Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A — — tíðindablaðið Havnar Sjónleikarafelag fyllir 80: Tað er neyðugt at end- urnýggja seg alla tíðina sasklufn Hetta sigur Heðin Mortensen, formaður í felagnum, sum hátíðarheldur dagin við stórari hugnaløtu í Sjónleikarhúsinum í kvøld LEo POULSEN 10. februar 1918 var dagur- in, tá Havnar Sjónleikara- felag sá dagsins ljós. Felagið fór undir virki sítt við góðum treysti, og longu í 1926 stóð Sjónleikarhúsið liðugt, og skapti harvið karmarnar um sjónleikara- listina í høvudsstadnum. Men sjálvandi var sjón- leikur undir felagnum eisini spældur undan hesum. Hetta fór fram ymsastaðni í býnum, einamest í Teater- salinum, sum tað tá æt. Heðin Mortensen, for- maður í Havnar Sjónleik- arafelag, sigur, at felagið øll árini hevur verið virki, kanska burtursæð frá einum slókum tíðarskeiði undir krígnum, tá >eingilskmenn- inir< mest sum yvirtóku Sjónleikarhúsið. Men frá 1948 var aftur farið rættiliga í gongd, og umframt sjónleikin fóru eis- ini onnur tiltøk fram í Sjón- leikarhúsinum, so sum enskur dansur, føroyskur dansur, kabarettir og polit- iskir fundir. Seinastu 15—20 årini hev- ur tó so at siga bert verið sjónleikur sýndur í húsi- num, m.a. av tí, at stólarnir eru fastir í gólvinum, og av tí at gólvið hellir. Umbygging Heðin Mortensen sigur, at ætlanin er at umbyggja og nýtímansgera allan suður- endan og salin. Norðurend- in er nýliga umbygdur, og er tí í sera góðum standi. Fyrst verður farið undir suðurendan, og hetta arbeiði byrjar longu nú mánadagin. Alt verður rivið niður og bygt upp av nýggjum. Trappan ella inngongdin, sum í dag verður suðureftir, skal flytast soleiðis, at hon framyvir skal venda út móti Niels Finsensgøtu. Hetta fer at gera húsið meiri hóskandi, og alt ar- beiðið skal eftir ætlanini longu vera liðugt um tríggj- ar mánaðir. Næsta stigið verður so at nýtímansgera sjálvan salin. Sum longu nevnt eru ikki nógvir aðrir møguleikar enn sjónleikur og kabarett í sali- num, sum nú er. Her verður neyðugt at gera nýtt gólv og at fáa nýggjar stólar, soleið- is at salurin gerst meiri flexibul. Hetta fer so eisini at merkja, at onnur tiltøk kunnu havast í húsinum so sum dansur, mótasýningar, politiskir fundir og fram- sýningar — fyri at nevna nakrar møguleikar. Tá hendan umbyggingin er liðug, skuldi húsið verið væl meiri tíðarhóskandi, og eisini skuldi hetta gjørt um- støðurnar hjá sjónleikaru- num munandi betri, vísir Heðin Mortensen á. Hátíðarhalda vid kvøldsetu Nevnda umbyggingin er eisini at meta sum ein fød- ingardagsgåva til limirnar, men meiri ítókiligt verður dagurin hildin við eini kvøldsetu, sum verður kl. 19.30 í kvøld. Tiltakið er ætlað limunum og innbodn- um. A hesi hugnaløtu fer at vera litið aftur um bak, og brot verða tíkin úr sjónleik- um, ið hava verið framførd- ir upp gjøgnum tíðirnar. Men sjálvandi verða ikki stundir á slíkari løtu at gera stórt burtur úr hvgrjum ein- støkum leiki sær, men Heð- in sigur, at hetta verður lætt- ari undirhald við upplestri og sangi úr farnum sjónleik- um. Annars verður eisini høvi hjá almenninginum at koma til hesa hugnaløtu, ti bjóðað verður gllum í Sjónleikar- húsið sunnudagin kl. 16, har sýningin verður framførd aftur. Aftaná verður so bjóð- að til leikhúscafé, har møguleiki verður at fáa ein kaffimunn samstundis sum húsið verður sýnt fram, Heðin Mortensen, for- maður, sigur, at nevndin hevur lagt dent á at fylgja við tíðini. Tað er alla tíðina neyðugt at fylgja við menn- ingini og endurnýggja seg samsvarandi. Sjónleikar- húsið liggur í hjartanum av býnum, og endamálið er, at sjónleikurin í høvudsstad- num fær góðar umstødur at menna seg framhaldandi. Havnar Sjønleikarfelag: Skal nu gera meiri fyri limirnar LE0 Pot LSEN Nú Havnar Sjónleikar felag fyllir 80 eru íkki bert stórar ætlanir við umbygging av Sjónleik arhúsinum. Felagið ætlar eisini at gera meiri fyri limirnar. Tað skal nú loysa seg at vera limur í Havnar Sjónleikarfelag og at hava limavidurskiftini í lagi. Felagið hevur m.a. gjørt persónlig limakort, sum geva fyrimunir í nógvar mátar. Serliga væl kemur tað limunum helst við, at teir nú fáa 50% í avsláttri til øll tiltók, sum felagið skipar fyri. Neyðugt er bert at vísa kortið fram, tá atgongu- merki verður keypt. H. N. J Bokhandil, Eisin i ant fyrimunur. | av leigu av húsir eitthvert endamál veri seg fundir, skeið fødingardagar ella likn andi, verdur eisini latid 50% í avslåttri av leigu- prísinum fyri húsið Eitt annað, sum nevnd- in nú fer undir, er at kunna limirnar um, hvat fer fram í felagnum Hetta verður gjørt vid einum skrivi, sum verður sent limunum einaferð um ársfjórðingin. Til ber hjá áhugaðum at gerast limir við at venda sær til nevndina ella bert fáa ein verandi lim at gera hetta fyri seg — obsen