Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-10-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 1997síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 24. OKTOBER 1997 tíðindablaðið | 19 Tað privata má verða Gísli Gíslanson, borgar stjóri á Akranesi, og Gunnar Sigurðsson, for maður í býráðnum á Akranesi, handa Jógvant við Keldu borgar stjóra í Klaksvík, ei stein frá seinastu spreingingint undir Hvalfirði Mynd. Fróði Løkságar byggja undirsjóvartunnilin Á kunnandi fundi í Klaksvík mikukvóldið legði borgarstjórin á Akranesi dent á leiklutin hjá tí privata, skal nakar undirsjóvartunnil byggjast KL AKSV IK: Byráðssalur in í Klaksvík var kveldið karmur um kunn andi fund um undirsjóvar tunnilin á Akranesi í Íslandi Borgarstjórin og formað urin í býráðnum vitjaðu í Klaksvík, og teir greiddu frá arbeiðnum í Íslandi, hvussu tunnil fer at åvirka býin, og hvat teir vóna at fåa burtur úr, tå gjørligt verður at ferð ast undir Hvalfjørð einaferð næsta summar Og Gísli Gíslason gjørdi fundarfólkunum púra grettt, at orsøkin til, at undirsjóvar tunnil nú varð gjørdur undir Hvalfjørð var ikki, at tað almenna hevði tikið stig til arbeiðið Staturin heyði ongar ætlanir um at gera undir sjóvartunnil undir Hval fjørð, men kommunan og vinnulívið á Akranesi tóku seg saman, og gjørdu hesa ætlan til veruleika, segði borgarstjórin Hevdi tað privata ikki komið við í arbeiðið, heyði eingin undirsjóvartunnil verið gjørdur, sló hann fast A fundinum mikukvøldid vóru vinnulívsfólk, politik arar og umboð fyri hægri skúlar. Orsøkin var sjálv andi at kjakið um undirsjóv artunnil undir Leirvíksfjørð. sum er íkomið aftur semastu miku Umboð fyri Klaks víkar kommunu hava verið í Íslandi og vitja í hesum sambandi, og nú gekk ferð in hinvegin tíðina Býirnir líkjast Gísli Gíslanson legði fyrr at tosa um, hvussu nógv Akra nes og Klaksvík líkjast Fólkatalið er á leið tað sama, býirnir eru skúla- og ítróttarbýir, fólkatalið er far ið at minkað seinnu árini og bæði hava enntá ein prest, sum er ímóti undir sjóvartunnilinum Just sum í Føroyum hava vit seinastu 10 árini upplivað, at fólk flyta av smærru plássunum og til høvudsstadin. I 1986 búðu 55% av fólkunum í Íslandi í Reykjavík, men nú er talið vaksið til 59% Síðst í 80'unum upplivdu íslendingar buskaparligar trupulleikar, fiskiskapurin minkaði og tað hevði fyrst og fremst ávirkan úti um landið. Arbeiðsloysið vaks og fólk flutti til høvuds- staðin, har arbeiðsmarknað- urin er stórri og meiri fjøl broyttur Politikkararnir = hava roynt at steðga hesi gongd men tað hevur ikki eydnast Fólkatalið á Akranesi mink ar framvegis, segði Gísli Gíslason Umstødurnar at trivast á Akranesi eru tænastan er eisini góð, men hóast tað flyta fólk frá bý num, og tað eru serliga tey ungu, sum rýma góðar og Nógvir fyrimunir Politikarar og fólk vóru á einum máli um, at okkurt mátti gerast fyri at steðga skeivu gongdini á Akrancsi, og ein týðandi fortreyt fyri hesum hildu tey verða ein undirsjóvartunnil undir Hvalfirði Í løtuni er teinurin at koyra frá Akranesi til Rekja vikar 100 km, og møguleiki er eisini at sigla tvørtur um Hvalfjørð. Tað tekur ein tíma at sigla, og ferjan siglur fimm ferðir um dagin Við undirsjóvartunnilin- um undir Hvalfirði, verður teinurin til Reykjavíkar munandi styttur, og tað fer at taka ein hálvan tíma at koyra, tá tunnilin næsta ár verður tíkin í nýtslu — Vit hava mett um fyri- munir og vansar við at fáa undirsjóvartunnilin, og vit halda at fyrimunirnir og møguleikarnir eru stórri enn vansarnir, greiddi Gísli Gíslason, borgarstjóri á Akranesi, frá - Tað hava sjálvandi verið atfinningar móti tunnilin- um, og fólk hava óttast, at hann skuldi fara at gera um- støðurnar hjá Akranes enn verri, men allar slíkar at finningar eru nú tagnaðar Øll halda tað er gott, at tunnilin varð gjørdur, og nú gongur kjakið meiri uppá hvussu nógv tað skal kosta at ferðast gjøgnum tunnilin - Vit ætia okkum at marknadarføra Akranes á ymsum økjum, og vit eru vitandi um, at skulu vit veruliga fáa nakað positivt burtur úr undirsjóvartunnil- inum, so má arbeiða við at fáa fólk at stóðast ikki steðga har. Næstu árini ætla vit at brúka flestu pengar- : eee nar, sum verða brúktir til fløgur, til skúlar, barnaans- ing og líknandi Spurningarnir til borgar- stjóran á Akranesi vóru nógvir og neyvir. Fundar- fólkið vildi hava at vita um fígging, hvussu rakturin var, hver átti tunnilin, hvussu tryggur hann var og so víð- ari, og róliga og væl undir- bygt svaraði borgarstjórin á Akranesi spurningunum. Tá hann varð liðugur við sína framløgu handaði hann Jógvani við Keldu, borgar- stjóra í Klaksvík, ein stein frá seinastu spreingingini undir Hvalfirði, og við steininum fylgdu orðin: — Tað er tekniskt og fíggj- Íslendsku gestirnir góvu fundarfólkinum neyva frágreiðing um undir- sjóvartunnilin undir Hvalfirði Mynd: Fróði Lekságarð arliga gjørligt at gera ein undirsjóvartunnil. Og so er tað skilagott eisini. Í gjárkveldið fekk al- menningurin í Klaksvík høvi at fåakunning um und- irsjóvartunnilin undir Hval- firði og møguleiki var eisini at seta spurningar til íslend- sku gestirnar ek