Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Jan Møller | Aki Bertholdsen, | Lysingar og søla: | Eirikur Lindenskov, | Jonhard Hammer | Dagny Joensen, | | Eyðun Klakkstein, Internet: www.sosialurin.fo Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen | Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Útgevari, uppseting og prent: Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820- Telefax. 14720 e-mail: sosialur & post olivant.fo Lumpaðir enn eina- ferð! Oddagrein UTTAN iva eru flest øll við at verða mettað við tíðindum um bankakanningina. Helst er tað rætt, at henda kanningin tekur alt ov nógva tíð og orku, sum annars kundi verið brúkt til onnur týðandi mál. Men hetta er ein sannleiki við motifika- tiånum. Tí vit eru noydd til at fylgja hesum máli „to the bitter end“, sum tikið verður til. Tað ber ikki til nå - fyri tað um luftin er farin år ballónini í Danmark - at vit førovingar geva skarvin yvir. HER er ein bankakanning gjørd, og hon skal brúkast til nakað skilagott. Eru danir ikki sinnadir til tess, so er tað so mikið meira okkara uppgáva at gera arbeiðið. Tað er tí sera áhugavert at vita, hvat tingmenn, landsstýrið og umboð fyri Fígg- ingargrunnin, sum vitjar í Føroyum, hava í kvitt- anum. Tað má so vera okkara vón, at formaðurin í Fíggingargrunninum, sum annars er slektaður úr Be og higartil hevur víst seg at hava eina foling við, hvat fyrigongur og bylgist í Føroyum, er okk- ara maður. Júst Knud Heinesen kann vera for- oyski trumfurin í hesi torferu kabalu. Hann er settur at umsita ein grunn, sum hevur til uppgávu at fáa føroysku samfelagshjólini at koyra aftur. Vit mugu so seta okkara álit til, at hesin maðurin ikki er enn ein trojanskur hestur hjá donskum politikarum, embætismonnum og bankafólki. Tað er so eisini ein sannroynd, at tað, sum tørvur er á í viðurskiftunum millum Feroyar og Dan- mark, er nettup ein persónur, sum við tí rottu vitanini og innlitinum, kann byggja brýr aftur millum londini. OG Knud Heinesen veit, hvat rørir seg í føroyska samfelagnum. Hann veit eisini, at hóast nógvir danir halda, at foroyingar bara vilja geva Dan- mark skyldina fyri stoðuna í Foroyum, so er hetta ikki allur sannleikin. Vit halda okkara skyldur í letuni við at rinda okursrentur til Danmark fyri lánini. Knud Heinesen veit eisini, at endar banka- nálið sum tað kundi sæð út í lotuni - vid at Nyrup og hansara fólk - sleppa snikkaleys burtur úr øllum - og føroyingar kk fåa eina uppreisn bædi moralskt, politiskt og peningaliga, so er hetta billettin til loysingina. Hvussu sambandskir og samríkishugaðir førovingar enn eru tað, so fer eingin føroyingur at stuðla hesum samstarvi í framtíðini - um ikki teir seku í Danmark, tað verið seg banki ella politikarar vísa angur í orðum og verki VIT teljast millum teirra, sum bera ótta fyri, at alt hetta skal detta á gólvið. Vit kenna okkum ikki trygg við Nyrup og hansara fólk, nú tónin frá tíðini beint eftir bankakanningina til eftir fólk- atingsorðaskiftið aftur er broyttur fullkomiliga og aftur hevur fingið gamla innihaldið: at foroyingar hava alla A ridkná sjálvir, at talan er um oysl og yvirforbrúk og at orsekin til at stoðan er so fræg sum hon er í Føroyum, skyldast tiltøkunum frá danskari síðu. FØROYINGAR eiga ikki at krevja pengar fyri peng- arnar skyld. Vit eiga at krevja okkara rætt, og vit eiga at krevja virðing frá denum. Og hesa virðing má danska stjórnin vísa í verki, antin tað so eitur kontantpeningur, minking av skuld osfr. Málið er so stórt og so avæsligt, at vit bera ótta óku hvat fer at henda, um legmaður einsamallur sleppur at rutta við hesum máli, eins og hann hevur gjert við so nógvum eðrum málum. Demo- kratiið í Feroyum må rekka út um skrivstovu løgmans og hansara ráðgevar. Bankamålid er kanska nettup ein yn at vita, hvussu væl demokratiið og okkara parlamentiska skipan virkar her heima. Hvussu vit kunnu fáa best burt- ur úr við at sameina allar góðar kreftir. Sosialurin Lesarabræv | Neyðarkall frá skipum Herfyri hoyrdu vit í send- ingini »I Víngarðinum< m.a. fråsøgn um Titanic- ólukkuna Sagt varð frá, at fyrst varð sent neyðarkallið CQD, sum í teimum døgum var vanliga neyðarkallið á morse Tað er einki galið í hes- um, men at CQD merkir »Come Quick Danger«, er IKKI rætt. CQ er kall á allar stødir, og verður eisini nytt í ødr- um høpi, m.a. nyta vit å Tórshavn Radio CO, tå vit senda vind- og aðrar ávar- bil. Tokuframlyktir 1 floks komfort: ingar. Fyri at gera vart við neydstødu, varð fyrr mors- að eitt D afturat fyri at gera var: við at skip og manning vóur í vanda — Distress. Tað tyktist ofta so, at CQD var so mikið líkt tí, sum annars fór fram av morsing, at tað vakt ikki nóg stóran ans. Fyri at bóta um hetta varð nýtt morsu-neyðarkall tikid í nýtslu, tríggjar prikkar, tríggjar strikur og aftur tríggjar prikkar. Vanliga verður hetta nevnt SOS, men tað er heldur íkki rætt. Tá vit morsa SOS, senda vit Vectra Family standard útgerð: El-styrd síðuspeg! við hita « Framlyktavaskara + Servostyring + 4 airbags * 5 nakkapútur * 5 3 stiga trygdarselar + ABS-bremsur + Eyka bremsuljós * Hæddarstilladar framlyktir + Selalåsastrammari framman * Uttandura hitamåtari + El-styrd barnatryggjaðar síðurútar * Framsetur vid hita og lendastúttu * Fjarstýrd sentralás, mekanist tjóvarítryggjað * Ljósið inní bilinum slóknar eitt bil eftir at hurðin er latin aftur + Stereoradio við bandspælara, RDS og 6 hátalarum * Varma- kanalir til baksetri. Praktiskar eykafunktiónir: Asymetriskt splittbaksetur við miðarmleni og skíðlemmi * Snúnningsteljara Informationsdisplay við uttandurahitamátara Elektrisk síðuspeg! við hita, elrútar Síðu -airbags, fram- setur vid hita Integreraðar toku framlyktir, fram- lyktavaskara tríggjar prikkar, millumrúm, triggjar strikur, millumrúm, triggjar prikkar. Í neyðar- kallinum eru eingi millum- råm Og til endans er at siga, at SOS merkir IKKI »Save Our Souls< — tað er jú greitt, at tá skip senda út neyðar- kall, er tað ikki sálarbjarg- ing hugsað verður um. Tað er ein roynd at bjarga skipi og manning. Kjeld Thomsen telegrafistur Radio&TV verkstadur Ring 19544 Tænastuumboð fyri m.a. PHILIPS SAMSUNG TELEFUNKEN Omakaleyst tí vit * Heinta og bera aftur Geva ókeypis tilboð uppá umvæling Umvæla oll merkir * Hava garanti uppá umvælingar Radio | v/ Guttormi Mortensen Lýðarsvegur 15 - Havn Kom og royn ein Opel Vectra. Á listanum yvir standardútgerð er stórt sæð alt tú kanst krevja av einum nútíðarbili. og alt er íroknað prísin. Far ein royndartúr í tí rúmliga Vectra family Dielsel 2,0 100 HK og tú fært eitt gott tilboð uppá tín brúkta Prísir: Vectra,bensin............. Vectra,dielsel........... Vectra, Wagon......... Eykaútgerð: Sóltak manuelt............ AIcondition................. OPEL > við Oyggjarvegin P/F Meinhardt Arge frå kr. 188.000,- - .kr. 199.000,- - kr. 197.000,- . kr. 5000,- se kr. 7000,- OFFICIAL SPONSOR 8: £ pg FRANCE 98 Telefon 16161- Telefax 18318 |”