leygardagur 14. februar 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Skaldið og tónleikarin
Petur Jensen úr Gøtu
skrivar um amerikanska
rockbólkin Pearl Jam
og hugleiðir um tað at
lurta og um ungdómin,
sum hoyrist so væl
tíðindablað
Nr. 30 - 14. FEBRUAR 1998
Plágaðar sálir finna frið
„Restless soul,
— Eitt sindur um Pearl Jam
enjoy your youth<
(«Not For You« av fløguni »Vitalogy«)
I farnu viku gav ameri-
kanski rockbólkurin Pearl
Jam út fløgu. Hetta er teirra
fimta fløga, og kallast hon
»Yield«
Tey eru kanska ikki so
nógv, sum longur kennast
við navnið Pearl Jam, men
teir eru ein sokallaður alter-
nativur rockbólkur úr Se-
attle. Í 1991 góvu teir sína
fyrstu fløgu, »Ten«, út. At
byrja við gjørdi hon ikki
stórvegis um seg, men mið-
skeiðis í 1992 stormaði hon
inn á alheims pallin og stað-
festi Pearl Jam sum ein tann
mest nýskapandi og slóð-
brótandi bólkin í nýggjari
tíð. Eitt, sum kanska eisini
ávirkaði hesa gongd, var ein
annar bólkur úr Seattle, ið
bar navnið Nirvana. Í 1991
hevdu teir eitt ótrúliga stórt
»hitt« við >Smells Like
Teen Spirit«, eitt lag, ið var
einfalt og punk-líknandi, og
sum kanska serliga talaði til
tað yngra ættarliðið og gav
teimum eitt nýtt mål — ella
heldur blåsti lív í eina rørslu
— sum ikki hevði andað
leingi. Ungdómurin byrjaði
brádliga at tosa opið og al-
ment um trupulleikar, rót-
loysi, fremmandakenslur og
líkasælu við verðina sum
tað, ið eyðmerkti tíðarandan
og livikor teirra. Tað, at
hetta gjørdist so modernað,
førdi vid sær, at plåtufeløg
tevjadu, at okkurt var i ferå
vid at henda millum tey
ungu. Kikarin varð settur
móti Seattle, og brádliga
vórðu bólkar góðir og kend-
ir, bert tí teir vóru úr rætta
býi. >Grunge< varð felags-
heitið fyri hesum nýggja og
alternativa stíli. Hetta orð
umfataði allar bólkar, ið
fylgdu hesum floymi, uttan
mun til hvussu ymiskir teir
vóru hver frå gðrum. Bólk-
ar, ið høvdu livad sína tíð
ókendir úti í tøgnini, fyltu
gerandisdagin hjá flest øll-
um ungum. Henda >trend<
tók skap í USA, men
breiddi seg via Bretland yv-
ir alt Europa og allan heim-
in og kom sjálvandi eisini
hendavegin
Í mun til eitt nú Nirvana,
var tónleikurin hjá Pearl
Jam ikki so einfaldur og
lurtaravinarligur. Har Nir-
vana kanska fyrst og fremst
var sprottin år punksiðin-
um, høvdu Pearl Jam røtur
f ti meiri amerikanska rock-
inum, har arvurin frå bólk-
um so sum Led Zeppelin,
Jimi Hendrix (ið eisini var
úr Seattle), The Who, Fu-
gazi og Neil Young, sást
heilt týðuliga. Tað, sum ser-
merkti Pearl Jam í alstóran
mun var sangarin, Eddie
Vedder. Hann hevði eina
inniliga og djúpa rødd, sum
samstundis var hørå, hvøss
og rá alt í senn. Hann grund-
legði við sínum stíli ein
nýggjan skúla, at kalla, fyri
sangarar, ið inntil hetta
hildu seg meiri til ta høgu,
og kanska heldur falsett-
styrdu røddina, sum hevði
eyðkent sangararnar í 1980-
unum. Ein av teimum fyrstu
blaðmonnunum, ið um-
mælti fyrstu fløguna hjá
Pearl Jam, segði: >at hoyra
Eddie Vedder syngja, fær
meg at hugsa um ein stung-
nan hval, ið pínist svárliga,
men undir hesum býr ein
vekur og innilig sál, ið stød-
ugt oysir upp úr sínum
djúpastu loyndarmålum«.
Hetta stóðst ikki minst av
tekstunum, ið komu fram
við málum, sum neyvan
vóru sædd áður innan rock-
tónleikin.
>Ís something wrong,
she said
Of course there is
You're still alive,
she said,
do Í deserve to be;
Is that the question,
and if so
who answers,
who answers
I'm still alive«
(»Alive« av fløguni »Ten«)
Sangirnir tosadu fritt og
beinleiðis um pínu, neyð,
longsul, angist og friðloysi.
Fyrsta stakfløgan av plátuni
>Ten< varð lagið »Alive«.
Hetta er ein syrgilig søga
um ein drong, ið fær at vita,
at tann, sum hann øll barna-
ár síni hevur rópt pápa, í
veruleikanum ikki er pápi
hansara, og veruligi pápin
er deyður. Hetta er søgan
um truplan barndóm, um
ein ungan drong, ið missir
alt álit á kærleika, familju,
fyrimyndum og myndug-
leikum. Hetta snúði seg um
misnýtslu, incest og onnur
viðurskifti, ið ikki vórðu
havd frammi í vanliga ger-
andisdegnum, ella í tónleik-
inum, sum í 80unum snúði
seg um smyrsl, glitur og
sukursøtan popp-kærleika.
Tekstir um sjálvmorð, mist-
an kærleika og djúpa angist
gjørdust brådliga nýggjasti
móti, og Eddie Vedder varð,
uttan at hava nakað at siga,
kosin talsmaður hjá gllum
plágaðum sálum, ið reikaðu
um, leitandi eftir onkrum at
halda seg í. Pearl Jam gjørd-
ust, saman við Nirvana,
uppá ófatiliga stutta tíð ein
av heimsins allarstørstu
rockbólkum.
»Admire me,
admire my home,
admire my song,
admire my clothes<
(>Do the Evolution«
av fløguni »Yield«)
Fyri ein so at siga spildur-
nýggjan bólk tóktist hetta at
vera alt ov nógv at skula
svølgja. Stóra trýstið, nógva
ferðingin og hetjutilbiðanin
gjørdist ov mikið fyri lim-
irnar í Pearl Jam, og teir
fingu ikki tíð at fóta sær og
finna sín grundvøll í stóra
samanhanginum. Teir funnu
ikki teirra pláss, og bólkurin
var um at upploysast, áðr-
enn hann hevði fingið
stundir at grógva og rótfesta
seg í sær sjálvum. Ungdóm-
urin hevði fingið eina hetju
at dýrka, onkran at gráta síni
tár fyri seg, men hetta legði
seg tungt á eina smædna og
viðkvæma sál, ið gongur so
djúpt inn í tað, hon ger, sum
stødan er tað hjá Eddie
Vedder. Hetta ráðaloysi
førdi við sær, at teir kvettu
so gott sum alt samband við
almenningin, tað vil siga
fjølmidlarnar.
»Banned by name,
the name
they gave me, the
name I'm letting go<
(»Brain of J«
av fløguni »Yield«)
Hetta endadi vid, at tå næsta
fløga teirra »Vs.« kom út,
noktadu teir at tradka fram
í sjónvarpi og útvarpi. Ein-
asta undantakið varð, tá lík-
ið av sangaranum í Nirvana,
Kurt Cobain, varð funnið,
aftaná hann hevði gjørt
sjálvmorð. Tá tosadu Eddie
Vedder og bass-spælarin
Jeff Ament við MTV, har
teir bóðu fólk um at hugsa
seg um, tí at teir eisini bert
vóru menniskju, ið íkki
toldu meiri enn eitt víst.
Fyri at undirstrika hetta,
noktaðu Pearl Jam at gera
nakað videolag. Hetta
gjørdi, at MTV ikki hevði
nakran møguleika at visa
teir, og soleiðis minkaði al-
tjóða marknadarføringin í
stóran mun. Serliga Bret-
land og vit í Europa tóktust
at missa teir úr eygsjón.
Hóast hetta gjørdist »Vs.«
ein tann skjótast og mest
selda fløgan í USA nakran-
Myndirnar
eru tiknar
úr nýggjastu
fløguni hjá
Pearl Jam,
»Yield«
i
Á