leygardagur 21. februar 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tidindabl
Hjá Jústines og Poulu í
Singapore og til elddans og
hanadyst á Bali
Tey vitjaðu fyrst í tí fjarskotna og ævintýrkenda fjallalandinum Nepal. Higani
gekk leiðin til Malaysia við øllum sínum stóru templum. Hesaferð støkka tey
inn á gólvið hjá tí føroyska húskinum í Singapore, Jústines og Poulu - og
leiðin gongur síðani víðari til Bali, har tey uppliva elddans og hanadyst
saman við tveimum gðrum føroyingum, sum eisini eru á fjakkaraferð
Aftaná at hava stressað
gjøgnum tvey stór lond, var
tað sera hugaligt at koma
til lítla Singapore. Her var
ikki nóg stórt til, at vit
kundu stressa.
Vit koyrdu suður í bussi
úr Malaysia, og komin til
brúnna, ið samstundis
er markið til landið, byrjaðu
hesir risastóru bygningarnir
at reisa seg. Singapore er
eitt land, ein oyggj og ein
stórbýur.
Okkara fyrsta meti við
Singapore bý var ikki
serliga tespiligt. Tá ið vit
traðkaðu úr bussinum,
hoyrdu vit nøkur illfýsin
buldur úr erva, og løtu
seinni oysti tað niður. Vit
stóðu á eini getu, vistu ikki,
hvar og vistu ikki hvagar vit
skuldu ganga. Aftaná at
hava steðgað nøkrum
flýggjandi singapore'anar-
um, funnu vit útav vegnum.
Tað tók okkum tó hálvan
annan tíma at koma á rætta
stað. Hetta var ein eitt sind-
ur skelkandi byrjan, men
dagin eftir settu vit nøsina
móti tí donsku sjómans-
kirkjuni.
Hjá Jústines og Poulu
Flestu føroyingar munnu
hava hoyrt nógv um Singa-
pore frá dugnaliga skrivandi
útisetanum Jústines Eides-
gaard. Vit høvdu eisini
hoyrt um hann, og høvdu
sum einasta mål å skrånni
at finna kirkjuna, har hann
og konan Poula starvast.
Fyri einaferð skuld høvdu
vit eydnuna við okkum, og
tey vóru ikki bara blíð og
týð; nei, tey tvíhildu um, at
vit skuldu koma og búgva í
gestahúsi teirra. Hetta vóru
vit sera takksom fyri, tí vit
vóru stórliga bilsin um,
hvussu dýrt alt er í Singa-
pore. Eisini var tað himm-
alskt at koma til eitt meira
vinarligt og heimligt um-
hvørvi.
Tad vildi so til, at kirkjan
dagin eftir fekk vitjan av
donsku prinsessuni Bened-
iktu. Hetta var í samband
við eina diabetes-ráð-
stevnu, og har skuldi vera
ein stutt guðstænasta og
måttøka aftaná. Vit hildu
hetta ljóða sera spennandi
og vildu fegin verða við,
men vit høvdu ongi hósk-
andi klæði. Hetta syrgdu tey
bæði, Poula og Jústines tó
fyri; John fekk buksur,
skógvar og slips - hann
passadi f hvussu so er slips-
ið! - og Halla ein rættan
ballkjóla. Vit máttu tó heilt
til arbeidsgevaran hjá
maid'ini, ið búði vid síðuna
av, fyri at læna skógvar til
Hallu. Undir øllum umstød-
um, vit hittu so Benediktu
prinsessu, og hon var mikið
fitt. Har vóru eisini fitt av
donskum fjakkarum, og
prinsessan hevði onkra
skemtandi viðmerking til
eina gentu, ið týðiliga hevði
brúkt nógva tíð á strondini
í bikini. (Kjólin avdúkaði
hana!)
Fylgja við í
Internetsosialinum
Tíðin gekk sera skjótt í
Singapore, og vit fingu rætt-
iliga hvílt okkum. Vit vóru
rætt og slætt sera dovin,
men teir stóru innkeyps-
deplarnir vórðu dúgliga
vitjaðir. Eisini vórðu tey
ofta mánaðargomlu før-
oysku blødini lisin á tamb,
og stuttligt var at hoyra tað
seinasta nýggja, um tað so
vóru gamlar nýggjheitir. Vit
høvdu eisini fylgt við í Int-
ernetsosialinum gjøgnum
Asia, men nú høvdu vit
betri tíð at lesa „i ro og
mag”
Ein av døgunum vóru vit
úti á oynni Sentosa, ið ligg-
ur beint uttan fyri Singa-
pore. Hetta er størsta ferða-
fólkamál í Singapore, og
millum vanlig fólk verður
nógv gjørt burturúr at fara
vikuskiftistúrar úi hagar.
Tað eru ymiskir háttir at
koma út á oynna, men tann
mest áhugaverdi er við
teimum sonevndu „cable
cars“. Hetta minnir eina-
mest um skílyftir. Tú situr í
einum vogni, ið verður tog-
aður eftir einum kaðali, og
hægsta punkt er 90 m. yvir
havinum. Sum verða man
er útsýnið yvir stórbýin av-
bera gott, og eisini leggur
tú serliga merki til ta stóru
havnina, ið annars er fjald
aftan høgar veggir ella tré
Tú sært beint niður yvir all-
ar hesar túsundtals bingjur
nar, og tær síggja ikki stórri
út enn nakrir legokubbar
Fiskahøvd í karry
Sum sagt gingu dagarnir i
John å Bali
54
Nr. 35 - 21. FEBRUAR 1998
Halla Poulsen og John hava fjakkað i
fjareystrid sidani sidsta heyst
Tann 5. desember fylti John
25 år, og Jústines og Poula
bjóðaðu okkum út at eta. Vit
fingu Singapore specialitet-
in curry fishhead, ið er stokt
fiskahøvd vid ymiskum
grønmeti, kryddad vid
karry. Tað smakkaði yvir-
raskandi væl. Tann eina
dagin fóru vit at síggja tann
singaporeanska — ,,china-
town". Sjålvt um Singapore
næstan bara hevur kinesisk-
ar íbúgvar, so hava teir eitt
serligt øki, har húsini eru
tey traditionellu kinesisku.
Tað var sera hugnaligt at
ganga runt í hesum lítlu gøt-
unum, men her búðu fólk,
ið høvdu nóg mikið av pen-
ingi, í mun til tann China-
town, vit sóu í Malaysia, har
alt var meira fátæksligt, og
á ein løgnan hátt meira ekt-
að. (Ikki tí, gott hjá teimum
í Singapore at hava nóg
mikið av peningi). Her vóru
templini og marknaðurin
eisini nógv vakrari.
Aftaná at hava hugnað
okkum í Singapore í alt ov
langa tíð, fóru vit at hugsa
um at fara víðari, og síðan
vit skuldu verða á Bali 29.
desember hildu vit, at tað
fór at verða ov lítil tíð at
taka alt Indonesia, sum vit
upprunaliga høvdu ætlað.
Vit høvdu ikki hug at
skunda okkum gjøgnum
Indonesia, so vit valdu held-
ur at fara beinleiðis til Bali,
og so heldur hava góða tíð
har. Just tá ið vit høvdu av-
gjørt hetta, vóru vit so hepp-
in at hitta eitt annað før-
oyskt par, Allan Dalsgaard
og Beintu Johannesen. Tey
vóru eisini á veg til Bali, og
skuldu júst fara at keypa
flogbillettir. Vit slógu okk-
um saman, og tveir dagar
seinni sótu vit í flogfarinum
á veg til Bali, øll fýra
Bali í Indonesia
Vit lendu seint um kveldið,
og vóru sera bilsin um tann
ógvusliga hitan so seint um
kvgldið. Tað ordiliga slóg
ein í móti. Vit tóku ein taxa
til Ubud. Hesin býur er
kendur fyri at verða mið-
depil hjá listaskerum á Bali
Tað tóktist sera Gvinarligt
og óunniligt at koma sv
seint á kveldi, tí ongi gøtu-
ljós vóru, og vit høvdu als
onga staðarkenslu, so ný-
komin. Staðið vit høvdu
ætlað at búgva var fult, og
ein drúgv løta gekk, áðrenn
vit fingu innivist beint í
nánd. Eisini har var heldur
akkar við einum kamari
VÍ Ta } var I murit
øll rættiliga skjótt.
Morgunin eftir fóru vit út
at hyggja eftir Ubud. Sum
verða man vóru hesir træ-
figurhandlarnir allastaðni,
og í fyrstuni fóru vit inn í
hvgnn tann einasta at
hyggja. Hetta var émøguligt
i longdini, tí her vóru so
nógvir, at tað hevði tikið
fleiri vikur. Allir seldu ngk-
unlunda tað sama, og tað
vóru einastandandi flottir
figurar, teir skóru. Eisini
maskur, ið er ein høvuds-
vera. Summar vóru lítlar,
summar stórar við longum
hári, aðrar sera litríkar og
aftur aðrar bara ljóst ella
myrkt træ. Onkuntíð høvdu
tær sera nógvar detaljur, og
onkuntíð vóru tær heilt ein-
faldar. Tað var heilt ødrvisi
enn í Nepal. Nógv stórri út-
boð, og fleiri ymiskar
støddir.
Vit brúktu henda dagin til
at ganga runt og hyggja
okkum um, og eisini fóru
vit ein túr inn í skógin,
Monkey Forrest. Hann livdi
gott upp til navnið, tí apur-
nar svingaðu í trøunum, og
vóru tær sera spakar. Vit
keyptu bananir og nøtir, og
um tú ikki gav teimum tær
beinanvegin, so komu tær
og togaðu í teg. Eitt sindur
ræðandi. Vit sóu eina konu,
ið nærmast var álopin av
einari apu. Hon hekk uppi
á henni, og eg haldi konan
gjørdist nokk so bangin
Inni í skóginum var eitt
tempul, men vit høvdu ikki
loyvi at fara inn hagar, tí
vit høvdu ikki réttu klæðini.
Meðan vit stóðu uttanfyri,
komu nakrar Bali-konur
gangandi í teirra traditio-
nellu klæðum við kurvum
á høvdinum. Tær bóru tær
uttan at halda í og við has-
um eyðkenda vakra gongu-
lagnum; beinan rygg og
høkuna upp. I kurvunum
vóru offurgåvur til gudar-
nar, og hesa mynd komu vit
at siggja oftani aftur. Teirra
trúgv setur sera stóran dám
á teirra gerandisdag, og all-
astaðni á gøtuni og fram við
dyrnum á húsum og handl-
um, sært tú hesar smáu
kurvarnar gjørdar av banan-
bløðum við eitt sindur av
rísi, onkrari blómu og so
roykilsispinnum, sum liggja
og gløda. Eisini á matstov-
um o.l. hava tey ein vegg
við onkrari gudamynd, og
har gera tey so hesi ritualini
fleiri ferðir um dagin
Apur og list