Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 14. FEBRUAR 1998 Læraramir við Klaksvíkar skúla vóru fittir menn undir føroyskari húgvu. Í frikorterinum mólu teir aftur og fram í skúlagarðinum í ælasliti og summarsins sól. Hendur aftur um bak við pípu í kinnklova. Bæriliga prátandi, lið um lið, millum ljóðkát og leikandi børn. Í regni — og tað hendi tá, sum oftum enn — var eingin at sjá; men hamarnir hómaðust handan tám og døgg og gluggaglar. Í sirmi bóru teir hatt og frakka við uppvendum kraga. Tá vendu pípuhevdini niðureftir. Tímarnir fylgdu í formi og innihaldi upp- havligum leisti. Eingin tekur jú óráð fyri, sum heldur at forsjónin hevur tillutað sær objektiva teimild til subjektiva útgjaran av mg, tg ella ug á leið komnu, alt eftir førimuni ella dagsins mødi og hýri ein penan dag kom annar skúlastjóri. Jóhan Petur Joensen (1906-65) ættaður úr Hesti og í Alborg. Sum eitt strok úr stóru verð, ið ar hurðar upp og legði nýggjar árar út. insktimanum las hann upp frá Holberg, Oehlenschlåger og Ibsen. Eisini eftir skúlatíð yri áhugaðum. Hann las livandi og hermdi hugtakandi eftir Erasmus Montanusi, dekninum Per, Jeppa og Nillu Ein góður lærari er eitt vælsignilsi fyri lívið, og ein vánaligur: eitt vónbrot! Og heppin var klassin hjá Jóhan Peturi. Serliga í frístíli fingu tey frítt flog. Bað tey lesa teir kønu og skriva hugalig. Afturfyri gav hann teimum ektaðan kritikk. Genturnar í klassanum vóru: Katrin, Maina, Tormaina, Ásbjørg, Jóngerð, Kirstin P. og Kirstin Klakk. Tær vóru namar og tekkiligar og búnað- ust skjótt, og eru nú at finna í fjálgum heimum og tignarligum størvum Dreingjamegin sótu so »sibbarnir«: Jaspur, seinni békavørdur. Tryggvi, føroyskur umboðs- maður í Kjøpinhavn. Michael, lærari. Mikkjal, tann fimi, seinni telegrafistur og nú farin. Yngst- ur var André. Mentunarinspiratiónin bar helst við sær, at næmingafelagið >Roðin< varð stovnað. Og stórt varð lagt út. Lærararnir og yngru næmingarnir kendu seg menningartarnaðar og hugdu star- oygdir at einari plakat, sum ein dagin var upp- sligin á realklassahurðini, og sum segði frá: >Fundur verður í »Rodanum« kl. 16.00 við evninum: Michael Mastras greiðir frá Stóðu heimsins (1). Eitt evni í vídd og vavi, sum hann í dag, 61 ára gamal, helst hevði borið seg undan at tíkið á seg. Eitt næmingablað sá eisini dagsins ljós, og sum opinberaði ílidnar lívsroyndir í laka, og bar eymar og kveikjandi kenslur upp í roða dagsins. Pegasus reið brynjuklæddur fram við fullfloygdum yrkingum fyri ung og eldri: »Meg droymdi í nátt so sælan ein dreym, meg droymdi hon kom til mín so mjúk og so eym, sum í ørilsi eg hugtikin at henni leit, hvert orð og hvørt eygnabrá at hjartanum Tað gróði um gangandi fót. Jóhan Petur gav rís og avmarkað rós. Tó fekk ein teirra skoðsmálið: at vera eitt lítið geni, tá hesin hevði skrivað ein helst feilfrían fristil upp á eini 10 síður undir heitinum: >Befolkningens kranke skæbne med egoistiske statsoverhoveder i højsædet (!)<. Teir kønu eru ósamdir um hvørt lagnunar aðalávirkanin kemur frå umhvørvi livsins ella frå fedranna arvi. Tað ættarliðið, sum nú fer um 60 ára aldur, hómar enn seinna kríggið og minnist væl kalda kríggið, Korea, Ungarn og Vietnam. Minnist eisini heimligu tjóðskaparrembingina, -banka- krakkið, verkføllini og ikki minst læknastríðið Hetta lagnukvidna lokabragdið, sum fær dagsins bankamál at líkjast varligum vaðagoti. Eitt heilsuliga illa hagreitt bygdalag ynskti at varðveita ein lækna (ella handverkara) tey høvdu og dámdu; men hetta beskedna ynski møtti eini kaldari øksl frá »magtens mange mænd ved Holmens Kanal«. Og væl hjålpir av heimligum høvdingum i Tinganesi, læknamyndugleikum landsins, og undir trysti frå danska læknafelag- num — hetta snjóhvíta herlið við smyrsli og grøding í skyldri — trumfaðu teir eitt principp igjøgnum. Prinsipiella orsøkin var flatin eina bót frá fakfelag til ein lim til støddar: kr. 601,50 (!) Og fyri hetta hissini uppkrav fór borðfullur dampari við politi og hundum, og seinni krígsskipið Rolf Krake um Atlantshav við kós móti Pollinum! Fyri fyrstu ferð í 89 ár sigldi eitt danskt herskip inn móti landi við avdekkaðum kanónum. Og Krake vá á orminum! Kongsins politi og soldátar sigradu stórt á »sønner af de slagne< og dusaðu sær í »magtens sødme-«. Og eftir á vali lógu tey illa hagreiddu og verjuleysu. Særd og illa bard. Og nøkur fóru í fangahús, Sádan! Men, enn í dag eru tær 600 kr. ikki goldnar, ja, ikki ein gang tann eina krónan og hálvtrýss (9. Alt fyri eitt løggut prinsipp og eina makt- manifestatión! Og so hevði eitt nú Abraham Lincoln sagt fyri yvir 100 ár frammanundan at: »Princippir eru og mugu vituliga vera at vika!<. * André er triðyngstur av sjey systkjum. Mamman hevði ans og sans fyri máli, hóast avmarkaða skúlagongd. Innisæl, tók sær av heiminum; men hevði greiðar meiningar um lívsins viðurskifti og endamál. Hon hevði eisini lætt við at tala sak teirra minni mentu. Pápin var sjómaður í yvir 50 ár. Sigldi undir báðum krígnum. Framúr fiskimaður, seinni bestimaður og skipari. Væl hýrdur og hittin- orðaður. Við róðrið í havódn, um mánableikar nætur og minuløgd sjógki, hoyrdist hann murra fram fyri seg, serliga tveir sangir: >Um millum gyltar borgir, vit fegnast hvønn dag, lat heimið verða skirvið, tó einki er sum tað<. og so hin: >Skoða tær stjørnur og verðir, sum tú á himli sær, skuldi hon veg tín ei funnið. Hondin, ið leiðir tær?<. Eftir lokið realprógv fekst André við fyrifallandi arbeiði. So sum at leggja sild og gera tunnur. Seinni fór hann á studentaskúla á VBV í Havn. Las síðani mál niðri, umframt eini 2 ár í Moskva Har vakti tað undran á fakultetinum, tá ið tað spurdist í Pravda, at Manifestið hjá Marx og Engels varð tytt til føroyskt, og at týðarin var André. Teirra millum plagdi hann at reisa rann- sakandi og kritiskar spurningar í samfelags- málum. Hann er cand.mag. í russiskum og týsk- um frá Universitetinum í Kjøpinhavn Sidani tå hevur hann verid tolkur fyri almenn- ar og privatar fyritøkur og lærari i måli vid hægri skúlar niðri og herheima. Nærlagdur og tolin, siga næmingarnir. Stílurin er maðurin. Longu undir læknastríð- num løgdu fólk merki til ein sermerkt-an penn í blødunum. Bædi greinar vid polemiskum snerti, skemtivisur og yrkingar. Seinni såst sami pennur í 14. September, í Vitanum og onkur yrking í Varðanum. Í 60-unum var tað eina mest í Fram- anum Um ein var samdur við greinskrivaran ikki, so má tað sigast, at stílurin var eyðkendur og beinrakin. Og ikki sum so befongdur við herviligu arvasynd føroyinga, at viðgera persór in heldur enn sjálva sakina Og munnu tað ikki vera fleiri, sum Sosialin í leysasølu leygardag í teirri vån, un framt njótilsi av el hjá Óla Petersen, at blaðnum - » Hesir ikk min, set tú nú á kn k g siga ta ikki Nei k iv i løgd ber. um måliskur og í einari afturundirgerð av skålkabr seinasta broti, at fáa t bresta út í at flenna. Tílí tað r ir tinnnir André hevur týtt fleiri bøku IKS »Uuid mållæru og grammatikk. Hesar bøkur k eru komnar út á egnum forlagi og eisini skrivað fleiri handrit t Málið hevur verið hansara eygnasteinu av. Eitt nú málsligar nuansur, at hesi sáru og tydningarmiklu fråbrigdi ikki blíva burturbeind úr málinum við mekaniskari og Ostørtligari orða- bókatýðing og málreinsan Summi duga tann kunstin at skriva, og nek sera væl. Onkrum er beskorið, at duga fleiri heimsmál, umframt tey heimligu. Onnur duga at mála, tekna, syngja ella spæla á ljóðfer, og uppaftur onnur duga at gera mál á leikvøllum Og hetta gleðir okkum onnur Men ein royndur lutur er, at tað er ein van- lukka fyri virki, land og fólk, um tey he onkursvegna verða sáldað frá, ella, sum er, verða sett undir censur. Djúpast sæð, avdúkar hetta bara maktarinnar maktarloysi, ongan bata í longdini. >Befol skæbne og er Danir hava eitt hu »Individets ret ti krevst pleje »at man har sine meningers mod«. Tað eru tað tibetur nøkur — um fá Eftir er bert at siga, at vit eru fleiri, sum við — sum hava åhuga og samhuga hava fylgt tini sermerktu lívsleið, og sum vilja ynskja tær, André og Dikku við familju tillukku við 60 ára hvarvinum tann 4. januar, og ynskja tykkum alt gott í komandi tíð, og kippa við flagginum fyri farnar dagar Vinarliga, EAN. A —"—"8—" í Lorvík. Ólavur Heinesen sigur, at egningaskúrarnir hava gjørt, at fólk, kunnu vera til - nyttu, sum annars brik ikki er fyri nakra staðni. — Td. pensjonistarnir. Nógvir eldri menn føla seg fullkomiliga kasseraðar, tí tað er ikki brúk fyri teimum nakrastaðni, hóast teir eru raskir og hava góða heilsu. — Tí er tað reint balsam Gott er við tónleiki aft- urvið egningini. Í Lorvík eru tað óvitarnir, tey ungu, konufólkið og pen sjonistarnir, sum halda útróðrarbátunum gang- nar andi. Tað gevur ein sjáld- saman felagsskap í bygd- ini ein Mynd: J. kr. Vang) stampin fyri sálina, at teir kunnu fara ein túr oman í egningaskúr- in at egna nakrar stampar. Men tað skal eisini skoytast uppí, at nógvir tey mans, sum hava annað ar- beiði, eru eisini Oførir at taka eina hond í koma mangan oman í skúr- arnar at taka nakrar stampar Men eg hugsi líka nógv, at tað er fyri prátið og fyri at hitta onnur fólk, sum tað er fyri pengarnar. Tey fáa 90 krónur fyri Og hjá óvitunum, og teimum ungu eru egninga- pengarnir eitt sera kærkom ið ískoyti til lummapengar Olavur sigur, at hetta fjøl broytta fólkaslagið, gongur í egningaskúrarnar, ger eisini, at konufólk og mannfólk, og ymisk ættar- lið, verða samansjóðað upp- á ein nógv ødrvisi máta, enn annars høvdu havt møguleika fyri. — Og tað hevur eisini gjørt, at egningaskúrarnir eru blivnir savningarstaðið í bygdini. Táið Lorvíkingar fara sær ein túr, fara teir ofta oman í egningaskúrarnar at fáa sær eitt prát Eg skal siga tær, at tað verða mangar heimskreppur loystar uppiyvir egningini sigur Olavur Hann sigur at enda, at n sær hann ljóst uppá fram tíðina aftur Tað er væl av fiski at fáa og nú eru tvey virki í Lorvík, sum keypa fisk. Og prisurin er tí topp Tí teir sum