leygardagur 4. oktober 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 4. OKTOBER 1997
Nr. 189 - 4. OKTOBER 1997
Fróðskaparsetrið hevur eftir uppskoti
frá Føroya Tannlæknafelag skrivað út
ritgerða- og savningarkapping undir
heitinum >Tannasjúkur og tannarøkt«.
Freistin at lata inn tilfar er sett til 1.
august 1998. Gjøllari upplýsingar
fáast á Fróðskaparsetrinum
Tannlæknin man ivaleyst
vera tann persónur, ið hevur
verið atvoldin til størst
ræðslu og hevudbrýggj
millum manna. Í dag kunnu
vit sum heild siga, at hetta
er broytt nógv til tað betra
Tannlæknarnir eru vorðnir
fleiri, útbúgvingin munandi
betri, og tøkniligu framstig
ini hava verið til stóran bata
fyrst av øllum fyri >sjúk
lingin«
Tað eru ikki meira enn
gott 50 ár síðan, skipað
tannarøkt byrjaði av álvara
í Føroyum. Aðrenn ta tíð
máttu fólk hjálpa sær sum
frægast, tå tannapfnan her)
aði. Men fyri o.u. 150 árum
síðan, vita vit, var tanna
sjúkan »brendar tenn« mest
sum ókend hjá okkum
Í tókum tíma
Tannasjúkur og tannarøkt er
eitt líuð granskað oki í Før
oyum. Hetta er tí eyðsýnt
evni til eina ritgerða- og
savningarkapping, har ser
ligur dentur verður lagdur
á at fáa lýst ein so stóran
part av tannheilsusøgu okk
ara, sum gjørligt er
Millum okkum eru fólk
sum hava upplivað tíðina tá
fyrstu útbúnu tannlæknarnir
komu til landið við eitt nú
traðkiborimaskinu. Fyrstu
virkandi tannlæknar í Før
oyum liva enn, og bæði teir
og fólk annars hava nógvar
royndir og hendingar at
minnast aftur á. Tað er
kanska í tókum tíma, at vit
eru farin at hugsa um at fáa
fest á blad »tannasøguna«
Tvær yrkingar eftir Hølderlin
Er ikki heilagt mær hjartað?
Um ritgerða- og savningarkappingina 1997-98:
Søgan um tenninar
Brot år farnum tidum
Í greinini »Tå tannlækni
kom á Tvøroyri« (Diml. 31
mai 1997) skrivar Axel
Mortensen m.a. um við
gerðina ímóti tannapinu
Hetta var síðst í 1920-num,
tá bretin Arthur Brend ar
beiddi sum tannlækni í Før
oyum: >Borurin varð drivin
við fótatraðki El-ljósið
kom á Tveroyri 1928
Tannapínan var tá á døg
um ein sonn plága, og ofta
kom pinan um náttuna. Ein
astu ráðini vóru at balla ull
int plagg um kjálkan, men
tað gjørdi íkki stóran mun
altíð. So var at koyra vatt
upp á ein svávulpinn og
dyppa hann í akvavit og
smyrja upp á tonnina. Teir
gomlu søgdu ofta, at teir
vóru byrjaðir at skráa fyri
tannapínu og sluppu av við
hana so hvert sum teir hildu
á at skráa, men seinasti út
vegurin var at trekkja Ut. «
Og hann heldur fram
»Nogv varð tosað millum
óvitar, áðrenn Kaaber kom
suður, hvussu ræðuligt hetta
var, at hann fór at bora, ser
liga í framtenninar, og tá
hann fór at nervaviðgera
tenn, tá nervin ikki var
deyð, og ringdi seg upp eftir
nålini, sum ein slanga.<
Nógvir møguleikar
Í sambandi við eina ritgerð
ella annað innsavnað tilfar
kundu brot sum hesi verið
brúkt at:arbeitt víðari við
Eitt, sum telur nógv í hesum
sambandi er at fáa eldri fólk
at greiða frá hendingum,
sum tey minnast aftur á tá
talan er um tannsjúkur og
tannarøkt, og festa hetta á
blað ella band. Eldri fólk,
sum hava hug at vera við í
Er ikki heilagt mær hjartað, av fagrari lívi á tremur,
nú tá id eg man elska? Hvi virdu tit meir hinar dygðir,
tá ið eg stoltari var og orðfremri og tómur?
Fjøldin man fagna tí orði, ið rópast um stræti og geilar,
trælurin virða man bert tann, ið útinnir sítt vald;
og tað guddómliga síggja bert tey, ið guddómlig eru.
Veit henni, holli andi
Veit henni, holli andi, av fylling …tømandi blómur,
veit henni higar á fold ævigan blómandi ungdóm!
Sveipa í tínari gleði hana, so ei hon sær tíman,
har hon eina og fremmand, hin fagrasta fagra, man liva,
til hon umsíður í landi og dýrd teirra sælu skal fevna
systrarnar blaðu, sum alsknar á døgum Phidiasar ráddu.
66
»
Fyrsta tannlæknarøntgen í Føroyum
kappingini, kunnu eisini
sjálv royna seg við penni-
num ella bandupptakara-
num. Eisini kundi verið
hóskandi at tíkið evnið upp
í skúlunum, har t.d. ein heil-
ur skúlaflokkur ella partur
av honum stendur fyri rit-
gerðini ella tí innsavnaða
tilfarinum. Møguleikarnir
eru sum skilst nógvir
Ritgerð ella savning
Ritgerðarkappingarnar hjá
Fróðskaparsetrinum eru
vanliga eisini savningar-
kappingar. Og soleiðis er
eisini í hesum føri, nú talan
er um at skriva ritgerð og/
ella savna inn tilfar í sam-
bandi við tannasøguna. At
meta um innkomna tilfarið
verður sett ein dómsenvnd,
sum eisini tekur stóðu til,
hvussu virdislønirnar verða
býttar.
Fróðskaparsetrið vil eftir
førimuni leiðbeina teimum,
ið kundu hugsað sær at ver-
ið við í kappingini. Ahugað
kunnu venda sær til Seturs-
skrivstovuna, Handan Á $,
100 Tórshavn, tel. 15302
130 handrit
Síðan Fróðskaparsetrið
byrjaði at skriva út r:tgerð-
arkappingar í 1970 hava
verið 24 ymisk evni at
kappast um. Fleiri enn 130
handrit/savningar eru kom-
in inn, og samanlagt eru
latnar uml. 100.000 krónur
í virdislønum umframt aðr-
ar heidurslønir, eitt nú bøk-
ur og tílíkt. Støddin á virðis-
lønunum verðir í mun til
dygdina og mongdina av
ritgerðum, ið verða latnar
inn. Tað mesta, ið er latið
fyri einstaka ritgerð er 6000
krónur