leygardagur 3. januar 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Manta er skøtuslag, og hon
kann geva stoyt, so tå doyrt
ella verður merktur fyri
lívið. Sonur Greciu er tæn-
ari á vertshúsi og verður
annars lýstur sum eim ungur,
vakur drongur, men merki-
liga herðasmalur. Tann
stoytur, sum fråsøgumad-
urin fær, flytir fråsøgnina
aftur í 50im, og nú fær
lesarin at enda søguna, sum
alla tíðina hevur búð undir
og sum ferð eftir ferð hevur
gjørt vart við seg.
Tær næstu meira enn
hálvtrýss síðurnar umtalar
fråsøgumadurin seg sjálvan
sum »eg«, og søgd verður
ein søga í søguni, ein søgu
sum í mongum er sama ség-
an sum »Hjartasorg« í søgu-
savninum >Av longum leið-
um« (1982). Nú verður ikki
longur skift ímillum fyrr og
nå, he; og har, vit eru bara í
Manta í miðjum SOunum.
Fyrst verður sagt frá
Greciu, og at fråsøgumad-
urin hjålpir beiggja hennara,
Eduardo, at bera boð imill-
um hana og vaktarmannsn á
fabrikkini, Vicente. Hann
hjálpir teimum eisini við at
gera eitt bøli av fúnaðum
bátum og rekaviði, reiðrið
kalla tey tað. Tað gerst eisini
greitt, at fråsøgumadurin er
stórliga ávírkaður av tí
næstan dýrisku atdráttar-
megini hjá Greciu, at hann
er í kynsbúningaraldri.
Síðani kemur Betty Man-
riquez upp í leikin og eldri
bróðirin, sum er fullkomi-
liga burturi í henni. Betty
Manriquez er av góðari
spanskari ætt - hon hevur
mótsett Greciu hár í hand-
arkullunum - men er for-
eldraleys og býr hjá pápa-
systrini í Manta.
Svik
Men fråsøgumadurin hevur
ikki bara trupulleikar av at
renna grindir fyri Eduardo
og Greciu, royna at ansa
eftir beiggjanum, sum fjepp-
ist uppi i Betty Manriquez.,
hann verður eisini kroystur
av Isabel og hennara
vinfólkum. Isabel er dóttir
sefior Paredes, sum eigur
eitt fiskavirki og ikki dámar,
at her kemur ein maður og
vil gera eitt virki, sum
fiskimenninir sjálvir skulu
standa fyri. Hann og tann
duldarfulli amerikanarin,
Mister Brown, royna vid
Isabels hjálp at lokka
såttmålan hjå påpanum vid
fiskimenninar burtur úr
dreinginum.
Mister Brown tosar um
>tað reyða myrkrið, sum
liggur á verðini<, og hann
veit, at pápin hevur givid út
yrkingasavn við júst hesum
titli. Hann er áhugaður at
vita, hvat påpin hevur tikist
við, og hvar hann hevur
ferðast. Við speisemi letur
høvundurin drongin gera
sær hesar tankar:
Pápi er kendur í Amerika!
Tað fari eg at siga við
hann. Hann skal einki
leggja í, at tey ikki lesa
hann inni á Skålafjørd-
inum, har hevur altíð
myrkur valdað. Men hetta
er nógv stórri, hetta er
verðin sjálv, sum veit um
hann og hevur fingið týð-
ingar inn á stødirnar fyri
allari heimsmentan. Her
lýsir hansara navn, okkurt
er so komið burturúr.
Hvussu nógv er komið
burturúr, fær lesarin at vita
eitt sindur seinni, aftur í
nútíðini, tá ið systkini fara
á eina politistød, og teir á
teldum vita meira enn gott
er um pápan.
Er drongurin kroystur frá
fleiri síðum, so er pápin tað
eisini. Fyrst er tað sefior
Paredo og Mister Brown,
hartil hava fiskimenninir
verið eitt sindur trekir, tað
hevur kortini gingið, men nú
kemur ST-embætismaður úr
høvudsstadnum og vil hava
hann at gera arbeiðið
ødrvisi. Seinni kemur enntá
umboð av hevussteðini í
Rom at leggja trýst á pápan.
Seksualiteturin hjá frá-
søgumanninum ger væl og
virðiliga vart vid seg, og
hann heldur, at bæði Grecia
og Betty Manriquez hava
áhuga fyri honum. Hann
hevur eisini grund til tað, tí
tær spæla upp til hann, og
eitt kveldið lokka tær hann
oman í reiðrið á strondini.
Tær binda fyri eyguni á
honum og lata hann úr - og
fara so at flenna. Men hann
sleppur ikki so, eyðmýk-
ingin gerst enn verri: >Og
aftanfyri er ein annar látur.
Tað er Eduardo. Eg havi
dorgina í hálsinum, og hann
dregur spakuliga til sin«.
Myndin av dorgini gong-
ur aftur frá barnaárum hjá
påpanum, har >Teir høvdu
lokkað likkurnar við langari
dorg, krøkt livur upp á húk-
in, nú stoyttu tær seg og
kulkaðu í seg<.
Grecia er upp á vegin, og
Vicente vil ikki gifta seg við
henni, tí hann metir seg fín-
ari, nú hann hevur fasta løn.
Eduardo lovar ilt, og frá-
søgumadurin má sum vant
ganga ørindir fyri hann, tí
>Dorgin situr føst niðri í
hálsinum<. Úr gllum ættum
verður hann kroystur og
alramest í sínum egna huga,
og hverjum skal hann vera
trúgvur ímóti. Pápanum?
Men hann hevur ikki sagt
pápanum, at Vicente gongur
ørindir fyri sefior Paredes.
Skal hann hjålpa øllum
teimum, sum av ymiskum
orsøkum vilja hava hendur
å såttmålanum? Hvør fær
yvirvåg, girndin ella trú-
skapurin? Alt er ein rudu-
leiki.
Hurlivasin gerst íkki
minni vandamikil, tá ið pápi
Greciu og brødurnir stutt
eftir hava høgt Vicente
niður. Eduardo er ikki við í
hesum, tí hóast hann ikki er
minni óður enn hinir, so
hugsar hann fyrst og fremst
um, hvat kann koma burtur-
úr. Hansara ætlan er at hótta
Vicente, at giftist hann ikki
Greciu. so missir hann
starvið su.n vaktarmaður.
Skelkaði av deyða Vicentes
gera foreldrini av, at børnini
skulu sendast heim at ganga
í skúla, og eldri beiggin
gerst somikid frá sær
sjálvum, at hann má hald-
ast. Stutt eftir eru hann og
Betty Manriquez stungin av.
Var alt ikki á gosi
frammanundan, so er tað tað
nú. Isabel kroystir frá-
søgumannin at vísa veg til
reiðrið, har tað unga parið
hevur krógvað seg, og frá-
ségumaðurin verður av-
bardur av tvíburabeiggjan-
um. Kenslan av at vera
sálarliga lamdur tyngir hann
á botn: >og har er eingin
makt í verðini, sum kann fáa
meg uppundan aftur<.
Kapitlid - og søgan úr
50unum - endar við, at ein
skuggi kemur ímóti honum,
og >Har koma ljóð frá tí,
ikki ljóð av fólki men sum
av djórum í neyð, nidursøkt
ella undir vatni á stórum
dýpi. / Nú fellur skuggin á
meg. Eg bíði eftir tí seinasta
høgginum«.
Tað er lesaranum - i
hvussu er hesum - eitt sind-
ur ógreitt, hvør skuggin er,
og hví hann er so uppøstur.
Ivaleyst er tað Eduardo, sum
eisini í nútíðini verður lýstur
sum skøta við tí stóra
skugganum, og hann høgg-
ur sum hendan. Men hví
skal hann lata ljóð frá sær?
Er tað tí, at reiðrið er hans-
ara, og partur í hansara
ætlanum um at koma sær
fram í samfelagnum? Nú er
Vicente deydur, reiðrið
sorað, og føroysku børnini
verda senda av landinum.
Spælid er spilt.
Hevndin
Aftur í nútíðini í Manta tek-
ur Eduardo eina seinkaða
hevnd. Hann hevði lovad
at komið á gistingarhúsið
eftir teimum trimum
systkinum, men eingin
maður kemur. Tey fara so
túr á eina strond, og verða
har rænd fyri bæði virðir og
pappír av tveimum monnum
við lummaturriklæði fyri
andlitini.
Løgreglan hevur lítlan
hug at hjálpa fólkum, sum
eru so býtt, at tey fara oman
á eina oydna strond við øll-
um sínum virðum. Men
undir frágreiðingini kemur
fram, át annar maðurin var
óvanliga herðasmalur, og
hin hevði myrkar lodnar
hendur. Síðani verður spurt,
um tey kenna Eduardo. Løg-
reglumaðurin metir, at tey
eru í vanda, og at tey mugu
hava lívverju og annars sum“
skjótast til høvudsstadin
Quito at fáa nýtt pass. -
Just sum í 50unum hava
tey ikki vitað, hvussu tey
skulu bera seg at, og tað er
vandamikið. Tey hava vitj-
að fortíðina, og hon hevur
hevnt seg. Í Quito renna tey
seg eisini í fortíðina. Hesa
ferð eru tað telduupplýsing-
ar um pápan, og tey noyðast
at vera undirbrotlig sum
upprunafólkið, skulu tey
sleppa av landinum.
Við fruktfarvaðum EEC-
passum fara tey upp í flog-
farið, og ávegis til Europa
hyggja tey hvert upp á ann-
að:
Tey hava fingið ein ser-
ligan lit. Eduardo. Kann
hann senda sín skugga so
langt? Tað er ein litur av
heimloysi, nú síggja tey
tað týðiliga, lillareytt og
illblátt er uppi í. Nakað
sum liturin á tí yvirkoyrda
beininum hjá pápanum.
Tey eru fruktfarvað øll
trý.
Hóast Føroyar ikki eru limir
í europeiska felagsskapin-
um, verða systkini flokkaði
sum EEC-borgarar, og hóast
tey ikki hava ynskt tað, eru
tey vorðin heimleys í mun
til Manta. Tað er í hesum
høpi ógvuliga upplýsandi, at
tey einki fáa at vita um, hvat
er vorðið av Betty
Manriquez. Tey hava vitjað
aftur á gamlar getur, men
tær eru ikki teirra longur -
um tær nakrantíð hava verið
tað - so hvussu lagnan hevur
lagað seg hjá teimum ymsu,
er ikki teirra søk.
Orðini um lítin á tí
meiðslaða beininum vísir til
næsta kapittul, har vit aftur
eru stødd hjá påpanum, sum
bókstaviliga er við at gerast
heim-leysur.
Ringråsin fullgjørd
I seinasta kapitli verdur bod-
id farvæl eins og i fyrsta
kapitli, men hesaferð innan
ta endaligu fråferdina. Påp-
in sigur frå uppvøkstrinum
og frå Manta, og nú og tá,
her og har glíða saman. Fólk
frá fortíðini og fólk frá nú-
tíðini eru til um somu tíð.
Skaldið frá Oynni Svørtu
kemur at vitja, og nú verður
navnið, Pablo Neruda, nevnt
fyri fyrstu ferð. Pápin -
hvørs navn ongantíð verður
nevnt - vísir honum høn-
urnar, og síðani standa teir
og kláa neytunum aftan fyri
oyruni: >Tað er blivið seint
nú. Ein roði er komin á luft-
ina. Tað er eitt lýsandi myrk-
ur, sum nú er komið. Pápin
fær ikki verið her longur, og
har í fyrstu skýmingini taka
teir í hondina hver á
ødrum«.
»Undir sudurstjørnum«
visir å, at heimurin er ein,
og at alt er bædi samstundis
og ymsastaðni á einari hend-
ingagongd. Frásagnar-
hátturin er merktur av
modernaðum teknikkum
sum montasju og stream of
consciousness, og tað er lítil
ivi um, at høvundar sum
James Joyce og Marcel
Proust á onkrum stødi hava
verið Gunnari Hoydal í
huga. Tann seinni kanska
gitnast fyri at kollvelta hug-
takið tíð í skaldskapi. Sam-
bært Proust er fortíðin ikki
deyð, hon kann uppdagast
aftur, og í løtum, har kensl-
urnar eru opnar, manast
fram sum livandi nútíð.
Somuleiðis er tað so í
»Undir sudurstjørnum«, at
ein nútíðarligur viðburður
verður litaður av eini endur-
minning, samstundis sum
tann nýggja upplivingin
veitir fortíðini perspektiv.
Men tað eru ikki bara
modernaði rák sum gera seg
galdandi í >Undir suður-
stjørnum«. Skaldsøgubygn-
aðurin, har søgan ger eina
ringrås, er aldargamal, og
Odysseuskvæðið er eitt
greitt dómi.
Nr. 1 - 3. JANUAR 1998
f sambandi vid fråsagn-
arhåttin er tad vert enn eina-
ferd at draga fram, at frå-
søgumadurin vanliga um-
talar seg sjålvan sum hann
og stundum sum ein, men å
teimum hålvthundrad síð-
unum frá barndómsins
Manta sigur hann eg. Tað
má sigast at vera eitt frá-
søguparadox, at hann kann
siga eg í fortíðini, men ikki
í nútíðini. Frágreiðingin er
ivaleyst, at drongurin upp-
livir beinleiðis, meðan frá-
søgumadurin er tann reflek-
terandi. Hetta skal skiljast á
tann hátt, at sjálvsagt er
drongurin reflekteraður -
kanska í ólukkumáta - men
í vaksnaárunum er fråsøgu-
maðurin fyrst og fremst eyg-
leiðari, meðan hann í barna-
/unglingaårum er luttakari.
Eg-håtturin ber bod um, at
nú verður søgan, sum býr
undir restini av bókini, søgd.
Skuggar
Skuggar hava ein fittan leik-
lut í skaldsøguni, og verða
fleiri ferðir tiknir fram í
sambandi við Eduardo og
Greciu, men eisini fråsøgu-
maðurin hevur ein skugga.
Í kapitlinum, har beiggin
heldur fødingardag, hevur
fråsøgumadurin stríð av
skugganum. Honum líkar
hann einki, og hann roynir
at sleppa sær av við hann,
men tað er ikki bara sum at
siga tað. Hann roynir at stíga
á hann, men skuggin er ov
kvikur; at enda sleppur hann
av við hann í myrkrinum
aftan fyri ein garð.
Hetta er sama kapitlið, har
fråsøgumadurin ikki sýnir
tann vakrasta atburðin, og
við Jung í huga er lítil ivi
um, at skuggin umboðar
tann døkka partin av honum.
Tann partin, sum vit vanliga
ikki vilja viðurkenna
okkum. Jung sigur eisini, at
hjá summum fólkasløgum
er tað at traðka á skuggan
ringur gandur. At koma
andlit til andlits við skuggan
merkir, at tú gerst
eirindaleyst greiður yvir tíni
egnu lyndiseyðkenni. Men
líkasum alt annað, sum er
krógvað í dulvitinum, verð-
ur skuggin ofta fluttur yvir
á onkran uttan fyri okkum.
Tí er tað altíð onkur annar
sum hevur skyldina, sann-
kenna vit ikki, at myrkrið
er innan í okkum. Hetta
tykist ikki púra fremmant í
sambandi við >Undir suður-
stjørnum«.
Frásggumaðurin í »Undir
sudurstjørnum« svíkur bæði
beiggjan og pápan. Hann
svíkur tvífalt, og tað er eros
sum liggur í buktini. Hann
er komin í kynsbúningar-
aldur, og svikini eru hansara
syndafall. Syndafallið kann
eisini javnsetast vid søguna
um Kåin og Abal. Fråsøgu-
madurin (Kåin) vid sinari
øvundsjåku og sínum ringu
tankum roynir ikki bara at
lågva fyri påpanum (Vår-
harra), men ger eisini tí rein-
lynta beiggjanum (Abali)
fortreð.
»Undir sudurstjørnum« er
ein í allar mátar stór skald-
søga, og hevur tú ikki lisið
hann áður, so ger tað nú.