týsdagur 10. februar 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tidindabladid SOS)
Nr. 26 — 10. FEBRUAR 1998
Skótarórslan havt landsfund:
Stórur partur av
nevndini skiftur út
Tað krevur nógv av einum at sita í landsnevndini hjá skótargrsluni í Føroy-
um. Hesaferð merkti tað, at heilir 5 av 7 nevndarlimum vórðu skiftir út á
landsfundinum, sum var leygardagin.
NET — >
Eitt mål, ið eisini fekk drúgva umrødu á fundinum leygardagin, var, at skótargrslan í Føroyum næsta ár fyllir 60 år. Á
myndini tveir vælkendir KFUM-skótar: Kári Olsen og Hentzar Ellingsgaard
LEo POULSEN
Tað vóru tólv skótalið um-
boðað við einum 50 fólkum,
tá skótarerslan hevði lands-
fund leygardagin
Landsfundurin er tað, ið
ein kann nevna aðalfundur
hjá sk6tarørsluni, og er
hann annadhvørt år. Ann-
aðhvert ár er so tað, ið kall-
að verður leiðarastevna, har
mál eisini vera vidgjørd,
men hetta er kortini ikki so
»formligur« fundur sum
landsfundurin, tá roknskap-
ur 0. a. verður lagt fram
Á fundinum hesaferð
ru ikki færri enn 5 limir
A fundinum hesaferð
vóru ikki færri enn 5
limir skiftir út, og sær
nýggja nevndin nú so-
leiðis út: Palli Mortensen
úr Havn og Kirstin Dan-
ielsen úr Leirvík vórðu
afturvald, meðan Høgni
Gaard úr Havn, Trygvi
Sigurðsson úr Klaksvík,
Bárður Petersen av
Argjum, Charles Olsen
og Verner Hansen úr
Havn øll vórðu nývald
Mynd: lens Kristian Vang
Nevndin hevur ikki skip-
að seg enn.
Limatalid í
Landsnevndin kemur sam-
an rættiliga regluliga, men
umframt tað eru fleiri und-
irnevndir, har nevndarlim-
irnir eru formenn, so ar-
beiðsuppgávan hjá teimum
er rættiliga stór.
Ein av uppgávunum er
sjálvandi at økja um áhugan
fyri skótaarbeiði, men eins
og hjá so nógvum feløgum
og felagsskapum hevur eis-
ini sk6tarørslan merkt eina
niðurgongd, og er í løtuni í
nakað av einum aldudali.
Serliga stóra fráflytingin
fyrrapartin av 90-unum á-
virkaði limatalid skeiva
vegin, og gongdin er at kalla
hin sama sum í hinum
Norðanlondunum.
Stóri trupulleikin er kort-
ini ikki vantandi skótar sum
soleiðis. Fleiri kenna seg
helst aftur í, at tað heldur er
vantandi leiðarar, ið er or-
Mynd: Jens Kristian Vang
søkin til, at skótalið steðga
virkseminum.
Skótargrslan hevur eisini
farna árið merkt eina lítla
minking, men her er kortini
tað gleðiliga hent, at skóta-
liðið í Kollafirði aftur er
vorðið virkið, og tá hesir
skótar ikki eru skrásettir
enn, stendur limatalid vænt-
andi í stað.
Meginparturin
eginfigging
Sjålvandi kostar pening at
reka ein slikan felagsskap
sum skótargrsluna. Nakað
av peningi er avsettur á løg-
tingsfíggjarlógini til hetta
endamálið, men ikki nærtil
nóg mikið til at nøkta tørv-
in.
Sk6tarørslan fær 200.000
kr. frá tí almenna, men tað
er eyðsæð, at hetta langt frá
er nóg mikið til at fíggja tey
tiltøk, ið rørslan skipar fyri.
Sum dømi kann nevnast,
at skótaliðið í KFUM fær
einar 80.000 kr. av áður-
nevndu jåttan, men fíggj-
arætlan teirra er upp á einar
400.000 kr. Tað vil siga, at
skótarnir = sjálvir mugu
fíggja einar 320.000 kr. ár-
liga. Og hetta eru nógvir
pengar.
Men tað hevur so borið
til. M.a. verða á hverjum ári
seldir lutaseðlar, tó at tað
gerst truplari og truplari at
selja so hvørt sum útboðið
av pengaspølum gerst al-
samt stórri og stórri. Síðani
verður skipað fyri einum ár-
ligum jólabingo umframt
tiltókum á Olavsøku.
Eitt undantak er tó, tá tað
snýr seg um tað fíggjarliga,
og tað eru skótadepulin á
Selatræ og skótahúsið á
Kambsdali. Hesi kasta nak-
að av peningi av sær, serliga
í sambandi við ferðavinn-
una. Men tað er kortini eis-
ini tengt at, at sjálvboðið
arbeiði verður gjørt í hesum
sambandi. Skuldi fólk verið
lønt, hevði hetta ikki borið
seg.
Stríðast við altjóða
Ein ábending um, hvussu
skótargrslan hevur verið
fyri afturgongd, serliga av
stóru burturflytingini, er, at
í 80-árunum vóru hálvtann-
að starvsfólk í umsitingini.
Hetta er nú minkað niður í
helvt soleiðis, at nú er eitt
starvsfólk 3/4-tíð.
Somuleiðis eru 5 av teim-
um 17 skótaliðunum í Før-
oyum ikki virkin í løtuni.
Kortini verður ikki ligið
á latu síðuni. Føroyska skót-
arørslan er limur í Norður-
lendska skótasamstarvi-
num, men hevur ikki enn
fingið altjóða viðurkenning,
tó at arbeitt hevur verið við
málinum í mong ár.
Trupulleikin er ikki 6-
kendur millum adrar felags-
skapir, serliga ítróttarsam-
bond
Skótargrslan er gamal —
og tíverri eisini eitt sindur
stirvin — felagsskapur, og til
tess at verða altjóða viður-
kendur er neyðugt, at Før-
oyar er sjålvstødug tjóð. Al-
oftast verdur limaskapur i
ST settur sum treyt fyri, um
eitt land kann gerast limur í
altjóða skótargrsluni.
Tískil mugu Føroyar vera
umboðaðar gjøgnum Dan-
mark í hesum máli, men ar-
beitt verður alsamt við at
fáa føroyingum sjålvstød-
ugan limaskap. Og til ber
eisini til altjóða stevnur at
draga Merkið í húnar hátt,
tó at undantaksloyvi má til
60 ár næsta ár
Vanligt er at hava ávís evni
frammi á landsfundinum,
og hesaferð vóru kirkjulóg-
irnar gjógnumgingnar,
kanska ógvuliga viðkom-
andi nú, tá so nógv verður
tosað um yvirtøku av før-
oysku kirkjuni.
Eitt annað, ið fekk drúgva
umrødu á fundinum leyg-
ardagin, var, at skótargrslan
í Føroyum næsta ár fyllir 60
ár.
Ætlanin er at skipa fyri
fleiri tiltøkum í hesum sam-
bandi. M.a. er ætlanin at
skipa fyri einari stórari legu
í Føroyum.
Eitt annað, ið eisini verð-
ur arbeitt við er, at geva út
bók um skótaarbeiðið í Før-
oyum hesi farnu 60 árini,
umframt at hugsað hevur
verið um eina tónleikaút-
gávu.
So ikki kann sigast annað
enn at nýggja nevndin fær
úr at gera hetta komandi ár-
ið.