Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 4 — 8. JANUAR 1998 Lógmaður í útvarpinum ny tíðindablaðið ggjársdag: Vonandi fáa vit markið uppá pláss og eina útbjóðing í 1998 | JAN MÚLLER tiska teanesstaðið ind juvinnu må vera vingar í mest møgu gan mun sjálvir vera við øllum liðum í oljuvinnuni Møguligt er í ávísan mun í ásetingum útbjóðingar Vtunum at tryggja Í9roy- ngum upplæringarpláss hjá teimum oljufeløgum sum fara at virka å føroyska økinum. Tad er møguligt at åseta treytir um nytslu av føroyskari arbeiðsmegi og leveradørum, og harum- framt er tað møguligt at tryggja, at tað almenna á ymiskan hátt fær innlit í virksemi hjá oljufeløgun- um. Hetta segði Edmund Joensen, løgmaður við út- varpið, sum nýggjársdag bað hann um eitt boð uppá 1998 í sambandi við roynd- irnar at fáa í gongd eina oljuvinnu. Løgmaður vísir tó á, at hóast vit vilja tryggja okk- um at kunna vera við í tí ymiska virkseminum, so ber tað ikki við sær, at før- oyingar verða beinleiðis við í leitingar- og framleiðslu- virkseminum. Men kann nakað tryggjast við, at eitt føroyskt oljufelag luttekur í samtøkum av oljufeløgum, sum fáa loyvi at virka á føroyska økinum, so eigur tað at verða gjørt. Tað vildi verið óhugsandi - við útliti til, at kolvetni er í undirgrundini - uppá for- hond at sagt, at vit skulu ikki luttaka. Tað má vera tað øvugta. Hava vit atgongd og rætt til kolvetni, má egin luttøka vera høvudsmålid. Byrja i småum Løgmaður viðgongur tó, at talan er um eitt sera kap- italkrevjandi virksemi, sum krevur sera stóra ekspertisu, og tí er føroyski førleikin at fara undir nakað slíkt virk- semi ikki til steðar -Tí mugu vit finna ein máta at byrja í smáum. Men tá vit eiga ognarrættin og kunnu seta í útbjóðingar treytirnar, hvat vit vilja, so er tað heilt náttúrligt at hava hesi vidurskiftini við Hvat viðvíkur ætlanini at fara undir eitt fyrsta útbjóð ingarumfar í føroyskum øki vísir Edmund Joensen, løg- maður á ta royndarútbjóð- løgini eftir løroyskum tan nyndugleikum peikaðu út ey øki, sum tey hildu verða áhugaverd at hava við í eini fyrstu útbjóðingarundu Treytir og útbjóðing -Oljufeløgini hava serliga peikað á øki, sum eru eystan og sunnan fyri Føroyar - og í minni mun á øki, sum eru í ein útsynning úr Føroyum. Løgmaður sigur, at arbeitt hevur verið við at gera treyt- irnar í sambandi við fyrsta útbjóðingarumfar. Hesar koma annadhvørt at standa í sjálvum loyvinum í út- bjóðingartilfarinum ella í kunngerðunum við heimild í løgtingslóg um kolvetnis- virksemi. Hvat viðvíkur treytunun- um, ið eru ásettar í loyv- unum, so er rættiliga fitt av arbeiðinum longu gjørt, men ikki alt. Hetta kemst serliga av, at tað verður hildið, at nakrar av treyt- unum td. gjøld til lands- kassan, treytir um nýtslu av føroyskari = arbeiðsmegi, vørum og tænastum, eru tætt knýttar at vónunum, ið oljufeløgini seta til útbodnu økini og verða hesar tí ikki fastlagdar fyrr enn tað er komið til eina endaliga niðurstøðu um, hvørji øki kunnu bjóðast út. Tá funnið er fram til øk- ini, sum ætlanin er at bjóða út í fyrsta útbjóðingarum- farinum, verður ikki hildið, at tað fer at taka Oljuráð- leggingarnevndini langa tíð at áseta seinastu treytirnar. So sigast kann, at størsti parturin av reglum og åset- ingum, ið oljufeløg, sum í framtíðini skulu virka á før- oyska landgrunninum, koma at arbeiða undir, verð- ur ásettur í kunngerðum. Hetta eru serliga reglur um trygdarvidurskifti, arbeiðs- umhvørvid og um hverjir upplýsingar skulu latast føroyskum myndugleikum. Løgmadur sigur víðarivið útvarpið, at Oljumáladeild- in arbeiðir við at evna hesar kunngerðir til og kunnu tær smátt um smátt verða settar í gildi, tá kolvetnislógin er samtykt og lýst. Edmund Joensen vísir á, at tað verður arbeitt fram ímóti, at fyrsta útbjóðing arumfarið kann fara av bakkastokki í 1998. Hann igur, at samráðingar hava nú verið um markið í sjey ár. -Tað hevur ikki gingist, sum vit høvdu vónað, men kortin hava vit ikki slept vónini heilt, um at tað ber til at fáa eina samráðing- arloysn í lag, men tíðin er við at ganga undan. Part- arnir hava sagt, at teir vilja royna í eitt hálvt ár aftrat, og tað gongur so út í januar mánað, so tað verður spenn- adi at vita, hvussu leikur fer. Løgmaður sigur, at ein út- bjóðing má taka stødi í hvørji øki vit ráða yvir, og hvat øki er umstrítt. Ser- frødingar eru settir til at finna út av, hvørji øki kunnu bjóðast út, fyri ikki at seta okkum verri fyri í markna- trætuni. Løgmaður sigur, at hann longu hevur sagt við tingið, at landsstýrið fer at pri- oritera markið framum út- bjóðingina, so har verður farið varisliga fram hjá landsstýrinum hvat útbjóð- ing viðvíkur, so vit íkki koma at gera nakað, sum kemur at skaða okkum seinni, tá vit skulu fáa mark- ið endaliga uppá pláss. Samráðingarloysn Løgmaður sigur annars, at tað eru ikki avtalaðir fundir við bretar um markið, men tað er upp til báðar partar, at um teir hava nakað nýtt og nakað áhugavert at tosa um, at geva ljóð frá sær. -Føroyingar hava klárt sagt frá, at teir vilja hava eina samráðingarloysn. Tað eru samrådinganevndirnar sum hava málini, og part- arnir hava sagt, at tað skulu tær hava í hvussu er hetta hálva árið aftrat, sum gong- ur út í januar. Hvat so hendir eftir má tíðin vísa Løgmadur vónar, at tað ber til at finna eina samráð- ingarloysn og eina loysn, sum føroyingar kunnu vera nøgdir við. -Hetta sær út til at verða ógvuliga striltid Men eg havi ikki heilt mist vónina, hóast partarnir enn eru ov langt frá hverjum ødrum segði Edmund Joen- sen við útvarpið nýggjárs- dag. soslaludrn Edmund Joensen, løgmadur við grein i Sosialinum um marknatrætuna við bretar á arbeiðsborði sínum í Tinganesi. Eisini fóroyskt basalt er á borðinum, nú løgmaður kunnar seg við útviklingin i oljuvirkseminum millum Føroyar og Hetland. Barna- og ungdómstelefonin hjá Barnabata/Reyða Krossi svarar mánadag frå kl. 16—18. Tlf. 10645. PSYKOTERAPI Hevur tu hug til at arbeida pSykoterapeutiskt við tíni egnu persónligu menning í bólki saman við ødrum fólkum, ert tú vælkomin at ringja til min at frætta meira. Nýggir bólkar byrja i januar mánaði. Bólkastodd umleið 6 fólk. Ætlanin er at hittast annaðhvort månakvøld frá kl. 18-22 og 10 ferðir fram. Anna Debes Hentze, psykologur Eg eri vanliga at hitta eftir kl. 18 TIf. 16608 / 84533 Kunngerð Figgjarætlanin fyri 1998 liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í van- ligari skrivstovutíð: frá 12. til 26. januar 1998, báðir dagar íroknaðir. Klaksvíkar Býráð Original bossa útstoyt p/f Esmar Simonsen Kambsdalur FR-530 Fuglafjørdur Tlf. 44406 Fax 44629