leygardagur 7. mars 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- Tak til dømis filmin um
Barbaru. Møtti tú einum
sum ikki hevði lisið bókina,
so hugdu fólk eitt sindur.
Men var tað eitt krav?
Jakob sigur tó, at at hetta
ger, at forumið tú tosar í,
verður eitt sindur breiðari.
Hinvegin heldur hann at
tað við hesum verður ein
vandi fyri, at vit verða ov
nalvaskoðandi.
- Í Danmark var trupul-
leikin nokk tann øvugti. Har
kenna vit alt sum fór fram í
1800-talinum í Týsklandi
og Onglandi, men kenna
nóg illa okkum sjálvi.
- Tað besta er nokk ein
loysn sum liggur millum
hesi bæði.
Tá tú nú fert avstað aftur,
ert tú tá ein ríkari maður?
- Ja, tað eri eg. Nú havi
eg tvey heim. Sjálvt um før-
oyingar taka loysing, sum
tey tosa so nógv um, so
kunnu tit ikki taka tað frá
mær, at eg føli meg heima
her.
Jakob sigur, at tað fyri
hann eisini hevur stóran
tydning, nú hann fór niður-
aftur til bilosið í Keyp-
mannahavn, at vita at tað er
eitt land hann kann fara til,
har luftin er rein og vatnið
við.
- Bara tað at fáa møgu-
leikan at fara ein túr eftir
gøtuni til Kirkjubøar, ella at
fara ein túr at dyrgja, tað
fløvar hjarta.
Er so nakar møguleiki at
tú kemur aftur til Fóroya at
búgva?
- Fyrst má eg síggja til, at
gera útbúgvingina lidna, so
fáa vit at síggja. Er nakar
møguleiki fyri at fáa starv í
Føroyum so er væl møgu-
ligt, at eg komi aftur.
- Mær dåmar so øgiliga
væl føroyskan mat, skerpi-
kjøt og annad, og tad er so
øgiliga torført at fáa í Keyp-
mannahavn, so tad kann væl
verða.
Jakob kemur aftur inná
tað, at føroyingar tosa nógv
saman. Hann nevnir síðani
baðstovuna í svimjihøllini í
Havn.
- Har sita 14 -15 mans og
bara tosa um alt møguligt.
Har er baðstovan, konditt-
aríið ella løgtingid. Man
veit ikki, hvat hevur størst-
an týdning.
Loying ella ikki
Bankakanningin hevur
skapt trupulleikar í sam-
starvinum millum Føroyar
og Danmark. Hetta er Jakob
greiður yvir. Men hann skil-
ir ikki rættiliga at tað skal
vera grundgeving fyri loys-
ing
- Eg haldi tað er merki-
ligt. Tí er talan um eitt lóg-
arbrot frá danskari síðu, so
er møguleiki at stevna fyri
hetta. Tá nýtist tykkum ikki
at krevja loysing fyri tað.
Í Føroyum er altíð gróðr-
arbotnur fyri eini góðari
søgu, og Jakob hevur hoyrt
onkra badstovusøgu um, at
tað er A.P. Møller, sum hev-
ur roynt at spæla føroying-
um eitt puss.
Ti heldur hann, at loys-
ingarkenslan 6ivad kemur
sum ein reaktion uppá tað.
- Men hvi broyta nakad,
Nr. 45 — 7. MARS 1998
sum faktisk hevur virkad,
fyri ein stóran part eftir vild,
spyr hann.
- Sjálvandi virði eg teirra
sjónarmið, men eg haldi
ikki at eg skilji tey rættiliga.
Nyrup í Føroyum
Teir seinastu dagarnar med-
an Jakob var i Føroyum, var
Nyrup å vitjan. Hann var
eisini í Nóatúni og heilsaði
uppá.
Henda vitjan endaði við,
at Jakob Seerup fekk inn-
bjóðing til døgverdan á Hot-
el Føroyum seinni tað
kvøldið, og eg haldi tað var
áhugavert at fáa loyvi til at
tosa við tey, sum vóru við í
ferðalagnum hjá Nyrup.
Hann fer at flenna aftur,
kemur at hugsa um eitt-
hvort.
- Beiggi mín er sakførari
í Danmark. Hann ætlar sær
at verða dómari. Hann
ringdi til mín morgunin eft-
ir og spurdi hvussu gekk.
- Eg greiddi honum m. a.
frá, at eg hevði tosað við
skrivstovustjóran í Stats-
ministeriinum, og tá hoyrdi
eg gjøgnum telefonina, at
hann gjørdist grønur í høvd-
inum av øvund.
- Hugsa tær, at Mogen-
sen er allarovasti embætis-
maður í Danmark, og hann
hevði eg tosað við.
- Tað misunti hann mær,
Bankakanningin
Nú bankakanningin er av,
heldur Jakob, at tað er gott,
at úrslitið varð sum tað
varð.
— Eg eri eitt sindur keddur
av, at føroyingar eru eitt
sindur bláoygdir.
— Gongur ikki alt eftir
vild, so hava føroyingar ofta
ov lætt vid at geva ødrum
skyldina. Tað kann eg ikki
góðtaka.
— Men fyri tað at bankin
bjóðar figgingarmøguleikar
so er tað tú sum hevur av-
gerðarrættin um tú vilt hava
lánið. Tí hava føroyingar
sjálvir skylduna av teimum
nógvu lánunum og íkki
danskarar.
Jakob sigur tó, at tað eftir
bankakanningini at dóma
sær út til, at Den Danske
Bank hevur hugsað ov nógv
um egin áhugamál og tí er
eitt sindur kroystur aftaná
almannakunngerðingina.
— Eg haldi ikki at talan
hevur verið um samansvørj-
ingar, men við stødi í habili-
tetsspurninginum hjá Rekl-
ing, so vísir tað í hvussu
lítlum álvara danir hava tik-
ið málið.
— Eg haldi at føroyingar í |
framtíðini eiga at arbeiða
meira fyri at gera Føroyar
kendar í Danmark. Gera eitt
stórri lobbyarbeiði. Eins og
grønlendingar gera.
— Teir hava í hvussu er | $
fingið meira burtur úr í so
máta. At tað sosiala virkar
betri í Føroyum enn í Grøn-
landi er kanska symptom-
atiskt.
— Utgangsstødi heyði ver-
ið betri, um Føroyar fyri út-
lendingum var annað enn
føroyskur dansur og grind.
Um Nólsoyar Páll
Allir føroyingar hava ein ávísan kunnleika til søguna um Nólsoyar Páll. Men
sambært søgugranskarum er ivasamt, hvørjar av søgunum um mikla sjófarar-
an og tjóðskaparhetju okkara eru sannar, skrivar Edvard Joensen í greinini um
skipangvn í dag
Edvard Joensen
Tað tykist vera eitt sindur
ymiskt, sum menn halda, at
vit vita um Nólsoyar Páll.
Vit vita, at Poul Poulsen,
sum hann er skrivaður, er
doyptur í árinum 1766 og
er helst føddur eitt sindur
ådrenn, hann er doyptur. So
vanliga verður gingið út frå,
at hann er føddur í árinum
1766.
Ikki var hann eydnumað-
ur, Nolsoyar Páll. Sat ikki
serliga væl um sátt við
myndugleikarnar, og tað var
í teimum døgum ivaleyst
ikki nakar fyrimunur. Og
søgurnar siga, at motstødu-
menn hansara at enda fingu
gjørt skil á honum.
Hvussu nógv er í hesum
søgum, vita vit ikki rætti-
liga. Ymiskt er, hvussu sagt
verður frá. Alt eftir, hvør,
ið sigur frá.
Tað er tey, sum halda, at
livssøga Nólsoyar Páls, sum
skrivað er av Jakob Jakob-
sen, doktara, er umbiðið
verk, sum hevði til enda-
máls at blása dustið av
Nólsoyar Pálli og pussa
hann av, soleiðis at hann
kundi brúkast sum tjóð-
skaparhetja hjá spírandi
tj6dskaparrørsluni.
Grundin skal verða, sam-
bært teimum, sum føra hetta
fram, at tjóðskaparrgrslan
hevði brúk fyri eini hetju,
sum metast kundi við Olgar
Danska, tann týska Her-
mann, ella schweitsiska
Willem Tell. Og Nólsoyar
Nólsoyar Páll svínabundin við bryggju á Skála. Tjóðarhetja okkara og mæti sjófararni Nóloyar Páll hevði
Páll hevdi tann fyrimun, at
hann var so stutt afturi í
søguni, at helst vóru fólk,
sum mintust hann, framveg-
is á lívi.
Sjálvandi eru so tey, sum
halda, at hetta er møsn, sum
bert verður ført fram av
reinari øvundsjuku.
Men ein sannroynd er, at
vit vita ikki so øgiliga nógv
um Nólsoyar Páll.
Tað eru rættiliga nógvar
sýgur, so treyðugt so, at
onkur er eftirfarandi. Men
líka lítil ivi man vera um, at
nógvar av teimum munnu
vera smíðarar.
Summir granskarar halda
tað vera lítið sannlíkt, at alt
tað, lagt verður Nólsoyar
Pálli til, kann vera eftirfar-
andi. Allir teir batar, hann
hevur gjørt á bæði bátar,
segl, rokkar og so framveg-
is, fara hjá tí kritiska
lesaranum at verða í so
nógv av tí góða.
Og ikki so fáar frásagnir
eru um kommodur, chatol,
borð og stólar, sum Nóls-
oyar Páll skal hava átt. Satt
at siga so nógv, at ivasamt
er, um pláss hevur verið fyri
so nógvum gðrum umborð
á Royndini Fríðu, um alt
hetta veruliga skal vera ført
heim til Føroyar við henni.
Eisini søgurnar um
Brillumannin eru ivasamar,
halda fleiri søgumenn. Mill-
um annad søgan um, tå
Nólsoyar Páll tekur korduna
og setir fyri bringuna á hon-
um og sigur honum, at um
hann rørir seg, er hann
deyður.
Sannlíkari er, at øll hand-
an søgan stavar frá sjónleik-
inum, sum skrivadur er
seinni um hesa hendingina,
tå von Hompesch var å
Havnini.
Um orsøkina til, at Nóls-
oyar Páll kom aftur til Før-
oyar um aldarskiftid, eru
eisini ymiskar hugsanir.
Tær tradiotionellu søgur-
nar um Nólsoyar Páll siga
ikki nakað um, at hann í
grundini búði í København.
Vanliga fatanin er, at hann
fór ungur út at sigla og kom
so aftur sum >fullbefarin
verðinsmaður< og setti
skikk upp á tingini.
Nærri sannleikanum er
helst kortini, at Nólsoyar
Páll búði í København.
Vågsbotnshandilin var
nidurlagdur um tað mundið,
men talan var um, at kanska
fór fríhandilin at verða inn-
førdur í Føroyum. Menn
vilja halda, at hesir handils-
menn, sum nú búðu í Køb-
enhavn, høvdu boð eftir
Pálli at fara til Føroyar at
kanna líkindini fyri at seta
á stovn handil í Tórshavn,
tá hesin gjørdist fríur.
Søgan sigur okkum, at tað
hendi so ikki tá, men ikki
fyrr enn umleið eina hálva
øld seinni. I 1856.
Soleidis, halda summir
søgumenn, kom Nólsoyar
Påll aftur til Føroya. Ikki av
tjóðskaparkenslu, men sum
umboðsmaður fyri eina
danska handilsfyritøku.
Nólsoyar Páll misti kon-
annað uppiborið, enn at fáa slíkan rustbunka uppkallaðan eftir sær.
una og giftist aftur í Føroy-
um, og búsettist tá her
Eitt annað, sum kritiskir
søgumenn hefta seg við, eru
søgurnar um, at Nólsoyar
Páll skuldi vera í Fraklandi
undir fronsku kollveltingini.
Onkur er farin so langt sum
at halda, at Nólsovar Páll
og Napoleon Bonaparte
skuldu vera persónligir vin-
menn. Tað er ivaleyst ein
romantisk søga, sum før-
oyingar fegnir vilja sleppa
at siga frå.
Franska kollveltingin var
í 1789, men Jakob Jakobsen
sigur, at hann er helst ikki
farin úr Føroyum í 1792.
Men sjálvandi vóru 6-
fridaligar tíðir í Fraklandi
longri enn so. So tað kann
tó henda, at hann hevur ver-
ið onkustaðni har niðri,
meðan eitthvert ófriðaligt er
farið fram.
Men próvfast er kortini,
at Nólsoyar Páll sigldi um
høvini við egnum skipi
Onkur er tó so óreinur at
vilja halda, at tá stýrimaður
hansara, Johannes Poulsen
- Jóannes hin vísi - úr Funn-
ingi fór í land, gingu teir
burtur, og eingin kom aftur-
íaftur.
Hvussu vit so enn síggja
Nólsoyar Páll, verður hann
at standa sum ein myta í før-
oyskari søgu. Og føroyingar
hava kallað skip upp eftir
honum. Men eins og mað-
urin sjálvur ikki var eydnu-
maður, hava hesi skip held-
ur ikki verið eydnuskip.