Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 14. FEBRUAR 1998 tíð. Tónleikurin var hesu ferð merktur av ødi, agg- ressiånum og hvøssum tekstum, ið ikki lótu nógv vera ósagt. Eddie Vedder tóktist beiskur og troyttur av teimum, ið høvdu skírt hann leikaliga ikki vóru aftur- farnir, men tað var kanska slit, ið var farið at gera um seg. Men tey vøkru og sera atmosferisku løgini, sum avgjørt er ein styrki hjá Pearl Jam og Eddie Vedder, pínslunnar talsmann og vóru ikki horvin. hetju. >Paint Ed big, »I don't want to take Turn Ed into what you can't give One of his enemies, It's my Blood« (»Blood« av fløguni »Vs.«) Pearl Jam glidu so vid og vid longur og longri burtur frå teirra »almenna livi«, og tær næstu fløgurnar seldu tiskil verri enn so eins n6gv og tær undanfarnu. Aftanå >Vs.< hava teir neyvan havt nakað »hitt«. I 1994 kom triðja fløgan >Vitalogy< út, og tó at hon seldi væl í USA, og eisini verður rokn- að sum ein væleydnað fløga, gjørdi hon lítið hóva- sták her. Henda fløga varð kanska eitt sindur merkt av ráðaloysi, og eitt sindur mistum huga eftir at kenna samhuga við verðini. Her eru góð løg, treydugt so, men eisini ngkur, ið neyvan kunnu kallast sangir. Serliga hugsi eg um eitt, ið nevnist >Bugs<, har bert ein illa far- in og allarhelst avgomul pumpiharmonika spælir undir, meðan ein týðiliga rúsaður Eddie Vedder rams- ar plágur sínar upp, og hvussu lítið hann orkar at muta ímóti. Sum bólkur tóktist Pearl Jam viknaður nakað, sjálvt um teir tón- I would rather starve than eat your breast< (>Corduroy< av fløguni »Vitalogy«) Síðani kom fjórða fløgan, >No Codex, í 1996. Hon varð av nógvum skírd ein vánalig fløga, og varð sølu- liga ein niðurtúrur fyri Pearl Jam. Ikki tí, at limirnir í bólkinum endiliga høvdu so ilt av tí — kanska tvørtur- ímóti — men fjølmiðlarnir og tabloidblødini róptu nú um kapp, at Pearl Jam var ein sokkin skúta. Sjálvur hevur Eddie Vedder sagt, at honum dåmdi væl, at fløg- uni gekst, sum tað gjørdi, tí tað gjørdi, at teir kundu kenna seg veruligari, nú teir bert vóru ein nógv seljandi bólkur, heldur enn »ein tann størsti«. Í veruleikanum var >No Codex ein ógvuliga eksperimenterandi fløga, ið avgjørt visti inn á nýggjar leiðir, ið als ikki eru so 6- spennandi, sum nógv kanska høvdu hug at halda. Konsertferðirnar vórðu eis- ini væl vitjaðar. Pearl Jam hevur altíð havt eina trúgva kjarnu av viðhaldsfólki, og tey eru neyvan so fá, heldur ikki her á landi. »There 's a sun around the bend< (>Around the Bend« av fløguni »No Code«) f veruleikanum kann sigast, at Pearl Jam, heldur enn at søkka, vóru í ferð við at koma fyri seg aftur. Teir byrjaðu miðskeiðis í fjør at samskifta alt meiri við út- varpsstødir í USA, og høvdu fleiri konsertir, ið vórðu sendar. Graml hevur enntá verið at hoyrt um, at teir ætla at fara at gera okk- urt videolag í nærmastu framtíð, men tað er fyribils ikki játtað. Á »No Code« var nýggi trummuspælarin Jack Irons, sum hevur spælt í Red Hot Chili Peppers, at hoyra, og hann verður sagd- ur at hava bjargað lívinum hjá Pearl Jam. Á >Yield< hoyrast eisini týðiligar avleiðingar av leit- anini inn á nýggjari tónleik- aligar leiðir, sum til dømis tær báðar seinastu fløgurnar bóru boð um, men sam- stundis eru løgini vorðin meiri heilskapt, og Eddie Vedder tykist at hava funnið sterka pennin fram aftur. Pearl Jam tykist at hava funnið sín sanna tónleika- liga uppruna, sína hill so at siga, og frið við tað, teir eru og gera. Tekstirnir eru bún- ari, ljósari og eitt sindur meira droymandi og frið- fyltir nú, enn teir nakrantíð hava verið. Eitt, sum kanska aldri hevur verið frammar- laga hjá Eddie Vedder, er humor. Hann hevur sjálvur sagt, at hann tekur tað, hann ger, í fullum álvara — kanska ov fullum — men at hann samstundis er spentari, hvat Soslaludn framtidini viðvíkur, vid øll- um teimum tøknfrødiligu broytingunum. Hetta sæst kanska serliga aftur í tveim- um løgum, >Do the Evo- lution« og »Brain of J« (har serliga tað seinna næstan er stuttligt — ein lítil søga um heilan hjá John F. Kennedy, sum jú datt á gólv og fór í knús, tá líkið skuldi flúgvast onkustaðni — men tað er ikki nøkur speirekan mótvegis fyrrverandi forsetanum, men heldur ein eygleiðing av, hvussu absurd dýrkanin av hetjuni, heldur enn virð- ingin fyri persóninum aft- anfyri, í veruleikanum er). Poesiin í yrkingunum er eis- ini á høgum stødi, og tað í sær sjálvum er ein fragd av síggja. Maðurin er enn søkj- andi, men kennir seg meiri heima, og torir betri at siga sínar kenslur og dreymar, tí sálin hevur meiri frið á sær. Løgini sjálv eru eisini lætt- ari, meiri umfevnandi og eisini meiri melodigs enn tey kanska nakrantíð hava verið, og Pearl Jam ljóðar meiri enn nakrantíð, sum ein bólkur, ið veruliga vil tað, hann ger. »It's Evolution, baby<. »IIl stop trying to make a difference, I'm not trying to make a difference, no way« (»No Way« av fløguni »Yield«) Petur Pålsson Jensen 10. februar 1998 Kann orsøkin til, at ungdémur »ger so någy um seg« hugsast at vera, at tad verdur ov litid lurtad eftir?, spyr Petur Jensen Eitt sindur um at lurta Ungdómurin tykist næstan at hava fyrsta rætt til at kenna seg plágaðan av verðini. Hetta kemur meiri enn kanska aðrastaðni borið fram í yrkingum, tón- leiki, filmum og sjón- varpi annars. Ella kanska er tað bara, at ungdómurin er tann parturin av fólkinum í samfelagnum, ið hoyrist best. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað ivaleyst eisini al- tíð at vera, ljóðar svarið oftast. Men kanska hetta er júst ein av høvuds- kjarnunum í hesum spurningi. Kann orsøkin til, at ungdómur >ger so nógv um seg< hugsast at vera, at tað verður oy lítið lurtað eftir? Uppreistur, málageip- an og tílíkt verður altid sagt at hoyra ungdóm- inum til. Fáfongdin og dárskapur verður eisini aloftast tilskilaður teim- um ungu, men samfel- agið hevur eisini úr at gera við at siga okkum, hverjar plágur okkara skulu vera, men tá vit so ikki kenna tær aftur, koma vit í eina trupla støðu, orðaði ein vin- maður tað einaferð. Málið, sum ung tosa, er ofta tónleikur, sjónleik- ur, filmur ella sjónvarp. Hetjurnar eru barbie- dukkur, = skræddara- seymaðir popp-dreingir, ið síggja betri út enn loyvt (við smyrsti), ella eru tað plágaðar sálir, ið aloftast drepa seg sjálv- an, og tåstani gerast veruligar hetjur. Neyð- arrópini verða skúgvaði til viks sum tað bera skról. Muu soleiðis hev- ur tað altíð verið. Tøknfrødiliga gongd- in hevur tikid dik á seg hesa seinastu tíðina, og samskiftið tvørtur um landa-, mentanar É samfelagsmørk er breið mr og mein umitaland 'nn nakrantid spurningurin er, um tav kann loysa nakrar trup- ulleikar, um veruliga or- søkin til hesar somu trup- ulleikar er, at vit ikki hoyra hvønn annan. Vit byta okkum sjålv upp i smærri bólkar, sum tosa sama mál, men fara vit út um hesar bólkar, verð- ur brádliga verri. Plágurnar fáa nøvn, men hesi ngvn síga ikki so nógv hver sjálv plág- an er, men heldur, hvussu hon eitur. Hetta virkar eisini til, at plágurnar gerast minni og minni veruligar, bert nøvnini tykjast at vera tað. Vant- andi samskiftið ger, at tað tykist alsamt høpis- leysari at royna at siga nakað, tí ongin hoyrir teg, og er tí kanska lætt- ari at fara >út úr sær sjálvums, inni í eina dreymakenda tilveru handan skyggjarnar. Tað er eisini lættari at siga tínar loyndir, tá ongin sær teg. Men ein annar trupulleiki við hesum er, at vit gerast fjarari frá teimum veruligu plágun- um og meiri innibyrgd í teimum forritaðu, sum onnur sleppa at bera fyri okkum, og vit gloyma tað grundleggjandi, sum er bent framman fyri okkum: hjartað, sálin, og dreymarnir, sum eru inni í okkum, og ikki á hard- diskinum. Tað eru hóast alt tær, vit royna at bera út í orð, sangir, yrkingar ella filmar. Øll tykjast at leita, men eru samstundis so upp- tíkin av at skula siga gðr- um, hvussu júst tey skulu leita, at veruleikin følnar alsamt. Kanska tað kundi verið eitt hugskot at royna at seta seg níður einaferð, og bara lurta, tí kanska hoyrdu vit tjóð ið vóru tey somu sum tey, Vit royndu at siga - samlhjóð — ella okkurt. ið kanska líkist Petur Pólsson Jensen 11. februar 1998