leygardagur 21. februar 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
IX og XII. Tórmaður er
ógvuliga knýttur at
mammuni, og tá ið hann og
Elsba kasta saman, følir
hann, at hann svíkur
mammuna, at hon og gentan
draga hvør sina linu: »Tvær
kvinnur togast um hann
Móðirin við sínum sidaarvi,
sum hann hevur innsogið og
er vorðin ein partur av hon-
um sjálvum, stendur ímóti,
ein tungur sorgblíður bard-
agi. Men Elsba vinnur, tann
trygga sterka Elsba<. Tór-
maður er tann ivasami, sum
ikki lítur sær til at taka
stóðu, tí soleiðis er hann
uppaldur Fyrst hevur
mamman staðið fyri llum
og nú Elsba
Tað vísir seg skjótt, at
kvinnurnar báðar draga
somu línu, og at tær kenna
samhug aðrari
Men nú skal Tórmaður
standa ímóti tveimum sterk-
um kvinnum, og hann følir
hver við
seg enn veikari og meira
ivasaman enn áður. Elsba
roynir at vissa hann um, at
trupulleikarnir hjá honum
hava einki upp á seg, men
fyri Tórmann er tað lítil
uggi í hesum. Hann vil vera
við, at grundin til, at hann
er so veikur, stavar frá upp
vøkstrinum, har alt hevur
verið eftir >tí atburði, sum
var samtyktur av for-
eldrunum, slektini og teirra
líkum<
I Havn livir Tórmaður í
samsvari við ta nýggju tíð-
ina, men hann hevur fingið
eina uppfostran sum hoyrir
undanfarna ættarliðnum
til. Urslitid er, at hann hevur
ilt við at koma í samljóð við
seg sjálvan, og skuldar-
kensla mótvegis móðurini
ger í heilum vart við seg
Elsba er í stóran mun upp-
vaksin uttan foreldur, og
hon er tí frí at liva og láta,
sum hon følir er rætt. Tór-
maður verður sleptur, har
hann á tremur av iva spyr
seg sjálvan, um hann aldrin
verður maður at liva, sum
hann er
Humor
Skemtið í »Leikum fagurt<
er í høvudsheitum ein
blandingur av satiru og spei.
Tað er ti rættiliga gðrvísi
enn í teimum undanfarnu
bókunum hjá høvundanum.
I „Leikum fagurt< er tað eitt
vápn vent ímóti einum máli
uttan fyri skaldsøguna
sjálva, og tað minnir tí eitt
sindur um satiruna hjá Hans
Scherfig. Tann margháttliga
lýsingin av ymsum tilburð-
um skapar ein fráleika, sum
loyvir høvundinum at við-
gera viðurskiftir, sum sam-
felagið hevur trokað til viks
og kávað útyvir.
Einastaðni letur høvund-
urin Tórmann royna seg
sum fosturlandsskald:
»Bleiktra fríða Føroya flagg
- so er at finna rim til flagg
- roynir nagg, vagg, agg -
Jú, agg -: Rånsmenn bera
til tin agg« o.s.fr. Sjålvsagt
er lysingin satirisk, men
samstundis er hon ein g68
mynd av fyribrigdum innan
føroyska yrking.
Orå og gerdir fylgjast
minni enn so altid. I fyrstani
er Tórmaður á gosi av tjóð-
Nr. 35 - 21. FEBRUAR 1998
skaparkenslum, og hann
vísir eina bløðru fram, hann
hevur fingið av at bera
flaggið í skrúðgongu:
>Hygg, hetta fekk eg undir
Føroya fólks merki. Hetta
er tað fyrsta sár, eg havi í
víggið fingið.
Beinleiðis skemtiligar
lýsingar eru eisini. Ein er
myndin av blaðstjóranum á
íhaldsblaðnum
>Albert Buck er ein lítil
gleivbeintur maður við ong-
um hárprikki á høvdinum,
búkstórur og grábleikur,
gongur altíð við ørmunum
út frá sær, mest sum hann
skuldi = ríkið eitthvert
framman fyri sær. Allir ætt-
menn hansara aftur gjøgn-
um tíðirnar høvdu verið
seyðamenn, so hann hevði
hetta rekingarlagið í kjøtið
borið. Hann var blaðstjóri á
blaðnum „Dagens Emne“<.
Valdagin verður mangt
roynt. Aftur fyri nakrar
snapsir og hjálp við torv-
skurðinum fæst ein eldri
maður at atkvøda fyri Fram-
taksflokkinum. Ein annar
>keypti mammu síni, sum
sat lamin við eldin, eitt
hålvpund av fikum og gav
henni, setti hana á eina hjól-
børu og koyrdi hana oman.«
Eitt lítið hissini er, at
hvørja ferð tjóðskapar-
menninir skála fyri fødi-
landinum - og tað gera teir
í heilum - verður danskur
snapsur drukkin
Skaldskapur og veruleiki
„Leikum fagurt« er í mang
ar mátar ein politisk lykla-
skaldsøga, har tú kennir
hendingar og fyribrigdir aft-
ur úr veruleikanum, eisini
ofta persónar, men eg dugi
ikki at siga, um teir einstaku
persónarnir í >Leikum fag-
urt< eru tiknir beinleiðis úr
tí politiska lívinum í tre-
tivuárunum. Íhaldsflokkur-
in er uttan iva Sambands-
flokkurin, og Framtaks-
flokkurin er Sjálvstýris-
flokkurin. Báðir flokkar
mugu sigast at vera rættiliga
væl raktir. Javnaðarflokkur-
in finst ikki í skaldsøguni,
kanska er tað fyri at gera
teir politisku mótsetningar-
nar einfaldari, ella kanska
er tað, tí skeggið stendur so
nær høkuni. Heðin Brú var
jú javnaðarmaður.
Tann mest áhugaverdi
flokkurin er Nýggiflokkur,
ið er ein svíðandi lýsing av
Vinnuflokkinum, sum kom
á ting við tveimum monn-
um í 1936. Bakka-Hanus
kemur eisini inn við tveim-
um monnum. Tey seinastu
orðini í skaldsøguni, »Vit
skulu verða nationalir«,
uppskriftin upp á fram-
gongd, vístu seg at passa.
Vinnuflokkurin, sum broytti
navn til Fólkaflokkurin, fór
úr tveimum monnum upp í
seks mans við valið í 1940.
Giliadsfólkini, ið stuðla
Nýggjaflokki, eru einahelst
Brødrasamkoman. Blødini
Dagens Emne og Bergmål
eru ivaleyst Dimmalætting
og Tingakrossur.
Osåmulig
I Vardanum nr. 23, 1944
stendur stuttsøgan »Å nátt-
artíð<, sum seinni - vid smá-
tíðindablaði
„Leikum fagurt< er rættiliga annarleidis enn hinar skaldsegurnar hjá Heðini Brú, bæði ti hon fer fram i
Havnini og ikki úti á bygd, og tí tað eru so nógv fålkanøvn, sum eru við til at skapa eina kenslu av kaleido-
skopiskum vavgreyti
um broytingum - gjørdist
fyrsta kapittul í »Leikum
fagurt<. Tað stóðst ein lítið
kjak burtur úr hesi søgu, og
Heðin Brú varð ákærdur
fyri at vera 6sømiligur. Í
Føroya-Socialdemokrati 8.
mai sama ár vilja Heðin Brú
og William Heinesen vera
við, at teir hava fingið eina
søgu sendandi, sum skal
vera fyridømi fyri sámulig-
ari skriving. Søgan er - við
nútímans málburði - ein
political correct umskriving
av >A náttartíð<.
Her situr Klára Sigmund-
ardóttir og broderar, tá ið
tann blanka edrúi Hjørleiv-
ur Fríðberg kemur á gátt.
Hann sigur seg ikki hava
fingið bløðru av at bera tað
poleraðu flaggstongina,
men at ein javnaðarmaður
hevur bitið hann í fingurin.
Síðani samtala tey høvisk-
liga inntil Hjørleivur sigur
seg elska Kláru:
>Tá smíltist hon kaldliga
og segði: »Puff! - Ja, so fati
eg hvussu vorðið er. Mestur
hava tygum sjálvur bitið
tygum í fingurin til hjáputur
fyri at koma inn higar í
kvold, tá ið tygum vistu, at
eg var einsamøll. Valla eru
tygum tann sámuligi drong-
urin, sum tygum látast at
vera, og harmuligt tykist tað
mær, at sovorðnir konufólk-
arevar skulu vera í fólka-
flokkinum. Ikki skuldi tað
undra meg um tygum sjálv-
ur vóru javnaðarmaður<!
Og so veður Hjørleivur
koyrdur á dyr, tí hver vil
hava ein javnaðarmann á
gátt?
Í hálvum gekki
„Leikum fagurt< er rætti-
liga annarleiðis enn hinar
skaldsøgurnar hjá Heðini
Brú, bæði tí hon fer fram í
Havnini og ikki úti á bygd,
og tí tað eru so nógv fólka-
nøvn, sum eru við til at
skapa eina kenslu av kal-
eidoskopiskum vavgreyti
Haraftrat er hon lyklaskald-
sega, sum fer fram heilt få
ár undan, hon er skrivað
Tað gav eisini at bíta. Ætl-
anin var, at hon skuldi hava
eitt framhald, men tá ið vin-
menn hjá høvundinum lósu
handritið, fráráduu teir hon
um at gera meira við hetta
viðkvæma og eldfima evni