Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-11-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 220 — 18. NOVEMBER 1997 tíðindablaðið Stjórin á Havsbrún: Vit eiga at nýta okkara tilfeingi skilagott Vit hava ein hvítingsbróðurstovn undir Føroyum, sum tolir eina roynd upp á 30.000 tons, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði. Og hesin stovnur svimur púra ónýttur fyri durum okkara, meðan menn fáa almennan studn- ing fyri at lata vera við at brúka hetta tilfeingið EDVARD JOENSEN Vit hava ein fiskastovn und ir Føroyum, sum sambært Fiskirannsóknarstovuni tol ir eina roynd upp á 30.000 tons Men vit fiska hann ikki Vit hava skip í Føroyum, sum kunnu fiska av hesum stovni og geva arbeiði bæði á sjógvi og landi Men vit nýta tey ikki Vit kundu burtur úr hes um fingið eitt útflutnings- virði upp á einar 60 - til 70 milliónir krónur Men vit fáa tað ikki Alt hetta kundi verið gjørt, uttan at neyðugt var við stórvegis fløgum, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði Men vit gera tað ikki Heldur lata vit monnum almennan stuðul fyri at lata vera við at nýta hendan stovn Ein stovn, sum vit eiga sjálvir. Tí hann er bara á før oyska grunninum. Tað er tí óneyðugt við samráðingum við aðrar tjóðir fyri at sleppa at fiska Hálvt ár í vinnuloysi Sum stødan er í dag, sigur Bergur Poulsen, liggur Havsbrún í grundini í vinnuloysi helvtina av ári- num Tað er soleiðis, at frá tí, lodnuveiðan endar mið skeiðis í august mánaða, til miðskeiðis í februar, tá virk ið fær nakað av lodnu undan Íslandi, verður einki landað til virkið Tað sigur seg sjålvt, sigur Bergur Poulsen at tað ber ikki til at reka eitt slíkt virki, tá helvtin av árinum fer, utt an råvørutilgongd Men um so var, at:loyvt var at fiska hvítingsbróður var møguligt at tryggja Havsbrún eina javna rá vørutilgongd »Sostatt kundu vit havt betri møguleikar at gjørt okkum galdandi í kapping uttanlands,< sigur Bergur Poulsen >Hendan råvørustøda ger tad trupult at kunna fram- leiða alif6dur alt árið. Og hon ger tað ómeguligt at vera ein álítandi mjøl- og lysileverandørur uttan lands,< sigur Bergur Poul sen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði Og hetta ger so aftur, at altjóða kappingarstødan hjá Havsbrun viknar munandi og gerst ein stór hóttan fyri møguleikarnar at yvirliva í framtidini, Poulsen sigur Bergur Ávirkar hvert annað Tað hevur verið ført fram, at hvítingsbróðurveiðan undir Feroyum mátti steðga, tí hon var við til at oyða hýsustovnin Grundin var, at trolarar- nir fingu so nógvan hýsu- yngul sum hjáveiðu Demi: Tað var eisini rætt, sigur Bergur Poulsen. Men síðan tá eru so stórir batar hendir í reiðskapinum, ídnaðartrol- ararnir nýta, at hetta at kalla ikki kemur fyri Ein ídnaðartrolari hevur í samráð við Fiskirannsókn- arstovuna gjørt royndir við rist. Og hetta eydnaðist so væl, at hesin háttur nú eisini verður nýtur aðrastaðni Undir hesum royndum fingu teir minni enn eitt prosent av hýsyngli sum hjáveiðu Annars sigur Bergur Poulsen, at økid, trolað verður á, er rættiliga av markað. Nøkur heilt fá stød eystanfyri Og nú hvítingsbróður stovnurin hevur verið frið- aður í eini trý ár, kann endin gerast, at hann verður ein hóttan móti hysustovninum, Fiskiskapurin eftir hvítingsbróðuri undir Førovum er avmarkadur til nøkur heilt få og små øki eystanfyri Og tað fer ikki at ávirka nakran hýsustovn, ti skipini eru utgjørd við reiðskapi, sum so at siga leggur alla hjáveiðu burturúr Hinvegin kann ein stórur hvítingsbróðurstovnur hótta hýsustovnin, sígur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði | . a . = sið Seinasti møguleiki at ogna sær tær væl umtóktu boksinar til serprís er 22. nov. ilboð Koyrt verður út har vegasamband er HANDILIN heldur enn trolararnir Tí hver livir av øðrum, og hvítingsbróður etur eis ini hýsuyngul Fiska vit hinvegin hvít- ingsbróðurin, sigur Bergur Poulsen, kann hann gagn- nýtast til at gera eitt nú ali- fóður av. Sum er, er stødan hætti- slig, sigur Bergur Poulsen Tað eru ongir møguleikar at hugsa um nakra útbygging við verandi råvørutilgongd Men fingu vit hvítings- bróðurin inn í framleiðslu- na, kundu vit úr teimum 30.000 tonsunum, Fiski- rannsóknarstovan metir, vit kunnu fiska árliga, fingið eini 6.000 tons av mjøli og 1 000 tons av lýsi Tað hevði, sum áður nevnt, kunnað givið eitt út flutningsvirði upp á einar 60 70 milliónir krónur Tlf. 11220