leygardagur 31. januar 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tidindabl
Nr. 20 — 31. JANUAR 1998
Filosofisk råk og »Barbara«
Ein roynd at gera greidi fyri nøkrum
av teimum filosofum sum vóru partur
av andaliga førninginum hjá Jørgen-
Frantz Jacobsen, og hvers filosofi er
støði undir >Barbaru<
JOGVAN ISAKSEN
Aður havi eg nortid vid, at
Jørgen-Frantz Jacobsen
flytir søgugongdina í skald-
søguni »Barbara« eini 50 ár
í mun til søgnina >Beinta
og Peder Arrheboe«. Søgn-
in fer i høvudsheitum fram
fyrst i 18. øld - Peder
Arrheboe var prestur i Våg-
um frå 1706-18 - medan
skaldsøgan kann tidarfestast
til skeiðið 1763-1765
Somuleiðis havi eg gjørt
vart við, at grundin til hesa
flyting ivaleyst er hon, at
høvundurin vil inn í upp-
lýsingartíðina, ið júst var í
hæddini í miðjum 1700-tal-
mum. Hann vil inn til
Rousseau og kanska fyrst
og fremst Voltaire. Pietis-
man er eisini ein partur av
myndini í skaldsøguni, og
ger seg ikki galdandi í Dan-
mark fyrr enn í 1730unum
Tann fyrri parturin av øldini
kann ikki brúkast
men tað kann umleið 1760,
har hevi verður at seta ta
týsk-donsku pietismuna
upp ímóti tí ensk-fronsku
upplýsingartíðini og hesi
Lø
bæði ímóti ti »før-
sostatt
upp
yska« Kingo
La Rochefoucauld (1613-
80), sum fleiri ferðir verður
2
tikin upp á tungu av sorin-
skrivaranum Johan Hendrik
Heyde, var rationaiistur og
ein fyritreytin fyri upplýs-
ingartíðini saman við teim-
um somuleiðis rationalist-
isku filosofunum Descartes,
Spinoza, Hobbes og Leib-
niz. Teimum á baki koma
síðani empiristarnir Locke,
Hume og Berkeley
Upplysingartidin, tidin
har skil og vit råda, har tå
ikki blåoygdur gloypir lík-
um og ólíkum, og har tå
krevur frælsi at trúgva, tosa
og hugsa sum tær hóvar, var
ein fyrimyndin hjå Jørgen-
Frantz Jacobsen: »Allan
musikk úr hini frálíku 18.
øld, sum í senn dyrkaði vit,
dugnaskap og vakurleika,
og sum aldi av sær nakrar
av bestu filosofunum, yrkj-
aran Goethe og teir ítastu
komponistarnar, kenni eg
meg í samljóð við< (Dýr-
mæta lív. Føroyskad hevur
Chr. Matras). Men William
Heinesen vísir eisini á, at
vinmaðurin hevði eina rom-
antiska lind. Úr brævi frá
mars 1926
>A Davidsens vínstovu
hittir hann Otto Gelsted,
sum »gav eina lyndismetan
av mær, sum gjørdi meg ov-
farnan: hann segði seg hava
rakt við, at eg hóast mínar
humanistisku ratioralist-
isku og turrvitugu hugsjónir
í mini innastu sål var ein
stórromantikari, og styrki
mín júst komst av hesi, sum
hann segði so frálíka væl
javnvigadu dualismu. Tað
sum um råddi var at eingin
Ein av føroysku statistunum, Pól Sørensen
av hesum evnapørtum, fyrst
og fremst tann romantiski,
ikki tók at vikna. Aftan á
hetta havi eg verið stórbilsin
av Gelsteds gløgga viti«
(Dyrmæta liv).
William Heinesen visir å,
at Jørgen-Frantz Jacobsen
javnan nertir við »tey åhug-
averdu mótsetnings- og
komplementervidurskiftir«
millum realismu og rom-
antikk, og í eini grein um
Edinburgh endar hann við
hesum orðum:
> okkara døgum er ro-
mantikkin illa kend og er
fyri háð og spott frá ikki so
fáum, sum halda seg vera
rættar, sakligar realistar.
Men farið til Skotlands! Har
ber til at síggja realistar. Teir
dugnaligastu, ídnastu og
kaldastu av gllum bretum
eru eingir aðrir enn skot-
arnir. Tað er alvíst um allar
leiðir. Hvør torir so at siga,
at romantikkin er opium fyri
sálina? Nei, nýtt á rættan
hátt er romantikkin vitam-
in«. (Edinburgh í Tíðar-
greinir. Føroyskad hevur
Chr. Matras)
Hesi bæði, tað rationella
og tað romantiska, skulu so
hava tamarhald hvert á gðr-
um, skulu vera í javnvág
Lat okkum nú tríva í nakr-
ar av teimum filosofum sum
vóru partur av andaligu fyr-
itreytini hjá Jørgen-Frantz
Jacobsen, og hvørs filosofi
er stødi undir »Barbu og
harra Pål«
Renesansa og
upplýsingartíð
Undii renesansuni veksur
åhugin fyri humanistiskum
sjónarmiðum og somuleiðis
ansurin fyri natúrvísind.
Teir griksku og rómversku
filosofarnir verða lisnir, og
umboðandi fyri hetta tíðar-
skeið er tann heliosentriska
heimsmyndin hjá Kopern-
ikus sum kom í staðin fyri
ta geosentrisku. Hóast kirkj-
an vildi hava, at alt skuldi
mala um jørðina, so gjørdist
tað truplari og truplari at
gera greiði fyri rørslunum
hjá himnakroppunum, ræs-
irnar gjørdust fløktar og 6-
regluligar. Spurt varð,
hvussu tað bar til, at Gud
hevði skapað ein mate-
matiskt ófullkomnan heim,
í staðin fyri ein fullkomnan,
har rørslurnar vóru sirklar.
Nú kemur Kopernikus
(1473-1543) upp í leikin og
sigur, at mala bæði jørdin
og hinar gongustjørnurnar
um sólina, so eru rørslurnar
sirklar.
Nú var fullkomileikin
fingin til vega, men kirkjuni
dámdi einki, at jørðin ikki
longur var kjarnin og vildi
vera við, at hetta var ímóti
Bíbliuni. Tycho Brahe
(1546-1601) var eisini í-
móti, men av vísindaligum
grundum. Hann segði, at
mól jørðin um sólina, so átti
eisini at borið til at máta
eina broyting í støduni hjá
stjørnunum í mun til hvørja
aðra. (Hendan broyting fer
fram, men á Tycho Brahes
døgum funnust eingi tól at
máta hana við). Hann vildi
tí vera við, at gongustjørn-
urnar mólu um sólina, með-
an sólin mól um jørðina.
Johannes Kepler (1571
1630), sum var hjálparmað-
ur Tycho Brahes, prógvaði
síðani, at teir sirklar, sum
planetirnar ferðaðust í, vóru
trýstir flatir, og at sólin var
annar brennidepilin. Tað
snúði seg altso um ellipsir.
Kepler var trúgvandi maður
og var einki fegin um hetta,
hann hevði funnið fram til,
tí hví skuldi Gud skapa 6-
fullkomnar sirklar? Men á
annan bógvin helt Kepler
seg til síni óryggiligu mat-
ematisku prógv, og á hin
bógvin var hann fullvísur í,
SO
at Gud hevði skapað heim-
in. Ein í mangar mátar mod-
erna stødutakan.
Kollveltingin av heims-
myndini bleiv fullgjørd av
Isaac Newton (1642-1727),
tå ið hann prógvaði, at
tyngdarlógin - lógin um at-
dráttarmegi - ikki bara galt
á jørdini, men råddi í øllum
alheiminum. Á henda hátt
fekk Newton til vega eina
fysikk sum svaraði til ta
nýggju heimsmyndina, og
hansara fatan stóð við líka
til Albert Einstein kom við
sínari relativitetsteori.
Heimsmyndin hevði nú flutt
sentrum frá Gudi til menn-
iskjad - av himni á fold.
Hobbes, Descartes
og Leibniz
I 17. øld verður roynt at
brúka ta nýggju natúrvís-
indina til eina víðfevnandi
lýsing av tilveruni. Ætlanin
var at seta vísindalig hugtak
í staðin fyri hugtøk sum
stavaðu frá Aristoteles (384-
322). Kravið var ein nýggj
heimsmynd. Slóðbrótarar á
hesum gki eru millum aðrar
eingilskmaðurin Thomas
Hobbes (1588-1679),
franskmaðurin René De-
scartes (1596-1650) og
tyskarin Gottfried Leibniz
(1646-1716).
Grundsetningurin = hjá
Hobbes er: øll broyting er
rørsia, sum er beint tað øv-
uta av setninginum hjá Ar-
istoteles: øll rørsla er broyt-
ing. Hjå Aristoteles skal
rørsla skiljast sum broyting,
frá møguleika til veruleika.
Aristoteles grundgevur ta
kvantitativu rørsluna (eitt
líkam flytir seg úr einum
stað í annað) kvalitativt, tvs.
sum eitt skiftið frá einum
slag av veran til eitt annað
slag av veran. Hjá Hobbes
er tað øvut: tann kvalitativa
broytingin verður grundgiv-
4
Viddan - bygd uppi í
Hoyvik
in við tí kvantitativu rgrsl-
uni. Rørsla er natúrunnar
grundfyribrigdi.
Eitt fyribrigdi er grund-
givið, tá ið tú hevur funnið
tess neyðturviligu orsøk;
tvs. ein rørsla er grundgivin,
tå ið tú hevur funnið ta
rørslu, sum hevur skapað
hana. Á henda hátt er til-
veran vorðin ein mekanisk
skipan, og rørslulæra gerst
tískil grundvísindin.
Hobbes ger neyvt mark
ímillum royndir og vitan.
Royndir geva okkum bara
rættin at ætla um og halda;
tær veita okkum ikki log-
iska trygga vitan. Hendan
krevur, at nøvn verða sett á,
og at hesi verða knýtt at
dómum, tí bara dómar eru
antin sannir ella rangir. Frá
dóminum kanst tú síðani
gera logiskar niðurstøður -
tvs. deducera aðrar dómar.
Descartes royndi at
grunda sannkenning á pá-
standir, hvors sannleiki ikki
skuldi prógvast við ødrum
pástandum, sum so í sínum
lagi aftur skuldu prógvast
o.s.fr. men á pástandir,
hvers sannleiki var sjálv-
sagdur. At ein sannleiki er
sjálvsagdur merkir, at tað
logiskt ikki ber til at ivast í
honum. Arbeidshåtturin hjå
Descartes er tann metodiski
tvin sum hevur við sær, at
tað kann setast spurningur
við so at siga allar sannleik-
ar. Øll sansing kann vera
svikafull, tað kann vera, at
tú droymir, at tú bara í-
myndar tær umheimin. Tað
er bara eitt sum er vist, og
tað er, at hann sum setir
spurningarnar og ivast,
hann er til. Vid hesum vildi