Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 20 — 31. JANUAR 1998 Arbeiðsloysisskipanin: tíðindablaðið Sosa Allan Skaalum nýggjur stjóri Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina setti í gjár tann 34 ára gamla Allan Skaalum í starv sum stjóri á ALS Allan Skaalum er nýggjur stjóri á Arbeiðs- loysisskipanini Trúgvi Guttesen, neyndarformaður í Føroya Brunatrygging: Vit rædast ikki kapping Leo Poulsen Just nú er sera nógv frammi í fjølmidlunum um nýggja tryggingarfelagið Trygd — sum eisini rímiligt er. Fel- agið byrjar jú sítt virksemi aftur mánadagin. Men ikki alt er rætt og satt, ið ført hevur verið fram í hesum sambandi, sigur Trúgvi Guttesen, formaður í nevndini fyri Føroya Brunatrygging. Sosialurin bað Bruna- trygging um eina viðmerk- ing til tíðindini, sum vóru í útvarpinum um, at Trygd kundi bjóða kundum sínum tryggingar, ið vóru upp til 30% bíligari enn hjá Bruna- tryggingini. Stjórin, Gunnar í Lida, var burturstaddur, men vit fingu sum nevnt eina viðmerking frá Trúgva Guttesen. Hann sigur, at hetta hevur púra einki við veruleikan at gera, og tað fer framtíðin eisini at vísa. Hetta bera dømini hjá Trygd eisini boð um, heldur hann. Kapping menn- andi og góð Brunatrygging hevur áður víst á, at teir ikki eru ræddir fyri kapping, og at teir eisini, um tað skuldi verið, kundu lækka prísirnar nak- að. Hetta váttar Trúgvi eisini. — Kapping er bæði menn- andi og góð fyri kundan eins væl og fyri okkum. Men sum er kenna vit ongan ótta fyri at missa kundar til P/F Trygd vegna kostnað- arstødi og tænastu, sigur nevndarformadurin, sum annars vísir til stjóran i Føroya Brunatrygging, Gunnar í Liða. SVEINUR POULSEN Í tíðindaskrivi hósdagin sig- ur stýrið fyri Arbeiðsloys- isskipanina frå, at skipanin hevur fingið nýggjan stjóra. Tað er tann 34 ára gamli vágbingurin, Allan Skaal- um, sum er vorðin stjóri. Allan Skaalum er útbúgvin cand. merc. við strategiskari leiðslu og marknadarføring sum høvudgrein. Hann skal avloysa Sjúrð Horsdal, sum segði seg úr starvinum sum stjóri í des- ember mánað í fjør. Aftaná lokna útbúgving starvaðist Allan Skaalum í Føroya Banka í umleið try ár. Eftir hetta var hann á Oljufyrisitingini í Lands- stýrinum í 2 ár, til hann í apríl mánaði í 1997 fór í starv sum fíggjarleiðari á Arbeiðsloysisskipanini. Allan Skaalum er ikki óroyndur sum stjóri á ALS, tí síðani Sjúrður Horsdal segði seg úr starvinum í fjør, hevur hann verið settur stjóri á skipanini. Tað vóru 13 umsøkjarar til stjórastarvið. Lesið Sosialin á netinum www.sosialurin.fo Fundur å Tvøroyri um politisku støduna Månakvøldid skipa Tvør oyrar Sosialdemokratiska Felag og Frobiar Sóknar Javnadarfelag fyri politisk um fundi i TB-húsinum Ætlanin er, at formenn inar úr fýra teimum størstu flokkunum skulu luttaka í orðaskiftinum Evnið á fundinum verður politiska stødan í Føroyum vid serligum atliti til vidur skiftini millum Føroyar og Danmark Lýst verður i útvarpinum nær fundurin byrjar sp TL —aatiidtidkdtit 2. februar 1998 verður tryggari at vera foroyingur Tá fer P/F Trygd aftur undir at selja tryggingar. Rådgeving og sela av tryggingum fer fram á deildunum hjá Føroya Banka. Meira fæst at vita í blaðnum, sum verður borið í hvort hús í Foroyum. Tryggingarfelagid, id setir góðsku og tænastu í hásæti. RYGD Tórsgeta 16 Postsmoga 44 FR-110 Tórshavn Tel. 11677 Fax 17211