leygardagur 3. juni 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 105 - 3. juni 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 105 - 3. juni 2000
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er fullsett á Sjúklinga-
hotellinum Tórshavn. Men
tað er serliga tí, at tað eru
so nógv avvarandi við teim-
um sjúku, at fult er, og tí
sær leiðslan á hotellinum
seg noyddan til, at gera stór-
ar avmarkingar í talinum av
avvarandi í nærmastu fram-
tíð.
- Summarið stendur fyri
framman, og tá hava sjúkl-
ingarnir ofta bæði trý og
fýra avvarandi við til Dan-
markar, og tað ber heilt ein-
falt ikki til, sigur Ina Fris-
dahl, leiðari á Sjúklingahot-
ellinum Tórshavn. — Tí
vera vit noydd til at gera
avmarkingar, sum í fyrsta
umfari kunnu tykjast órætt-
vísar, men sum eru avgjørt
neyðugar, skal hotellið vera
eitt líkinda stað fyri sjúkl-
ingarnar, sum koma í fyrstu
røð, leggur hon afturat.
Átta fleiri
enn pláss er til
Støðan hjá Sjúklingahotell-
inum broyttist annars mun-
andi fyrr í ár. Hotellið flutti
í nýggj og meira tíðarhósk-
andi hølir, sum samstundis
høvdu fleiri seingjapláss.
Mett var at tey 70 seingja-
plássini fóru at nøkta tørvin
eina rúma tíð fram, men so-
leiðis skuldi ikki vera.
Tíðin síðani februar mán-
Fult á Sjúklingahotellinum Tórshavn
Føroyska hotellið í Keypmannahavn hevur trupulleikar við seingjatalinum og tí verður í framtíð-
ini avmarkað, hvussu nógv avvarandi og børn sjúklingarnir sleppa at hava við sær á Sjúklinga-
hotellið Tórshavn, sigur leiðarin Ina Frisdahl. — Vit hava í løtuni fleiri gestir enn vit hava pláss
til, og tað ber ikki til í longdini, sigur hon
að í ár hevur víst, at alsamt
fleiri sjúklingar vera sendir
til Danmarkar og tá teir
samstundis hava fleiri av-
varandi við sær á ferðini, er
tað ein trupulleiki hjá leiðsl-
uni á Sjúklingahotellinum
Tórshavn. Bæði hvat plássi
og hvat peningi viðvíkur.
Ina Frisdahl, leiðari, sig-
ur, at í løtuni eru 78 fólk á
sjúklingahotellinum, og tað
merkir, at tað eru átta fólk
fleiri enn tað í veruleikanum
er pláss til.
Av teimum 78 sjúklingu-
num eru umleið 40 sjúkl-
ingar, meðan restin er av-
varandi hjá sjúklingum. Tá
vit siga avvarandi, hugsa vit
um makar, børn og foreldur.
Og tað er eftir øllum at
døma júst her, at trupulleik-
in skal finnast.
- At ein sjúklingur, sum
skal í drúgva viðgerð, hevur
makan við, er ikki so løgið,
men har mugu vit seta
markið. Tað ber heilt einfalt
ikki til at børnini og kanska
foreldrini hjá sjúklinginum
eisini koma við á sjúkling-
ahotellið, sigur Ina, sum
vísir á, at tað gongur út yvir
dagin hjá hinum »gestu-
num« á sjúklingahotelli-
num.
Sjúklingarnir
í fyrstu røð
Tað er ikki ókent, at sjúkl-
ingar, sum skulu til Dan-
markar í viðger, hava børn-
ini við, og tað er heldur Ina
heldur ikki vera nakað ser-
liga løgið. Kortini gevur tað
henni og hinum starvsfólk-
unum á sjúklingahotellinum
trupulleikar.
- Fáa vit t. d. eitt krabba-
sjúkt barn á sjúklingahot-
ellið, so verða vit, sum støð-
an er nú, noydd til at isolera
tað frá øllum hinum, tí tað
eru so nógv børn á hotelli-
num í løtuni. Tað kann ikki
vera rætt, at ein sjúklingur,
sum býr á hotellinum, skal
noyðast í isolatión, tí onnur
í gásareygum óviðkomandi,
eisini búgva á hotellinum,
sigur Ina.
Hon vísir á, at fremsta
uppgávan hjá Sjúklingahot-
ellinum er at vera sjúkling-
unum til hjálpar, men at
tann parturin verður ikki
nóg væl loystur í løtuni.
- Tí vera vit noydd til at
seta strangari reglur fyri
hvør kann koma við á hot-
ellið og hvør ikki kann, sig-
ur Ina, sum ikki dylir fyri,
at tað er við bløðandi hjarta,
at hon ger tað.
Nýggju reglarnir merkja
m. a., at framyvir, sleppa
systkin hjá sjúkum børnum
ikki við á sjúklingahotellið.
Børn hjá sjúklingum, sum
skulu í drúgva viðger,
sleppa heldur ikki at vera á
sjúklingasjúkrahúsinum
alla viðgerartíðina, men
Hóast Sjúklingahotell
Tórshavn fekk nógv fleiri
seingjarpláss, tá tað í
januar flutti inn í Tåsinge-
gade 29 á Eysturbrúgv, so
er tað ikki nóg mikið, tí í
longri tíð hava fleiri fólk
gist, enn tað er rúm fyri. -
Tað kemst av, at tað eru ov
nógv avvarandi á sjúkling-
ahotellinum og tí mugu vit
avmarkað talið av avvarð-
andi, sigur Ina Frisdahl,
leiðari á Sjúklingahotelli-
num
sleppa ístaðin at vitja av og
á.
- So ætla vit eisini at gera
ta avmarking, at bert ein
avvarandi sleppur við hvørj-
um sjúklingi. Á tann hátt
minka vit um talið av gest-
um og samstundis gera vit
tað meira liviligt hjá sjúkl-
ingunum, sum mugu vera á
hotellinum, sigur Ina Fris-
dahl.
Nógv fleiri avvarandi
Fyri at vísa gongdina í tøl-
um greiðir Ina frá, at tað í
dag koma nógv fleiri avvar-
andi við, enn tað gjørdu t.
d. í 1994. Í veruleikanum
er talið nærum tvífaldað, og
tað ger lívið á sjúklinga-
hotellinum truplari.
- Sjálvandi skal tað vera
rímiligt, men rímiligheitin
skal virka báðar vegir, sigur
Ina, sum minnir á, at summ-
arið stendur fyri durum.
- Fyrstu fýra mánaðirnar
í 1994 høvdu 47 prosent av
teimum, sum Landssjúkra-
húsið sendi til viðgerar í
Danmark avvarandi við,
men samatíðarskeið í ár vís-
ir, at umleið 81 prosent av
sjúklingunum hava avvar-
andi við. Harafturat skalt tú
hava í huga, at tað fyrstu
fýra mánaðirnar í ár vóru
sendir 119 fólk fleiri til við-
gerar í Danmark enn tað
vóru fyrstu fýra mánaðirnar
í fjør, og hava átta av tíggju
avvarandi við, so merkir tað
215 fleiri gestir á hotelli-
num. Tað merkist upp á so
nógvar mátar, sigur Ina.
Hon leggur afturat, at tað
um páskirnar í ár vóru 65
gestir á sjúklingahotellinum
og at tað er nógva ferðir
fleiri enn tað plagar. — Van-
liga eru bara eini átta fólk á
páskum, so tað sigur eitt
sindur um gongdina, sigur
Ina, sum leggur afturat, at
tey eisin hava verið noydd
til at brúka patienthotellið
hjá Ríkissjúkrahúsinum fyri
at nøkta tørvin.
- Slíkt kostar nógv eyka,
og tað kann ikki vera mein-
ingin, at vit skulu senda
sjúklingar aðrastaðni, tá
okkara hotell er har, sigur
Ina Frisdahl at enda.
Herfyri varð kunngjørt, at
Strandferðslan hevði fing-
ið ein nýggjan og stóran
liðbuss. Harmonikubuss,
sum onkur hevur valt at
kalla hann. Sagt varð í fjøl-
miðlunum, at hann var at
rokna sum "trailari við
kerru", og at førarin mátti
hava tilsvarandi koyrikort.
Men hetta fekk fólk at
hugsa um, at "trailari við
kerru" hevur ikki loyvi at
koyra skjótari enn 50 km/
t, og at hesin bussur tí av-
gjørt ikki kláraði at halda
rutuna, hann var settur til
at røkja. Trupulleikin er,
at hugtakið "liðbussur"
finst ikki í galdandi ferðsl-
ulóg - men tað finst í
nýggju ferðslulógini, sum
kemur í gildi 1. juli. Tí
hevur Bileftirlitið í samráð
við fútan sum undantak
góðkent liðbussin sum lið-
buss samsvarandi nýggju
ferðslulógini. Hann er so-
statt fult lógligur á vegu-
num og kann eftir nýggju
reglunum koyra 70 km/t.
Kelda: Ferðslutrygd
Eingin lóg til liðbussin
Undirvísingar-
og Mentamálastýrið
Starvið:
Nú deildarstjóri okkara er farin úr
starvi er eitt áhugavert og fjølbroytt
starv sum deildarstjóri leyst at søkja
í Vinnu- og Miðnámsskúladeildini.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
er skipað við 3 deildum: Fólkaskúla-
deild, vinnu- og miðnámsskúladeild
og mentamáladeild.
Høvuðsuppgávurnar hjá vinnu- og
miðnámsskúladeildini eru at:
• Fyrisita hægru umsitingina av
vinnu- og miðnámsútbúgvingum
• Leggja til rættis og menna út-
búgvingarnar á økinum
• Ráðgeva og vegleiða í spurning-
um innan økið, tilevna uppskot
til lógir, kunngerðir, reglur o.a.
• Samskipa virksemið við tilknýti
til økið við aðrar deildir, stovnar
og áhugabólkar
• Fremja samstarv við vinnulívið
o.o., ið varða av økinum
Deildarstjórin er leiðari á vinnu- og
miðnámsskúladeildini, og hevur
ábyrgdina av dagligu leiðsluni,
menningini av deildini og teimum
útbúgvingum, ið eru og koma á øk-
inum. Deildarstjórin skal tryggja, at
nevndu uppgávur verða loystar á
einum høgum fakligum stigi, og at
bygnaður og mannagongdir eru í
samsvari við nútímans krøv.
Førleikakrøv:
Vit vænta okkum m.a. at umsøkjar-
arnir hava
• Viðkomandi útbúgving frá lærd-
um háskúla
• Leiðsluroyndir frá tí almenna ella
privata arbeiðsmarknaðinum
• Góð leiðslu- og samstarvsevni,
umframt mennandi leiðslustíl
• Førleika til at menna samstarvið
við vinnulívið og aðrar áhuga-
bólkar
• Vilja og evni til at royna nýggjar
leiðir
• Áhuga fyri avbjóðingum
Deildarstjóri til
vinnu- og miðnámsskúladeildina
Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál
og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Í vinnu- og miðnámsskúladeildini eru Studentaskúlar, HF-skeið, Handilsskúlarnir, Teknisku skúlar-
nir, Fiskivinnuskúlin, Sjómansskúlarnir, Maskinmeistaraskúlin og lærlingaútbúgvingar.
Vit bjóða:
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
mennist alsamt og verður tú sjálv/
sjálvur í stóran mun við til at skapa
starvið.
Starvið er spennandi við skiftandi
uppgávum og við nógvum samskifti
inn- og úteftir, umframt uttanlands-
samstarv.
Arbeiðið er á einum høgum faklig-
um stigi og møguleikarnir fyri bæði
persónligari og fakligari menning
eru góðir.
Tú kemur at arbeiða í einum spenn-
andi umhørvi tætt saman við polit-
isku myndugleikunum og stovnum
innan undirvísing, gransking og
mentan.
Setanar- og lønartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og við-
komandi yrkisfelag ella eftir nærri
avtalu.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið
fevnir um aðalstýrini og Løgmans-
skrivstovuna.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø.
skulu sendast til:
Undirvísingar- og Mentamálstýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi
í seinasta lagi 5. juni 2000. Starvið
verður sett frá 1. august 2000 ella
eftir nærri avtalu.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar,
kanst tú ringja til Petur Petersen,
aðalstjóra í Undirvísingar- og
mentamálastýrinum,
á
telefon
35L50L50.
Tekniski Skúlin í Tórshavn
søkir lærarar
2 tímalærarar til maskindeildina
Størvini eru tímalærarastørv, við møguleika fyri føstum starvi seinni.
Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum maskinsmiður og minst 2
ára starvsroyndir innan yrkið. Umsøkjarar við hægri útbúgving hava
fyrimun. Eisini er áhugi fyri stødd-, alis- og evnafrøði, CAD/CAM,
CNC og nýtslu av EDV ein fyrimunur.
Lærari til smiðjudeildina
Starvið, sum er eitt fulltíðarstarv, umfatar undirvísing í rør og blikk.
Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum rør- og blikksmiður umframt
hollan kunnleika til sveising. Eisini er áhugi fyri støddfrøði, náttúru-
læru og nýtslu av EDV ein fyrimunur. Umsøkjarar við hægri útbúgv-
ing hava fyrimun.
Tímalærari til bildeildina
Starvið er eitt tímalærarastarv, við møguleika fyri føstum starvi seinni.
Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum bilmekanikari umframt hollan
kunnleika til plátuarbeiði og líming. Eisini er áhugi fyri støddfrøði,
náttúrulæru og nýtslu av EDV ein fyrimunur. Umsøkjarar við hægri
útbúgving hava fyrimun.
Setanarkor til fast starv:
Fyrstu 2 árini verða roknað sum royndartíð, har tann, sum verður
settur í fast starv, má verða til reiðar at taka ta eftirútbúgving, tað
verður seg pedagogiska/undirvísingarliga ella aðra førleikagevandi
útbúgving, sum er neyðug fyri at verða settur í fast starv.
Løn:
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og FTL.
– – – – – – – – –
Størvini skulu setast skjótast tilber og í seinasta lagi 1. august 2000.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og starvs-
tíð skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 5. juni 2000.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlan, tlf. 31 19 57.
Tekniski Skúlin í Tórshavn
Í komandi skúlaári skipar Sernámsdepilin
fyri ymsum skeiðum í Teknmáli og Tekn til
Talu.
Yvirlit yvir skeiðini fáast við at venda sær til
Sernámsdepilin tlf. 314522.
Teknmálsskeið
Prísir við litmyndum
verða sendir kring
landið og til útlandið
Til útisetar í Danmark
Vit kunnu seta gravsteinar upp
í Danmark uttan eyka kostnað
Tel. 318323
Tel. 447512
Tel. 217512
Fax 449961
www.danstein.fo
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650