leygardagur 8. november 1997síða 12
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 8. NOVEMBER 1997
Tey gloymdu ikki ættarbandið
Um eftirkomarar hjá Onnu Katrinu og Jósupi úti á
Jóannes HANSEN
Seinni partur
Í blaðnum síðsta leygardag vóru
nakrar hugleiðingar um tey bæði
Annu Katrinu og Jósup úti á Bø í
Svínoy. Felags fyri tey bæði var,
at tey sum børn gjørdust móðir-
loysingar. Tey komu bæði í bónda-
húsið har Heimi í Svínoy, har
sjørdust tey góð, og tá tey giftust,
settu tey búgv úti á Bø
Hesa ferð var ætlanin at siga
eitt sindur um familjuna, sum
stóðst av, at hesi bæði ognarleysu
avbygdarfólkini komu til Svin
var, giftust, settu búgv, striddust
»g strevadust og fingu sjey munn
ar at metta
Keldurnar
„Tey byggja land« hjá Símun
Hansen eru altíð hentar at kaga í
Hesa ferð hava bæði fyrsta bind
sum er um Fugloy, og annað bind
sum er um Svínoy
nýttar. og sætta bind, sum er annar
av pørtunum um Klaksvikina
hevur eisini verið á borðinum
Myndirnar av teimum sjey
systkjunum eru læntar frá Tórgerð
Høgnesen í Klaksvík. Hon eigur
eisini forkunnugu myndina av
mmuni, sum var í blaðnum
Hinar báðar myndirnar
hevur Tummas Thomassen í
Havnini fingið til vega
Í síðstu viku var bátasmiðurin
Pål Jóhannes neyndur. Øll. sum
hava nakað samband við Svínoy
vita. at hann var úr Yvirstovu og
ikki úr Gulakstovu, sum tað av
vart var komið at standa
Heini Joensen í Svínoy hevði
givið nágreiniligar upplýsingar
um ognarviðurskifuni á bátunum
sum vóru nevndir Í sambandi við
Mjølnir vórðu teir roknaðir upp.
sum áttu i, men um Jósup var bara
nevnt, at hann var altíð formaður
Tað lá í hesum. at hann eisini var
ein av ánarunum, og hervið er tað
staðfest
verið nógv
seinast
Tað er so ymiskt
sum lív várt er lagað
Hóast Jósup ikki var tíggju ára
gamal, tá hann kom norður til
Svinoyar, so gloymdi hann ikki
sitt fedranna upphav í Køk í Havn-
ini. Try av børnunum — Tummas,
Anna Sofía og Niclas — kallaði
hann upp eftir sinum forfedrum
Og try onnur — Sigga, Liggjas og
Birita — fingu nøvn, sum vóru í
familjuni hjá Onnu Katrinu
Lagnurnar hjá teimum sjey
børnunum vóru ymiskar. Tey vóru
glad og høvdu lættar løtur, og tey
høvdu mótburð og mødi og stríð,
men uttan mun til, hvussu tað lag-
aði seg, so hava tey neyvan kent,
at tað hjá teimum tørnadi so nógv
ødrvisi út. enn tað gjørdi hjá so
mongum ðrum
Lívsleiðin hjá teimum mundi
vera ein miðal mynd av, hvussu
korini hjá føroyingum vóru um
aldarskiftið og fram ímóti seinna
heimsbardaga. I ólkið livdi saman
við og stríddist ímóti náttúrukreft-
unum. Og havið bæði gav og tók
Lívið var eitt satt knoss. Tey
vóru glað, tá byrðurin var góður,
og tey bru sorg, tá livsins stormar
vóru um at kollsigla tey og tað,
sum sá út til at vera gleði og gylt
framtíð. Tey høvdu lært at bera
lagnuna, soleiðis sum tey trúðu,
at hon var løgd til rættis framm-
anundan, og tað kom teimum ikki
til hugs at ákæra hin Hægsta fyri
tað, sum var lagt á tey
Tuberklarnir
Sum tað sæst á niðanfyri stand-
andi, so vóru tað fleiri av teimum,
sum her eru umrødd, ið plágaðust
og doyðu av tuberklunum. Hetta
var ikki eindømi í landi okkara
fyrrapartin av hesi eldini. Henda
herviliga smittan heyði so sera
góð líkindi at gera um seg umborð
á sluppunum, har mansskapið
striddist, skaffaði og svav undir
ógvuliga primitivum umstødum,
og tá smittan var komin í eima
bygd og í eina familju, so visti
hon seg ofta at vera eirindarleys
Tíbetur kenna vit so lítið til tu
berklarnar í dag. Men tað er so
stutt síðani. at fólkið livdi í ótta
fyri hesum óynskta gestunum, sum
vitjaði frá smáttu og til borg, og
sum broytti lagnuna hjá so mong
um og boygdi mangan ungan og
lívsfúsan føroyingin
Vit hava hoyrt um tey, sum sóu
tað sum sína livsuppgåvu at fáa
bilbukt við tuberklarnar, og tað
verður ongantíð gjørt ov nógv fyr!
at upplýsa um tað stríð og strev,
sum tey løgdu rygg til
Tad er ikki so langt síðani, at
tað í nøkrum sjónvarpssendingum
varð lyst, hvussu umstødurnar
vóru hjá teimum. sum voru sjúk
og hvussu tær vóru hjá teimum
sum striddust fyri at basa sjúkun!
Sera áhugavert og læruríkt
Í skaldskapinum hjá Karsteni
Hoydal fæst at vita, hvussu tað
var at vera partur av umhvørvi-
num, har Magnussen, læknin, og
hansara hjálparfólk stríddust fyrr
at útrudda tuberklarnar, og tað er
ikki minni áhugaverður lesnaður
Dikka og Tummas
Jósup æt Niclasen, men hann og
konan valdu at geva børnunum
Thomassen til eftirnavn. Rimuligt
var tað eftir pápa hansara, sum æt
Tummas. Fyri hundrað árum
síðani var tað sera ymiskt, hverji
eftirnøvn vóðru brúkt, og tað eru
fleiri dómi um, at foreldur góvu
børnunum hjá sær ymisk eftir-
nøvn
Árið eftir, at Anna Katrina og
Jósup vóru gingin saman í hjúna-
lag, sá fyrsta barnið hjá teimum
dagsins ljós. Tað var ein drongur,
Tummas var føddur i 1881 og
doyði í 1930
2
og tey kalladu hann Tummas, og
hann var påpi at Kaj Thomassen,
sum fyri trimum vikum síðani fór
um tey 90. Tummas var 26 ára
gamal, tá hann giftist Fredrikku
hjá Heindrikki ella Dikka, sum
hon vanliga varð nevnd, og tey
settu seg eisini niður úti á Bø. Hon
var fødd i 1875. og var sostatt emi
seks ár eldri enn Tummas. Tey
fingu tvey børn — Kaj, sum seimni
giftist inn í barndómsheimið — og
so Fíu, sum var tvey ár yngri og
gjørdist bóndakona í Suðurstovu
í Hauarvik. Madurin æt Andrass
Fuglø. Miðskeiðis í sjeyti árunum
fluttu tey til Klaksvíkar at búgva
Fía doyði í 1989, og Andrass legði
árarnar inn í 1992
Tummas og Fredrikka livdu í
hjúnarlagi í 22 ár. Hann hevði
tikid gerðið eftir pápan. Konan
arvaði fitt av jørð. so tey høvdu
meiri at liva av í landbúnaðinum
enn tey, sum einki áttu
Hin parturin av innløguni var tað,
hann summarhálvárið vann sær
sum skipsmaður. Hann sigldi við
Dáva úr Gerðum, og hann var
millum teir níggju, sum — so tekur
Símun Hansen til — lótu lív í fergd
arleikinum eystanfyri Selvogsnes,
meðan Føroya stoltasta og snotu
ligasta skúta varð sundursorað
Tað var náttina til hósdagin 27
mars í 1929, at skonnartin Ernst
ina, sum Dávur átti saman við
beiggjanum, J. F. Kjølbro, fórst
So var Dikka einkja, ul hon
slapp í 1955. Fía giftist til Hattar
vikar í 1939, men umframt Kaj,
so var eisini ein annar drongur í
húsinum. Tað var Karsten, syst
ursonur Tummasar, sum var knapt
tólv ára gamal, tå hann i sept
embur mánað í 1932 varð sendur
av Toftum og norður til mammu-
beiggjakonuna, sum skuldi taka
sær av honum. Har var hann, til
hann setti føtur undir egið borð,
og Dikka vísti hjartaligan kærleika
ímóti dreinginum, sum kom úr
einum av teimum mongu føroysku
heimunum, ið vóru rakt av sjúku
og sorg
Sigga
Tummas var bara tvey ára gamal,
tá fyrsta systurin kom 21. januar í
1883. Anna Katrina kallaði
mammu sína, sum var deyð so
tidliga frá sínum børnum, upp
Sum vit nevndu í síðstu viku, so
var hon ættað úr Eyðastovu í Svín-
Sigga var fødd í 1883
og doyði í 1935
oy og æt Sigga
Tann yngra Sigga var úti í Fugl-
oy hjá abbanum eitt skifti, tá hon
var smágenta. Hon giftist út á
Toftir 5. oktobur í 1913, og lagnan
var hvørki henni ella hennara blid
Sigga og maðurin, Hanus heima i
Túni á Toftum, fingu fimm børn
Hann var fiskimadur, og hon tók
sær av børnunum so frægt sum
hon orkaði
Sum fleiri onnur í familjum og
so nógv onnur í Svínoy og kring
landið, so var Sigga nivd av tu
berklum. og hon var ofta á sana
torinum í Hoydølum
Eina smágentu, Elisabeth, mistu
tey í 1923. Meðan maðurin var
undir Íslandi, vóru Sigga og børn-
ini í Svínoy og ferðaðust hjá fam-
iljuni. Har fingu børnini kikhost
an, og henda lítla fekk eisini
lungnabruna og doyði. Hon varð
grivin í Svínoy. og tað vóru ikki
góð boð at fáa hjá manninum, tå
hann nakrar vikur seinni kom aftur
av skipt
Í 1935 fingu tuberklarnir bilbukt
við Siggu. Børnini høvdu ofta ver
ið hjá góðum fólki, og tvey ár eft
ir, at tey høvdu mist mammuna,
fórst pápin. Hann slerdi út av
strandasluppini Zealous, tá teir í
septembur í 1937 vóru á veg heim
av Eysturlandinum
Elsta barnið hjá teimum er
Jåstinus. Hann er føddur í 1917
og býr í Saltangará, Elisabeth, var
fødd í 1919 og doyði í 1923. Kars
ten er føddur í 1920, og hann býr
í Klaksvík. Anna Katrina er fødd
í 1921, og hon býr í Rituvík
Yngstur var Hans Marius ella
Hassi, sum hann varð neyndur á
Toftum. Hann var føddur í 1926,
og í 1966 doyði hann á veg til
Italia við norskum farmaskipi
Hann var ógiftur og er grivin í
Genova
Líggjas og
Símun Petur
Líggjas, sum var føddur í 1886,
fór um hundrað ára skiftið, tá hann
var um fermingaraldur, út til Fugl
oyar, har hann var at vera hjá
abbanum í Keldhúsinum í Hattar-
vík. Hann fann sær konu av Flotti
á Kirkju. Hon æt Elsa Maria, og
hon var fødd í 1896
Tey bæði giftust inn í Keldhúsi-
num í 1918, men hjúnarlagið var-
di stutt. Hann mundi longu hava
smittuna, tá tey giftust, og í 1920
doyði hann av tuberklum
Í 1923 giftist einkjan uppaftur
við beiggja fyrra mannin. Hann
Liggjas var føddur i 1886
og doyði i 1920
Bø í Svínoy, ið bæði komu til Svinoyar sum móðirloysingar
Símun Petur var føddur í 1891
og doyði í 1970
æt Símun Petur Thomassen, var
fæddur í 1891, og hann var sostatt
farin uppum tey tríati, tá tey bæði
giftust
Vert er at leggja til merkis, at
Elsebeth Maria var tíggju ár yngri
enn fyrri maðurin og fimm ár
yngri enn seinni maðurin. Í sellum
hinum fimm giftarmálunum, har
systkini hjá Líggjasi og Símun
Peturi vóru annar parturin, vøru
konurnar eldri enn menninir!
Elsebeth Maria og Símun Petur
høvdu eitt langt og gott lív saman
Hann var skipsmaður. og tey
fyrstu nógvu árini búðu tey í Hatt
arvík. men í 1956 fluttu tey til
Klaksvíkar, har báðar detrarnar
høvdu sett búgv. Símun Petur var
tann av systkjunum, sum livdi
longst. Hann var lættur uppå spor-
ið. hann hevði eitt lætt lyndi, og
familjualskurin kom til sjóndar í
livandi áhuganum, sum hann
hevði í øllum tí, sum tey í yngra
ættarliðnum tókust við. So leingi
hann orkaði var hann til arbeiðis,
og tað kendist altíð hugnaligt og
fjálgt at koma inn á gólvið hjá
teimum báðum úti á Bumsham-
ri. Símun Petursa foldarlív endaði
í 1971, og í 1972 legði Elsa Maria
árarnar inn
Í fyrru giftuni vóru eingi børn
Elsebeth Maria og Símun Petur
fingu tvær døtrar, sum báðar
búgva í Klaksvík. Alisa er fødd í
1927, og Tórgerð er fødd í 1930
Fjórða barnið hjá Onnu Katrinu
og Tummasi var ein genta. Hana
kallaðu tey Anna Sofía. Hon var
fødd í 1889, og hon var um 25 ára
aldur, tá hon í 1914 giftist við Óla
jákup millum Garðarnar, sum var
ættaður av Fløttinum í Klaksvík
og føddur í 1890. Tey bæði settu
seg niður uppi á Heygum, har
Óla Jákup bygdi fast í hjá bróðri-
num Jákupi, men í 1928 fluttu tey
til Klaksvíkar
Elsti sonur teirra, Jósup, var at
vera hjá ommuni og abbanum út
á Be. inntil hann seinni fór til
Klaksvíkar, har hann festi búgv á
sama hátt sum fleiri av = hinum
systkjunum
Anna Sofía doyði leið nógv av
astmu, og í 1937 var hon á sana-
torinum, tí hon hevði fingið tu-
berklar. Hon doyði í 1941. Ola
Jákup livdi til í 1971. Allir klaks-
víkingar minnast henda hugflogs-