Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-12-20, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. desember 1997síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 20. DESEMBER 1997 Føroyingar á fjakkaraferð John Thomsen og Halla Poulsen skriva: Hey aftur! Síðan seinast hava vit verið í tveimum londum, nevni liga Thailandi og Malaysia Vit hava ikki havt so góða tíð ul tey londini, ið vit vildu ynskt, men vit ugga okkum við, at:vit í hvussu so er hava sæð nøkur av hæddarpunktunum í báð- um Thailand Tad var eitt lættilsi at koma úr tí ræðuligu ferðsl- uni á teimum smølu vegu- num í Katmandu, til ta full komuliga vælskipaðu ferðsluna í Bangkok, sjálvt um henda var nógva ferðir stórri Um Thailand er at siga, at landið er sera fjølbroytt, í Ihailandi og Malaysia at ? Vit fylgja John úr Havn og Hallu úr Froðba á ferð teirra í Asiu. Í fyrstu frá- søgnini greiddu tey frá tí vakra og sjáldsama landinum í Himmalayafjøllu- num, Nepal. Hesaferð gongur leiðin til Thailand og Malaysia, tvær av perlu- num í fjareystri. Higani gongur leiðin til Singapore og Bali, har tey fara at halda jól. Tað hoyra vit meira um eftir nýggjár. og at stórur munur er á norðara og sunnara partin um. Thailand er eitt land- búnaðarland og er heimsins størst: rísútflytari. Eisini eru teir frammaliga í gummi- framleiðslu Ibugvatalid er 54 mio., og 95% av teimum eru buddistar. Tað er vanligt, at einhver ungur maður gerst munkur í eitt styttri ella longri tíðarskeið av lívi sín- um, helst aftaná skúla- gongdina og áðrenn hann giftist. Tað eru uml. 200.000 munkar í Thailandi, og teir gera gølurnar eitt sindur meira litríkar í sínum bjørtu gulu kjólum Tempul og buddistar Vit vóru í Thailandi í 15 dagar, og vit hildu tað fara at verða ov tidarkrevjandi at fara norðureftir. I Bang- kok vóru vit í 4 dagar, og har var ein rúgva at síggja M.a. sóu vit tann kenda standandi Buddah in, ið er ein 40 m. høg gullstand- mynd. Rundan um eru so fýra ymisk tempul, ið eru ógvuliga flott. Eitt var gyrt við høgum veggum við hill- um og glashurðum, og á hillunum stóðu vakurt mál- aðir vasar og ein lítil mynd av ymiskum fólki. Hetta vóru sjálvsagt urnir, og í roynd og veru ein kirkju- garður rundan um templið. Eisini sóu vit tað >nýggja< marmortemplið, ið varð bygt í 1899 av Rama V kongi. Tað er gjørt mar- mori og gulli, alt sum tað er. Har var eisini ein rúgva av buddah-standmyndum frá øllum tíðarskeiðum i thailendskari = Buddahlist Tað var sera vakurt og á- hugavert at síggja Tann seinasta dagin í Bangkok fóru vit at hyggja eftir >The Grand Palace«. Hetta var fyrr bústaðurin hjá konginum, men er nú latin upp fyri almenninginum. Vit hugsaðu ikki um, at vit skuldu verða í longum buksum og troyggjum við ermum, so vit og tey flestu av hinum ferðafólkunum har, blivu stillaði í eina kø, har vit so fingu niðurdeil/ buksir og John eina sera vakra prikkuta skjurtu! Øk- ið er uml. 275.000 m' stórt, og hevur eina ørgrynnu av hallum og templum. Eisini virkar ein partur sum stjórn- arbygningur, og hesin er ikki opin fyri almenning- inum Vit gingu runt har meg- inpartin av einum seinna- parti, og tað var veruliga stórsligið. Templini eru øll pyntað við evarska lítlum spegilsbitum, ið eru lagdir í ymisk >fantasifull< mynst- ur, ein fyri ein. Tað má hava tikið ótrúliga langa tíð. Kendast í hesum >komp- leksi< er Emerald templið, ið er tað kongaliga templið. Har inni stendur ein stand- mynd av Emerald-Buddah, ið er skorin úr jaspis. Hon var funnin í tí norðasta part- inum av landinum, Chiang Mai, og bleiv flutt aftur og fram, til hon til síðst endaði her. Eg eri ikki heilt vís í hesum, men eg haldi meg minnast, at tað er gamal sið ur, at hverjaferð ein nýggjur kongur tekur við, skal hann sova minst eina nátt inni her, til heiðurs fyri Emerald Buddah. Veðurlagið í Thailandi er nógv heitari enn í Nepal, so vit orkaðu ikki at gera meira enn eitt ting hvønn dag, t.d tók tað okkum tveir dagar at finna høvudsposthusid, og fáa sent ein pakka heim Hitin gjørdi eisini, at vit ikki fingu sæð so nógv av Bang- kok, sum vit vildu ynskt, men tað gevur okkum bert eina góða orsøk at koma aftur Ur Bangkok fóru vit sud- ur til fiskibýin Hua Hin. Har vóru vit so heppin at koma at búgva á einum gistingar- húsi, ið tók sær sera væl av gestunum. Hetta var ein hollendskur maður, ið hevdi funnið sær unnustu í Thai- landi, og heyði síðan búsett seg har. Hua Hin býur er sum sagt upprunaliga ein fiskivinnubýur burturav, men ferðavinnan hevur sett sera stór spor á býin nú. Ser- liga eru tað danir og týsk- arir, ið vitja býin, og tú sært allastaðni skelti, ið siga »wir sprechen deutch« Hetta vid ferdavinnuni hild- u vit verða spell, tí byurin var ótrúliga hugnaligur við sínum gomlu upprunaligu thailendsku húsum. Tey eru sera stór, og eru ógvuliga