Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-01-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 31. JANUAR 1998 hon tó, tí at hon ætlaði at ræða óvitadreingin, tí øllum trúði hon sjálv, og hon lærdi meg, hvussu eg kundi vara meg; eg skuldi helst lesa faðirvár og signa meg, og um eg ikki mintist á faðir- vár, skuldi eg bara nevna Jesu navn. Tað var eitt sind- ur ødrvisi, enn sagt er í søg- ubókum okkara; men í roynd og veru var tað ein góð kristilig prædika, sum hin gamla pátrúna Rakul hevði. Eitt barnsligt faðirvár av innstum hjarta rekur verri fananskap burtur frá okkum enn bæði álvar og huldufólk. Nú hon liggur undir moldum og vónandi hevur fingið betri heim enn huldufjallið, eri eg í áminn- ingini eins góður við hana og eg var, tá ið vit fylgdust við Sandánna. Ræddi hon meg eitt sindur, so gav hon mær tó góðan lærdóm. Men eitt var afturat, sum eg var bangin fyri har úti, og eina ferð hevði eg orðað við hana um hetta sama, men hon skildi púra einki av tí, og tað, sum eg ræddist fyri, var at møta Tróndi gamla. Ofta kom eg í So- renskrivarahúsini, - konan var systkinabarn pápa, - tá ið embætismenninir komu saman til veitslu. Tað var altíð stuttligt. Lítið skildi eg av tí, sum sagt var. Tað var sum ein óskrivað skipan teirra åmillum, at ikki skuldi tosast um fólk og helst ikki um: føroysk - viðurskifti - einki slatur skuldi koma burturúr. Teir tosaðu um heimland sítt, um mentun- arlívið, yrking, sjónleikir og ymist sovorðið, sum eg ikki dugdi at skyna á. Men tó var stuttligt. Eg lá undir skriviborðinum hjá sorin- skrivaranum og spældi mær, at eg var ein ræðuligur varðhundur. Tá ið tey eldru komu framvið, fór eg út og goyði og beit. Hinum lítla, fína amtmanni dámdi ikki rættuliga hetta. So blíður hann var, vildi hann, at børn skuldu vera góð og still. Men hinum tókti synd í barninum, og teir gjørdu so væl at hvøkka við, tá ið hundurin var illur. Lítið ans- aði eg eftir, hvat tey høvdu á lofti, men eina ferð hevur tað tó verið føroysk viður- skifti, tí eg minnist, at ein segði okkurt sum, at Trónd- ur í Gøtu livdi enn í Kirkju- bø. Meira skildi eg ikki; men mær var dátt við, tá ið eg hoyrdi hetta. Mundi tað vera satt? Påpi hevði sagt mær, at Sigmundur var bædi deydur og grivin, men aldri hevdi eg frætt, at Tróndur var deyður, og tey róptu hann jú eisini »gamla,« og meðani tey eldru longu vóru farin at tosa um onnur evni, rópti eg alt í einum, sum eg síðani fekk at vita: >Livir Tróndur enn í Kirkjubø?« Tey eldru kávaðu sum skjótast útyvir; men eg kundi ikki gloyma hetta. Og so ein dagin eg eri við pápa uppi við hædd- armerkið, hermenninir høvdu sett upp, sigur hann: »Hygg, hvussu alt liggur óskert, sum tað hevur ligið í túsund av árum. Tú kundi næstan trúð, at tú her úti ein dagin kundi sæð Trónd koma reikandi!< So var eg vísur í. Eisini pápi helt, at vit kundu meta honum her, og síðani ræddist eg. Aldri hevði eg hoyrt tey vøkru orðini: >Gev teimum Tróndar skarpa vit, men Sigmunds bjarta hjartalit.« Í eygum mínum var Trónd- ur bara blótmaðurin, ganda- kallurin, kristnifíggindin. Nú var Havnarprestur heim- afturkomin, og tó at tíðin var at verða knøpp, fór eg inn á gólvið. Men har dámdi mær lítið og einki, tó at prestafólkini vóru bæði týð og blíð. Eg kendi alt, mintist væl á, hvussu mangar bú- nyttur høvdu verið hjá okk- um, men alt nú var um- broytt. Fremmand fólk høvdu tikið mítt heim; so er ofta prestasonar lagni. Inni í prestastovuni rann ein dapur dagur fram fyri huga mín. Pápi hevði tikið meg inn í hesa stovu, hvar tað var altíð hátíðarmikið at koma, og andlitið á honum var eisini hátíðarmikið næstan sum tann dagin, hann hevdi sagt mær, at mamma var nakad ussalig, so nú skuldi eg fara at búgva nakrar dagar inni hjá Massi, og um eg vildi vera stillur og góður, so kundi tað hent, at storkurin kom og gav mær ein lítlan beiggja ella ein lítla systur. Nú settist hann undir meg; segði mær frá abba og báðum omm- unum, frá mongum í Dan- mørk og spurdi, um eg ikki kundi havt hug at fara til Danmarkar. >Jú, tað var gaman í,< helt eg. Leingi sótu vit og tosaðu um Dan- mørk. Arbeiðisgentan hevði sagt mær, at Keypmanna- havn var meir enn tvinnandi ferðir so stór sum Havnin, og sjálvur hevði eg hugsað mær til, at har suðuri búðu bæði Ábraham og Ísak og Jákup og Jesus pápi eisini. Jú, fegin vildi eg sleppa við, um pápi fór. Men um eina løtu spurdi eg, nær vit komu aftur, og pápi segði mær, at vit skuldu fara með alla. >Men hvør skal so eiga leypin hjá mær og veltuna og sandin og alt?< >Ja, so kemur ein annar prestason- ur, sum fegin vil ansa eftir øllum, sum tú átti. Påpi vil geva Jógvani bæði kotið og oljuklæðini og fjallstavin, og tú mást vera glaður eis- ini, at onkur annar vil taka tað, sum tú eigur.« Ikki græt eg heldur enn Kálvur Lítli, men tann dagin skar eg í at gráta. Og fyrstu ferð, eg uppaftur gisti í Sandagerði, livnaði hesin dapri dagur upp aftur, so at eg bað skjótt farvæl og tøkk fyri meg. Soleiðis hevði gingist mær ungum studenti, og meðani eg nú sat og lýddi á, mól alt hetta uppaftur fram fyri meg. Sumt var kanska nú meira kámt, men kenslurnar vóru næstan sterkari, tá ið alt samalt kom malandi fram ísenn. Á ein hátt tekti eg tað meira gjølla. Søgugranskarar halda, at ein søga er ikki ålitandi, um hon ikki er tíðindablað skrivað niður í bók stutt eft- ir, a át tað hevur borist á, sum hon greiðir frá. Nakað er um hetta, men allan rætt- in hava teir ikki. Sjálvandi fara mong einstøk viður- skifti at kámast burtur, með- an árini líða, men helst síggja vit tó best heildina, táið viðurskiftini verða meira fjarskotin. Í báti sært tú ikki eina fiskatorvu úti í sjónum, men uppi úr erva í flogdreka, sært tú hana eins gjølla og hevði tú verið mási ella skarvur. Leingi hevdi eg sitið í dreymi og lítið ansað eftir tí, sum talað var. Men nú alt í einum hoyrdi eg Vága- mál, og so fór hugin frá aft- ur Sandagerði til fødioyggj mína, hina vakrastu kanska í øllum oyggjaflokkinum, »har sum eg havi vinfólk flest,< og har sum hugin kann gista uttan at tað so- leiðis nítur at hjartanum, tí at ikki eittans eitt barna- minni er goymt haðani, einki minni um burturferð frá heimbygdini, bara for- eldranna frágreiðingar og vekur minni frá ungum døgum. Eitt 6 og eitt å so breid og rund sum oyggin sjålv flutti meg alt fyri eitt eina løtu nidan å Vatnsbrekku og vid- ari upp móti varðanum, har tú báðumegin hevur tað vakrasta útsýni, maður kann standa á: landsuður, Koltur, Hest og Streymoy, vestur, Tindhólm og Mykines í sól- artámi. Ikki sá eg vakrari sjón, tá ið eg stóð úti á Capo di Sorrento og hugdi inn móti Napoli og út móti Capri, har túsundtals ferða- menn tyrpast. Uppaftur varð eg gyklaður. Nú stóð eg ein dagin, tá gott útsýni var, á Trælanípu og hugdi vestur fyri øll Vågabjørgini, og nú legði eg meg saman við bóndanum á Ryggi fram eftir grúgvu fyri oman Kál- gjónna ein dagin, hann var so rúkandi av útsynningi, sum hann kann vera summ- artíð, og vit hugdu upp á hitt æviga spælið, tá ið Ráns døtur í ødi royna at berjast við Bósdalafossin, altíð verða við undirlutan og leggjast niður útlúgvaðar at hvílast, mennast og royna uppaftur og sissast av nýggjum. »Hallo, hallo! Køben- havn, Kalundborg og Dan- marks Kortbølgesender! De hørte nu Færingerne i Kø- benhavn - -'« Ja, nú høvdu teir borid bod heim til Før- oya við ljóðbylgjunum, men mær høvdu teir borið boð frá fødilandinum, barn- adaganna fjallprúða landi, unglingadaganna dreyma- landi, manndómsins fjar- skotna åminningarlandi, sum aldri verdur gloymt. Tað er altíð í huganum, men hetta kvøldid sterkari enn langar tíðir. Eg kundi sagt eins um ljóðbylgjuna og Rasmus Effersøe um vest- urættina: >Tú bert mær heilsu yvir bylgju, frá Før- oyum og frá fólki har!< Eg fór uppaftur at skriva prædiku, at hugsa um hann, sum føddist at bjarga øllum SÓSA UN frá synd og deyða, og tá ið eg fór niður kendist tað í mær, sum hevði eg hetta kveldið hoyrt allan hjarta- strongin í mær biva, hann sum hevur annan endan snaraðan um krubbuna í Betlehem og annan onku- staðni har norðuri, um Arnafjall ella Rivtanga ella Seyðtorvu. Um náttina droymdi eg. Tað er ikki oftari enn so, og tá eru tað helst ljótir dreym- ar í hesi ræðuligu tíð, ið er. Men hasa náttina var tað vakur dreymur. Eg var barn í Sandagerði. Eg sat á einum steini. Pápi kom til mín og segði: >Hvat vilt tú helst hoyra í dag?« »Søguna um kópakonuna!< svaraði eg. Hana hevði hann sagt mær mangan á barnadøgunum - fyrstu ferð okkurt um tað mundið, tá ið Kvívíkar Jóg- van hevði yrkt kópatátt sín. Hann plagdi at siga hana eitt sindur ødrvisi enn bøkurnar, men altíð á sama hátt: >Menn, sum hava verið á látrunum at drepa kópar, hava sagt, at tá ið teir lyfta kópagassan og fara at sláa, hyggur kópurin upp á teir við so eymum eygum, at tú skuldi trúð, teir vóru fólk, og hetta sama - so sigur søg- an - man hvíla av tí, at kópar eru av fyrstu tíð komnir av fólki, sum hevur sjálvt stoytt sær oman á sjógv.< Og síðani plagdi hann at siga frá Mikladalsdreingin- um, sum fór inn á látrið trettanda nátt, tá ið kópar dansaðu á sandinum og høvdu kastar sær av húð- irnar. Eg hoyrdi, hvussu kópakonan mátti fylgjast við honum heim til hús og gjørdist kona hansara, hvussu hann goymdi húðina og lykilin til skrínið, har hon lá, men at konan tó einaferð fekk lykilin í hond og fann bjálvan hjá sær í tí læsta skríni, fór í hann og stoytti seg út í sjógv, har brimilin lá og bíðaði. Alt hitt segði hann ikki; små- drongurin skuldi einki hoyra, sum ljótt var. Nú droymdi eg, at pápi kom og uppaftur segði mær frá hesari søgu. Næsta morgun kundi eg ikki rættu- liga minnast til, um hann náddi at siga mær hana til enda, áðrenn nýggjar dreymamyndir komu uppí og róku hetta fyrsta burtur. Men gjølliga mintist eg til, at hann hevði farið undir at greiða frá kópakonuni og eg undraðist á, hvussu ofta dreymar geva okkum grein á kenslum, vit hava havt, men ikki rættiliga duga at skyna á. Tí meðan eg sat og lurtaði, hevði eg sjálvur ver- ið sum kópakonan, og ljóð- ið av føroyskum máli hevði verið tann lykil, sum hjálpti mær at finna gamla bjålva mín aftur Og aðrar dreymamyndir komu uppí. Alt tað, eg hevði hugsað um hatta kveldið, mól í høvdinum á mær í Gudmund Bruun, prestur, sum vaks upp í Føroyum dreymi, næstan sum jólaaft- an í barnadøgunum. Nú var eg vid Miðvingum úti i Kvi- andalshaga ungur studentur. Summarsólin lýsti út yvir vallaðar líðir, vit høvdu utt ein eingilskan ríkmann nið- an til Fjallavatn at fiska síl. Men alt fyri eitt varð kol- myrkt, kavarok var. Vit vóru nú úti á vetrarnátt at bjarga seyðum. Ikki tekti eg menn- inar, sum hildu í línuna sam- an við mær; eg kendi teir á málinum. Men nú gjørdist dåttliga alljóst, nú kendi eg andlitini, og vit sóu allir, hvar vit vóru, og hvar farandi var. Og langt burturi hoyrdist okkurt sjáldsamt ljóð. Tað var sum fossadun í fyrstuni. Men nú kom tað nærri í heilum, og vit skiltu orðini: »Ottist ikki! ti sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu vera fyri alt fólkið, tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er harrin Krist í Dávids stað!< Gudmund Bruun