leygardagur 17. januar 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Kaffi, cola, sigarettir og
fløgur
Tað er ferð á tå Náttar-
ravnarnir flúgva, og tað er
trupult at leggja lastirnar til
síðis, tá adrenalinið pumpa-
r, og túsundtals fólk svelgja
hverjum orði tú formar
niður í mikrofonina
Aftanfyri knøttarnar,
fløguspælararnar og allan
hin teknikkin situr Eyð-
bjørn vid Skipá og stýrir
tekniska partinum av send-
ingini. Og tå sendingin
fyrst er farin i luftin, er
hann bundin pultin alla
tidina
Vertirnir eru tveir f tali,
ein gomul rotta í útvarps-
arbeiði, Heðin Arge, og
g ungi Rúni Jákups-
son, sum fer gjøgnum
fyrsta veturin sum vertur í
einastu náttarsendingini hjá
Utvarpinum
Teir hóska væl saman,
súgva báðir áhaldandi av
Prince-sigarettunum, oysa
kaffi og cola í munnin, og
brenna báðir fyri
sendingini, sum í
føroyskum høpi er heilt
serstøk
nyggi
Hvert leygarkveld er Femja
til arbeiðis í plátusavninum
hjá útvarpinum. Hon finn-
ur flegur fram fyri teir
báðar Nåttarravnunum og
tað gongur bæði skjótt og
væl fyri seg
Hví gongur tú bara og
melur?
Tygara útsendi milt sagt
undrast yvir, at Rúni
Jákupsson í sínum ljósu
kovboybuksum, svertu
skjúrtu og leðurjakka gong-
ur við róligum fetum eftir
gongini og inni í studio 5
sum er reiðrið hjá Náttar-
ravnunum. Ikki júst tað,
sum eyðkennir ein arbeiðs-
dag á einum blaði, tá tað
líður nakað væl fram móti
deadline
— Eg havi akkurát verið
og gjørt kaffi, og so veit eg
ikki rættiliga hvat eg skal
gera. Vit eru faktiskt liðnir
og bíða bara eftir klokkuni
til vit fara í luftina, svarar
hann og fer at tóma øsku-
bikarið inni í studionum
Klokkan er trý korter til
tíggju og úr hátalarunum
ljóður djúpa røddin á Flóv-
in Jacobsen, sum spælir
harmonikkutónleik, har
Ebbe Jularbo er tað stóra
nummarið. Stórt vónbrot, at
sendingin er upptikin
frammanundan, og Flóvin
sjálvur, eins og allir hinir
lurtararnir, ivaleyst situr
heima í stovuni og lurtar.
— Nú er ein minuttur til
klokkan tiggju
Teknikarin í tí reyðu
Náttarravnartroyggjuni við
Crew skrivaðum við feit-
um, svørtum stavum á bak-
inum, rópar út í anleggið í
Utvarpshusunum, og tað
fær sanniliga Gunnar
Skúvadal, sum er einasti
journalisturin til arbeiðis, at
lætta sær á.
Hann skal lesa tíðindini
klokkan tíggju, áðrenn
Náttarravnarnir síðani
leggja til brots, og hann
kemur stunandi inn í studio
við sínum pappírum í hond-
ini.
Tíðindini eru sum tey
plaga at vera, eitt sindur av
hesum og eitt sindur av
hasum. Jákup Mørkøre er
farin frå sum stjóri i Føroya
Fiskavirking, men mest
kollveltandi tíðindini eru, at
tað bar ikki til at fáa við-
merking frá Sverra Hansen,
formanni í Framtaksgrunn-
inum
— Nei, tað verður ongantíð
til ein vana.
Heðin Arge tykist hava
fingið ein lítlan summarfugl
í búkin nú klokkan er farin
av tiggju og sendingin
nærkast.
— Byrjanin er so ómeta-
liga vigtig, ti floppar hon,
so ber tad ikki til at koma
uppaftur, tad er næstan
6møguligt, leggur Rúni
Jákupsson afturat.
Teir standa báðir og bíða
í kontrolrúminum í studio
5, har tíðin er farin frå
álmannakkunum á vegg-
inum. Lið um lið hanga
FSF-álmannakkin frá 1997
og ein hjá Sennheizer, sum
enntá ikki er blaðaður fram
til desember mánað, men
stendur og gálvar onkra-
staðni mitt í november.
Tað eru farnir tríggir
dagar av nýggja árinum og
fyrsta sendingin við Náttar-
ravnunum í ár fer í luftina.
Rúni hevur vait tónleikin til
fyrsta partin av sendingini,
og Heðin er ikki heilt nøgd-
ur við valið
— Hatta er náttarmusikk-
ur, Rúni, sigur hann.
Teknikkarin er týðuliga irriteraður
tá LP-plátirnar, sum skulu spælast,
eru nógvar í tali, tí tað er ólíka
lættari við fløgunum. Men Heðin
Arge kennir alt til at venda plátum,
og hann gevur teknikkarunum eina
hjálpandi hond, tå Guns *N' Roses
skal leggjast á
Telefaxið hjá Útvarpinum
skal kannast fleiri ferðir
leygarkveld. Nøkur av
brøvunum til Beatbox 328
koma gjøgnum hetta faxid.
Nr. 10 - 17. JANUAR 1998
Heðin Arge hevur drúgvar royndir sum útvarpsmaður.
og hevur verið vertur í Náttarravnunum frá byrjanini
Tá Náttar-
raAVnarnir
fl i
Tá Nåttarravnarnir eru á flogi
stendur kaffi, cola, sigarettir
og flýgur á matarlepanum.
Vit vóru við, tá fyrsta send-
ingin við Náttarravnunum í
ár fór í luftina
— Tað er vigtigt, at tón-
leikurin fyrstu 20 minutt-
irnar er góður, argument-
erar Heðin, meðan coolur
dansitónleikur úr tí heita
L.A. rungar í teimum báð-
um svertu Genelec-hátalar-
unum í kontrollrúminum.
Teir spæla fyri tað mesta
nýggjan tónleik, rockur
kann lyfta teir báðar upp av
gólvinum, og føroyska
ískoyti á fløgumarknadi-
num verður heldur ikki
gloymt.
— Enn er møguleiki fyri at
verða við í spurnarkapp-
ingini. Ringið ál 1382 ella
11383 og teknið tykkum hjá
Teknið tykkum til spurnar-
kappingina hjá altíð frynt-
ligu Mai, siga vertirnar. Og
her hon so, Mai, sum svar-
ar telefonini hjá Náttar-
ravnunum
altid fryntligu Mai.
Meðan Hedin og Rúni
lesa úr sínum handritum í
studionum, situr Mai í ein
rúmi fyri seg og tekur tele-
fonina, sum áhaldandi ring-
ir, tað er eingin stegður í,
og tey eru nógv, sum vilja
verða í spurnarkappingini,
sum er ein týðandi partur
av sendingini.
Try eru umførini í tali, og
fólkini, sum vilja verða við,
eru nógv fleiri enn pláss er
fyri, sjålvt tá nógvir lurtarar
skulu ígjógnum.
Mai skrivar øll nøvnini
nidur å pappirini hjå sær,
og tå klårt er til at fara
undir fyrsta umfarið, rýmir
hon úr hølunum við tele-
fonunum, og setur seg inni
í kontrollrúminum, har hon
so ringir til fólk, sum slepp
a við í spurnarkappingini
Tað eru ivaleyst nógv
sum hugsa um hvussu tú
velur út millum tey mongu
nøvnini. Hvussu gert tú
tað?
— Tað er rættiliga til-
vildarligt, eg taki bara
nøvnini onkrastaðni av
listanum, og royni sjålvandi
at fáa fólk ur øllum land-
inum vid, sigur hon
Fyrsta umfarid f spurnar-
kappingini er liðugt og tað
gekk skjótt fyri seg. Sein-
asti spurningin um Sstovn-
aran av skótargrsluni var so
lættur, at tað hevði verið
trupult at funnið nakran
lurtara, sum ikki visti hann
Stundir eru tí til um-
røduna av fløguni, sum
vanliga er partur av send-
ingini, og hesaferð er tað
Va.
Rúni, sum hevur tikið sær
av hesum. Hann er lagstur á
nýggju Greatest Hits fløg-
una við Sting og Police.
Hann spælir nøkur løg,
brillierar við nøkrum smart-
um vendingum, og tá
Fragile hjá Sting verður
sendur út í luftina, stað-
festir hann, at hann helst
ikki hevur valt rætta lagið.
— Eg veit, at Heðin ikki
dámar hatta, eg síggi tað á
honum, tað er for fridarligt,
sigur hann og skeitur eftir
Heðin, sum gongur inni í
studionum og putlast við
fløgurnar, sum hann skal
brúka seinni í sendingini.
- Tú kanst gott skriva, at tit
forstýra okkum illa, bara tí
tit eru her.
Klokkan er farin av elli-
vu, næsta umfarið í spurn-
arkappingini er avgreitt við
toruferð, og Heðin Arge
stendur í kontrollrúminum.
- Vanliga er meira ferð á,
tá vit eru í luftini. Tað er
for fridarligt í kvold, argu-
mentar hann og spyr Eyð-
bjørn hvussu nógv er eftir
t sanginum, Jump hjá van
Talen, sum í løtuni verður
endur út yvir Føroya land.
- Ein góður minuttr, svar-
ir teknikkarin, og teir báðir
ertirnir fara inn í studio
iftur
Soleiðis er gongdin fyri
að mesta, inn og út úr
studionum, tí bert ummælið
iv fløguni er bandað
frammanundan, og tí skulu
teir báðir vertirnir alla tíð-
ina stýra sendingini úr
studionum og úr kontrol-
råminum, har fløgurnar
Nr. 10 - 17. JANUAR 1998
verða lagdar til rættis.
Fram móti klokkan tólv
kemur rættilig ferð á send-
ingina, tí tá verður harður
rocktónleikur sendur út í
hátalararnar, og tað dámar
teimum báðum vertunum
væl.
Tað er sum at síggja eyg-
uni í einum smådrongi-i
einum leikutoyshandli, tá
Heðin sleppur at leggja
Thunder í fløguspælaran,
og Everybody wants her so
drønar avstað.
— Spyr Heðin hvat hatta
var fyri sangur, rópar Rúni
á teknikaran úr studionum,
har hann skal presentera
á“ BAR nn
Eydbjørn vid Skipá heldur skil á knøttum og
næsta lagið. Og beint áðr-
enn sangurin er liðugur fær
Rúni boðini: Everybody
wants her.
Í kontrollrúminum situr
Eydbjørn støðugt framman-
fyri pultinum og ansar eftir,
at alt er í lagi og sendingin
gongur sum hon skal.
Allir drekka cola, men
teknikarin setur met, hann
tómir ein og ein hálvan litur
meðan sendingin er í luft-
ini, og tá hann er liðugur
tveitir hann fløskuna yvir í
ein horn í kontrolrúminum,
har ein meiri enn full papp-
eskja við plastikfløskum
stendur og gapar.
teknikki, tå Nåttarravnarnir flúgva
tidindablad
Runi Jåkupsson er nyggi
verturin i Nåttarravnunum,
men hann smæðist ikki
burtur, og hevur gott tak å
frammanfyri mikrofonina
Høgni Djurhuus er speiskur
í sínum viðmerkingum á
miðnátt, dugir væl at gera
tað sokallada logiska ólog-
iskt, og so hevur hann alla-
tíðina tað óvæntaða poeng-
ið liggjandi niðurfyri til
løtuna, tá tå minst væntar at
tað skal koma. Høgni er
vorðin ein fastur táttur av
Náttarravnunum, og tað
hevði tikið nógv frá send-
ingini, um teir smáu fimm
minuttirnar, tá farið verður
inn í hvíludagin ikki hoyrdu
Høgna til.
Eftir viðmerkingarrar hjá
Høgna verður farið inn í
seinasta tíman við
Náttarravnunum og hendan
veturin hoyrir hann Beat-
box 328 til. Og tað var
eisini uppá tíðina at okkurt
hendi við tímanum frá mið-
nátt til eitt, heldur Rúni
— Eg minnist væl tá eg
var lurtari, at tað hendi tað
seg ofta, eg sløkti eftir
miðnátt, tí dámdi mær ikki
tónleikabólkin, sum varð
spældur í ein heilan tíma,
so var eingin orsøk at lurta
Sjálvandi kom tað fyri at til
dømis Bryan Adams varð
spældur í ein heilan tíma,
so var tað bara fínt, men
alíkavæl.
Beatbox 328 er heimstaðið
hjá speiskum viðmerking-
um, skórpum skotum i eyst
og vest, ungum gentum við
hjartasorg, og eisini teim-
um, sum vilja hoyra DC
Talk.
Tað rúmast nógv í tíman-
um, og nógv av brøvunum
eru bæði skemtingarsom og
uppfinnsom, ikki frítt at
17
ORÐ: EYÐUN KLAKKSTEIN MYNDIR: FRÓÐI LØKSÅGARD
Stílurin í Náttarravnunum er
skotini stundum eru niðan-
fyri beltið. Men tað at send-
ingin liggur so seint á
kvøldinum ger, at teir báðir
vertirnar tora at taka meiri
við, enn vanligt er í UF.
— Vit kenna ikki til, at
fólk ringja til okkum og
skelda okkum út, tí vit hava
lisið eitt ella annað speiskt
upp. Tey góðtaka helst
hendan stílin eftir miðnátt,
og heldur halda fólk, at tað
er løgid at vit tora at lesa
tað. Tá kunnu vit so altíð
svara, at tað eru ikki-vit
sum hava skrivað, vit lesa
bara, sigur Heðin.
Og teir báðir nýta at lesa
brøvini, men stundum kann
tað vera trupul, tá tú sam-
stundis hevur hug at flenna
eftir onkrum vendingum í
brøvunum, so kann gerast
neyðugt at steðga á av og á,
og soleiðis er eisini hetta
kveldið
Einu løtuna hóttir Hedin
fyri opnari mikrofon við at
blaka Rúna út úr studio-
num, um hann ikki gevst at
flenna..
Tað er so týðuligt, at
teknikkarin er irriteraður
hverja ferð ein LP-pláta
skal í luftina. Tað er so
strævið at fáast við, og so
kann hon hoppa, og ikki
ber til at fylgja neyvt við
minuttum og sekundum
Tað er ólíka lættari við
fløgunum
Men hetta kvøldid eru
nógv av ynskjunum i upp
afturreistu Beatbox 328 å
plåtu, og kanska er orsøkin,
at tey, sum kenna best til
hesa sending, partvis eru av
LP-ættarliðnum
Seinasti tímin gongur
væl, brøvini eru nógv, og
tónleikurin er blandaður,
bæði harður rockur verður
spældur í rætta Guns 'N'
Roses andanum, men pláss
er eisini fyri fridarligari
løgum.
Og tá klokkan so er farin
av eitt, verður Skeyk-fløgan
tveitt í fløguspælaran, og so
spæla teir nyklassikaran,
lættur og tað ger seg eisini
galdandi, tá mikrofonirnar
eru slektar
sum teir plaga at taka til,
Okkara land. Sangurin
hóskar væl til endan av
sendingin, næstan sum ein
nýggjur tjóðsangur, men
hann ger einki við rætta
tjóðsangin, sum altíð endar
leygarkvøld í Utvarpinum
Sendingin er av. Vertirnir
eru nakad troyttir av at
hava verið í luftini, cola-
fløskurnar eru tømdar,
kaffikannan goymir kanska
ein kopp afturat av kaffi, og
úti í lurtaralandið eru út-
varpstólini sløkt
Hvussu eru tit nógdir við
hesa sendingina?
Nei, tað kundi verið
betri. Tað var líkasum flog
ongantíð kom yvir hana
Fyrstu 20 minuttirnir rigg-
aðu slettis ikki, og so er
ringt at koma uppaftur,
heldur Heðin
Rúni tekur undir við hon-
um, sjálvt um hann valdi
sangirnar til fyrsta partin av
sendingin
Tann løtan, tå eg haldi,
at tað koyrdi best, var mill
um kålvgum tolv og tólv, tá
vit spældu rocktónleik. Tá
haldi eg at tað svingaði eina
løtu
Nåttarravnarnir hava verid
å flogi i triggjar timar
undirhaldid er gott, spurnar
kapping, góður tónleikur og
speiskar viðmerkingar
Tveir troyttir ravnar rigga
av, leggja fløgurnar uppá
pláss, sløkkja eftir sær í
studionum, og tveita tómu
plastikfløskurnar í papp
eskjuna i kontrollrúminum
Fetini kennast tyngri nú
og kroppurin trongir til
hvíld. Men hetta er bert ein
sending av mongum
Náttarravnarnir hava
verið á flogi so mangan
ferðir undan hesar sending
og fara aftur á flog so oft-
an afturat
Í so máta einki serligt við
hesi sending
Bert enn eitt leygarkveld
á flogi við Náttarravnunum.
eð