mikudagur 11. februar 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 27 — 11. FEBRUAR 1998
Veljarakanningin skírir Javnaðarflokkurin
- Vit selja okkum ikki
til besta samstarvsflokk:
fyri einhvønn pris
- Tað merkir, at Javnaðarflokkurin er ålitandi og konstruktivur, og
ikki ein kittflokkur, sum kann fara inn allastaðni, sigur formaðurin í
Javnaðarflokkinum
DAGNY JOENSEN
Nýggja veljarakanningin
vísir, at Javnaðarflokkurin
hevur ávísa framgongd,
men eisini stóra undirtøku,
sum samstarvsflokkur, mill-
um veljarar í øllum flokk-
um.
Eisini tá um løgmansevni
ræður, verður Jóannes Eid-
esgaard oftast nevndur, sum
hóskandi evni.
Tað er formaðurin í Javn-
aðarflokkinum fegin um -
serliga framgongdina, hóast
hon er lítil í mun til fram-
gongdina hjá Tjóðveldis-
flokkinum.
- Okkara framgongd er
meira eftirfarandi og stød-
ug, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Óheppið tá flokkar
fara upp í slokk
Hann heldur ikki at tað er
so eftirfarandi,tá flokkar í
veljarakanningum renna
upp í slokk, fyri síðani at
bresta tá val er.
- Tað, sum kemur til
sjóndar nú, er meira stem-
ningar og kenslur í sam-
felagnum. Tað er kanska
eisini hetta, ið nú gera seg
galdandi í kanningini, sigur
Jóannes Eidesgaard.
- Eingin hugsar um annað
enn sambandið millum
Danmark og Føroyar.
Her er bodskapurin hjå
Tjóðvaldisflokkinum greið-
ur. Teir vilja hava loysing,
meðan Sambandsflokkurin
ikki heldur, at nøkur broyt-
ing er neyðug.
- Alt tað, sum byggir á
broytingar í politiskta ar-
beidinum, hevur torført við
at vinna frama júst nú.
- Eitt nú at ein stjórn-
målanevnd verður sett at
gera eitt føroyskt upplegg
til broytingar í viðurskift-
unum millum Danmark og
Føroyar. Her mugu vit seta
alla orku inn at kunna velj-
arnar um, hvussu umráðan-
di tað er at fáa samfelags-
viðurskiftini í Føroyum
fram í ljósmála.
Tjóðveldisflokkurin
lætt spæl
- Heldur tú at veljarnir í
kanningini meta út frá fórda
politikki, ella persónum í
politikki?
- Tað er helst ein kom-
binatión av báðum. Í po-
litkki er tað oftast soleiðis,at
politikarar og flokkar ikki
verða mettir eftir, hvat teir
hava gjørt, men eftir, hvat
teir í framtíðini villja gera,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur, at veljara-
kanningin skal brúkast krit-
iskt og til sjálvrannsakan,
um hvat er gjørt skeivt og
hvat kann gerast betur, fyri
at selja tað, sum Javnaðar-
flokkurin stendur fyri.
-Tjóðveldisflokkurin
hevur lætt spæl. Tosið í Før-
oyum er einsporað í løtuni
Tað er bankamálið og ríkis
rættarligu viðurskiftini mill-
um Danmark og Føroyar,
meðan okkara egnu sam-
felagsmál verða burturtagd.
- Eingin tosar um skúla-
mál, heilsumál, almanna-
mål og td. støðuna hjá
teimum brekaðu. Øll tosa
bara um, hvussu stórir
skálkar danir eru.
- Vit skulu ikki gloyma
hesi viðurskifti millum
londini, men vit mugu held-
ur ikki gloyma okkara egnu
samfelagsmál, sigur Jóa-
nnes Eidesgaard.
Flokkurin altíð havt
markantar formenn
- Tað er væl at formaður í
politiskum flokki fær góða
undirtóku, men er tað nóg
mikið til at fáa stórri und-
irtøku?
- Tad er avgjørt ikki n6g
mikid. Umrådandi er, at vit
fåa eina g60a og sterka upp-
stilling í øllum valdømum
kring landid, og at vit vird-
ismeta tað stóra arbeiðið,
sum græsrøturnar gera.
- Nú havi eg ikki sett meg
inn í kanningina, men hon
kann vera við til at vísa ein
heilstoyptan flokk. Tað er
ein dygd, at formaðurin í
einum flokki markerar seg,
og tað hevur flokkurin altíð
havt.
- Tað er hinvegin ein
trupulleiki hjá Tjóðveldis-
flokkinum, at veljarin ikki
vísir á ein persón, sigur Jóa
nnes Eidesgaard
Umráðandi at varð-
veita sín samleika
Spurdur, hvat flokkurin vil
brúka veljarakanningina til,
sigur Jóannes Eidesgaard, at
tað er ein góður spurningur.
Vandi er í einhvgrjari væl-
ferð, men at hetta, ið hvussu
so er, gevur flokkinum
møguleika at hava allar dyr
opnar.
-Tað, at allir flokkar vilja
samstarva við okkum er
væl, men tað er umráðandi
hjá Javnaðarflokkinum ikki
at missa sín samleika burtur.
- Vit eru ikki nakar kitt-
flokkur, sum kann fara inn
allastaðni.
Veljarin hevur skilt
- Higartil hava vit prógvað,
at Javnaðarflokkurin er
álítandi og konstruktivur.
Tað vístu vit við at fara í
samgongu seinast, og vit
stuðlaðu til eitt ávíst mark,
uttan tó at lata okkum mis-
nýta
- Vit eru ikki so makt-
sjúkir, at vit ikki dugdu at
takka fyri okkum, tá tað
gjørdist ovboðið, sigur Jó-
annes Eidesgaard, sum ikki
heldur, at flokkurin skal
selja sína sál fyri einhvønn
prís.
- Tað hugsi eg, at veljarin
hevur skilt, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Leikluturin
hjá Lykke-
toft skal
nú kannast
Serfróðingar í Lógmálaráðnum fara
nú at kanna leiklutin hjá Mogens
Lykketoft, fíggjarmálaráðharra, i
sambandi vid partabrævaumbýtið
DAGNY JOENSEN
Serfrødingar í lógarmálum
í danska Løgmålarådnum
skulu nú kanna leiklutin hjá
Mogens Lykketoft í parta-
brævaumbýtinum
Samstundis royna polit-
isku flokkarnir í Fólkating-
inum møguleikan at gera
eina óhefta løgfrødiliga
kanning av nógv umrøddu
sambandinum hjá Lykke-
toft, bæði við Fíggjareftir-
litið og Tjóðbankan.
Tað er Aage Frandsen,
framsøgumadur í Føroya-
målum i SF, sum hevur heitt
å løgmålarådid um at taka
målid upp.
Løgfrødiligu serfrøding-
arnir skulu meta um, hvørt
Lykketoft helt seg til lógina
um rådharraåbyrgd, tå hann
í april 1993 fekk Tjóðbank-
an at vedhalda fyri føroysku
bankarnar, uttan tó at kunna
figgjarnevndina í Fólkating-
inum um tað.
Serfrødingarnir skulu eis-
ini kanna, um figgjarmåla-
ráðharrin bar seg lógliga at,
tá hann setti seg í samband
við Eigil Mølgaard, táver-
andi stjóra í Fíggjareftirlit-
inum, og bað hann „pjaka“
Førovum
- Um løgmålarådid metir
at hetta er ein trupullei
hevur SF í hyg set
seg í samband + g
frødingar. Um tað vísir seg
at teir eru samdir, kann talan
verða um at fáa eina óhefta
løgfrødiliga meting, segði
Aage Frandsen, limur í Po-
litsku búskaparnevndini, í
farnu viku.
Hóast tað frameftir er iva-
mál, um ein óheft kanning
yvirhøvdu kemur upp á tal,
heldur Uffe Ellemann-Jen-
sen, formaður í Vinstaflokk-
inum, at SF og Eindarlistin
ikki longur stuðla stjórnina
til fulnar í hesum máli.
-Trygdarnetid, sum flokk-
arnir vinstrumegin í Fólka-
tinginum higartil hava spent
út, er um at skrædna.
- Tá lógmálaráðið hevur
svarað spurninginum, fara
vit at umhugsa spurningin
um eina óhefta l6gfrødiliga
meting. Kanningarhátturin
viðvíkjandi bankamálinum,
leggur júst upp til, at Fólka-
tingið skal gera niðurstøðu
í málinum, sigur Uffe Elle-
mann-Jensen við Politiken
seinasta fríggjadag
Nú vilja nevndarlimir í Politisku buskaparnevndini í Fólka
tingið hava kannað, hvort Mogens Lykketoft helt
seg Mi
lógina um ráðharraábyrgd, tá hann ikki kunnaði Lands-
stýrið um støduna í bankanum, áðrenn partabrævaumbýtið