Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— At vera nunna er fyrst og fremst eitt kall. Trupulleikin hjá mær var, at eg ikki vildi vera nunna, tí eg helt tað vera negativt, men eg noyddist at royna tað kort- ini. --Tá eg var um 18 - 20 ára gomul, helt eg ikki, at endamålid við lívinum var at giftast og fáa børn. Eg heyði stóra familju og hevði altíð ansað smáu systkjum mínum. Tað var eins og nóg mikið fyri meg. — Sjålvt um eg var for- elskad, so var Gud størri fyri meg. Tad gav mær ein frid, sum eg hevdi ynskt mær. Kennir seg einsamalla — Saknar tå ongantid at hava mann og børn. Kennur tú teg ongantíð einsamøll - Nú havi eg livað sum nunna í nógv ár. Eri farin frá familjuni og búgvi í út- landinum. — Jú, eg kenni meg eisini einsamalla við hvert, men eg havi systrarnar í kleyst- rinum at fara til. Vit eru sum ein familja, ið hevur góðar og tungar løtur. I slíkum létum er okkara felagslív í djúpari bøn ein góð hjálp. Tað er sum í ein- um hjúnarlagi, har tú skal vera trúfgst og gera sítt til at fáa tað at virka, sigur Maria. Hon hevur arbeitt í barna- garðinum hjá nunnunum til fyri stuttum, men hevur far- loyvi í ár, av tí at hon hevur ryggtrupulleikar. Um spurningin at taka av- gerð um ikki at fáa síni egnu børn, sigur Maria: — Eg havi børnini f Barna- gardinum, sum eg gevi min kærleika, og tad er eins gev- andi og at hava sini egnu børn, sigur systir Maria. Hon dåmar sera væl børn og heldur, at hon lærir so nógv um Gud gjøgnum børnini, tf tey eru so opin, og lita å tey tilkomnu Børnini gåva frå Gudi — Tad er eisini ein gåva frå Gudi at arbeida vid børn- um, sum tå fært åbyrgd fyri, sigur systir Maria. Sambandið vid vinfólkini frá ungdómsárunum hevur systir Maria varðveitt, og tann vinskapurin sum eru millum teirra, bæði vinkon- ur og vinmenn, er meira djúpur, enn á ungum døg- um. -Jú, men vinskapur kann ivaleyst ikki setast í staðin náttúrligt samband millum kvinnu og mann? — Eg kann av royndum siga, at vinskapur, sum ikki er bundin av kynsligari samveru, kann vera djúpur. Her skulu vit eisini hava umsorgan og virðing fyri hvør øðrum. Tað er bert gðr- vísi, tá tú byggir lívið á Jes- us, tí tá setur tú Hann fremst í lívinum. — Tað er sum at vera for- elskað, bert á ein anna hátt. Hóast tú altíð hugsar og kennir teg sum kvinnu, so er tað á henda hátt, eg havi valt at geva meg til lívið, sigur systir Maria. Tað er hetta lívið, sum Maria saman við hinum nunnunum í kleystrinum Nr. 40 — 28. FEBRUAR 1998 byggir sítt lív á. Tær koma úr fýra ymsum londum, men kortini hava tær so nógv felags. Tær biða saman og hjálpa hvør ødr- um. Systir Maria sigur, at Gud livir igjøgnum tær, og at livid i kleystrinum er bygt á bøn og trúgv. Kundi ikki livað annað lív enn hetta — Eg havi havt upplivingar vid Gudi, sum visir seg at vera trúfastur og nærver- andi. Tad er hetta id eg vil lysa, sum at vera forelskad í Gudi, og sum eins og hjún- arbond gerast inniligari og djúpari, sum tíðin gongur. Eg kundi ikki livað annað lív í dag, sigur systir Maria Systir Maria visti lítið um Føroyar, tå hon varð spurd, um hon vildi fara henda- vegin. Eftir ti, sum syst- rarnar í Irlandi kundu siga henni um Føroyum, í- myndaði hon sær, at Før- oyar vóru eitt tungt, kalt og avbyrgt land. - Eg vildi kortini royna, tí tað var mín skylda at fara higar, sum nunnufelags- skapurin sendi meg. — Tað var eisini myrkt og kalt tá eg kom, men tá vit koyrdu eftir Oyggjarvegn- um til Havnar, kendi eg meg heima beinanvegin. — Mær dámar náttúruna, føroysku mentanina og mål- ið, og so tað, at føroyingar hava varðveitt so nógv av tí gamla. Eitt nú umsorganina fyri hvør ødrum, og so tað, øll hava so góðar stundir, eru so blíð og fyrikomandi, sigur hon. Tá nunnur koma til Før- oya ella aðrastaðni úti í heimi, so er tað fyri at verða verandi. Trívast nunnurnar ikki, eitt nú tí tær ikki tola veðurlagið ella hava torført við at læra seg málið, so kunnu tær verða fluttar. — Vit mugu kortini hugsa soleiðis, at her skulu vit verða verandi, sigur Maria. Síðani hon kom til Føroya fyri sjey årum sidan, hevur hon arbeitt vid sinum ser- liga projekti, sum hon kallar »Bøn og List". Hon bleiv leidari fyri bønardøgunum fyri fyra år- um sidan. Hesir bønardagar eru tvær ferðir árliga. Nú hon ikki er í barnagarðin- um, hevur hon hug at gera meir við tiltakið „Ben og List". „Ben og List“ Systir Maria hevur altíð havt stóran áhuga fyri myndlist. Á ungum døgum sínum var hon bjóðað at fara á listaskúla, men hon svaraði tá, at henni dámdi so væl myndlist, at hon ikki vildi hava pening afturfyri. — Tá eg fór í kleystur, hugsaði eg nógv í myndum, og tí fór eg undir at tekna, fyri at fáa frið, sigur Maria. - Tað var eins og kundi eg tekna allar kenslurnar úr mær. Eitt bál ella ein storm- ur var inni í mær, sum eg festi á tekningina. Síðan legði eg hana til viks. — Tá eg seinni hugdi at tekningini, sá eg eina sól aftan fyri skíggini. Hóast eg ikki visti av tí, hevði eg Seinastu árini er nunnu- felagsskapurin Franciskanarsystrarnar ógvulga nógv broyttur. Nunnurnar liva ikki longur so avbyrgdar. Tær búgva í hugnaligum umstóðum, sum kunnu sammetast við vanlig heim. Harnæst ganga tær í vanligum klæðum, tó at tær oftast eru í gráum klæðum - Eg kann av royndum siga, at vinskapur, sum ikki er bundin av kyns- ligari samveru, kann vera djúpur. Her skulu vit eisini hava umsorgan og virðing fyri hvør ødrum. Tað er bert óðrvísi, tå tú byggir lívið á Jesus, tí tá setur tú Hann fremst í lívinum teknað sólina. Fyri meg var tað eitt tekin um, at tað var ljós fyri framman, sigur systir Maria. Hetta hjálpti henni so væl, at hon vildi geva tað víðari, til onnur. Maria sigur, at tað eru vanlig fólk sum koma til „Bón og List", eisini fólk, sum annars ikki ganga i kirkju. Fyri systir Mariu eru tek- ingarnar eitt bræv frá Gudi, og hon undirvisir í „Ben og List“ fyri at fólk kunnu læra Gud betur at kenna, og her- við finna eina meining í lív- inum. — Eingin sleppur undan lívinum. Um vit bara fáa tryggleika og eitt gott lív, so er tað einki haldgott grundarlag, um tú ikki hev- PASS SE KDESL NR 6% > ur Gud vid tær. — Tad merkir, at vit royna at renna frå pinuni i okkara livi, men um vit standa still, hitta vit Gud, sigur systir Maria.