leygardagur 7. mars 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
me
|
Nr. 45 - 7. MARS 1998
i 19 MÅLTEIGURIN
Tann søta oljan
Tað gongur skjótt fyri seg í løgtinginum. Nýggjar lógir
koma bóltandi við næstan somu ferð, sum nýggir stjórar
og fulltrúar og yviratstødingar verða settir.
>Kolvetni< var á hvgrjari tingmanstungu herfyri. Vit
fingu at vita, at nú skuldi øll oljuútgerð um føroyskan
kaikant, t.e. »bryggju-hyrning«, eftirsum kantur nú skal
eita hyrningur. Ein merkilig málslig einrøktan merkist í
tinginum. Tá ið ein fer at siga kolvetni, so siga allir
kolvetni. Men eingin spyr, hvat hetta man vera.
Tað skilst av samanhanginum, at >kolvetnislógin<
handlar um olju. Men sambært fleiri orðabókum er
kolvetni eitt gott føroyskt (t.e. íslendskt) orð fyri »kol-
hydrat<, sum stórt sæð er tað sama sum — sukur!
Onkur er helst vilstur í tí íslendsku orðabókini. Har
er >kulhydrat< umsett til »kolvetni«; men »kulbrinte«
er umsett til »kolvatnsefni« (Dønsk-íslensk orðabók,
1992). f eykabindinum hjá tí føroysku-donsku orða-
bókini ( 1974) verða bæði »kolvetni« og »kolvætuevni«
umsett til »kulhydrat«. Á mjólkarpakkanum eitur kol-
hydrat >kolvæta<. Bara tann nýggja danska-føroyska
frá fróðskaparfelagnum roynir ngkulunda at halda : skil
á. Hon kallar >kulbrinte< fyri >kolbrintu, kolvetni<, og
>kulhydrat< verður til »kolhydrat, kolvæta<.
Tað danska orðið >kulbrinte< verður av teimum lærdu
brúkt sum felagsheiti fyri kol, olju og gass í undir-
grundini. H. C. Ørsted gjørdi í 1814 orðið >brint< fyri
hydrogen, sum á grikskum merkir >tað, sum ger vatn<.
Hví ikki bara siga olja og gass? Ella bara: olja? Allir
almindiligir føroyingar tosa um oljuvinnu, oljuboring,
oljupengar og oljudálking. Hví kunnu tingmenn so ikki
eisini samtykkja eina oljulóg? Tað er eitt orð, sum gll
forstanda. Tingið skal tala við tign, og tey kunstigu
spæliorðini klæða ikki tinginum; virðingin minkar, og
skattaborgarin verður sorgarbundin.
Eitt annað heimabundið oljuorð er eyðflyting fyri
evakuering. Hevdi tað so verið >neyðflyting<, so kundi
lesarin sæð ta meining, at hetta var at flyta fólk, sum
vóru í neyð. Eitt annað orðaskepilsi kundi verið >eyð-
tøka« fyri at taka fólk burtur, sum eru í neyð, men tað
minnir for nógv um neydtøku, so tað ber ikki til.
Evakuering bleiv brúkt undir krígnum saman við
orðum sum konvoy, signal, sirena, alarmur, barakk og
messa. Hetta eru alt samalt militer fakorð, sum vit tíbetur
sjáldan hava brúk fyri. Og nettupp tí er tað óneyðugt at
pilka við tey. Tey hava eitt neyvt og týðiligt innihald til
sítt avmarkaða brúk. Og skuldi tað ólukkuliga hent, at
tað eina ferð í framtidini gjørdist neyðugt at flyt fólk
burtur av einum føroyskum boripalli, tí til dømis eldur
var í, so var tað ein avgerandi fyrimunur, um eisini teir
útlendsku arbeiðsfelagarnir forstóðu, hvat var á vási.
At biðja til dømis bretar »hurry upi, tí nú er eyðflyting,
fer ikki at spara nógv sekund.
Tað er krevjandi og farligt at arbeiða á boripallinum.
Gera hesir menn ein tekniskan feil, so kunnu teir verða
um ein háls. Ólíka fittligari og fridaligari er arbeiðið
hjá tingmonnum á rødarapallinum. Tað hendir so eingin
mansskaði, um tingmenn durva eina løtu, men tað má
tó undra, at teir av misgåum hava gjørt eina oljulóg um
sukur, siropp og aðrar søtar verur.
D
VALUTAKURSIR
Ultimo
06.03.98 síðsta mán.
Dollarar 698,9000 690,1000
Pund 1142,2300 1136,4000
Markur 381,4400 381,5100
Króna 86,7300 86,2900
Króna 91,8700 91,4900
Frankur 113,8500 113,8600
Frankur 18,5030 18,5000
Frankur 468,6800 470,7600
Gyllin 338,4200 338,4800
0,3888 0,3877
Markur 125,8700 125,8900
Króna 9,7500 9,7900
Skillingur 54,2550 54,2620
Pesetas 4,5090 4,5090
Escudos 3,7360 3,7330
Kanada Dollari 492,4200 485,6500
Grikkaland Drakmur 2,4410 2,4360
Japan Yen 5,4946 5,4809
Írland Pund 949,4400 945,2200
XEU 755,1500 754,3300
USA
Bretland
Týskland
Sveríki
Noreg
Frakland
Belgía
Sveits
Holland
Italia Liri
Finnland
Ísland
Eysturríki
Spania
Portugal
Sostaludin
21 ELL.
WALL
den. mt
1
EH ie
1111 #8 TE
ra TÆT
| HAS | FRúM-
KYN LÆIÐDI
p] 4
SI sæt er
Yee
pr] 11 ME [1] ] | FF
em Fa 1 EIR An
= === i
So 78
= EIGuR æsi
is = |
KROSSORÐAGÁTA
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: HISSINISØRINDI
Hvønn le ang
er krossorðagáta í bladnum. Drigið verður millum røttu inn-
sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild
Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa
av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar-
orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin
verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum næsta
leygardagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn — og viðmerkið >Krossorðagáta nr. ...< á bjálvan.
Sun 1932
Vinnari: Helgi og Hans Pauli Hansen
Ulvevej 44'*
DK 6715 Esbjerg
Loysunar-
ÓU et er
Navn: ieeerereerenre nerne en DER i
Bustadur:
Bygd/by sås:
LL
Lesið Søroyskt - hugsid føroyskt.
Frå
O BOKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
Q Ljósini slókna
Q Søgur úr Port Janua
Q Bíblian í orðum og myndum
Q Indiånararnir. Søgan um upprunafólkið
i Norduramerika
"45
Q Mangt er millum himmal og jerð
(0 Frá
FOROYA
SKÚLABÓKAGRUNNI:
Ú Samfelagsfrødi 1. Tú og samfelagið
Q Heimssøga Í
Q Søgan um hini
Q Liv og gróður
Ú Orðaskyn. Mín fyrsta orðabók
Bøkur og annað tilfar
— bæði innan og uttan skúlagátt.