Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NICLAS JOHANNESEN >Tórshavn er vakrasti býurin, eg nakrantíð havi vitjað.< 49 ára gamli Henning prátar enskt júst soleiðis, sum týskarar vanliga práta enskt. Men so er eisini slutt við øllum samanber- ingum. Tí doktor Henning man vera alt annað enn ein typiskur tyskar: — ella, latið okkum bara siga, alt annað enn eitt typiskt menniskja Tí hvussu nógvir týskarar sita leygarkveld og skrúva útvarps- frekvensin soleiðis, at føroysku Náttarravnarnir brádliga kunnu runga í hansara týsku stovu i Køln? (Ja, tað ber til at hoyra UF Tysklandi, tå sent verður á nógv umredda, kostnaðarmikla og sera sterka millumbylgjusendaranum) Og hvussu nógv menniskju hava brúkt størsta partin av livi- num at ferðast kring allan heimin við mikrofon í hondini og band- upptakara undir arminum? Latið okkum nú bara fáa for- malitetirnar upp á pláss Dr. Henning von Løwis of Me- nar er redaktørur á almennu tysku útvarpsrásini Deutschland Radio Hann varð útbúgvin dr. Phil í 372. har hann eitt nú granskaði politiska visund og almennan -83. Har >vur hann arbeitt fyr rat nevur tíðarritum og blødum Før- var var í nógv virda blaðnum insara fyrsta grein um Ongin kennir Førovar Tá Dr. Henning skrivar um Før r tað altíð eir var, er tað a en avis mynd, nn hråkar- 1 rt | VÍGIr a úkar: Eitt kort, ið vísir : endu Fåroer Insein t geva tyska les- latan av, hvar hesar skrivar hann í sín leiðini s liggja Førovar.« yar munnu vera est ókenda tjóðin í øllum Ev ropa. Tá eg sigi við mínar sam- at eg farið til Før- 'yar, hyggja teir bara spyrjandi upp á meg. Sjálvt væl útbúgvin fólk hava ikki hóming av, hvar nesar oyggjar liggja »Å hálvari starvsielagar — Og er tað onkur, sum ørminn- ist okkurt um Føroyar, so er tad i sambandi við fótbólt. Tá Føroy- ar vunnu á Eysturríki í EM-kapp- ingini Fyrstu ferð Henning var í Før- oyum, var í 1972, og hóast tað var kærleiki beinanvegin, so eru 20 ár síðan hann var í Føroyum seimastu ferð Og nógv er broytt, síðan dr Henning prátaði við m.a. Niels Juel Arge, sála, á Bryggjubakka — Tá var ikki nakar handils- miðdepil í Havnini, og býurin var nógv minni. Ég minnist eisini, at SÓSU 15 milliónir lurta tá doktor Henning lovprísar oyggjunum ongin kennir 23. mars fer týska útvarpsrásin Deutsland Radio at hava sending um Føroyar í sambandi við, at 50 ár eru liðin, síðan Føroyar fóru at virka undir heimastýrislógini. Maðurin, ið ger sendingina, er treytaleysi Føroyavinurin Henning von Løwis. »Sidan eg var her fyrstu ferð fyri 25 árum síðan, havi eg havt serligan tokka til Føroya«, sigur Henning. eg tá gjørdi nógv burturúr, at onki sjónvarp var í Føroyum tå. Tann góða reklaman sum ongin sær Hetta var áðrenn ferðavinnan gjørdist innfeldur partur av figgj- arlógini Nú sita fólk í almennum størv- um og royna at selja útlendingum Føroyar. — Eg eri sera hugtikin av teim- um faldarum, sum verða gjørdir fyri at lýsa Føroyar, sum ferða- mannaland. Teir eru á høgum al- tjóða stødi. Eg havi eisini stóra virðing fyri tí arbeiði, sum Post- verk Føroya ger við frímerkjum. Hetta er góð reklama fyri Føroy- ar. — Trupulleikin er bara tann, at alt ov fá fólk kunnu fáa fatur á eitt nú faldarum um Føroyar. Eg haldi, tað er týdningarmikið fyri føroyingar at fara í samstarv við tær allarstørstu ferðamannastov- urnar í Evropa. Nr. 30 - 14. FEBRUAR 1998 — Tí, tað er har fólk støkka inn á gólvið fyri at finna út av, hvar leiðin skal ganga í fríðtíðini. Og tað er sjálvsagt eisini har, at før- oysku faldararnir skulu liggja. Tit fáa tykkara egna sjálvstýri Dagin fyri, vit práta við Henning, hevur hann verið í Tinganesi og pråta ein tíma við Føroya Løg- mann Edmund Joensen. Eitt av evnunum er føroyska heimastýrislógin. Henda skipan hevur stóran áhuga fyri útvarps- mannin, ið sum kunnugt stødugt granskar politiska vísund. Tað løgmadur og onnur hava at siga um hesa skipan, verður sent í øllum Týsklandi 23. mars í sambandi við, at 50 ár eru liðin, síðan heimastýrislógin kom i gildið. — Eg trúgvi, tit fara at fáa tykk- ara egna sjálvstýri um eini fimm til tíggju ár, svarar Henning, tá vit spyrja um hansara hugsan Týski útvarpsmaðurin, sigur, at føroyingar hava alt tað sum skal til fyri at ein tjóð skal vera sjálv- støðug — Tit hava tykkara egna mál og tykkara egnu mentan. Og so hava tit so nógvar rithøvundar, málarar — ja, listarfólk í síni heild, at tað í veruleikanum er heilt ótrúligt Eg havi ongantíð á einum so lítlum plássi hitt so nógv skapandi menniskju Stóri kærleikin til Føroyar er eisini orsøkin til, at doktor Henn- ing sjålvur leggur rødd til, tå sending um Føroyar verður gjørd. Sum oftast er hann redaktørur, t.v.s virkar hann handan leik- tjøldini. Vid hesum roynir hann siga, at tað skal nakað serligt til fyri at fáa roynda fakjournalistin at leggja rødd til sjálvur. Henning var, sum ein av teim- um fáu úti við mikrofonini og sendi beinleiðis frá tí týska múr- inum, tá hesin fall. Og hann hevur vitjað nógv í Eysturevropa, teimum smærru tjóðunum, so sum Lithauen og Letlandi, síðani kommunisman fall. Men tað er okkurt við oyggja- londum sum dregur. So nógv, at Henning ætlar sær til Føroyar aft- ur longu í summar. Kortini er hann glaður fyri at hava vitjað Føroyar á hávetri.. Hesa løtumi vit práta við Henn- ing, bankar heglingurin á vind- eygað og vindurin hvínir um húsaveggirnar. Men tað leggur Henning onki í. — Mær dámar veður. Í Føroyum fært tú alt eftir einum degi, sigur hann og rættir út hondina at siga farvæl. Og mangt bendir á, at veðrið dámar Henning. Uttanfyri skínir sólin.