leygardagur 31. januar 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 20 — 31. JANUAR 1998
Descartes vera við, at hann
hevði funnið ein setning,
hvørs sannleika eingin
kundi ivast í: Cogito ergo
sum. Eg hugsi, sostatt eri eg
til. Upprunastødid hjá sann-
kenningini er við øðrum
orðum sjálvsmedvitið. Filo-
sofiin hjá Descartes verður
mangan nevnd rational-
isma, og her verður sipað
til, at hon sigur seg føra fyri
fáa sannkenning til vega
gjøgnum skilið (ratio).
Leibniz vildi vera vid, at
Gud er til, ti at hugtakid um
Gud er til, og Gud er full-
komin. Av hesum kann sig-
ast, at hann må vera algóð-
ur, alvisur og almåttugur, og
bara av tí grund ber tað til
at siga, at tann heimur, sum
hann hevur skapad, er best-
ur av øllum heimum.
Vidurskiftini millum Gud
og skapningarnar eru so-
leiðis háttaði, at tað sam-
stundis er galdandi, at
menniskjan ger, sum hon vil
- og at Gud sær til, at alt
verður sum frægast. Tað er
júst ímóti hesum partinum
av filosofiini hjá Leibniz, at
Voltaire skrivadi »Cand-
ide«.
Empirisman
I stuttum kann tad um rati-
onalismuna sigast, at hon
hevdar, at tad ber til at fåa
sær vitan um veruleikan
bara við at brúka skilið.
Mótsett hesum hevdar em-
pirisman, at øll vitan um
veruleikan stavar frå sans-
ingarroyndum. At halda
uppå, sum Descartes og
hinir rationalistarnir, at tað
finnast vidføddar hugmynd-
ir, metir John Locke (1632-
1704) vera burturvið, tí alt
sum kann sannkennast
verður tað gjøgnum royndir.
George Berkeley (1685-
753) umboðaði eina enn
víðgongdari common-sense
fatan, har tann ytra verðin
er júst tað vit sannkenna,
tvs. tað vit síggja, hoyra,
føla, lukta og smakka. Men
alt hetta skal perciperast
(uppfatast); til dømis skilir
Løgmadur, Jens Okking
tú ikki hugtakið ljóð, uttan
at skilja tað sum tað, ið
hoyrist. Somuleidis er
smakkur tað sum smakkar,
litir tað sum sæst o.s.fr.
Berkeley sigur, at hug-
myndir eru bara til, tá ið tær
verða perciperaðar, og tað
hevur í sínum lagi við sær,
at tann ytra verðin bara er
til, tá ið hon verður percip-
erað. Men Berkeley viður-
kendi sjálvsagt, at tað var
vitleyst at hevda, at eitt borð
ikki var til, tá ið tað ikki
bleiv perciperað. Men hann
gav seg kortini til tols við,
at ein og hvgr lutur umframt
vidhvørt at verða perciper-
aður av menniskjum verður
perciperaður av Gudi. Við
tað at Gud altíð perciperar
allar lutir, finnast allir lutir
óheftir av perceptiónini hjá
menniskjanum.
David Hume (1711-1776)
er gitin fyri sínar kanningar
av grundarlagnum undir
sannkenning. Hvussu
kunnu vit m.a. vita, hverja
avleiðing ein åvis orsøk
hevur? Vit kunnu ikki røkka
hesum gjøgnum skilbund-
nar sannroyndir; líkamikið
hvussu stóran kunnleika vit
hava um eina orsøk, so
verða vit ikki før fyri logiskt
at úrleiða, hvør avleidingin
verður. Tað finst bara ein
máti at fáa hesa vitan, og
tað er gjøgnum royndir.
Øll okkara vitan um ver-
uleikan er grundað á roynd-
ir. Rakar ein billiardkúla ein
aðra billiardkúlu, finst einki
í sjálvari hendingini, at onn-
ur kúlan rakar hina, sum
logiskt hevur við sær ta
hending, at hin kúlan fer á
rull. At onnur hendingin
kemur hinari á baki kann
bara lærast við at síggja, at
soleiðis gongur tað fyri seg;
tú kanst ikki a priori vita,
tvs. áðrenn royndina, hvat
fer at henda. Royndirnar
vísa, hvat ið hendir nú, men
tær kunnu ikki vísa, hvat ið
fer at henda. Fyri tí at sólin
higartil er komin til sjóndar
hvgnn morgun, ber ikki til
at prógva, at hon fer at
koma undan kavi í morgin.
Tú kanst ikki prógva, at ein
ávís orsøk altíð fer at hava
eina ávísa avleiðing.
Filosofiin hjá Hume end-
ar lúkst í skepticismu. Okk-
ara vitan molnar burtur, og
eftir er bara sannføring, ein
sannføring, sum hvørki
kann grundgevast av skili
ella gjøgnum royndir, men
er treytad av imyndan.
Gaman í hava vit vissu í
matematikkini, men hon
hevur aftur fyri einki við
veruleikan at skaffa, henn-
ara dómar eru púra analyt-
iskir. Allir pástandir um ver-
uleikan eru grundaðir á
royndir og eru treytaðir av
orsakasambandi, sum í sín-
um lagi bara er nakað sum
vit billa okkum inn.
Ødrumegin er próvforsl-
an hjá Hume so sannfør-
andi, at vit eru noydd at taka
við henni, men hinumegin
tykist tað høpisleyst at
hevda, at vit ongantíð
kunnu tosa um vitan. Mær
vitandi er tað ikki eydnast
at mótprógva Hume, hóast
mangur hevur roynt.
Skil og kenslur
Hóast teir nevndu filosofar-
nir vóru Jørgen-Frantzi
bæði kunnigir og ein fyri-
myndin, so var tað minni
enn so alla filosofi hondum
dámdi. I mai 1929 skrivar
hann til William Heinesen:
»Ikki Schopenhauer! Og
hann ætli eg mær heldur
ikki at lesa, nei, hasum
skuffudåriinum haldi eg
meg langt burtur frá. Eg lesi
ymist so við og við sum eg
í mínum organiska fram-
vøkstri komi at tí. Tú tosaði
eina ferð um leti hjá mær
viðvíkjandi bókmentum. Í
summum lutum er hetta
rætt, í summum órætt. Eg
havi lisið bæði Goethe,
Moliére, Voltaire, Corneille
og Anatole France, og held-
ur tú, at tað er komið inn í
annað oyrað og út aftur úr
hinum (og tað manst tú
halda?), so fert tú skeivur.
Eg havi ongantíð kent meg
skyldugan at endurhugsa
19. aldar tankakrongul. Og
viðvíkjandi spekulativari
filosofi, so vekur hon sama
mótboð hjá mær sum Indre
Missión<. (Dýrmæta lív).
Fara vit nú aftur til >Bar-
baru<, so er tað hampiliga
greitt, hví søgugongdin er
flutt 50 ár í mun til søgnina,
men haraftrat verður mót-
setningurin millum skil og
kenslur speglaður í hvussu
leikur fer. Og ikki altíð skil-
inum til heiðurs.
Sæð í mun til ta skil-
bundnu tilverufatanina hjá
Jørgen-Frantz Jacobsen -
krav um galliskan greid-
leika o.s.fr. - vildu vit hildið,
at Andreas Heyde er hans-
ara maður. Men sum tað
púra greitt sæst av teimum
tilburðum, har hann er
uppii, so er hann latur og
roynir at smoyggja sær und-
an har til ber. Hann er so-
leiðis ikki nóg dámligur at
spæla leiklutin sum tann úr-
valdi. Afturfyri er tað eingin
ivi um, at Barbara - hon,
sum umboðar kenslurnar ið
verða feldar av køldum viti
- er lýst, so at lesarin fær
tokka til hana. At síggja til
er viðvent í holuni: høvund-
urin fær lesaran at halda við
kenslunum ímóti viti og
skili. Og orðini hjá Gelsted
renna okkum í hug.
Hvat prestinum viðvíkur
so er hann og hansara piet-
isma - hóast blanka útvortis
- fulkomiliga burturvið í
hesum høpi. Harra Pál er ein
bloyta, pietisman óbrukilig,
meðan kirkjan og Kingo
harafturímóti eru ein ómiss-
andi partur av føroyskari
mentan.
Í bróvum verður meira
enn einaferð borið við júst
Kingo: >Tað er eingin lygn,
at tað er Tú, sum av fyrstan
tíð hevur víst mær á Kingo<
(til Chr. Matras). og Willi-
am Heinesen og Jørgen-
Frantz vóru samdir um, at
Kingo hevði havt stórri
tydning í Føroyum enn í
Danmark. Um Kingo-sjón-
armiðið annars sigur Jørg-
en-Frantz soleiðis:
>Nú eri eg sjálvandi ikki
Kingo-maður soleiðis sæð:
Kied af Verden, kier ad
Himmelen. Tvørturim6ti eri
eg av fullum hjarta »kærur
at Verdini« (tað var Kingo
kanska eisini) og tad er i
hennara vandafulla spæli, at
eg siggi lívsins stórleika og
øgiliga og guðdómliga
virði. Ein sterkur drykkur er
lívið, í góðum og illum
mennandi fyri tann, ið ikki
fær ilt fyri hjartað av at
drekka hann. Hetta skuldi
verið perspektivið, eitt sind-
ur banalt kanska, men alt
sum skal hava alment gildi
er á tromini av tí banala.
Høvudssakin er, hvussu tað
verður ført fram«. (Bræv til
Christian Matras 20.8.37).
Umboð fyri pietismuna
Pietisman varð í sínari tíð
sett í verk sum eitt svar til
tann reypandi barokkin,
sum Kingo er ein partur av.
Pietisman kravdi ein pers-
ónligan kristindóm, har tíni
viðurskiftir vid Gud høvdu
stórri týdning enn tann te-
ologiski boðskapurin hjá
prestunum. Helst skuldu als
eingir prestar vera. Í Dan-
mark - og Føroyum - fekk
pietisman ógvuliga litlan
tydning, og høvudsårinid
man vera sålmarnir hjå
H.A. Brorson
Harra Pål er sendur til
Føroya sum umbod fyri pi-
etismuna, men longu frå
fyrstu tid er tað gjørt lesar-
anum greitt, at hann er ógv-
uliga fegin við tað sum hes-
umegin er, og at hansara
sendiferð ti var dømd
frammanundan. Eitt dómi
um, hverjar fastatøkur
heimurin hevur á harra Páli,
er frá illveðursferðini til
Havnar, har menuettin frá
fransavitjanini = melur í
høvdinum á honum. Tá ið
hann er ringast sperdur, er
tað ikki ein sálmur ið rennur
fram fyri hann, men lagið
frá menuettini sum Barba
dansaði við franska admi-
rålinum. Verðin sigrar í øll-
um.
Í einum av sínum seinastu
bróvum til William Heine-
sen skrivar Jørgen-Frantz:
>Við hesum vóni eg í stóran
mun at hava fingið skil á
Barbara og Harra Pál
Harra Pål sum ein í verulei-
kanum sansalig, ærusjúk,
men fáfongd barokkmenn-
iskja« (7.-10.2.1938). Harra
Pål, umbodid hjå pietismuni
i Føroyum, er ikki sjålvur
pietistur.
Annars fær lesarin fær so
lidandi varhugan av, at
skaldsøgan ikki er vorðin
akkurát soleiðis, sum av
fyrstan tíð ætlað. Teir sum
umboða skynsemi eru, tá ið
søgan er av, ikki lika lýta-
leysir sum frammanundan
Teir hava laðað sær ein kyn-
iskan verjugarð, so at teir
ikki verða fløktur upp í tað
veruliga lívið. Johan Hend-
rik Heyde gjøgnumskodar í
stóran mun samanhangin,
men hann vil heldur - kort-
ini ikki Grørdur - krógva seg
handan bøkur og speisemi
Rationalisma uttan kensl-
ur er minst líka ótespiligt
sum tað at lata kenslurnar
valda í ølium. Eingin av
høvudsleikarunum í skald-
søguni tykist at finna hesa
javnvågina. Afturfyri finst
hon væl og virdiliga hjå løg-
manninum Såmal Mikkjals-
soni, men tað hevur kanska
sínar serligu grundir? I
brævi til Trónd Olsen dag-
fest 20. december 1937
skrivar Jórgen-Frantz:
»Gott var tað, at tær
dámdi kapitlið um ferðina
um Vágafjørð. Tú bilsnast
um, at eg havi dugað at
skrivað hetta. Men tú má
minnast til, at eg eri av góð
um útróðrarblóði! Havi eg
kanska ikki sjálvur verið í
stórum vanda, so hava fedr-
arnir verið tað, og okkurt
kámt minni úr bátinum hjá
Rádna Bónda spøkir kanska
enn í høvdinum á mæra
Rádni Bóndi var pápi
Samuel Pedersen, sum er
tann løgmaður ið hevur sitið
longst í embætinum. Hann
tók vid sum løgmaður í
1706 - sama árið sum Peder
Arhboe kom til Føroya - og
sat lika til 1752. Samuel
Pedersen er greidliga fyri
myndin til skaldsøgunnar
Sámal Mikkjalson - á
donskum Samuel Mikkel-
sen - og tá ið tú verður varur
við, at abbi Samuel Ped-
ersen æt Samuel Mikkelsen
so er tað so líkatil. Tann
hóvligi Sámal Mikkjalsson,
sum altíð hevur tamarhald
á støduni, er slekt hjá Jørg-
en-Frantz Jacobsen.
Ein brennidepil av rákum
Hugburðurin mótvegis til-
verufatanini hjá persónu-
num í >Barbu og harra Pál<,
avdúkingin av teirra sjálvs-
fatan, hevur týðuligan í-
blástur frá La Rochefouc-
auld. Hann var háaðaligur
og tískil krígsmaður, men
gjørdist sum frá leið í staðin
tann skeptiski eygleiðarin
av lívi og levnað, og hans-
ara >Maximes< (1664-78)
snúgva seg í høvudsheitum
um avmarkingarnar hjá
mannabørnunum. Tá ið vit
halda nakað ella gera so ella
so, er tað altid við stødi i
sjålvsøkni. Handan allar
rósverdar eginleikar húsast
altíð sjálvgóðskan
>Barba og harra Pál< er
ein brennidepil av ideolog-
iskum råkum. I skaldsøguni
hittast barokkur, pietisma
og upplýsing. Haraftrat før
oyskt og danskt. Jørgen
Frantz Jacobsen vildi vera
blaðmaður og politikari
men hesum forðaði sjúkan
fyri, og hann gjørdist í stað
in skald. Tey politisku sjón
armidini eru fyri tí ikki slept
og koma væl og virðiliga
til sjóndar í skaldsøguni
Kærleikin til Føroyar varð
tíðum orðaður, kanska inn
ihvast í hesum brævi til
William Heinesen
>Ég hevði mist evnini til
at kenna minstu gleði, heyði
eg ikki Føroyar at verma
sinni mítt. Hetta veri sagt
uttan sentimentalitet ella
patos. Men soleiðis er tað
Heldur fátækur alt lívið,
men føroyingur, enn altråan
at vinna sær óferoyskan
frama<. (Dýrmæta lív)
Hetta eru orð, sum iv
aleyst enn eru verd at leggja
sær í geyma