Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-11-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Anna Sofía var fødd í 1889 og doyði í 1941 ríka mannin Jósup, sum var føddur í 1914, doyði í 1970, Marin Malena, sum er fødd í 1916, býr í Sørvågi, Anna Katrina, sum er fødd í 1918, býr í Leirvík, Elsa Maria ella Lisa, sum hon varð kallað, búði í Klaksvík Hon var fædd í 1921, og hon doyði í 1980 Rasmus, sum er føddur í 1923, Diana, sum er fødd í 1925 og Kristoffur, sum er føddur i 1927, búgva øll í Klaksvík Birita Yngsta gentan hjá Dikku og Tummasi var Birita. Hon var fødd í 1894, og í 1922 giftist hon Jóan nesi úti á Váli. Hann var føddur í 1896. Tey bygdu úti í Váli, og tey fingu fram ul 1931 fimm børn, og byrðurin tóktist teimum góður Men so reistu ólegini seg. Annar drongurin brendist so illa, at hann doyði av tí, og 1. desembur í 1937 skolaði lívsins brotasjógvur rætt iliga yvir tey. Jóannes var saman við ødrum á veg út til Svínoyar við gomlu Brittons Pride, og úti fyri Havsbøll fórst báturin, sum teir vóru farnir í. Eftir sat Birita við fýra børnum — Líggjas var fimtan ára gamal og elstur. Tá var eingin inmtøkutrygd og hjálp at fáa, so umframt eymastu bondini, ið vórðu kvett av, so var hetta eisini ein ødiligur fíggjarligur og sosialur smeitur. Talan var um eitt valahús. Jóannes var skipari á sluppini Haraldi, sum Kjølbro átti men nú var eftir einari lítlari løtu alt hetta broytt. Um krígslok flutti øll familjan til Klaksvíkar at búgva. Tey fingu eini hús upp á Selheyggi, áðrenn Birita doyði í 1949 Elsti sonur teirra var Líggjas Hann var føddur í 1922, og búði í mong ár í Klaksvík. Tey seinnu árini búði hann í Havnini. Líggj as doyði í 1992??. Hanna, sum í nógv ár búði í Grønlandi, men sum nú í fleim ár hevur búð í Dan Birita var fødd í 1922 og doyði í 1949 Nr. 214 - 8. NOVEMBER 1997 mark, var fødd í 1925, Anna Ka trima, sum er fødd i 1927. býr í Klaksvík. og Thomasia var fødd í 1931. Hon og hennara familja fluttu í 1970 ul Grønlands, og har doyði hon í 1990 Smádrongurin, sum tey mistu æt Hans. Hann var føddur í 1924 og hann doyði longu í 1925 Niclas Yngstur í flokkinum var Niclas sum ongantíð giftist. Hann var føddur í 1900. Tað var tíðliga, at hann fekk smittuna. og stóran part av sínum vaksna lívið var hann bundin at sanatorinum í Hoydøl um Svínoyrafólk, sum nú eru farin um dustsins ár og reiðiliga tað minnast hann millum lítið og einki at hava verið har í bygdini, og í 1935 gjørdu tuberklarnir enda á honum Fýra av teimum sjey systkju num, sum vóru fødd frå 1883 og fram til ár 1900 doyðu í bestu árum, og tveir av svágrunum fóru á sjónum - annar við skipi og hin við opnum báti. Og tað var stutt ímillum, at fleiri teirra fóru. Líggj- as doyði í 1919, Tummas doyði í Niclas var føddur í 1900 og doyði í 1935 1930, Sigga og Niclas doyðu bæði í 1935, og Hanus og Jóannes sjó lótust báðir seinnapartin av 1937 Feðingardagsbarnið Nú eru longu nógv ár síðani, at tann síðsti í umrødda ættarliðnum fór undir grónu torvu, og sum nevnt, so eru tað fleiri av teimum í næsta ættarliðnum, sum heldur ikki eru okkara millum Íblásturin til hesar hugleiðing arnar var, at elsta barnabarnið hjá Onnu Katrinu og Jósupi, Kaj Tho massen, fyri tnimom vikum síðani fylti 90 ár Kaj er føddur í 1907, og at tað var ein stórhending ímillum systk ini hjá pápa hansara, tå hann kom í verdina, kunnu vit ímynda okk um út frå, at tey eru mong í famil) uni. sum alla tíðina hava kallað hann Kaj beiggi Kaj var trettan ára gamal, tá pápabeiggin, sum var farin til Fugloyar, doyði av sjúku, og hann var ulkomin, tå lívsins brotasjóg ar, sum eru umrøddir omanfyri skolaðu inn yvir familjuna Tað hevur ofta verið tikið til, at teir báðir feðgarnir, Tummas og Kaj úti á Bø, vóru so sera væl Sást tú annan, so sást tú hin Kaj fór tíðliga til skips, og tá Dåvur úr Gerðum fekk Ernstinu, hevði påpin, uttan at Kaj visti av ti, orðað vid Dáva, um ikki son- urin eisini kundi sleppa við honum hetta várið. Tað var orsøkin til, at feðgarnir báðir vóru við sama Kaj Thomassen er elstur av barna børnunum hjá Annu Katrinu og Jósupi úti á Bø. Sunnudagin 18 oktobur fylti hann 90 ár skipi, tá pápin fórst við Ernstinu fyri meiri meiri enn 67 árum síð ani Kaj, sum tá var 23 ára gamal, taldist ímillum teir seytjan, sum komu undan við lívinum. Kaj er einasti av mansskapinum á Ern- stinu, sum er eftir á lívi. Hann hevur ikki gjørt nógv av at tosa um skipbrotið, men fyri nøkrum fáum árum síðani greiddi hann sáttligur og sidiligur, sum hann er, frá í sjónvarpinum, hvussu hann mintist hetta at vera farið fram Burtursæð frá krígsárunum, so sigldi Kaj úti á Bø við Skálanesi, sum Dávur úr Gerðum og Kjølbro keyptu, eftir at Ernstina var farin Dávur úr Gerðum, sum helt til hjá teimum úti á Bø, tå hann var í Svínoy, førdi Skálanes nógvu tey fyrru árini, og seinni var tað sonur hansara Óli, sum var skipari á Skálanesi. A sumri í 1961 brendi Skálanes í Grønlandi. Soli deo Gloria, sum Jóannes hjá Dáva átti, fór til Havnar eftir manningini, og hetta sunnukveldið, tá Solo í dyrd arveðrið kom heim eftir vánni, og henda skipbrotna manningin steig á land, er nakað, sum ikki fer úr huganum á smádreinginum, sum slapp við foreldrunum út í Klaks- vík at taka ímóti skyldmanninum Eftir kríggið var tað vanligt, at útoyggjamenn komu til Klaksvík- Jenny Thomassen er fødd i 1921 Hon og Kaj giftust 14. april, summ armáladar, í 1945 ar at rógva út um vetrarnar. Teir búleikaðust ofta umborð, og tað mundi onkuntíð kennast langligt, tå tað ikki vóru útróðarlíkindir nógvar dagar og kanska vikur upp í slag Hesir menninir vildu sjálvsagt frætta frá sínum kæru og fylgja við í. hvussu tað gekk í heimbygd- ini. Telefonsambandið var ikki so lagaligt tá, sum tað er nú. Av- greiðslutíðin var long, og teir kundu sita leingi í bíðirúminum á gomlu telefonstødini og bíða, áðr- enn tað var greitt Jógvan á Syðradali driftaði sluppina Gudrun í sekstiårunum, og Kaj taldist tá ímillum fleiri út- oyggjamenn, sum róðu út við Jógvani. Hetta mundi vera tað seinasta, sum hann var burtur Sum vit nevndu seinasta leyg- ardag, so róði Kaj út undir kríg- num við Orminum Langa, og tað mundi mangan vera stríggið at egna og fara til útróðarar og síðani at fara inn í Sund at sleppa sær av við fongin. Fyri at lætta um skift- ust bátarnir vidhvørt um at fara inn av avrreiða. Í Sundi keyptu teir øvur til agn frá onkrum sunda- monnum, sum høvdu tað til vinnu- veg at syrgja fyri agninum. Sjálvt um teir mundu vera móðir og trøyttir av útróðri og stiming, so var tað heilt vanligt, at teir stungu fliður á veg út aftur til Svinoyar Kaj røktadi í nógv år suðuri í Berginum saman við Ola Daniel sen ella Hus-Olavi, sum hann var róptur í Svínoy, tí hann var ættaður av Húsum Pápi Dikku og abbi Kaj. Heind rikur í Tronganum. røktadi Bergið í síni tíð. Seinni róktaði Kaj saman við Jákupi á Rókini Familjan Kaj fór ikki langt, tå hann skuldi finna sær konu. Kristina æt konan í grannahúsunum. Hon var tvær ferðirnar gift. Fyrri maðurin, Gutt ormur Mikkelsen, ið var úr Arna firði, gekk burtur 13. desembur í 1913, og tá áttu tey trý børn. Í 1915 giftist Kristina uppaftur við Poul Lind ella Poul úti á Lag, sum svínoyingar róptu hann. Poul var sonur Tofta-Jóhonnu og Jóannes Lind. Kristina og Poul Lind fingu tríggjar gentur, og Jenny, sum er fødd í 1921, er tann yngsta av teimum Jenny og Kaj giftust í 1945. Tey eiga seks børn. Tummas, sum er føddur í 1945, og Kristina, sum fødd í 1947, búgva í Havnini, Fróði, sum er føddur í 1952, býr í Klaksvík, og Páll, sum er føddur í 1949, Bjarti, sum er føddur í 1955 og Olavur, sum er føddur í 1960, búgva í Svínoy Tá Jenny giftist við Kaj hevði hon systurdóttrina Sóley við inn í grannahúsini. Sóley er dóttur elstu systur Jenny, sum eitur Jóhanna Hon býr í Borgarnesi norðanfyri Reykjavík. Sóley, sum er fødd í 1937, býr í Havnini. Nú eru árini vorðin mong hjá Jenny og Kaj, sum fyri hálvum triðja ári síðani hildu hildu væl- eydnaða gullbrúdleypsveitslu hjá dóttrini í Havnini. Vit heilsa tykkum enn eina ferð og biðja Guds signing yvir tykk- um og tykkara Skarðin, sum Anna Katrina og Jósup vóru forfedrar at, hevur vaksið seg stóran. Talan er um bæði fimta og sætta lið. Øllum hesum verður send ein familju- heitsa, nú hugleiðingarnar, sum sprottust av 90 ára fødingardeg- num næstsíðsta sunnudag, eru at enda komnar í hesum umfarinum Okkurt er komið fram afturat hesa vikuna, sum er farin, síðani fyrra greinin stóð í blaðnum. Tað venda vit aftur til, eina ferð undan jólunum Svínoy. Bylingurin úti á Bø er fremst á myndini. Húsini hjá Kaj Thomassen eru tey ytru niðanfyri vegin Jenny. kona Kaj, er úr heimaru húsunum. Uppi á Lag er niðan av hesum báðum húsunum — niðanfyri vegin, sum gongur eystur í hagan