mikudagur 5. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 210 - 5. november 2003
Nr. 210 - 5. november 2003
11
Ikki hevur enn verið tað nógva orðaskiftið í kjalar-
vørrinum á teimum seinastu hendingunum í Norð-
urlandaráðnum um sjálvstøðugan føroyskan lima-
skap. Í blaðnum í gjár ger m.a. eitt av løgtingsum-
boðunum í ráðnum, formaður Javnaðfloksins sínar
viðmerking til gongdina í hesum máli. Tað er
neyvan nakar, sum ivast í, sum hann eisini ger vart
við, at spurningurin um sjálvstøðugan føroyskan
limaskap í Norðurlandaráðnum má fáast aftur á
beint. Við hesum verður sipað til, at danski for-
sætisráðharrin hevur gjørt vart við, at grundlógin
forðar fyri sjálvstøðugum limaskapi her og nú.
Alt bendir á, at Føroyar rúma tíð framyvir verða
verandi undir danskari grundlóg, hóast Tvør-
oyrarskjalið í roynd og veru merkir, at mestsum øll
málsøki gerast førosyk burturav. Hetta, at lands-
stýrið undir verandi statsrættarligu støðu søkir um
fullan limaskap, kann tí bert merkja, at landsstýrið
eisini hevur hesa áskoðan. Um ikki so var, hevði
ein bíðað eftir fullveldinum. Málið um sjálv-
støðugan føroyskan limaskap má loysast eftir
øðrum leisti enn tí, sum landsstýrið hevur skorið.
Hetta merkir, at farast má eftir broytingum í
Helsinkiavtaluni. Helsinkiavtalan er ein avtala
millum tey fimm norðurlondini um politiskt
samstarv innan eina røð av økjum. Men avtalan er
bert galdandi fyri suverenar statir. Spurningurin er,
um hetta er rímiligt, soleiðis sum tjóðskaparliga
politiska myndin sær út í Norðurlondum í dag við
fimm suverenum statum og væl fleiri tjóðum. Her
eru íslendingar, danir, sviar, normenn, finnar,
álendingar, føroyingar, grønlendingar, samar,
týskarar og ein hópur av etniskum minnilutum.
Norðurlendsku kortini eiga at verða blandað av
nýggjum.
Tað, sum landsstýrið tí eigur at gera, er at fáa sær
undirtøku í uttanlandansnevndini fyri einum
nýggjum diplomatiskum átaki. Hetta átakið eigur
at miðja ímóti at fáa londini til at broyta Helsinki-
sáttmálan soleiðis, at allar norðurlendskar tjóðir
kunnu gerast sjálvstøðugir limir í Norðurlanda-
ráðnum, samstundis sum etniskir minnilutar fáa í
minsta lagi eygleiðarastøðu. Hetta hevði kunnað
loyst aktuella knútin. Hetta modellið hevði kunnað
loyst ein tann størsta trupulleikan hjá Norður-
landaráðnum nevniliga spurningin um samisku
umboðanina og spurningin um aðrar tjóðskapar-
ligar og etniskar minnilutar. Landsstýrið eigur at
venda sær til øll tey fimm stóru norðurlondini og
vinna sær undirtøku fyri sínum rættvísiskravi. Í
hesum máli eiga allir føroyingar stuðla lands-
stýrinum og tað fara teir ivaleyst eisini at gera.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Limaskapur aftur á beint
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Lisbeth L. Petersen
Sambandsflokkurin
Ongin ivast í, at nógv
gongur fyri seg í løtuni á
politiska
"verkstaðnum"
hjá
varaløgmanni,
for-
manni Tjóðveldisfloksins,
og Høgni Hoydal er sera
produktivur maður, men
hvat er tað, hann nú fæst
viðð
Ja, langt er frá orði til
gerð, tá vit minnast lyftini
um opinleika, klokkuklárar
mannagongdir o.s.fr. bert
fyri at nevna einkult dømi,
fyri ikki at tala um for-
maningarnar
til
aðrar
flokkar móti útspilling, ið
var so niðurbrótandi fyri
samfelagið, tí vit onnur
máttu vísa sakligheit !!
Sami maður smæðist ikki
fyri samstundis at tosa nið-
urgerandi um "sambands-
flokkarnar", har hann helst
meinar við andstøðuna, ið
samb. honum bidda pengar
frá dønum at keypa sær
atkvøður og vinir fyri!
Varamaður
hansara
smæðist heldur ikki fyri á
røðarapalli Fólkatingsins at
fortelja dønum um sínar
egnu landsmenn, ið samb.
honum
selja
seg
fyri
mammon !
Opinleikin
Opinleikan hava vit sæð
sera lítið til seinastu tíðina,
burtursæð frá nógv um-
rødda filmin um Høgna
Hoydal, ið umsiting Høgna
Hoydals hevði goldið fyri,
fyrst
við
pengum
frá
Sjálvstýrisfyrisitingini og
seinri frá Mentamálaráð-
num, har Høgni Hoydal
sjálvur sat. Hann hevur
eisini harmast um, at leik-
stjórin (ið annars eigur rós
uppiborið fyri sítt fakliga
avrik ) ikki slapp við til
tættastu samráðingarnar á
sinni, tí so høvdu vit longu
havt fullveldi.
At føroyingar samstundis
sótu heima og onki máttu
vita, tí alt var í trúnaði, tað
harmar hann ikki.
Yvirtøkulógin
Nú má ongin heldur vita,
hvat gongur fyri seg við
nógv umrøddu yvirtøku-
lógini! Ja, tá er lættari
aftaná at koma og siga, at
danir eru ómøguligir og
halda føroyingum fast við
síni jarnhond !
Samstundis kann hann so
berjast móti peningastovn-
unum og reka vinnupolitikk
herheima, tí tað hevur hann
maktina til, hóast sjálvt
hansara egnu samstarvs-
felagar høvdu málið til
viðgerðar í nevnd. Hvat
andstøðan meinti, hevur als
ikki hansara áhuga.
Og hvør minnist ikki
málið um navnalógina, sum
honum ikki dámdi?
Varamaður hansara á
Fólkatingi rekur fyri seg
sjálvan og saman við Grøn-
landi føroyskan loysingar-
politikk, sum løgmaður
onki veit um, og sum skal
flyta okkum vestureftir,
burtur frá Danmark.
Skal hetta halda fram? Ja,
tað er upp til samgongu-
flokkar Tjóðveldisfloksins.
Alt meðan Høgni Hoydal
á
verkstaðnum
smíðar
fjaldar dagsskráir, tí tað er
helst tað hann fæst við.
Fólkið kann bert gita, tí
tey fáa onki at vita.
Finnleif Guttesen
býráðslimur á Tvøroyri
Verandi uppskot og tíðar-
freist, at leggja barnavernd-
arøkið út á kommunurnar,
er tann reini ørskapur.
Undirtøkan av upp-
skotinum er ikki stór.
Føroya kommunufelag sig-
ur, at tølini í uppskotinum
eru ikki nøktandi fyri at
gera sær eina rætta meting
av, hvat økið kostar í dag og
frameftir.
Kommunusamskipan
Føroya sigur, at tann fíggj-
arligi parturin er sera ó-
greiður og tekur ikki undir
við uppskotinum, áðrenn
greið semja er fingin um
fíggingina, og full semja er
millum land og kommunur
um fíggjarliga leistin.
Løgmálaráði mælir til, at
lógaruppskotið ikki verður
sett í gildi, fyrr enn komm-
unurnar hava havt tíð til at
laga seg eftir broytingunum
í uppskotinum.
Almannastovan, heilsu-
systrar, og føroyskir sálar-
frøðingar halda at barna-
verndarøkið skal verða ein
landsuppgáva.
Vísur vøddar
Landsstýrismaðurin er ikki
førur fyri, at fáa eina semju
við kommunurnar og sigur
tí, at einki endamál er við
framhaldandi royndum, tí
máli skal avgreiðast áðrenn
1. januar 2004, sjálvt um
tað kann raka og skaða
børnini.
Hendan niðurstøðan vís-
ur bert, hvussu maktgirndin
hevur tikið yvirhond hjá
landsstýrismanninum
og
tað kunnu vit bert harmast
yvir og vera á varðhaldi
fyri.
Hundraðtals bý- og
bygdaráðslimir
Landsstýrismaðurin sigur
at
Kommunusamskipan
Føroya og Føroya Komm-
unufelag ynsktu, at barna-
verndarøkið skuldi verða
kommunal uppgáva. Tað er
stýrini,10-12 fólk, í hesum
felagsskapum, sum hava
fráboðað hetta ynski.
Eg yvist stórliga í, um
teir hundrað tals bý og
bygdaráðslimir, sum ikki
eru í stýrinum fyri komm-
unufelgsskapinar, eru eftir-
spurd í hesum málið og
taka undir við tí.
Onkur má steðga manninum
Fjaldar dagsskráir
Jóannes Eidesgaard
So komu teir allir kropp á
kroppi - eitt úrvalslið av
skilafólkum
so
sum
spinn-doktarin á Christ-
iansborg, rithøvundurin,
fólkalívsfrøðingurin
og
uttan iva fleiri og ikki at
gloyma nøkur av fjøl-
miðlafólkunum,
sum
heldur ikki skiltu boð-
skapin. Heldur enn at
skilja
samanberingina,
sum brúkt varð, so valdu
tey eina aðra samanber-
ing, sum hóskaði teimum
so væl, at hon kundi
brúkast
afturímóti.
Knappliga sóu tey eitt
høvi at negla ein ávísan
politikkara til krossin.
Ikki fyri tað, hon segði,
men fyri tað, hon als ikki
segði. Tí kom Ólavur
Rasmussen í tøkum tíma
við sínum íkasti til kjakið,
sum
sambært
honum
sjálvum var endað í ein-
um gruggutum dunnu-
hyli. Uttan at vera samd-
ur í øllum, hann skrivar,
so eigur hann tøkk fyri at
hava givið orðaskiftinum
eitt neyðugt "lyft" rætta
vegin.
Hvørji eru politisku
amboðini?
Í politikki er ikki so nógv
amboð. Vit hava ikki ein
fullan amboðskassa við øll-
um hugsandi amboðum. Vit
hava bert "orðið". Vit hava
talaða orðið, skrivaða orð-
ið, og vit hava dagliga kjak-
ið. Tí er tað so umráðandi,
at orðini verða vald skila-
gott og við umhugsni. Tað
ræður jú um at fáa onnur at
taka undir við tí, tú sigur
ella skrivar. Í so máta líkj-
ast størvini, sum prestar og
politikkarar hava. Amboðið
hjá presti er monologurin
og dialogurin millum hann
og meinigheitina, og am-
boðið hjá okkum er mono-
logurin og dialogurin mill-
um okkum og veljararan.
Til tess at geva orðunum
meira vekt, enn orðið í sær
sjálvum hevur, so verða
ymiskir
hættir
brúktir.
Samanberingar og mynda-
tala eru mest brúkt. Onkur
oysir um seg við citatum frá
kendum fólkum. Ymiskt er,
hvussu hetta eydnast hjá
okkum, men nakrir eru
meistarar til slíkt. Eg plagi
vanliga at siga, at bestu
fortreytir fyri at kunnu sláa
ígjøgnum
í
politiskum
orðastríði hava fólk, sum
kenna til Bíbliuna og
kvæðini. Tí var tað ikki av
tilvild, at Johan Nielsen var
ein meistari til at frambera
sín boðskap uttan mun til,
um tað var í kirkju ella á
politiskum fundi. Hann
brúkti ofta myndir, sum
vóru úr Halgubók ella úr
einum kvæði.
Krøv til móttakaran
Men er røðan bygd upp um
samanberingar ella myndir,
so setur tað sjálvsagt eisini
krøv til móttakaran. Hann
má duga at skilja myndina
og føra hann inn í dagsins
veruleika. Uppaftur meira
setur tað krøv, tá saman-
beringar verða gjørdar - at
man ikki letur seg draga til
síðis av samanberingini og
letur hana einsamalla koma
í fokus.
• "Samgongan stendur sum
ryssa yvir deyðum fyli"
merkir ikki, at samgong-
an er eitt ross, men at hon
ikki kemur úr stað við
einum máli .
• "Samgongan melur sum
hundur um heitan greyt"
merkir ikki, at samgong-
an er ein hundur, men at
hon ikki torir at taka
støðu til ávíst mál.
Hetta ljóðar kanska mest
sum ein argumentatión hjá
Erasmus Montanus, men
tað er kanska neyðugt, tá
hugsað verður um, hvørji
íkøstini hava verið higartil.
Aktuella málið hjá Katrin
Katrin
Dahl
Jakobsen
brúkti sína røðu um fíggj-
arlógina 2004 til at vísa á,
at Tjóðveldisflokkurin og
serliga
Høgni
Hoydal
royndu at billa fólki ein
falskan veruleika inn. Hann
fyrigyklaði fólki ein bjart-
ari veruleika enn tann, sum
galdandi var. Veruleikin er
bert tann eini, hóast ein
samgonga og ein andstøða
ivaleyst altíð vilja geva
hvør sína útlegging av
hesum veruleika. Tá sagt
verður, at tað ongantíð áður
hevur gingið so væl í
føroyska samfelagnum, so
má tað vera loyvt andstøð-
uni at mótmæla.
Hesa fyrigykling førdi
hon so aftur í eitt søguligt
perspektiv, har makthavarar
hava brúkt somu metodu.
Til hetta brúkti hon eina
samanbering við tað, sum
Joseph Goebbels gjørdi, tá
hann so meistarliga megn-
aði at halda vónina uppi hjá
týska fólkinum. Goebbels,
sum annars var dr. phil í
søgu, varð útnevndur til
propagandamálaráðharra,
so hansara uppgáva var at
fyrigykla fólki tann veru-
leika, at alt gekk so sára
væl, hóast veruleikin var
tann beint øvugti.
Henda samanbering hjá
Katrini kann ongantíð út-
leggjast til, at hon hevur
gjørt Høgna Hoydal til
Hitler. Neyvan hevur hon
so frætt sum hugsað um
Hitler, tí tað var jú Goebb-
els, sum stýrdi týsku propa-
gandaini. Tað kann tí vekja
undran, at Hitler verður
drigin fram í hesum sam-
bandi og ikki Goebbels.
Katrin tosar um fyrigykl-
ingina sum politikst snildi
og so als ikki um tær hug-
sjónir, sum hasin bøl-
mannaskarin stóð fyri. Hon
tosar um politisku metod-
una at fáa fólki eina aðra
fatan av veruleikanum.
Men hon kundi havt
brúkt so mong onnur dømi,
enn tað hon brúkti.
Hon kundi brúkt kríggið í
Iraq, har Bush og Blair
hvør í sínum lagi royndu at
billa fólki inn, at nú var
avgjørt neyðugt at leypa á,
tí Iraq hevði hópoyðing-
arvápn. Hetta hevur seinni
víst seg als ikki at passa.
Men tað hevði ikki merkt,
at Høgni Hoydal politiskt
er á linju við hvørki Bush
ella Blair.
Hon kundi brúkt støðuna
í gamla Sovjett, har Stalin
tvingaði fólkið at trúgva
einum følskum veruleika.
Men tað hevði ikki merkt,
at Høgni Hoydal er polit-
iskt á linju við Stalin.
Men hon valdi at brúka
tíðina í Týsklandi í 30´un-
um og fram til 1945, sum
ivaleyst
er
tað
mest
ekstrema dømið um, at
makthavarar fyrigykla fólki
ein falskan veruleika. Men
tað vil ongantíð verða tað
sama sum at siga, at
Tjóðveldisflokkurin
ella
Høgni Hoydal eru nazistar.
Tann, sum fær slíkt burtur
úr úttalilsinum hjá Katrin,
er ikki komin longur enn
Erasmus Montanus.
Okkara samanbretsur í
seinasta valstríðnum
Ólavur skrivar í greinini, at
eg skírdi hann fyri nazist á
veljarafundinum í Sumba.
Hetta er ikki rætt Ólavur,
og tú gert teg her sekan í tí
sama, sum aðrir í málinum
hjá Katrini. Tú hevði í val-
stríðnum áður brúkt mynd-
ina um okkum javnaðar-
fólk, at vit vóru sum
gleðisgentur. Ikki tann mest
positiva
samanberingin,
men tú hugsaði ivaleyst um
stuðulin úr danska ríkis-
kassanum. Síðani segði tú,
at vit javnaðarfólk høvdu
danskan buding í okkara
æðrum. Kanska ein óskyld-
ug mynd, men ikki fyri meg
og enn minni fyri tann
flokk, sum eg eri formaður
fyri. Vit kenna okkum á
allan hátt sum rættar før-
oyingar, og tín roynd var
júst tann at geva fólki eina
mynd av okkum sum nakrir
hálvhjartaðir landsmenn.
Hetta gav mær so høvið
til at siga, at hetta minti
meg mest um ta tíðina í
Miðeuropa í 30´árunum, tá
makthavarar royndu at býta
fólkið upp í tey røttu og so
hini. Eg kundi havt sagt tey
við budingi í æðrunum, og
so hini við reinum føroysk-
um blóði. Men eg brúkti
ongantíð orðið "nazisma"
ella "nazist", hvørki um teg
ella tín flokk - til tess havi
eg verið ov leingi á polit-
iska vígvøllinum. At tú
gjørdist so sintur um mína
samanbering
hongur
kanska saman við, at tú
gjørdist illa við, at eg tók so
harðliga til orðanna, tí iva-
leyst vildi tú halda myndina
upp í einum skemtiligum
ljósi. Tú sigur, at onnur
valevni flentu at tínari
myndatalu, men eg haldi, at
júst tá er ongantíð meira
neyðugt at vera á varðhaldi.
Tú helt meg ivaleyst vera
sera smásáran, men eg
kann ikki góðtaka, at nakar
setur spurning við rættin
hjá okkum øllum at vera
føroyingar, uttan mun til
hvønn politiskan observans
vit annars hava.
Annars haldi eg, at grein-
in hjá tær er góð. Tú livir
upp til tað, eg hevði roknað
við frá tær, tí eg haldi nógv
av tær bæði sum menniskja
og prædikumanni.
Hví fór nú alt
upp at góla?
Eg eri samdur við Eyðuni
Andreasen so langt, at tað
liggur eisini ein stór ábyrgd
á okkara redaktørum. Men
eg sigi tað út frá tí sann-
roynd, at í hesum aktuella
føri hava teir stuðlað undir,
at ein rong mynd, varð send
út. Tann rætta var kanska í
seinasta enda ov triviell -
hon gav ikki forsíðutilfarið
og øsandi yvirkskriftirnar.
Eg haldi eisini tað liggur
ein stór skylda á okkara
redaktørum at mótmæla, tá
óvirðiligar lýsingar verða
brúktar. Vit minnast øll
ræðuligu lýsingina dagin
fyri løgtingsvalið av Høgna
Hoydal sum tann ektaði
føroyingurin og Jóannes
Eidesgaard og Lisbeth L
Petersen sum bastardarnir.
Eg haldi eisini, at tað
liggur ein stór skylda á
redaktørunum at mótmæla,
tá lygnin verður brúkt. Vit
minnast øll herrópini val-
dagin og dagin fyri um, at
nú var oljan funnin.
Eg haldi eisini, at tað
liggur ein stór skylda á
redaktørunum at mótmæla,
tá ókvæmisorð sum "landa-
svíkjari" og "quislingur"
verða brúkt eisini av ting-
sins røðarapalli um politisk
mótstøðufólk.
Men heldur ikki tá hoyrd-
ist eitt kis, hvørki frá fjøl-
miðlum, spinn-doktarum,
rithøvundum ella fólka-
lívsfrøðingum. Miinir meg
mest um støðuna hjá Mart-
in Niemöller, har eingin var
eftir at mótmæla.
Tað er jú ikki ein spurn-
ingur um, hvør sendarin
ella móttakarin er, men
hvat innihaldið er - ella
havi eg kanska misskilt
alt????
P.S. Tað hevði verið eitt
hugskot at farið oman á
Meiaríið og sæð sjónleikin,
sum gongur í hesum døg-
um. Meira aktuellur enn
nakrantíð.
VIÐMERKINGAR
Ein samanbering í óføri
Leivur Hansen
býráðslimur
Tað liggur væl fyri hjá
Heðini Mortensen, tá ið
ræður um at snúgva sær
undan nærgongdum spurn-
ingum.
Hetta er jánkasliga aftur-
svar hansara í gjár eitt
frálíkt dømi um. Snøgt sagt
ein slutur fyri ein slatur.
Nei, ikki fekk Leivur
Hansen kaldar føtur, tá
hann á býráðsfundi at-
kvøddi fyri uppskoti meiri-
lutans um at lata Hallar-
stuðlar standa fyri bygging-
ini av ítróttarhøllini í Kolla-
firði.
Tvinni uppskot lógu á
borðinum at taka støðu til,
og tá býráðið hevði felt
uppskot mítt um, at komm-
unan sjálv skuldi byggja og
reka høllina — eins og
galdandi var fyri Hoy-
víkshøllina — var ikki ann-
að at gera enn í øðrum lagi
at taka undir við "take-it-
or-leave-it"-loysnini
hjá
meirilutanum.
Tit tosa um eina høll fyri
góðar 13 milj. kr. Hvat er
hetta fyri ein høll? Nær
verður hon boðin út? Ella
er ætlanin kanska ikki at
bjóða hana út?
Tá Heðin heldur uppá, at
eg havi góðtikið eitt "ynski-
projekt" frá kollfirðingum
uppá 40 milj. kr., so er tað
sjálvandi eisini púra burtur-
við.
Veruleikin er, at eg fleiri
ferðir
gjørdi
táverandi
bygdarrráðnum greitt, at
byggikostnaðurin
undir
ongum umstøðum mátti
fara uppum 20 milj. kr. - og
har stóð málið, tá komm-
unurnar løgdu saman.
Spurningurin um stødd
og kostnað var sostatt ikki
loystur.
Heðin kallar uppskot mítt
um, at kommunan sjálv
byggir høllina, fyri eina
lappaloysn. Hetta krevur
eina
nærri
frágreiðing,
harra Mortensen?
At enda proklamerar
hann, at hann ikki bakkar
frá givnum lyftum.
Nú haldi eg, at tað av
álvara er farið at mala fyri
Heðini, og tað munnu iva-
leyst fleiri við mær nikka
játtandi til.
Hevur hann td. gloymt,
nær KÍF hevði 50-ára
stovningardag?
Nú melur fyri Heðini
C
M
Y
K
11
10