Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 12 — 21. JANUAR 1998 tíðindablaðið Sosialurin Atli Dam um Bankamálið: Danskir politikarar vistu alt Tann strategi, sum Fóroyabólkurin legði, hevur hildið út í odd og egg. Danskir politikkarar hava vitað um ætlanina alla tíðina, men hava ongantíð sagt fóroyingum frá EDVARD JOENSEN Bankafrágreiðingin gevur ta fatan, at embætismenninir hava arbeitt rættiliga sjálv- støðugt. Men tað er ikki so, sigur Atli Dam. Hann heldur, at embætismenninir hava einki gjørt, uttan at teir ábyrgdarhavandi, donsku politikkararnir hava vitað tað. Tað verið seg, Poul Schliiter, Anne Birgitte Lundholt, Poul Nyrup Ras- mussen, Mogens Lykketoft ella Marianne Jelved. Øll hesi hava verid vitandi um tað, sum fram er farið, men hava ongantíð sagt føroy- ingum frá Bankafrágreiðingin held- ur seg til tann málsetning, hon hevur haft, men avdúk ar samstundis nógv viður- skifti, notat og skriv, sum kunnu tulkast upp á ymsar mátar, og samstundis síggj- ast í politiskum ljósi Bankafrágreiðing gevur, sum áður sagt, ta fatan, at mbætismenninir hava ar b eitt rættiliga sjålvstødugt og tað gevur millum annað Poul Nyrup Raasmussen forsætisráðharra, og M ens Lykketoft, fíggjarmála ráðharra, møguleika at loypa á embætismenninar í dag Men embætismenninir, hava bara arbeitt við poli tiskum samtykki. Serliga Ejgil Mølgard stjóri í figgjareftirlitinum, er kendur fyri altíð at hava sítt bakland í lagi og lata upp ýsingar aftur til ídnaðar- málaráðharran. >At hann hevur gjørt alt hatta har av sínum einting- um, trúgvi eg einki uppá,< sigur Atli Dam. Ejgil Mølgaard hevur ver- ið inni í poltitiskum samráð- ingum, har hann hevur brot- ið sína tagnarskyldu um viðurskiftini hjá Sjóvinnu- bankanum fyri bæði Den Danske Bank og donskum politikkarum. Tann einasti parturin, hann helt sína tagnarskyldu mótvegis, sig- ur Atli Dam, var Føroya Landsstýri. >So eg meini, at tað er prógvað, at tann nidurstød- an hjá Føroyab6lkinum, sum gevur nakrar fáar val- møguleikar, men í tí stóra og heila setir upp tær hend- ingar, sum tað kemur at vísa seg verða førdar út í lívið til punkt og prikkar. Eisini setir Føroyab6lkurin treytir, sum eru so harðar, at danir ongantíð aftur missa takið á føroyingum. Tað er skjal- prógvað.< Hetta endaði so við Danskir politikkarar hava alla tíðina vitað um tað, sum fram er farið, men hava ongantíð sagt føroyingum frå, sigur Atli Dam, sum ikki heldur, at grundarlag er fyri at leggja embætismenninar undir at hava alla skuldina bankasamanleggingini, sum vit nú kenna. Men alla hesa tíðina, hava fyrst Poul Schliter, og síðan Poul Nyrup Rasmussen og Mogens Lykketoft, vitad um málið, men ongantíð sagt føroyingum eitt orð um tað, sigur Atli Dam. Framtíðin Tað, sum nú er eftir, er at draga hasi tingini fram og leggja tey aftur at frágreið- ingini hjá Grønborg. So hava vit grundarlag fyri at fara at tosa um framtíðina. Tá vit tosa um framtíð- ina, slepst ikki undan, at vit fara at tosa um býti av før- oysku skuldini, sigur Atli Dam. Hann heldur framvegis fast við, at vit bara kunnu fáa eina politiska loysn á bankamálinum. Atli Dam mælir til, at skuldin verður býtt í trý, soleiðis, at danski staturin, Føroya Landsstýri og danski fíggjarheimurin átaka sær hvønn sín triding av skuldini. Men áðrenn tað kann koma so vítt, sigur Atli Dam, eiga vit at taka tann partin burtur úr, sum føroyingar sjálvir eiga. Tað er eingin ivi um, vísir Atli Dam á, at vit vóru í so djarvir at lova vedhøld í åttatiårunum, og hesi komu í ávísan mun afturumaftur. Hetta eiga vit at draga frá beinanvegin, og so fara í gongd, sigur Atli Dam. Men fyri at koma nakran veg, mugu vit fáa alla ta vitan, sum danskir politikk- arar hava, sigur hann. Vóru ov seinir Tað ber ikki bara til at geva donskum embætismonnum skuldina fyri allar okkar ólukkur, sigur Atli Dam. bætisverkið var stutt sag illa útbygt Høvdu føroyskir politikk arar kunnað sær at verðið samdir um føroyskan lands banka fyri nógvum årun síðani, kundi kanska verið eitt sindur grðvísi Men bæði borgarligir pol itikkarar og bankafólk, v í móti hesum Hetta var nakað, sum millum bankarnir søgdu seg klára uttan al menna uppílegging Almennu, føroysku em ætismenninir hava gjørt 3 Men teir 1ava havt alt ov ringar um annad teir kuldi MK teir skuldu b t } tødur at arbeiða un Þe TØT y Vit mugu fáa rætt t yvirtaka øll mål. Og noyðast eisini at fáa okkara egna eftirlit, sigur Atli Dan og sipar til, at hann ikk metir danska Fíggjareftir litið hava verið nóg gott sum eisini bankakanningir vísir