Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið væl Fr Annika Joensen, stjóri á Ferðaráð Føroya: Nú verður lagt å annan bogv — Fyrstu årini var doyurin lagdur å at marknadarføra Føroyar sum ferðamannaland. Hetta var neyðugt fyri at skapa áhuga uttanlands, og tí var mesti peningurin og mesta orkan løgd í hetta. Men nú er tann parturin fingin upp á pláss, og tí verður nú farið undir innlendis menningina, sigur Annika Joensen. LEo POULSEN Tá Ferðaráð Føroya var sett á stovn var ein ætlan løgd um, hvussu farast skuldi fram Summi hildu, at frægast var at útbyggja viðurskifti og umstødur soleiðis, at vit vóru til reiðar at taka ímóti tí ferðafólkastreymi, ið kundi koma. Onnur mettu tað var betri, at leggja ork- una í at marknadarføra land- ið og á tann hátt fáa greiði á, hver áhugin var uttan- lands fyri Føroyum Hetta seinna valdi Ferða- ráðið at gera, kanska serliga út frá teuri hugsan, at tað var ikki serliga skilagott at gera ov nógvar íløgur í sam- bandi við ferðavinnuna um tað nú vísti seg, at áhugin fyri at koma hendavegin ikki var hin heilt stóri Sum sagt so gjørt, og fyrstu árini legði Ferðaráðið so orku og pening í at marknadarføra Føroyar sum ferdamannaland. Hetta arb- eiði er nå so langt ávegis komið, at stundin nú er komin at hugsa meiri um umsteðurnar innlendis Hugsa grønt Tað fall tí væl saman við, at umboð fyri Ferðaráðið á Vestnorden Travel Mart í Grønlandi í september í fjør komu í samband við Ingu + PARTU ér navnið á nýggju fysioterapiini í Sandoynni * PARTÚ letur upp mánadagin 16. feb. kl. 9.00 Gunnarsdóttir, ið júst hevur serútbúgvi seg í grønari ferdavinnu. Føroyar eru nettup væl egnaðar til júst grøna ferdavinnu, og sum greitt frå í blaðnum hósdag- in, hevur Ingun verið i Før- oyum, har hon umframt at halda áhugaverðan fyrilest- ur, eisini ferðaðist kring landið at kunna seg um við- urskiftini Í hesum sambandi hevur hon sett Føroyar inn í so- nevndu SWOT-skipanina (sí aðrastaðni á síðuni), har tað greitt sæst, at Føroyar sum grønt ferðamannaland hava góðar møguleikar at gera seg galdandi Annika Joensen, stjóri á Ferdaråd Føroya, sigur, at ætlanin nú er at fara undir innlendis menningina, og í tí sambandi er nærliggjandi at kanna møguleikarnar fyri grønari ferðavinnu — Okkara orka fer í stóran mun at verða løgd í hetta komandi árið, nú marknað- arføringin er komin í skip- aða fasta legu, sigur Annika Joensen Umhvervið Í ársfrágreiðingini fyri 1997 stendur m.a. at lesa, at Ferðaráðið luttók á eini um- hvørvisrådstevnu hjá Nord- isk Turistråd i 1997. I 1998 er ætlanin at gera eina frå- greiðing, sum lýsir um- hvørvid og ferðavinnu- í grannalondum okkara. Øll grannalond okkaraz hava mål og -langtidarætl- anir, sum vísa hvussu ferða- vinnan, náttúran og ment- anin best kunnu virka sam- an. Slík mál eiga vit eisini at hava, og skal frágreið- ingin latast Føroya Lands- stýri til víðari viðgerð. Annika Joensen sigur, at tað er av stórum týdningi, at vit, umframt náttúruna eisini kunnu vísa livihått okkara fram. Hetta má tó gerast á ein slíkan hátt, at tað ikki órógvar ella ávirkar okkara livihått. — Tað kundi til dømis hugsast, at vit vístu okkara fiskivinnu fram, okkara skipasmíð ella bátasmíð Eisini tað, at vit kunnu vísa fram søvn, sum eru náttúr- lig, hevur týdning, sigur Annika og vísir á Blása- stovu í Gøtu, har húsið er varðveitt við gomlum lutum inni í húsunum, sum hava verið har í hundraðir av árum. Náttúrligt — Blásastova er eitt so gott dómi. Har kunnu ferðafólk ganga inni og ikki bert síggja, men eisini nema við lutirnar. Aðrastaðni er púra vanligt, at tå til dømis bert sleppur at síggja ein part av eitt nú einuin slotti. Og har * Tu er vælkomin at ringja å tlf. 61950 og bileggja tær tíð + PARTU heldur til á Aargarði á Sandi ePáll á Reynatúgvu, fysioterapeutur 210 Sandur, tlf. 61950 mást tú ikki fara inn um girðingar, ið settar eru upp, og lutirnir liggja oftast inni í glasbúrum, so eingin skal nema teir, vísir Annika á. Tað finnast nógvar út- leggingar av, hvat økologi er. Flestu seta hetta helst í samband við dyrkan av fruktum og grønmeti, men tað finnast eisini útlegging- ar av hesum í sambandi við ferðavinnuna. Inga Gunn- arsdóttir hetta sum nakað, ið fellur náttúrligt. Og tað er hetta vit eiga at gera okk- um dælt av í sambandi við ferðavinnuna. — Tí er tað av týdningi, at vit fáa eina umhvørvisskip- an í sambandi við ferða- vinnuna. Og tað er júst nak- að, vit fara at leggja dent á í ár, sigur Annika Joensen. Eru komin áleiðis Nr. 30 — 14. FEBRUAR 1998 Annika Joensen sigur, at tað er av stórum týdningi, at vit, umframt náttúruna eisini kunnu vísa livihátt okkara fram. Hetta má tó gerast á ein slíkan hátt, at tað ikki órógvar ella ávirkar okkara livihátt. á tann hátt, at einki er gjørt í Føroyum fyri at nøkta tann tørv, ið ferðavinnan setur. Í roynd og veru er komið væl áleiðis, millum annað við teimum økisfeløgunum, ið eru sett á stovn kring landið. Hesi skipa fyri út- ferðum og bjóða ferðafólk- inum eitt nú kunning gjøgn- um tær kunningarstovur, ið eru settar á stovn. Hetta er kanska nakað, ið ikki merkist hjá vanliga før- oyinginum, men samstarvið millum Ferðaráð Føroya og økisfeløgini hevur bøtt munandi um umstødurnar Mynd: Jens Kr. Vang Nú skal so ein verkætlan gerast í samstarvi millum Ferðaráðið og økisfeløgini, sum umfatar útferðir og facilitetir annars. Ferdaråd- ið ætlar at taka so nógvar áhugabólkar sum gjørligt við í hetta arbeiði, so eitt úrslit fæst, sum øll kunnu vera nøgd við. Samstundis verður miðað ímóti at ferðavinnan skal verða burðardygg upp á longri sikt soleiðis, at hetta gerst ein varandi vinna. Og við ætlanunum fyri árið eru lunnar lagdir undir Nú skal alt hetta ikki skiljast Inga Gunnarsdóttir hevur ferðast kring landið og kanna umstødurnar fyri grøn- ari ferðavinnu. Hon hevur sett úrslítið inn í soneyndu SWOT-skipanina, sum vit endurprenta her: Styrkir: * Lítið land * Ferðafólkið kemur tætt uppá náttúruna og fólkið * Góð infraskipan (og einføld) * Fjølbroytt og »livandi« søvn + Vinarligt fólk, vísa áhuga og eru fals- leys * Góður matur, gott prisstødi * Føroyskur matur á matskrånni * Hugmyndarikt fólk, royna ikki at eftir- gera øðrum + Tætt upp á havid * Virkið Ferðaráð, landsins ímynd kem- ur væl fram, góð kunning * Gistingarnar eru flokkaðar * Áhugi í at halda fast við tað gamla og upprunaliga + Sjarmerandi litlar bygdir Veikleikar: * Lítlar oyggjar, ov skjótt at koma runt * Mangla attraktiónir til longri túrar * Vanta fjølbroyttar gistingar * Vanta facilitetir (WC) úti á smápláss- unum * Befri útbúgvið fólk + Mangla skeltir, t.d. á Tinganesi * Ferðaráðið átti at upplýst meiri um, hvussu ferðafólk skal uppføra seg í júst hetta hjá ferðamanninum. Føroyar og møguleikar okk- ara innan grøna ferðavinnu náttúruni + F'-rðaráðið eigur at hugsa meiri um nátt- úruna og umhvørvid + Meiri umhvørvisrættad ímynd (endur- nytsla og flokkad burturkast) + Hondverk meiri sjónligt * Hvalaveida Meguleikar: + Aquarium, maritim søvn (gera brúk av tættleikan vid havid, upplysa um fisk, fugl og hval) * Ævintýr tengdar upplivingar (kaving, útróður, bátasmíð) * Innlit í landbúnaðin (ull) * Bóndagarðsgistingar, nýta gomul hús + Nýta váttan (t.d. grøn ferðavinna) * Gera søguna meiri livandi, gera vart við serstøk hús og søgu teirra * Kaffihús á smáplássunum, selja hond- verk + Gongutúrar millum bygdir evt. við ein- um tema (bispastød) + Myndaferdir * Ferðir vid fyrilestri um morgunin (t.d. um útróður) og túrar seinnapartin, sum »lysa« fyrilesturin Hóttanir: * Havið verður dálkað * Lítið land, ferðafólkið má spjaðast * Tilbúgvin at taka ímóti fólki, menningin má ikki ganga ov skjótt + Konflikt millum umhvørvisvernd og ferdavinnu + Aðrar vinnur, Ld. oljan | rr