leygardagur 28. februar 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ein dimmur blettur í
søgu hvíta mansins
— Meðan eg gjørdi hendan filmin, merkti eg ongantíð, at eg segði søguna hjá onkrum ødrum. Eg
kendi í stóran mun, at eg segði søguna hjá øllum. Hetta er ein søga, sum fólk úr øllum tjóðum og
rasum eiga at kenna, sigur Steven Spielberg um søguna, sum er grundarlag fyri åhugaverda film-
inum Amistad, sum í gjár hevði frumframførslu í Havnar Bio. Filmurin er um syndarligu lagnuna
hjá 53 afrikanarum, sum vórðu rændir úr heimlandi sínum í Afrika í 1838 og førdi til Amerika -
enn ein dimmur blettur í søgu hvíta mansins
Eiríkur Lindenskov
— GEVIÐ OKKUM
FRÆLSI!
Rópið gellur gjøgnum
helini. Tey fyrstu orðini, vit
hoyra frá teim ákærdu.
Hetta er tað, sum sakin
snýr seg um fyri teir 53 afr-
ikanarnar. Í USA, har rætt-
armålid fer fram, er annad
og meira upp å spæl. Her
eru tey vorðin ein brikkur í
einum fløktum politiskum
måli, sum få år seinni skal
føra til blóðugt stríð —
Tað Amerikanska
Borgarakríggið.
Hettar byrjar summ-
arið 1839 umborð á
spanska skipinum
La Amistad uttan
fyri strond Cuba.
Í summarveðrinum eydnast
tað teimum 53 trælunum at
bróta keturnar, taka av fót-
um og drepa meginpartin av
manningini. Tveir av mann-
ingini, sum koma frá til-
burðinum við lívinum,
verða tvungnir at føra skipið
aftur til Afrika, higani træl-
irnir koma.
Snúðin, sum tann hvíti
maðurin er, verða trælirnir
sviknir, og einar tveir mán-
aðir seinni verður skipið
funnið uttan fyri Connect-
icut í USA. Hetta verður
forsøgan til eitt drúgvt og
fløkt rættarmál, sum fær
vittfevndar avleiðingar.
Í fyrsta umfari snýr tað
seg um morðini á manning-
ina, síðani er tað kravið hjá
teimum báðum av mann-
ingini, sum eftir eru á lívi,
um rættin til skip og last -
altso trælirnar - og í triðja
umfari krevur skiparin á
amerikanska skipinum, sum
bjargaði La Amistad, bjarg-
ingarløn, fyri skip og last -
alsto trælirnar.
Spanska drotningin krev-
ur skip og last - altso trælir-
nar.
Amerikanski forsetin,
Van Buren er miðskeiðis í
valstríðnum, og vil helst
Nr. 40 - 28. FEBRUAR 1998
>Frælsi er ikki nakað,
tú fært. Tað er nakað,
tú verður føddur til.
Men viðhvert verður
tú noyddur at stríðast |
fyri ti«
| Í sambandi við, at
Havnar Bio vísir filmin
Amistad - filmin um
trælir úr Afrika, umrøda
við evni í dag
BET
ikki fáast við trupul mál.
Ein bólkur at stríðsfólki,
sum arbeiða fyri at geva
trælum frælsi, fær ein ad-
vokat, Roger Baldwin, at
verja trælirnar. Han hevur
tó tann stóra trupulleika, at
hann ikki er førur fyri at
tosa við klientar sínar. Hann
skilir tey ikki, og tey skilja
ikki hann. Tí noyðist hann
at nýta snildir.
Hann roynir sítt besta at
sannføra rættin um, at afr-
ikanararnir eru føddir fræls-
ir i Afrika og førdir til Am-
erika sum trælir, og tad er
ólógligt, tå trælahandil er
bannaður. Men trupulleikin
er at prógva tað. Við tógvið
stríð eydnast tað Roger
Baldwin at fáa samband við
Cinque, sum allir trælirnir
hava álit á. Smátt um smátt
fær hann søguna um líð-
ingarnar og eyðmýkjanina,
sum trælirnir hava verið í-
gjøgnum á veg til Amerika.
Og smått um smått fær
hann sett saman eina verju,
sum kann fåa frikent kli-
entar hansara fyri morå og
givið teimum frælsið aftur.
Samstundis verður hetta ein
týðandi liður í stríðnum hjá
teimum, ið berjast fyri at
bæsa trældóminum í Suður-
státunum.
Men spælið er ikki liðugt
enn. Politisku trupulleikar-
nir í málinum fáa Van Bu-
ren, forseta til at kæra dóm-
in til Hægstarætt. Og í
Hægstarætti situr ein meir-
iluti av dómarum, sum
sjálvir eiga trælir heima
í tí teirra egnu plan-
tasjum í Suðurstát-
unum. Ímóti so
sterkum kreftum
má Roger Bald-
win spæla sín
síðsta trumf. Tað
# eydnast honum at
yvirtala fyrrver-
andi forsetan,
John Quincy Ad-
ams, at koma úr
sínum otiumi og
føra sakina fyri
hægsta dómstólin
í USA.
Nókur fakta um trælatíðina...
1482
Pio II påvi fordømur træl-
ahandil
Portugisar byggja fyrstu
trælastødina í Elmina, á
Gullstrondini (nú Ghana)
1492
Evropear (Columhus)
finna Amerika
1562
Fyrsta góðkenning bretsku
rnarinna av træla
handh;; 300 trælir. sur
breta hava utvega sær
ferða førdir ul Hispaniola
(nå Haiti/Dominikanska
Lydveldid)
1565
Spani6lar føra trælir til St
Augustine (nú Florida)
1619
Afrikanarar, sum verða
førdir til Jamestown í
Virginia, eru fyrstu trælir,
sum eru førdir inn í bretsk
hjálond
Evr peisk ur handil við
afrikanskum trælum tekur
lik á seg. Leiðandi landið
á nesum øk: er Holland
men Spania, Portugål,
Ongland, Frankariki og
Danmark eru eisini væl
vid. Sukurdyrkanin å vest-
indisku oyggjunum er
eisini stør. Trælir verda
innfluttir bædi ul Nordur-
og Suduramerika.
1658
Danir taka ein svenskan
skansa, Carlsberg, nå
Cape Coast Castle, å Gull-
strondini
1666
St Thomas i Vestindia
verður hersett.
1673
Danir byggja Christians-
borg skansa å Gullstrond-
ini (er nú í høvudsstadnum
Accra)
1711
St. Jan í Vestindia verður
hersettur
1712
Ongland fær 30 ára eink-
arrætt upp á trælahandil
frá Spania
1713
Ongland verður størsti
handlandi við afrikanskum
trælum.
1733
Danir keypa St. Croix.
Tríggjar oyggjar í Vest-
india eru nú donsk hjålond
til 1917
1776
USA verður sjålvstødugt,
„Declaration of Indepen-
dence< verður undirskriv-
Trælir verða frælsar í
Massachusetts USA, træl
dómur verður avsagdur í
Pennsylvania.
1787
The Society for the Abol-
ition of the Slave Trade
verður sett á stovn í Ong-
landi. Ein lítil koloni fyri
frælsar trælir verður
grundløgd í Sierra Leone,
Vesturafrika.
1791
Freetown, Sierra Leone
verður grundlagdur.
1792
Danski Fríðrikur krún-