leygardagur 3. januar 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
myrk og tokut vetrartíð. So
líðandi rotnaði húsið burtur,
og tann eina ferð so litfagra
fasadan gránaði.
Í 1968, eftir at hava tosað
um tað í nógv ár, vóru nøkur
fólk so djørv at lata stongdu
vindeyguni upp aftur og
fóru at renovera húsið. Eina
lítla løtu skein sólin, og teir
eina ferð so innilæstu kekk-
arnir og slovakarnir heils-
aðu upp á gll, teir hittu. Teir
megnaðu enntá at gloppa
dyrnar og øll fingu loyvi til
at spáka ein túr. Men eins
og við føroyska veðrinum
var sólin ikki leingi frammi.
Sovjettisku eigararnir komu
við glopraregni, stríðsvogn-
um og hermonnum. Teir
stongdu dyrnar aftur og lótu
stríðsvognarnar verða ver-
andi í húsinum. Tá regnið
at enda helt uppat, legði
tjúkkur mjørki seg yvir hús-
ið og tyktist ongantíð at fara
at lætta sær á aftur. Summi
megnaðu at leypa út gjøgn-
um vindeyguni, áðrenn tey
vórðu afturlatin aftur. Tey
tóku til beins, sum oftast
uttan at hava so mikið sum
ein frakka við sær. Tá tey
komu til grannahúsini,
noyddust tey enn eina ferð
biðja grannan um innivist.
Fólkið noyddist at bíða,
til mjørkin hvarv, og tað tók
langa tíð. Stríðsvognarnir
stóðu og rustaðu, og sov-
jettiski eigarin gjørdist gam-
al og í barndómi. Men so
lætti mjørkin aftur. Sólin fór
at skína á onnur afturlæst
grannahús og kom so eisini
til »Kekkoslovakia«. Fólk-
ið, sum kendi sólina skína,
fór at bróta hurðarnar og
vindeyguni upp. Tá tey lótu
hurðarnar upp, sóu tey grind
úti á havinum. Restina av
søguni kenna tit
Eftir at grindin varð drip-
in og skift sundur fóru
kekkar og slovakar at kland-
rast. Skjótt komu teir framá,
at eftir 73 ára hjúnalag undir
sama taki vildu teir hava
hver sítt hús. So ein veggur
varð bygdur í húsinum, og
tvær inngongir vórðu gjørd-
ar. Hjúnini megnaðu í sátt
og semju at fara hver til sítt.
Tíverri fóru nakrir av grann-
unum eftir grindadrápið at
klandrast eitt sindur harð-
ligari við nevum og knívum
um, hvør var rætti eigarin
og so framvegis. Teir megn-
aðu enntá at oyðileggja sítt
egna hús. Á dett órudd!
Heimurin uttan fyri
er broyttur
Men nú er drápið av, og alt
er etið upp. Hver veit, nær
tað aftur verða grindaboð?
Í nýggja húsinum »Kekkia«
hevur tað stórri tydning,
hvat ein sjálvur dugir fyri
at yvirliva. Vit noyðast at
umvæla og mála húsið hjá
okkum og finna okkara
skapandi eginleikar fram-
aftur. Í Kekkoslovakia
høvdu vit ein sera fram-
komnan og vælvirkandi
ídnað. Vit framleiddu bilar
í heimsklassa (Skoda,
Tatra), flogfør, lokomotiv,
tungar maskinur, og vit
høvdu ein framkomnan
glas- og leikuidnad.
Hesin idnadurin og henda
Nr. 1 — 3. JANUAR 1998
vinnan er fyri okkum tad
sama sum fiskivinnan er
fyri Føroyar. Tad er sum ein
gamal maður, sum í sínum
ungu døgum var ein góður
sjómaður. Síðani læsti Sov-
jet hann inni í hasum myrka
húsinum, og einasta staðið,
hann tá kundi fiska, var í
baðikarinum. Nú er hann
knappliga aftur frælsur til
at fara til skips, men heim-
urin uttan fyri er broyttur.
Nú eru stór verksmiðjuskip,
sum fiska, og hansara eina
ferð ungu bein eru nú vorð-
in gomul. Hann kann greiða
teimum ungu frá, hvussu
hann í sínum ungu døgum
var til skips, men teir ungu
dreingirnir hava stórri
áhuga í at vinna nógvan
pening og gerast ríkir fiski-
menn. So teir gera tað sama
sum teir síggja onnur lond
gera og eru sum vera man
ikki altíð serliga dugnaligir
til tað. Men tí teir vilja verða
ríkir sum skjótast, royna teir
at krevja tað sama fyri ar-
beiðið. So undrast teir á, hví
tíðindablað
tað ikki gongur so væl við
fyritøkuni hjá teimum.
Aðrir mynstra við teim-
um nýggju útlendsku fiski-
skipunum, har teir læra
know-how, men íkki ar-
beiða fyri seg sjálvar. Verða
teir førir fyri at stovna teirra
egnu nymótans og kapping-
arføru fiskivinnu skjótt?
Høvudsmålid, sum øll
tosa um, er at gerast limur f
tí stóra Felagsskapinum hjá
øllum fiskimonnum. »Fel-
agsskapurin« er soleidis, vit
siggja Europeiska Samveld-
ið úr fyrrverandi kommun-
istisku londunum. Sjálvandi
eru tey ikki nógv, ið síggja
allar skyldurnar, ein limur í
Felagsskapinum hevur - tey
flestu síggja tey vøkru
klæðini, hann er í, og tey
stóru- skipini, hann eigur.
Tey (tað eru vit) hava nógv
at læra, hóast tíðin er farin
at renna undan, tí samráð-
ingarnar um limaskap byrja
í næstum. Felagsskapurin
heldur, at ideella loysnin er,
at allir fiskimenn skulu vera
limir, og er tí til reiðar at
taka hesi nýggju londini inn
- fyri ein prís, sjálvandi.
Summi vandu
seg við hitan
Men tá litið verður aftur á
hesi átta árini sum eitt frælst
hús er tað løgnasta framveg-
is, at vit eru veruligir fiski-
menn aftur. Fyri fiskimenn,
sum hava verið innilæstir í
einum myrkum húsi, er tað
ein stór kensla at kunna fara
á sjógvin aftur, líka mikið
hvussu veðrið er harúti. Ein
má venja seg við at ganga í
regnjakka aftur, stutt og
greitt.
Hóast skipini, navigati-
ónin, tøknifrødin, trolini
o.s.fr. eru broytt, er einki
betri enn at kunna fara at
fiska aftur. Sjálvandi er tað
lætt onkuntíð at gloyma, at
vit eina ferð vóru >hús-
hjálp<. Summir av teimum
sera virknu skiparunum í
dag høvdu fyrr ábyrgdina av
at halda hurðarnar stongdar,
so eingin slapp út úr hús-
inum. Í dag syngja teir sang-
ir um frælsi á sjónum og
prísa fyrimununum við at
fiska.
Hinvegin eru eisini tey,
sum vandu seg við hitan í
húsinum, og sum hava
sannført øll (serliga seg
sjålvi) um, at hóast hurð-
arnar og vindeyguni vóru
stongd, er tað nógv betri at
vera innandura enn uttan-
dura, har vindurin er hvass-
ur og regnið kalt. Nógvum
fiskimonnum, sum ikki
veiða so nógv, dámar nú at
hoyra síni egnu orð aftur.
Men tíbetur eru teir ikki so
fjølmentir og eru komnir
væl til árs.
So líka mikið hvussu
veðrið er uttanfyri, so eru
vit eitt ídnaðarland í hjart-
anum av Europa, og allir
kekkar eru greiðir yvir, at
tað er einki annað í at velja
enn at fara í regnjakkarnar
og gummistyvlarnar, læra
seg at sigla aftur, finna góðir
fiskipartamenn og fáa góð-
an fisk. Tey, sum framvegis
17
heldur vilja búgva í einum
myrkum húsi, fara ikki at
broyta sína hugsan kortini,
vit mugu bert ikki loyva
teimum at trýsta sín vilja
niður yvir øll hini longur.
Og til seinast, um vit ger-
ast góðir og professionellir
fiskimenn aftur, sum eisini
duga at halda sítt egna hús
reint og nossligt, verða vit
eisini virdir nyggir limir í
Felagsskapinum og koma
aftur til ta stóru fiskimanna-
familjuna
Og sjálvandi kunnu vit so
eisini ferðast frítt til Føroyar
og bjóða okkara føroysku
vinfólkum vælkomin í
vakra býnum Prag og í
Kekkiska Lýðveldinum utt-
an at loyniliga løgreglan
hevur eyguni eftir okkum,
meðan vit tosa við >útlend-
ingar<
Fremst í myndini stendur Altneu-synagogan í Prag. Aftanfyri sæst gamla jødiska ráðhúsið (nidara urid hevur hebraisk tøl, og pinnarnir snara til
vinstru