Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. februar 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 21. FEBRUAR 1998 og Allan áttu kanska post har. Har var ein sera blíð apa, ið hekk í einum træ, og tá Halla setti seg niður, kom apan og klatraði upp á hana, og vildi ikki flyta seg aftur. Hon legði seg so long sum hon var í fangið, og hevði tað so himmalskt. Halla fekk til seinast reist seg upp, og láturin mundi ongan enda fingið! Aftaná hetta fóru vit á tað lokala listasavnid, og áhugavert var at lesa um, hvussu út- lendskir listamenn, ið komu til Bali, byrjaðu at læra ung- ar balinesar at mála, og hvussu hetta endaði við at verða ein ,sjangra' fyri seg innan málningalist á Bali. Eisini vóru nógvir gamlir málningar, og tað var ótrú- ligt at síggja, hvussu detalj- eraðir teir vóru. Onkrir av nútímans listamonnum - nøvnini eru langsíðan horv- in - høvdu málað málningar av sama slag, ið vísti nú- tíðarsamfelagið á Bali, og stuttligt var at síggja, hvussu surfarar, vatnskí- menn, masku- og elddansur, alt var flettad saman við jap- anarum við teirra fotokan- ónum. Og aftur so ótrúliga nógvir smálutir! Elddansur Tað eina kveldið fóru vit at hyggja eftir tiltikna balin- esiska dansinum. Vit sóu tveir dansir, fyrst ein, ið visti søguna um ein prins og prinsessu hansara. Gent- an verður lokkað inn í skóg- in og „kidnappað“ av einum ondum grannakongi. Síðan kemur apukongurin Hano- man og hjálpir prinsinum at bjarga prinsessuni. Alt hetta verður víst í dansinum, og tónleikinum syrgdi eitt 60- manna kór fyri. Teir sótu á gólvinum í einum ringi, ið samstundis var pallurin. Askoðararnir sótu so aftur rundanum hesar. mnni í miðjuni stóð eitt træ við liv- andi ljósum, og hetta dans- aðu tey rundanum. Tað var hesin eyðkendi dansurin, har tey alla tíðina brúka fingrarnar og hendurnar, og ikki rérslurnar eru als menniskjaligar summatíðir. Eisini brúka tey sera nógv eyguni og andlitsbrá, meðan tey dansa. Hetta var ógvu- liga hugtakandi at síggja. Dansararnir vóru tvær ung- ar gentur og tveir menn. Genturnar dansa bert, með- an tær eru heilt ungar, og um tær eru góðar dansarinn- ur, fylgir hetta teimum rest- ina av lívinum, og gevur teimum stóra virðing mill- um fólk. Tað mest spennandi var tó aftaná hendan dansin; tað, sum vit gleddu okkum mest til, nevniliga elddans- urin. Aftaná at ein rúgva av kokusnøtaskølum høvdu logað eina góða løtu, kom ein ungur drongur rennandi inn á einum, ið vit høvdu kallað træhesti. Tað skuldi ivaleyst ímynda okkurt djór. Hann tók og sparkaði inn í bálið, so alt gólvið ýddi í glóðum. Síðani feiðaðu tveir aðrir drongir glødirnar saman aftur, og drongurin rann igjøgnum tær aftur og fram. (Søgdu vit at hann var berføttur?) Hetta endurtók seg eina góða létu, og drongurin vísti ongi tekin um pínu av nøkrum slag. Vit sóu, hvussu glóðirnar onk- untíð festu seg upp eftir beinunum, men hann lat ikki um vón. Knappliga komu tveir aðrir dreingir rennandi inn og fangaðu hin, og síðani kom ein prest- ur og stroyddi heilagt vatn á hann, fyri at fáa hann at vakna úr transuni, hann hevði verið í. Aftaná kundu vit fara yvir og hyggja eftir føtrunum hjá honum, og tað einasta, har var at síggja, var sót. Hetta vóru vit sera ,im- ponerað“ yvir at hava sæð. Hetta kveldið høvdu vit bilagt okkum Bali ,special- itetin' roykta dunnu. Vit vóru sera spent at sleppa at royna hetta, ikki minst tí vit nærkaðust jólum, og øll droymdu um stokta dunnu, brúnkaði epli, sós og reyð- kál. Dunnurnar komu á borðið. Aftaná eina løtu vóru vit øll samd um, at tað smakkaði.....lógið, = men onkur helt „væl, legið“ og onkur „ikki væl, løgið“! Tað vísti seg tó, at tann eina dunnan var ein roykt høna, men hon hevði í minsta lagi meira kjøt á enn dunnan! Ein annan dagin fóru vit við einum minibussi ein túr runt á Bali. Vit byrjaðu við tveimum templum, ið ikki vóru so áhugaverd, og koyrdu so til gosfjallið á oynni. Á vegnum steðgaðu vit við eitt stað, har útsýnið yvir rís ,terassurnar' var ser- stakliga vakurt, so har tóku vit nakrar myndir. Á gos- fjallasíðuni lá eitt tempul, The Mother Temple, og hetta var tað størsta Budda- htemplið í Indonesia. Tað hevur eina heldur løgna søgu, tí tá fjallið goysti fyri nógvum árum síðani vórðu allar småbygdirnar, id lógu á fjallasíðunum lagdar í oyði, men templið var als ikki rakt. Hetta var sjálvsagt tulkað sum ein gudagerð, og gav templinum enn stórri týdning. Í veruleikanum er tað ikki bara eitt tempul, men eitt tempulkompleks, og vit gingu niðan eftir eini síðu og oman eftir hini. Út- sýnið var sera gott ovast, og vit sóu heilt út til havið, sjálvt um vit vóru ngku- SOSAUKMN lunda miðskeiðis á oynni. Tað var har tað byrjaði at regna, og tá vit løtu seinni sótu á eini matstovu og ótu, regnaði tað verri enn í Sing- apore. (Tað hildu vit ikki verða møguligt!) Henda matstovan lá við ein sjógv, ið aftur lá í gosfjallakrater- inum. Vit sóu royk koma úr einum holi longur uppi á fjallinum. Á veg oman aftur av fjallinum byrjaði veðrið beinanvegin at gerast betri, og vit løgdu als ikki merki til, at vit koyrdu einar 1000 m. niðuraftur. Hanadystir live Vit spurdu bilføraran, um hann visti nakað um hana- dystir, ið oyggin er kend fyri. Teir eru ólógligir, so tú kanst ikki bara fara inn á kunningarstovuna og bi- leggja atgongumerki. Hann segði, at tað vóru dystir í heimbygd hansara næstan hvgnn dag, og vit kundu fara og vita. Vit vóru sera áhugaði, tí vit høvdu sæd okkurt um hetta í sjónvarp- inum, men live... tað mátti upplivast! Tad fyrsta, vit hugsadu um, var hvussu ógvusligt tað var. Hanarnir fingu ein hvassan uml. tummillangan knív bundnan á annað bein- ið, og so bardust teir til ann- ar ikki klaraði meira. Vit bíðaðu eina létu, meðan eigararnir „hitaðu hanarnar upp“, t.v.s. royndu at øsa teir upp vid at sleppa teim- um møti hvørjum ødrum, men so taka teir aftur i sein- astu løtu. Beint tå vit komu, tóktist tað, sum um øll fólkini - næstan bara menn mistu allan áhuga í hanu- num, og hildu okkum verða nógv meira áhugaverd. Vit vóru tey einastu hvítu fólk har. Hetta broyttist tó, tá fyrsti dysturin var um at byrja, tá teir byrjaðu at verpa ið armunum og trodka fram til gyrðingina Vit skiltu, at teir veddadu um vinnaran. Síðani byr Prinsessur hittast. Halla hittir donsku prinsess- una Benediktu, sum var í Singapore um sama mundið tað til at verða fyri at eggja hanunum til at berjast. Fyrsti dysturin var tó eitt vónbrot, tí annar hanin rann undan allatíðina. Í tí næsta vann annar, men hann var so illa særdur sjálvur, at hann varð eisini dripin. Reglurnar siga, at eigarin av vinnandi hananum fær tap- andi hanan heim við til døg- urðapottin, so hesin eigarin fekk tveir! Triði dysturin var millum hanan frá fyrsta dysti og ein annan, og hin fyrri fekk loyvi at hava tveir knívar, bæði tí hann var minni og tí tað var hansara annar dystur í dag. Hann vann eisini. Beinta og Halla sóu lítið og onki av hesum dystinum, tí áskoðararnir vóru so ágrýtnir, at teir skumpa teg aftur um, um tú ikki skump- ar aftur. Tíbetur hevði Allan sítt nýkeypta ....kæra barn, videotólið, sum hann helt uppi yvir øll tey myrku høvdini. Vit sóu so dystin á tí lítla skerminum. Hetta vóru nakrir av áskoðaru- num, ið heldur ikki tímdu at troðka í hitanum, sera glaðir fyri, og einaferð, tá Allan tók videotólið niður, vórðu armarnir bara trýstir uppaftur av teimum. Hetta var teirra møguleiki at síggja av aftastu rød. Tann síðsta dystin hildu vit at vit skuldu royna at vedda, men bara Allan slapp. „Hans- ara“ hani vann, men varð rættiliga illa særdur; annað beinið næstan kvett av. Alt í alt ein sera áhugaverdur og minningarríkur seinna- partur Otu meksikanst jólaaftan Aftaná nakrar dagar meira í Ubud, við sera góðum mati á Café Ryan og góðum lótum við kelduvatnshylin, hildu vit, at vit skuldu fara at kanna ta kendu strondina Kuta. Sagt verður, at har ert í IVUM cr R ktión“. | 15 Vertirnir Poula og Júst- ines hava riggað eitt gott máltíð til, nú Halla og John eru komin á vitjan Dagarnir gingu alt ov skjótt, og knappiliga var tað 24 desember, og Allan og Beinta skuldu heim. Tey høvdu ikki sagt nøkrum frá har heima, ætlaðu bara at taka øll á bóli. Líkamikið, tað var sera stuttligt at hava ferðast saman við teimum, og vit saknaðu tey aftaná. Vit søgdu farvæl tíðliga um kveldið, tey fóru á flog- vøllin, og vit bæði fóru om- an á strondina at síggja sól- ina fara niður. (Vit lovaðu at fortelja, hvussu tað var; onki serligt, yvirskýggja, so vit sóu als ikki sólina!) Aftaná fóru vit á meksi- kanska matstovu og ótu j6ladøgurdan, og hiðani at ringja til bestu vinfólkini. Aftaná at hava tosað fyri alt Ov nógvar pengar, fóru vit víðari at vita um vit høvdu fingið nøkur jólabrev á e- mail'inum, tað høvdu vit. Vit sendu svar og gingu síð- an heim, og komu tá í tankar um, at høvdu havt mynda- tólið vid út, men nú var tað horvið. Vit royndu at leita allastaðni, vit høvdu verið, men einki var at gera, tað var burtur. Vit høvdu sjålvi lagt tað eftir okkum, so eingin var at skylda uppá Ein heldur syrgiligur endi á jólaaftan, men tað helt tann persónurin, ið tók mynda- tólið kanska ikki. Restin av tíðini á Bali gekk við sama lag. Vit keyptu eitt nýtt myndatól, eitt sindur betur og heldur dýrari. Tann 29 flugu vit víðari til Darwin, Australia, og byrj aðu harvið ein nýggjan 7 av fer okkara. Hetta hoyra tit nærri um næstu ferð des PS. Vit + MaNCiISsan á „né Halla og John