevur verið so leiðis, at søkjast skuldi um pengar í hverjum einstókum før, men hendan skipanin er ov tvørlig, tí verður nú lógin broytt soleiðis, at før oyingar fáa allar pengarnar í einum. fyri síðan sjálvir at býta teir út ul mentanarlig tiltøk Såmal Petur i Grund fegnast sjålvandi um hetta og heldur fyri, at pengarnir koma á eitt turt stað Grønlendingar spæla eis in lotto, men hverki før oyski ella danski mentamál aráðharrin halda, at føroy ingar fara at spæla eins nógv og grønlendingar, sum spæla fyri 10 milliónir krón ur um ánð Mánadagin ljóðaði at fyroyski fólkatinslimurin Oli Breckmann hevur kært ul skattamálaráðið um tip og lottopengarnar. Men sum Sosialurin skilir, so er málið longu loyst, áðrenn Oli Breckmamn ger vart við tað tað skal bert samtykkjast í fólkatinginum Ebbe Lundgaard er klár- ur við uppskotinum, sum fer at geva førovingum tips- og lottoepngarnar - i einum blokki