Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. oktober 1997síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nú er hann so aftur á skránni. Tórshavnar Jazz, Fólka- og Blues- festivalur, sum man vera ein gamal kenningur hjá mongum, hóast hann eins og Nordurlanda- húsið enn eru annåringar Men hetta setir eisini sin dam á høvunuosstavin I ar. Brandur kann bæði skjóta og blása startskotið til Tórshavnar Jazz. Fólka- og Blues- festival av Nr. 189 - 4. OKTOBER 1997 Fjúrtandi festivalurin Kagar ein i søgubøkurnar hjá Norðurlandahúsinum, man Jazzfestivalurin, sum hann vanliga verður neynd- ur millum manna, vera tað tiltakið, ið fyllir eina mest í vavi millum tær mongu minniligu løturnar, sum hýstar eru undir hesi norr- ønu flagtekjuni millum ár g dag. Norðurlandahúsið »g henda afturvendandi mu- sikkstevna eru nevniliga so at siga javngomul, og var festivalurin eitt fast vitjun- arstað hjá mongum í au- gustmánaða. Í ár verður hann tó í døgunum 15.-18 oktober, og hesaferð er tað aftur Brandur Øssursson, ið er aðalkraftin. Men hóast lopið verður í álmanakka- num, hevur hetta ikki mink- að áhugan fyri stevnuni Tverturímót. hava fyrireik- ararnir fingið nógvar fyri- spurningar, og gravgang- urin eftir atgongumerkjum byrjaði longu uttan tey heilt stóru lysingatiltøkini, og áðrenn tær ofta munadyggu umrødurnar hjá fjølmiðlu- num rættiliga fóru í gongd Heystfrítíðin Ein orsøk til ur.dirtøkuna er ivaleyst heystfrítíðin, sum eisini er í hesi vikuni, so at tað eisini liggur fyri hjá ødr- um enn havnarfólki at fara í Norðurlandahúsið. Men ikki minst er festivalskráin í ár spennandi, áhugaverð - og fjølbroytt. Ofta hevur nevniliga verið havt á munni, hvat hesin og hasin høvdu at gera í »jazzhøpi«, men tó hava fá megnað at definera ella hættað sær at sett nakran í bás. Jazzur er nevniliga tónleikur, ið ong- antíð hevur sligið seg til tols við tey náddu málini, og úrslitið hevur verið, at hetta musikkslagið gjøgnum tíð- irnar eisini hevur fingið sín- ar egnu undirgenrur. Sein- astu árini kanska serliga við rákum úr Europa. Nóg mik- ið um tað á hesum sinni, men sum Duke Ellington nøkurlunda orðaði tað, kundi hetta orðið, jazzur, rúma nógvum. Jazzgonga Og tað ger Torshavnar Jazz, Fólka- og Bluesfestivalur eisini í ár, á sín egna hugna- liga hátt. Hann byrjar nevni- liga við eini jazzgongu við sonevndum happyjazzi úr miðbýnum niðan í Norður- landahúsið, sum Føroya Bjór Jazz Brass Band við Kesser Nielsen tekur sær av Vanliga kallar hetta orkestr- ið seg Hillerød Brass Band, og eru hesir 21 menninir eisini kendir fyri sínar ser- merktu og skemtiligu fram- førslur, sum nú altso skulu seta dám á tann føroyska høvudsstadin Sum sagt hevur jazzurin ment seg nógv í hesi øldini, og sama kveld er eisini høvi til at hoyra finska bólkin EQ saman við Jukka Linkola spæla elitujazz, og fyrireik- ararnir dylja ikki, at her er talan um tilfar á høgum stødi, sum av gjørt er vert at viðmæla. Men navnið, ið áhoyrar- arnir helst hava kosið sum høvudsnavn hetta kveldið, er Hanne Boel, ið eisini er fløguaktuell við tí nýggju „Silent Violence<. Men annars hevur hon 6 útgávur á baki sum solistur, ið til- samans eru seldar í tveim- um milliånum eintøkum Av teimum varå tann fyrsta í rødini produserad av Ola Poulsen Yvirhøvur eitt kvøld vid altjóða stødi og óivað listar- ligum upplivingum Gospel Hóskvgldið 16. oktober verður ivaleyst ein fragd hjá gospelelskarum, men fyrst á pallinum eru jazzkvintett og strúkikvartett. Hetta »samtakid«, ið kallast Embla, framførir bílagda verkið, >Út, út, út<. Tað er ikki júst biløgd verk, ið jazzfestivalurin hevur borð- reitt við undanfarin ár, men hesaferð er tað so fallið tí hálva fuglfirðinginum, Niels Præstholm, í lut at komponera til festivalin 1997. Á skránni hetta kveldið verður eisini føroyski trí- bólkurin JazzOasis, ið spæl- ir nútímans jazz við rótum í bebop og fusión. Teir tríggir Edvard N. Debess, Jónleif Joensen og Herluf Liitzen munnu teljast millum bestu tónleikarar á hesum økinum í Føroyum, og við teirra akustisku framførslum, ið bert eru ravmagnadar vid hjåveruni av mikrofonum, hava teir onkuntíð fingið skoðsmálið >at spæla dei- ligan og intelligentan< mu- sikk Sum sagt verður serliga stórur dentur lagdur á gos- peltónleik håskvøldid, og føroyska umboðið verður eingin annar enn Magni Christiansen, sum við síni nýggju útgávu, »Her glaður eg ferðist<, rættiliga hevur vunnið sær fótafesti á gos- peltindinum í Føroyum Etta Cameron og verkskeið Men konsertsalin hetta kveldið eigur Etta Came- ron, sum umframt at fram- føra saman við pianistinum hjá sær, eisini fær stuðul frá føroyskum kóri. Ætlanin er nevniliga, at konsertin skal vera úrslitið av eini work- shop, sum Etta Cameron skal taka sær av á Lærara- skúlanum frá 14. til 16. ok- tober. Verkskeiðið er al- ment, og luttakararnir verða bólkaðir í røddir Men umframt gospel skeið, verða eisini work- shops við kompositi6ns- og instrumentalskeiði við Jukka Linkola og blues work-shop vid Jørgen Lang å skrånni, og tilmelding fer fram í Kunningarstovuni í Havn Urslitid av bluesverk- skeiðnum verður framført fríggjadagin 17. oktober. Tá vera aftur glaðir, traditio- nellir tónar við Føroya Bjór Jazz Brass Band og Kesser Nielsen umframt eitt sera áhugavert føroyskt ískoyti á skránni. Talan er nevniliga um eina dupultkonsert við Hanusi Johansen og Lenu Andersen og hennara bólki