Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. januar 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 3. JANUAR 1998 SUSIE rn Kelduviðgerð og háttaleg eftir Kára Jespersen og Jens Paula A. Nolsøe. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1997. 128 síður. Av gllum lærugreinum á hvørjum stigi hon so kann vera, man søga og ikki minni søgan vera ein hin ringasta at lýsa og definera. Tí hvat skuldi koma við í søguna, og hvat skuldi dylj- ast ella leypast um. Skuldi søgan forteljast sum ein samanhangandi og livandi frásøgn ella bara turrisliga endurgevast við tilvísingum til nakrar persónar og nøkur årstøl? Bæði hesar og nógv- ar aðrar royndir hava vrið gjørdar. Tå id tey kommunistisku tornini fullu í grus, fingu menniskjuni í hesum sam- feløgum at vita, at alt tey høvdu lært um »søgu« var ósatt ella beinleiðis lygn. Tað var tó ikki bara har, at illa var statt. Í mínari tíð á Keypmannahavnar Uni- versiteti brúktu vit ameri- kanskar lærubøkur í aka- demiskari søgu, sum býttu heimin í tvey: Annar part- urin var um hin frælsa heimin („The Free World«), hin um tann partin, sum var undir kommunistiskum harðræði („Communist Dictatorship<). Tað kundi vera tað, tað var. Verri var soleiðis reint intellektuelt at góðtaka, at alt, sum ikki kommunist- iskt, var frælst og hoyrti til tann frælsa heimin; tí upp í henda frælsa heim vóru roknaðar politiskar leivdir sum Spania og Portugal og øll latinamerikansk dráps- mannastýri, sum bara vóru til við amerikanskari hjálp. Um endamálið við tíðindabla Ein søga um søguna vitskapinum skal vera (sum ofta hevur verið tikið upp- aftur) at leita eftir sannleik- anum, so mugu klárari og neyvari granskingarhættir, »metodur«, til. Søgugranskingin er sum øll onnur gransking ikki annad enn eitt handverk. Sum i øllum handverki mugu ambodini lagad eftir tilfarinum, og betur ambod- ini eru, og betur tey verda røkt, betri verður úrslitið. Teir báðir ungu føroysku søgufrødingarnir Kåri Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, sum bådir starvast f Hoydølum, hava hjå Før- oya Skúlabókagrunni givið út eina frálíka bók, sum eit- ur »Søgufrødi. Kelduvið- gerð og håttalag.« Í henni kunnu øll áhugað læra seg grundreglurnar fyri arbeiði við søguligum keldur og framseting av hugsanum um samfelagslig viðurskifti í fortíðini — í talu og í skrift. Og tann veruleiki, at føroy- ingar eru eitt 6vanliga søgu- hugað fólk, ger ikki ognina í hesi bók minni. Sjálvur kundi eg sum søgulærari fyrr enn nå hugsad mær at havt hesa bók við hondina. Hon kann væl vera hent eis- ini á hægri undirvísingar- stigum enn miðnámsskúl- um. Uppbyggingin er greið og logisk — og tað er ofta tað besta við einari bók, ikki minst lærubók. Í formælinum siga rithøv- undarnir, at tá ið bygnað- urin í miðnámsskúlunum va broyttur, øktust tey fakligu krøvini, eisini til anbod og metodur, munandi. Tad er Ummæli av Søgufrødi fyri neyðini, at tann broyt- ingin er hend. Tað kann bara skapa trygd, tá ið sagt verður, at bókin >partvís byggir á metoduhugsanina hjá Kristian Erslev« og so sjálv- andi >partvís á egnar undir- visingarroyndir«. I innganginum fæst at vita, sum sjålvandi sett upp f innihaldsyvirlitinum, hvørji evni verða tikin fram í bókini og í hvgrjari rað- fylgju. Tað sæst beinanveg- in, at har er tikið við alt tað, sum ein rímuliga kann vænta sær í einari bók í hes- ari stødd. Tað er gott, at lesarar straks meta navninum Herodot, sum fyri hålvtridja túsund árum legði grundar- steinarnar. Um endamálið við søgu høvdu kanska íkki allir verið samdir við orðingini um, at søgan hevur tydning fyri fatanina av fortidini og nútíðini, men eisini fyri fatanina av ella áhuganum fyri framtíðini. Eitt sindur negativt kann sigast, at eitt »futuriskt element< meira má hoyra til profetarnar enn til søgugranskararnar. Men sjálvandi hongur einki mannasamfelag søguliga í leysari luft, og tad fer fram- tíðarsamfelagið = neyvan heldur at gera. Og tað ger einki at hugsa um framtíð- ina við stødi í tí, sum vit vita um fortíðina og nútíð- ina. Uppi í hesum sama heimspekiliga meginspurn- ingi hongur eisini undir- spurningurin, um søga skal vera »almennisfak« ella »nyttufak«. Sjålvandi er høvudsdent- urin í bókini lagdur á ar- beiðið við søguligum keld- ur og á >keldukritikkin<. Frá gamla Erslev og týsku lærumeistarum hansara fáa vit sundurbytingina í »leivdir« og >útleggingar<. Sera greidliga er sagt frá ymsum keldukategorium, t.d. »mannasl6dum«, »tig- andi keldum«, »talandi keldum«, »sigandi keld- um« og »lysandi keldum«. I kapitlinum »Kelda sum leivd og fråsøgn« verður sidan greitt frå — vid dømum — hvussu vitan um fortíðina kann fáast burtur úr keld- unum. Her eru ongar myst- iskar loysnir, ti, sum skrivað verður: »fråsøgnin má vera mannaverk«. Hon kann ikki ED er, annað. Ein partur eitur »Teir fyra hornasteinarnir<. = Hesir hornasteinar eru sera peda- gogiskt settir. Hin fyrsti er at finna keldurnar (tað, sum teir gomlu kallaðu »heuristikkin«). Vísindaliga má hesin endin vera tann einasti rætti at byrja við. Í blomsturbarnapædagogiskari tíð og í politiskt frelstari marxismutíð var »in« (fyri nú at skriva nýfgroyskt) at byrja við onkrari skroypi- ligari teori, áðrenn hugt var eftir, hvat ið keldurnar søgdu. Úrslitið kundi bara vera hareftir. Annar hornasteinurin er settur at vera at royna at gera av, hvør upphavsstød- an hjá teimum innsavnaðu keldunum var (hver ið hevði gjørt tær, og hvar og nær og hví). Her kemur frá- søgumadurin inn, tí er talan um »beinleidiskeldu« ella »6beinleidiskeldu«? Tá ið teir spurningarnir eru av- gjørdir, er søgugranskarin komin væl nærri metingini av kelduvirdinum. Greitt verdur frå »kvalitativum« og »kvantitativum« við- gerðarháttum, og hvat hvør teirra kann brúkast til — og haðan til tulkingina av keld- unum. Í hesum sambandi er víst til føroysk venjingar- dómi og spurningar út frå teimum. Hin fjórði hornasteinurin er so hann, sum kann fáast at geva svarið, hvat ið keld- an kann nýtast til. Tann stødan er sjálvsagt bara tann seinasta í einari miðvísari granskingarprocess — í grundini tann samlaða nið- urstødan. Fyri um leid fimti årum sidan kom fram ein vaks- andi åhugi fyri søgu av manna munni, fråsagnir meira enn skjøl. Á eingilsk- um var henda munnborna søgan nevnd »Oral History«, og tað slóðbrót- andi verkið var >Oral History as Tradition< eftir belgiska søgumannin Jan Vansina. I dag koma minst tvey altjóða tíðarrit út við útgangsstóði í hesari gransking. Hóast sumt kann síggja eitt sindur undarligt út, mugu munnligar keldur eisini hava áhuga hjá før- oyingum, tí nógvar av okk- ara bygdasøgum byggja á munnligar frásagnir, upp- skrivaðar ella fingnar bein- leiðis frá søgusigaranum. Tað kundi tí eisini verið áhugavert, um onkur út frá hesum bygdasøgum (og sagnatilfari) tók upp >oralt- metodiskar< kelduumhugs- anir í føroyskum saman- hangi. Ella — í hesum Barbu-tíð- um — hvussu skulu vit við- gera skaldskap (søguligar skaldsøgur t.d.) sum søgu- liga keldu? Ella hvussu við propagandatilfari, sum í dag mest verður framlagt á myndum, tí at fólk lesa nógv minni? Hvussu við einari avleiðandi nidurstødu av falsaðum fotomyndum frá Stalin — og Hitlertíðini ella frá Vietnamkrígnum? Tað, sum prógvað er at vera eitt falsum verður so ongan- tíð annað. Men hvussu við idealiserandi málningum, sum t.d. av Sverra kongi á Dovrafjøllum (í Løgtingin- um) ella av Sogmundi, sum boðar kristna trúgv í Føroy- um (í KFUK). Hava vit loyvi at siga við børnini: Hetta var Sverri — hetta var Sigmundur. Og Nólsoyar Páll í Vágsbotni? Er hetta hann ella eingin veruligur pesónur og tí eingin kelda? Skansin á Stangarnesi hevur ongantíð vart Føroy- ar. Hann var bara píning og líðing hjá føroyingum. Men í bókini er ein mynd frá |. september 1994. Har standa fýra nývaldir landsstýris- menn (Lasse Klein, Ed- mund Joensen, Anfinn Kallsberg og Tordur Nicla- sen) ikki bara á tí >demoler- aða< Skansanum, men eis- ini í glæmuni frá tí stóra vitanum. Jú, her skuldu stórar vónir verið. Og fødi- landið skuldi verið burtur úr øllum vanda. Men hvussu skulu føroyskir søgulesarar og -skodarar meta imillum henda dramatiska og im- posanta symbolikk og tann veruleika, sum var, og sum kom? Hetta er einki minni enn eitt bragd, sum Kåri Jesper- sen og Jens Pauli Nolsøe hava lagt úr hondum. Bókin er væl skrivað og ógvuliga klár og greið, og tað má vera nakað av tí besta við einari lærubók. Men hví skal sovorðið óestetiskt og býtt koma fyri sum at skriva súmbol fyri symbol og súntesa fyri syntesa? Er hetta ólærd heimfødinga målterrorisma av Debesartrød, ella hvadan kemur henda barbarisma. Teir har kunnu halda seg sita har fåeinir og jonglera við móðurmálinum hjá 50.000 føroyingum. Men teir kunnu so ongan rætt taka sær at gera seg inn å tad klassiska grikska. Ein annar spurningur er, um tad er rætt at nyta karikatúrtekningar = sum illustratiónir. At gera tað er í grundini at gera ímóti øll- um tí, sum skrivað er í bók- ini um »autenticitet« í tekst- um og á myndum — og um hagreiðingina av keldum Hatta var illa valt Rithøvundarnir duga væl at skriva — tí høvdu teir væl kunnað litið á egnan mátt og egna megi. Men tað dirv- ið kemur uttan iva við árun- um. Alt hetta kunnu vit deilast og kjakast um til dómadags — og til tess at fáa stundir til hetta futila orðaskifti er at vóna, at dómadagur er langt burtur Hans Jacob Debes professari