leygardagur 28. februar 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sa
Nr. 40 — 28. FEBRUAR 1998
Hudrøktin
i Heilsu
Månadagin kl. 11 letur Heilsa upp
nýggja vidgerdarstovu, har fólk
kunnu fáa andlitsviðgerð av ymsum
slag og kropsviðgerð við aromatisk-
um, bleytgerandi oljum
DAGNYJOENSEN
JENS KR. VANG
Tað er Jana Mortensen, kos-
metologur, sum er sett i
starv í Heilsu, at veita ymsar
tænastur, tá talan er um
smyrsl, húsrgkt, og krops-
viðgerð.
Hudrøktin nýtir væl um-
tóktu Clarins vørurnar, sum
eru gjørdar úr náttúruúr-
dráttum.
Hudrøktin er opin hvønn
dagfrá kl. 11 - 16, men um
neyðugt er, kunnu fólk ei-
ini fáa viðgerð aðrar tíðir,
eitt nú um fólk skulu í veits-
lu, og vilja hava andlits-
smyrsl o.s.fr..
Ahugaði kunnu venda
sær til Hudrøktina, har
møguleiki er at bíleggja sær
tíð til viðgerð, á telf. 14888.
tíðindablaðið SOS 5
Jana Mortensen, kosmetologur, er sett í starv á vakurleikastovuni Húðróktin, har hon veitir viðskiftafólkunum allar
vanligar tænastur inna húðrókt, umframt kropsviðgerð við aromatiskum oljum, sum eru gjørdar úr náttúruúrdráttum
Svartkjaftur
ov smáur
at skera
til flak
Prestland hevur roynt víða, og alla-
staðni var nógvur svartkjaftur at
síggja, men hann er nakað smáur at
skera til flak. Fyrsta dagin verður
farið at fiska gulllaks, og seinni
makrel og sild at skera til matna
OLAVUR Í BEiTi
Frysti- og flakatrolarin
Prestland úr Miðvági liggur
inni nú og bíðar eftir veðr-
inum, men so skjótt veðrið
batnar verður farið avstað á
gulllaksaveiðu.
Trolarin hevur roynt víða
eftir svartkjafti til flak, men
tó at nógv hevur verið at
síggja allastaðni, har trol-
arin hevur roynt, er hann
nakað smáur enn.
Fiska til mjøl
Prestland hevur roynt allan
vegin suður eftir og vesan
fyri Irland, og síðstu tíðina
í føroyskum sjógvi eisini,
men svartkjafturin hevur
verið ov smáur til flak.
Norðmenn hava fingið væl
av svartkjafti, men teir hava
fiskað til mjøl. Prestland
hevur ikki útgerðina til
mjølframleidslu. Vertstidin
fyri svartkjaft er frå april til
út í september, men roknað
verður ikki við, at Prestland
fer aftur á svartkjaftaveiðu
í ár.
Makrelur sild
I fjør var Pretland á roynd-
arveiðu í føroyskum sjógvi
eftir makreli saman við Pel-
agos og Fram, og reiðaríið
roknar við at fáa loyvi til
tað aftur í ár. Tá fiskaði
Prestland 440 tons til
matna.
Tá ið makrelurin er lið-
ugur, er so ætlanin at fara
at fiska sild til flakasker-
ingar. Prestland hevur eina
kvotu uppå 5.500 tons.
„Í byin«
hvønn hosdag
i Sosialinum
& = Flytið heimanifrå ...
|
… lá ið best liggur fyri
Nú kunnu tygum eisini avgreiða tygara vanligu banka-
erindi á skrivstovuni á egnari teldu.
HeimaBankin gevur tygum m.a. meguleika:
* at fáa upplýsingar um saldo
* at gera flytingar
+ at avgreiða lønir
* at fåa gjaldoyrakursir
HeimaBankin er opin hvønn dag
frå kl. 6.00 til kl. 24.00.
Ynskja tygum at fåa meira at vita, eru tygum altid
vælkomin at venda tygum til starvsfólk bankans, sum
eru fús at greiða frá.